mikudagur 16. februar 2011síða 9
‹ fyrra síða allar 48 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
9
Mikudagur 16. februar 2011 · Nr. 20
Sosialurin
Árni Joensen
Við
bretska
blaðið
The
Guardian sigur Janabi, at
hann fann upp á søgurnar um
loyniligar vápnaverksmiðjur
og søgurnar um lastbilar, sum
vóru fullir av lívfrøðiligum
vápnum. Hann leyg fyri at
fáa Saddam Hussein frá,
sigur hann.
Janabi greiddi týsku fregn
artænastuni frá søgunum,
og tær vóru eftir øllum at
døma so sannførandi, at
táverandi amerikanski utt
anríkisráðharrin,
Colin
Powell, kom til ta niðurstøðu,
at tær vóru sannar. Powell,
sum sjálvur var fyrrverandi
generalur
í
amerikanska
herinum, brúkti søgurnar
hjá Janabi sum avgerandi
próvtilfar, tá hann í februar
í 2003 helt røðu í ST og viss
aði altjóða samfelagið um
hópoyðingarvápnini
hjá
irakska stýrinum.
Ein mánað seinni gjørdi
USA innrás í Irak, og hóp
oyðingarvápnini hjá Saddam
Hussein vóru ein týðandi
grundgeving fyri innrásini.
– Kanska var tað so, at
teir høvdu lívfrøðilig vápn.
Kanska var tað ikki so. Teir
góvu mær ein møguleika
at fella stýrið, og eg hevði
møguleikan at finna upp á
okkurt, sum kundi gera enda
á Saddam og stýri hansara.
Eg og synir mínir eru stoltir
av, at stýrið fall, og vit eru
stoltir av, at vit vóru orsøkin
til, at Irak fekk eitt vet av
demokratii, sigur Janabi við
The Guardian.
Cuveball
Rafid Ahmed Alwan al-
Janabi, sum er útbúgvin
evnafrøðingur, flýddi úr Iran
í 1995. Hann fór til Týsklands
og fekk friðskjól har. Í 2000
fekk hann vitjan av týsku
fregnartænastuni, sum vildi
hava upplýsingar um stýrið
hjá Saddam Hussein.
Tað var ikki bara tann
týska
fregnartænastan,
sum hevði áhuga fyri tí
irakska
flóttamanninum.
Eisini amerikanararnir vístu
honum áhuga, og fregnar
tænasturnar
hjá
teimum
báðum londunum viðgjørdu
upplýsingar hansara í felag.
Sum vanligt er í fregnartæn
astuhøpi fekk keldan eitt
dulnevni. Hjá Janabi bleiv
tað Curveball.
Í
samrøðuni
við
The
Guardian sigur hann, at
hann valdi at samstarva við
teir týsku myndugleikarnar,
tí teir søgdu honum, at tað
gjørdi tað lættari hjá honum
at fáa konuna til Týsklands.
arni@sosialurin.fo
– Eg leyg alt
fyri at sleppa
av við Saddam
Útlond Rafid Ahmed Alwan al-Janabi var ein av teimum týdningarmestu keldunum,
sum sannførdu amerikanararnar um, at Saddam Hussein hevði eina loyniliga skipan
við lívfrøðiligum hópoyðingarvápnum. Nú viðgongur hann, at hann leyg alt
»Great
goal«
frá Jóan
Símuni
fótbóltur
Eykaliðið
hjá New
castle hevur
spælt í gjár
kvøldið og
Jóan Símun
Edmundsson
vísti seg frá
síni bestu
síðu í 2-0
sigrinum.
Mótstøðuliðið í gjár
kvøldið var Bedl
ington Terriers og
fram til 73. minut
vóru partarnir ikki
til at skilja. Tá fekk
ungi toftamaðurin
fatur á bóltinum og
dribblaði
framvið
tveimum verjuleik
arum og smekkaði
bóltin í mál. “Finish
ed
superbly”
og
“great goal” skrivar
heimasíðan
hjá
Newcastle.
Sjey
minuttir
seinni ger føroyski
landsliðsleikarin
aftur um seg. Við
góðari
avlevering
finnur hann Denn
is
Knight,
sum
skorar til 2-0. Stutt
fyri tíð var Jóan
Símun aftur upp á
spæl, men bara ein
frálík bjarging frá
Bedlington málverj
anum steðgaði tofta
manninum í at skora
aftur. Støðan endaði
við 2-0 sigri og Jóan
Símun Edmindsson
spældi allan dystin
í álopinum.
Dysturin var ein
fjórðingsfinala í Sage
Northumberland FA
Senior Cup kapp
ingini.
trondur@sosialurin.fo
Rafid Ahmed Alwan al-Janabi: – Eg leyg fyri at fáa Saddam Hussein burtur
Soleiðis ímyndaðu amerikanararnir sær, at iraksku lastbilarnir við
lívfrøðiligu vápnunum vóru innrættaðir. Teir vóru ikki til
Amerikanski uttanríkisráðharrin Colin Powell brúkti lygusøgurnar hjá
al-Janabi, tá hann sannførdi ST um, at Irak hevði hópoyðingarvápn