Sosialurinarkiv
Sosialurin 2011-02-16, síða 8
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

mikudagur 16. februar 2011síða 8

‹ fyrra síða allar 48 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

Mikudagur 16. februar 2011 · Nr. 20 8 Sosialurin Magnus Gunnarsson Týsdagin 15. februar varð fyri fyrstu ferð hild­in ein ráðstevna um el­bil­ar í Føroyum. Tað var El­felag­ið SEV, sum sam­an við Jarð­ feingi skipaði fyri elbila­deg­ num í Norður­landa­húsi­num. Elbiladagurin er liður í eini norðurlendskari verkætlan, sum er stuðlað av NORA (Norrønt Atlantssamstarv) og umfatar Grønland, Ísland og Føroyar. Eftir at Hákun Djurhuus, for­stjóri í SEV, hevði boðið øll­um at vera vælkomin vórðu framløgur hjá teimum ymisku fundarluttakarunum úr Føroyum, Danmark, Ís­ landi og Grønlandi. Øll hesi søg­du frá sínum royndum og framtíðarætlanum við el­ bil­um. Jákup Sørensen, kunn­ ingar- og projektsamskipari hjá NORA, segði frá um teir­ra stuðul til elbilar, og tekniski stjórin hjá SEV, Finn Jakobsen, for­tal­di um bakgrund og visión­ir fyri elbiladagin. Jacob Munch Jen­sen, menn­ingar­v­erk­ frøð­ing­u­r hjá DONG Energy segði frá um teirra strategi fyri løðing av elbilum og Jan A. Petersen, sølustjóri hjá Vikinge­gaarden A/S, tosaði um intelligentar løðistøðir til elbilar. Dánjal Jógvan Hansson, deild­ar­leiðari hjá SEV, tosaði m.a.um teirra fatan og royndir við elbilum í Føroyum sum t.d. um streym­nýtslu­na í mun til bensin- og dieselbilar, og Jens H. Nielsen, menn­ing­ar­ konsul­entur hjá Nukissorfiit, segði frá teirra royndum við El-Mobility í Grønlandi, har eitt heilt annað verðurlag er enn her hjá okkum. Guðrún Lilja Kristins­ dótt­ir, projektassisentur, og Jón Bjørn Skúlason, stjóri hjá Icelandic New Ener­ gy, søgdu m.a. frá teirra roynd­um við El-Mobility í Ís­landi og royndarkoyring av vetnisakførum í Ís­landi, og Terji Nielsen, pro­jekt­ leið­ari hjá SEV og limur í elbilabólkinum, tosaði m.a. um elbilar í føroysku el­ skipan­ini. Stjórin í ChoosEV A/S, Hen­rik Isaksen, fortaldi um teirra egna konsept við elbilum, og at hann vænt­ ar at elbilar av álvara koma á marknaðin í 2013. Sein­ asta framløgan var tann hjá Esben Pedersen, sølu og marknaðarstjóra hjá Tesla Europe, sum for­taldi um Teslas Motors og teirra strategi. Aftan á fram­løgur­ nar var høvi hjá fólki at seta spurn­ingar og kjakast um evn­ið. Umframt elbilarnar Peu­ geot Partner Van Elec­tric og Mitsubishi iMiEV var høvi at royndarkoyra Tesla Road­ster og Toyota hybrid­bil­ar­nar Auris HSD og Prius. Um­leið 120 fólk vóru til el­bila­dagin í Norður­landa­húsi­num. Bilar Magnus Gunnarsson maggi@sosialurin.fo Heilt elektrisk ráðstevna Í gjár var ráðstevnan um elbilar, sum Elfelagið SEV saman við Jarðfeingi skipaði í Norðurlandahúsinum. Umframt framløgur um elbilar í Norðurlondum var eisini royndarkoyring av elektriskum bilum og hybridbilum Her er tað Finn Jakobsen frá SEV, sum hevur sína framløgu Mynd: Álvur Haraldsen Esben Pedersen frá Tesla Motors við Tesla Roadster 2.5 Sport Peugeot Partner og Mitsubishi iMiEV bilarnir hjá SEV Stórur áhugi var fyri at royndarkoyra Tesla elbilin Vinnu- & bilradio á Vinnu- & bilradio á sendir um Elbiladagin í Norður­ landahúsinum hósdagin kl. 15.10