mikudagur 16. februar 2011síða 12
‹ fyrra síða allar 48 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
Mikudagur 16. februar 2011 · Nr. 20
12
Sosialurin
Kundi ímynda mær, at tit
bæði Ása lógu og rókust
suðuri á Nilánni tann 17.
februar, har ætlanin var at
halda 80 ára føðingardagin
í friði og náðum. Men har
var eingin friður – Mubarak
fyri at takka. Ferðin suður
á Nilánna varð tískil avlýst.
Annaðhvørt á Nilánni ella her
uppi ovast á Heiðavegi ert tú
ein so merkisverdur maður,
at illa ber til at leypa teg um.
Nú tú rundar kappaaldurin
– sambært mæta danska
sálmaskaldinum,
N.S.F.
Grundtvig, ert tú framvegis
virkin – hvat ert tú gjørdur
av? kundi veri spurt. Ymist er
hvussu hvør einstakur okk
ara er útborin. Mong teirra,
ið hava roynt at liva eitt
heilsugott lív og harvið farið
væl við sær, hava kortini ikki
rokkið høgan aldur og eldust
illa, meðan onnur, vit halda
ikki eru farin so væl um seg,
eru komin upp í ellisárini. Ilt
er at meta um hetta. Sigast
kann um hann, Ólav Hátún,
at hann hoyrir undir tann
seinna bólkin – ikki júst tí at
hann er farin so serliga illa
við sær, men kortini hevur
kunnað tikið til sín og notið
blíðskap í góðum vertskapi
eins og vit onnur uttan at
vera tikin av fótum. Vanligt
er at so hvørt sum árini
leggjast til, linkar virksemi,
men hjá Ólavi hevur tað
virkað øvugt. Tað gongur
sjón fyri søgn.
Vit báðir, Ólavur, hava
havt nógv saman frá smá
dreingjaárum okkara í Kví
vík, Vestmanna hjá Pidda og
Hildu inni á Fjørð, Eyðálvi
uppi á Heygum og Brynjálvi
og ikki minst í Havn, har
eg kendi meg sum heima
hjá Hjalmari og Brynhild í
skúlatíðini úti á VBV síðst í
1940-árunum. Skyldskapur,
vinskapur og ættarkensla
hava havt ein sera stóran og
sterkan lut í okkara langa
lívi.
Tá Hjalmar varð settur
sum lærari í Kvívík stutt
fyri kríggið, var eg bara
8 ára gamal. Hann var til
verka fúsur og birti nýtt lív
í bygdina. Hann skipaði fyri
kórsangi, ítrótti – svimjing,
fótbólti og fimleiki og eisini
sjónleiki. Okkum báðum –
javnaldrum – dámdi væl at
syngja, og í skúlanum varð
mangan sungið fleirraddað
í sangtímanum. Eini jól und
ir krígnum, tá kórið sang
undir gudstænastuni í Kví
víkar kirkju, har Hjalmar var
organistur, vóru vit báðir
kosnir at syngja ALT-rødd
ina í blandaða kórinum.
Tað hepnaðist ikki so væl.
Vit báðir løgdu til av øllum
alvi, so at okkara partur ikki
skuldi liggja eftir. ALT-røddin
skaraði so nógv framúr, at
hon forkom tí vakra ljómin
um.
Óneyðugt er at lýsa tann
stóra týdning, ið Ólavur hev
ur havt fyri tónleikalívið í
ein mansaldur – áhaldandi
og ótroyttiligur. Tað havi eg
nevnt fyrr. Eldurhugi hans
ara er ikki kødnaður enn. Í
45 ár hevur hann verið kór
leiðari; fyrst í nýstovnaða
útvarpskórinum, sum seinni
broytti navn til Havnar kór
ið. Harumframt hevur hann
skipað fyri kórstevnum og
kórsangi í sambandi við há
tíðarhald ymsastaðni í land
inum. Fáur man hava gjørt
honum hetta eftir.
Nú er bara eftir at ynskja
tær so hjartaliga tillukku við
áttatiáradegnum – nú hevur
tú fingið meg aftur!
Gamli vinmaður og
skyldmaður tín.
Ívar
Ólavur Hátún 80 ár
Nøvn
Í Degi & Viku í kvøld, 14.
februar, boðaði Katrin Dahl
Jacobsen,
vinnunevndar
formaður vegna Javnaðar
flokkin, frá, at tey mæltu til
at leggja sokallað arbeiðs
skapandi tilfeingisgjald á
makrelin.
Sambært vinnunevndar
formanninum var endamálið
við
tilfeingisgjaldinum
fyrst og fremst at skapa ar
beiði á landi í Føroyum. Tí
skuldi tilfeingisgjaldið diffe
rentierast við hægri gjaldi á
landingar uttanlands.
Tá ið uppisjóvarskip und
ir vanligum umstøðum eru
farin í útlendskar havnir
at landa makrel, hevur ver
ið vanligt at gjørt hetta í
onkrari ES-havn, í Noregi ella
í Íslandi.
Tey sum hava fylgt við
gongdini í makrelmálinum
seinastu tíðina vita, at ES og
Noreg longu hava boðað frá,
at tey als ikki fara at taka
ímóti makreli frá føroyskum
skipum í ár, orsakað av
ósemjuni landanna millum
um býtið.
Í Íslandi fer helst at bera
til at sleppa av við makrel,
hóast verkfall er á mjølverk
smiðjunum í løtuni. Men
ivasamt er tó, um tað fer
at bera til at seta hægri til
feingisgjald á makrel land
aðan í Íslandi enn á landaðan
makrel í Føroyum. Orsøkin
til hendan ivaspurning eru
reglur
í
Hoyvíkssáttmál
anum, sum áseta, at somu
treytir skulu galda fyri virkir
í Føroyum og Íslandi.
Ein
annar
møguleiki
kann eisini vera at landa
til útlendsk móðurskip á
feltinum. Men tá er neyðugt
við serligum undantaksloyvi
frá
landsstýrismanninum
í fiskivinnumálum. Vanligt
hevur ikki verið at geva fleiri
slík loyvi.
Um fiskiskapurin fer at
vignast, fara føroysk skip tí
ikki at hava nógv annað í at
velja, enn at leggja makrelin
upp her.
Sostatt er helst eingin
dugur í uppskotinum hjá
Javnaðarflokkurin um ar
beiðsskapandi
tilfeingis
gjald, tí grundgevingarnar
halda ikki.
Undrunarvert, at miðla
maðurin als ikki nam við
hesi viðurskifti.
Ber til at áseta arbeiðs
skapandi tilfeingisgjald? Kjak
Bjørn Kalsø
løgtingsmaður