Sosialurinarkiv
Sosialurin 2011-02-16, síða 10
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

mikudagur 16. februar 2011síða 10

‹ fyrra síða allar 48 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

Mikudagur 16. februar 2011 · Nr. 20 10 Sosialurin Vilmund Jacobsen Reiðarin á verk­smiðju­skipi­ num, Norðborg, heldur lítið um, at ísfiskaflotin undir Før­oyum sær makrelin í før­oyskum sjógi sum eitt alternat­iv til eitt nú upsa­ veiði­na. Hann heldur tað ikki vera rætt, at fleiri skipa­bólk­ ar leggja seg eftir bein­leiðis veiði eftir hesum tilfeingi, men dámar betri tankan, at makrel­ur verður brúktur sum býtisfiskur, sum so­leið­is kann koma øðrum skipa­bólk­ um til góðar. Herfyri segði Tummas Justinus­sen, reiðari á ísfiska­ trolar­unum, Polarhavi og Stjørnu­ni, at eingin eigur søgu­lig rættindi til makrelin und­ir Føroyum. Slett ikki samdur Kristian Martin Rasmussen, reiðari á Norðborg, er als ikki samd­ur við sjónarmiðjunum hjá reiðaranum í Leirvík. - Nei, hesum eri eg ikki samdur í. Tað ljóðar næsta sum hetta er eitt nýtt til­ feing­i, sum er komið nú við makreli­num, men tað er púra burt­ur við. Makrelur hevur ver­ið her í nógv Harrans ár, og vit hava eisini fiskað makrel í føroyskum sjógvi saman­hangandi í eini 20-30 ár. Reiðarin sigur, at føroysk skip fiskaðu makrel í før­ oysk­um sjógvi seinast í átta­ti­ár­unum og eisini í nítiárunum, men vit vórðu faktist steðgaðir tá. Treyt­ ir­nar vóru, at fiskaðu vit makrel í føroyskum sjógvi, sluppu vit ikki at fiska okk­ ara part í norskum sjógvi. - Tað hevur verið líka sum hug­burð­urin hjá teimum sum fiska, at makrelur hevur eitt størri virði í norskum sjógvi og ES-sjógvi, enn hann hev­ur í føroyskum sjógvi um summarið. Hetta gjørdi seg sjálvandi meiri galdandi fyrr, tá bátarnir ikki høvdu so góða køling, og ikki vóru so væl útgjørdir sum í dag. Kristian Martin Ramus­ sen vísir á, at í dag er kanska ikki tann veldugi munurin á fiski­num í føroyskum sjógvi og norskum og ES-sjógvi um summar­ið. - At billa sær inn, at hetta er nakað nýtt, sum er komið nú við makrelinum er burtur við, leggur hann dent á. Spurdur um tað var meiri makr­el­ur í føroyskum sjógvi í fjør, enn tað áður hevur ver­ ið í hansara tíð, sigur reiðarin á Norðborg: - Ja, makrelur hevur fing­ ið eina aðra gongd. Hesin sami makrelur, sum altíð hev­ur verið her, hevur nú fing­ið eina aðra gongd. Hvussu gongdin hevur ver­ ið longri afturi í tíðini, vita vit sjálvsagt ikki heilt. Uppi­ sjóv­arf­iskur er soleiðis, at hann broytir gongd – alt eftir, hvussu umstøðurnar eru, bæði hiti, æti og annað. So, tað er rætt, at tað er meiri makrel­ur er í føroyskum sjógvi nú. Tummas Justinussen, reiðari á Polarhavi og Stjørn­ uni helt, at tað býtið, sum lands­stýrismaðurin gjørdi í fjør, har uppisjóvarflotin fekk 70% av kvotuni, var burt­ur við. Men er Kristian Martin Ras­mussen samdur við Tumma­si í hesum? - Tað eru myndugleikarnir, sum gera av, hvussu býtast skal. Eg haldi, at um myndug­ leik­ar­nir byrja at broyta ov nógv upp á hetta, verður einki skil í. Tað hevur verið sið­venja, at bólkarnir hava síni fiskasløg at halda seg til, og tað gongur upp og niður hjá bólkunum. Við­ hvørt gongur tað betri í Barentshavinum og við­ hvørt gongur tað verri, og soleiðis er eisini hjá uppi­ sjóv­ar­flotanum. Hjá heima­ flotanum síggja vit eisini, at gongur viðhvørt er við – og viðhvørt er hon ímóti. Skapar trupulleikar Reiðarin á Norðborg heldur, at um myndugleikarnir by­r­ ja at bróta hetta, sum hann tek­ur til, væntar hann, at trupul­leikar standast í sein­ na enda. - Tað eru ikki so nógv ár síðan, at allir skuldu fiska svartkjaft. Tá var nógv­ ur svartkjaftur, og tað vóru nógv skip, sum royn­ du at sleppa uppí hend­an fiskiskapin. Skip sluppu eisini uppí. Eitt úrs­lit av hesum er, at í dag eig­ur eitt hálendsk reiðarí ein triðing av føroysku svart­kjafta­ kvotu­ni við tað, at nýggj skip ko­mu inn, og tað var so nógv til av svartkjafti. Kristian Martin sigur, at sjálv­ur heldur hann tað vera rætt, at hildið verður fast um tað mystur, sum er – og ikki fer at bróta ov nógv inn í hjá hvørj­um øðrum. Men hvat heldur reið­ar­in á Norðborg um, at ís­fiska­ flotin fær endurgjald fyri, at makrelurin kanska er í harðari kapping við upsa und­ir Føroyum um føðina? - Nei, tað haldi eg slett ikki. Tað ber eftir mínum tykki ikki til at býta tilfeingið eft­ir, hvussu føðiketan háttar sær – hvør ið etur hvønn. Tað er altíð ein spurningur um, hvør etur hvønn, sigur Krist­ ian Martin Rasmussen. Sum býtisfiskur Tummas Justinussen, reiðari, helt, at fiskimálaráðið kans­ ka eigur at býta nøkur tons av makreli um við eitt nú tosk hjá øðrum, so ís­fiska­ flot­in undir Føroyum fær eitt bein at standa á aftrat. Hvat heldur ­uppi­sjóvar­ reið­ar­in um hetta? - Tað er eitt sjónarmið, sum eg havi forstáilsi fyri. Allir kunnu ikki v - Tað eru ikki so nógv ár síðan, at allir skuldu fiska svartkjaft. Tá var nógvur svartkjaftur, og tað vóru nógv skip, sum royndu at sleppa uppí hendan fiskiskapin. Skip sluppu eisini uppí. Eitt úrslit av hesum er, at í dag eigur eitt hálendsk reiðarí ein triðing av føroysku svartkjaftakvotuni, sigur Kristian Martin Rasmussen