Sosialurinarkiv
Sosialurin 2011-02-14, síða 8
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

mánadagur 14. februar 2011síða 8

‹ fyrra síða allar 40 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

Mánadagur 14. februar 2011 · Nr. 19 8 Sosialurin Randi Jacobsen Fyri fimtu ferð skipar men­ tan­ar­deildin hjá Klaks­vík­ar kommunu fyri torra­døg­um. Hetta er ein mentan­ar­vika við mentan í breiðari merk­ ing. Svimjihøllin hevur ymisk tiltøk, framsýning let­ur upp í morgin á Húsar­halds­ skúla Føroya, fyri­lest­ur á Bókasavninum um týdn­ing­ in av at hava Íverk­setara­ hús, Dragin hevur opið skip mikudagin, og miku­kvøldið fr Alberrt Isfeld, arki­tekt­ ur at halda fyrilestur á Bókasavninum týdningin hjá havnaløgum. Hósvøldið fer Johnny í Grótinum, óløguleiðari í Bank­Nordik í á Bóka­savn­i­ num at hugleiða um ald­ur­ bý­ti og tørvin á pen­sjóns­ skipa­num. A fundi í Spaniastovu hó­ s­kvøld­ið fer Jógvan Ravns­ fjall, formaður í gøtunavna­ nevnd­ini at greiða frá ar­beiði­num at geva gøt­um í Klaksvík nøvn, og hann legg­ur upp til orðaskifti um, hvus­su býlingsnøvnini kun­ nu varðveitast. Upplýsing um ALS Fyrrapartin fríggjadagin er Húsið opið fyri ungum arbeiðsleysum fólkum, sum Arbeiðs­loysisskipanin við hes­um tiltakinum vil rætta eina hjálpandi hond. Greitt verður frá øllum møgu­leikunum, sum eru í skipanini fyri ung. Av­bjóð­ in­gin er ikki at missa mót­ið. Skipanin hevur eitt nú ein lestrarvegleiðara, møgu­leik­ ar eru fyri at sleppa á skeið o.a. Fríggjakvøldið hevur danska strúkikvartettin Nightin­gale String Quartet kon­sert í Skúlanum við Ósánna, og hetta kvøldið verð­ur eisini sangløta í Betesda. Leygarmorgunin verður matiné í Christianskirkjuni. Heilsa Leygardagin setir Auð­ unn Konráðsson, for­ mað­ur í heilsu- og um­hvørv­is­nevndini torra- heilsu­renn­ingina í gongd, og tá verður heilsukafé á sjúkra­ húsi­num. Har verður høvi at máta blóðtrýst, blóð­suk­ur, BMW og gera eina konditest. Fólk kunnu tekna seg tl blóð­gevar og eisini ber til at bílegja tíð til lungna­funk­ sjón­s­kanning. Hugnakvøld Leygarkvøldið verður hugna­ kvøld í Skálanum við borð­ haldi, felagssangi og onkr­um stuttligum hug­leið­ing­um um sjómanslívið. Aftaná verður farið upp á gólv at kvøða millum annað Vagen og Brótatátt. Uni, Lív og Tróndur fara leygar­kvøldið at spæla frísk­ an blues- og fólkatónleik í Leikalund. Niðan á Lokkan Sunnudagin ger Norðoya Gongufelag ein drúgvan gongu­túr, og ætlanin er at fara niðan á 754 metra høga lokkan. Um ikki hev­ur regnað illa dagarnar framm­ an­undan, er ikki so tungt at koma niðan, og omaná er slætt, sigur Dávur Winther. Stað­kend fólk verða við. Torri stavar frá tí gomlu tíð­ar­rokningini, har hetta var navnið á mánaði, sum byrj­aði fyrstu tendring eftir jól og vardi fram til næstu tendr­ing. Torri Útróðrarmenn tosa um torra­ fisk og torraleiðir í hesum døg­um, tí fiskurin kemur long­ur inn á grunnin at gýta. Hesa tíðina er fiskurin væl fyri og hevur rogn. - Torradagarnir, sum eru 14. – 20. februar í Klaks­vík, er eitt kærkomið til­tak, nú vit eru farin at leingj­ast eftir várinum og summari­num, sigur Dávur Winther, ment­ an­ar­leiðari hjá Klaksvíkar kommu­nu. Fráboðan um várið Torradagar er heitið á øðrvisi mentanarvikuni í Klaksvík hesa vikuna Randi Jacobsen Orsakað av blámusoppi verður neyðugt at umvæla alla politistøðina í Havn umframt varðhaldið, og tí má alt virksemi flytast í onnur høli. Summi starvsfólk eru flutt til Runavíkar, onnur halda nú til Yviri við Strond, og um vikuskiftið átti vaktleiðarin tørn at flyta. Fleiri ymisk støð hava verið nevnt sum møguleikar at leiga til vaktleiðaran, men fyribilsloysnin var ein bingja, sum poliiitð hevur leigað frá einum byggifelag og sett í garðin. Vaktleiðarin situr við telefonina og hevur ein politist aftrat sær. Tey bæði sita við telefonirnar, íroknað alarmsentralin og aðrar alarmar. Nýggj politistøð Vaktleiðarin á politistøðini í Havn situr nú í eini bingju í garðinum Tá ið fyribilsætlanin varð tikin í nýtslu, høvdu onkur starvsfólk sett upp skelti á bingjuna sipandi til primitivu loysnina