Sosialurinarkiv
Sosialurin 2011-02-14, síða 10
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

mánadagur 14. februar 2011síða 10

‹ fyrra síða allar 40 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

Mánadagur 14. februar 2011 · Nr. 19 10 Sosialurin Vilmund Jacobsen Hon er sera vónsvikin av, at Jóhan Dahl, lands­stýris­mað­ ur í vinnumálum, ætlar at broy­ta fiskavirkisskipanina. - Eg eri púra samd við Inge­borg Winther, forkvinnu í Føroya Arbeiðarafelag, sum er hart ímóti, at skipanin verð­ur broytt til tað verra – og í ringasta føri verður avtikin. Eins og Ingeborg Wint­her, haldi eg eisini, at metir landsstýrismaðurin, at tað eru arbeiðsgevarar, sum misbrúka skipanina, eig­ur hond at verða tikin um hend­an partin. Hetta eigur í hvussu er ikki at ganga út yvir tey, sum av røttum fáa sítt íkast úr skipanini. Jastrid Volles Niclasen, sum hevur verið for­kvin­na í Klaksvíkar Arbeiðs­kvinnu­ felag í nøkur ár og í mong ár hev­ur arbeitt í fiski, heldur, at sjálv fiskavirkisskipanin ikki skal nertast, tí tað verður ein vanlukka fyri tey tíma­løntu á fiskavirkjunum, um skipanin verður gjørd verri. - Eingin kann liva av fiska­ virkis­virkis­skipanini, men kort­ini hevur hon stóran týdn­ing fyri fiskafólk, tá inn­tøkan í nógvum førum er lítil. Forkvinnan í Klaksvíkar Arbeiðs­kvinnufelag vísir á, at tey allar flestu, sum eru í skipanini, fáa langt undir tíma­løn fyri teir tímar, tey fáa úr fiskavirkisskipanini. - So, eg dugi ikki at síggja, hvat er hjá lands­stýris­ manni­num at fara eftir, legg­ ur hon aftrat. Jastrid Volles Niclasen held­ur, at eru skeivleikar við skipan­ini, kann Jóhan Dahl hyggja upp á hesar. - Men tað kann undir ong­ um umstøðum koma upp á tal at gera skipanina verri fyri tey tímaløntu, sum eru í henni – og hava brúk fyri hesi skipan, ið gevur teimum eina minstuløn upp til 32 tím­ar um vikuna, sigur hon. Skulu eisini liva Jastrid Volles Niclasen vísir á, at eingin fer á eitt fiskavirki at arbeiða fyri at fáa pening úr fiskavirkisskipanini, men skipan­in er kærkomin til at tryggja fiskafólki eina mini­ mums­løn. Forkvinnan er rætti­liga vón­svikin av, at Jóhan Dahl eftir øllum at døma ætlar at gera fiskavirkisskipanina ver­ri – og kanska í ringasta føri vil hesi skipan til lívs. - Tey tímaløntu, sum arbeiða á fiskavirkjunum, hava eisini sínar føstu út­ reiðsl­ur hvønn mánaða. Sum øll onnur skulu tey eisini hava mat á borðið og tað mest neyðturviliga hvønn dag. Jastrid leggur dent á, at eing­in fer á eitt fiskavirki at a­r­beiða fyri at fáa pening úr fiska­virkisskipanini. - Tú skalt í fyrsta lagi hava eitt inntøkugrundarlag, um Eingin fer á fiskavirki fyri at fáa úr ALS - Tað verður ein vanlukka fyri tey tímaløntu á fiskavirkjunum, um skipanin verður gjørd verri. Eingin kann liva av fiskavirkisvirkisskipanini, men kortini hevur hon stóran týdning fyri fiskafólk, tá inntøkan í nógvum førum er lítil, sigur forkvinnan í Klaksvíkar Arbeiðskvinnufelag, Jastrid Volles Niclasen - Í sær sjálvari er fiskavirkisskipanin einki at dúva uppá, men hon gevur tímaløntum á fiskavirkjum eitt minimumsgrundarlag, sigur forkvinnan í Klaksvíkar Arbeiðskvinnufelag Vilmund Jacobsen Ísfiskatrolararnir, Jaspis og Ame­tyst, sum trotabúgvið eftir Faroe Seafood eigur 2/3 av, hava ongantíð ligið orsak­að av, at samtakið end­ aði í Skiftirættinum. Skipini hava siglt alla tíð­ ina, undantikið hesar tríggj­ ar vikurnar, nú heimaflotin varð raktur av verkbanni. Hósdagin loystu Jas­ pis og Ametyst aftur, men hesaferð var tað und­ir hattinum hjá P/F Enniberg, sum eisini eigur flaka­trolar­ an, Enniberg. Mortan Johannesen sig­ ur, at felagið hevur leigað skip­ini, og hann dylur ikki fyri, at ætlanin eisini er at keypa tey. - Tað er P/F Enniberg, sum leigar skipini, men vit hava eitt samstarv við P/F Hvannadal í Vági, sigur hann. Hann sigur, at øll mann­ ing­in er hin sama, nú skipini loystu aftur til nýggjan túr í gjár. - Her verður eingin broyt­ing, sigur Mortan Johanne­sen, sum væntar, at skipini fara at selja, har mest fæst fyri fiskin, men hann væntar eisini, at flestu last­ir­nar verða lagdar upp í Vági, um alt gongur sum æt­ lað. vilmund@sosialurin.fo Enniberg leigar Jaspis og Am - Manningin verður hin sama, og her verður eingin broyting, sigur Mortan Johannesen ... tey tímaløntu á fiskavirkjunum skulu eisini hava mat á borðið og tað mest neyðturviliga hvønn dag... JASTRID VOLLES NICLASEN