mikudagur 16. februar 2011síða 11
‹ fyrra síða allar 48 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
11
Mikudagur 16. februar 2011 · Nr. 20
Sosialurin
Vilmund Jacobsen
Tað eru bert tveir skipa
bólkar, sum í fjør ongan
lut fingu í makreltilfeingi
num undir Føroyum. Hes
ir vóru línu-og garnaskip
ini.
Hóast hvørgin av hes
um skipabólkum hevur
møguleika
at
veiða
makrel, vilja línuskipini
nú eisini gerast partur av
hesum tilfeingi.
Sosialurin
veit,
at
Felagið Línuskip hevur
sent skriv til Fiskimála
ráðið, har felagið ynskir at
fáa lut í makreltilfeingi
num.
Men hvussu kunnu
línuskip so fáa nakað
burtur
úr
hesum,
tá
makrelur
ikki
verður
veiddur við línu?
Soleiðis,
sum
Sosialurin hevur skilt,
ynskir Felagið Línuskip
at gerast partur av hesum
tilfeingi, og fáa línuskip
tillutaða kvotu, kunnu
feløgini, sum eiga skipini,
fáa aðrar skipabólkar at
veiða kvotuna fyri seg og
soleiðis fáa nakað burtur
úr.
Neyvan dyrging
Í fjør heyst vórðu royndir
gjørdar at dyrgja eftir
makreli
í
føroyskum
sjógvi.
Slíkar
royndir
hava verið gjørdar seinnu
árini, men hava ivaleyst
ikki eydnast so væl, sum
ynskiligt hevði verið.
Tað er neyvan dyrging,
ið teir, sum eiga línuskip
ini, hugsa um.
Bæði í Noreg og Íslandi
er veiða við dorg eftir
makreli vorðin týðandi
fyri
útróðrarmenn,
og
serliga í Noregi hevur
makrelur verið veiddur
við dorg í nógv ár
Sosialurin hevur skilt,
at útróðrarmenn í Noregi
árliga veiða eini 20.000
tons av makreli um árið,
og tað hevur eisini ljóðað,
at íslendskir útróðrar
menn veiddu eini 12.000
tons við dorg í fjør.
vilmund@sosialurin.fo
evja í øllum
Línuskipini
vilja nú eisini
hava makrel
Felagið Línuskip hevur sent
Fiskimálaráðnum skriv, har
felagið eisini vil hava sín
part av makreltilfeinginum
undir Føroyum
Nú vilja línuskipini eisini fáa lut í
makreltilfeinginum í føroyskum sjógvi
Eg skilji væl, at man sær
eina ójavnvág í. Hetta er
ein máti, sum eftir mínum
tykki kann brúkast. Hetta
verður eisini gjørt í dag. Vit
býta makrel um við russar,
sum aftur gevur føroysku
flakatrolarunum
kvot
ur í russiska partinum av
Barentshavinum. Vit býta
eisini sild um tosk í Grøn
landi, eins og vit býta uppi
sjóvarfisk um við Ísland.
Hetta er einki ónatúrligt, um
rúm er fyri hesum, og hesum
kann vera skil í. Men at allur
flotin skal fara at leggja um
at fiska makrel fyri tað, um
nógvur makrelur er í før
oyskum sjógvi nú – tað haldi
eg heilt lítið um. Tað meini
eg veruliga, tí tað eru aðrir
og skilabetri mátar at gera
tað upp á, sigur reiðarin á
Norðborg.
Føroyska kvotan
Men hevur Kristian Martin
Rasmussen nakað boð upp
á, hvussu stóra makrelkvotu
landsstýrismaðurin í fiski
vinnumálum eigur at áseta
Føroyum í ár, nú semja
heldur ikki fekst millum
strandalondini um felags
býtið fyri 2011?
- Eg havi fleiri ferðir sagt
á fundi, at so leingi, vit ikki
hava eina avtalu, og Før
oyar hava boðað frá, at vit
meta okkum at eiga 15% av
heildarkvotuni, at vit skulu
halda okkum til hetta – fyri
at hava eitt mynstur í. Í fjør
góvu 15% 85.000 tons, og
nú heildarkvotan er nakað
størri, verður føroyski part
urin eisini nakað størri í ár
enn í fjør.
Og so til seinast.
Hvussu heldur reiðarin á
Norðborg so, at býtið av før
oyska partinum skuldi sæð
út í ár?
- Tað havi eg ikki nakað
boð upp á. Nú vilja allir
sleppa uppí. Tað verður
snakkað nógv, og nógv lobby-
arbeiði fer fram. Eg vóni
bara, at Jacob Vestergaard,
landsstýrismaður
í
fiski
vinnumálum, finnur eina
skilagóða loysn.
Kristian Martin Rasmus
sen leggur dent á, at tað eru
aðrir mátar at regulera upp
á enn at fara og blanda alt
saman og lata allar bólkar
fiska alt, tí tað ber slett ikki
til.
- Vit hava eisini gulllaks.
Nú gongur við við gulllaksi,
men fóru øll skip at fiska
gulllaks, so hevði tað eisini
verið liðugt. Um allir farin í
Barentshavið, so gongur tað
heldur ikki. Eg haldi, at vit
eiga at halda skil á hesum
– og ikki blanda alt saman,
sigur reiðarin á Norðborg,
Kristian Martin Rasmussen.
vilmund@sosialurin.fo
- Eg haldi, at vit eiga at halda
skil á ymisku veiðibólkunum
og fiskasløgunum – og
ikki blanda alt saman,
sigur reiðarin á Norðborg,
Kristian Martin Rasmussen
- Nú vilja allir sleppa uppí. Tað verður snakkað
nógv, og nógv lobby-arbeiði fer fram, sigur
Kristian Martin Rasmussen, reiðari