Sosialurinarkiv
Sosialurin 2011-02-16, síða 13
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

mikudagur 16. februar 2011síða 13

‹ fyrra síða allar 48 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

13 Mikudagur 16. februar 2011 · Nr. 20 Sosialurin Kjak Ingrid S. Henriksen Fyri jól 2010 varð skipað fyri hjálpartiltaki, sum hevði heitið “Í menniskjum góður tokki”. Tiltakið varð sett í verk at útvega jólahjálp til fíggjar­liga og sosialt illa stødd húski, so tey kundu halda jól á líkan hátt sum flest onn­ur húski í landinum. Halda jól við góðum mati, gávum v.m. Tey, ið søktu um jóla­ hjálp, vóru fólk, ið vóru lang­tíðarsjúk, langtíðar­ arbeiðsleys ella høvdu lága inn­tøku av øðrum orsøkum. Fleiri av teimum, ið søktu um jóla­hjálp, greiddu frá, at tey bert høvdu ráð at eta heitan mat 3 ferðir um vikuna og summi søgdu, at tey fingu bert heitan mat eina­ferð um vikuna. Kunnað varð um, at tey, sum søktu um jóla­hjálp søgdu, at tað nytt­aði ikki at venda sær til Almanna­ stovuna at biðja um hjálp (har var ongin hjálp at fáa). Hví nyttar tað ikki at søkja um forsorgarhjálp? Orsøkin til at tað ikki nyttar at søkja um forsorgarhjálp, er tí at grundleggjandi lógáset­ ingar í forsorgarlógini vísa til, at hjálpin til undirhalds - t.v.s. hjálpin til at keypa mat, klæðir og allar leysar dagligar útreiðslur - er samsvarandi grundupphæddini í fólka­ pensjónini. Henda grund­ upphæddin í fólka­pen­sjóns­ upphæddini hevur staðið í stað seinastu 13 árini. Upphæddin til uppihalds í forsorgar­ lógini stendur í stað 13. árið á rað – meðan prístalið er hækkað 25% Fólkapensjónsgrundupp hæddin ( 4.169 kr. til støk og 3.313 kr. til gift) er ikki regulerað síðan febr. 1999, og sigur tað tí seg sjálvt, at tær príshækkingar, ið hava verið síðan 1999 á mati og øðrum vørum, gera at henda uppihaldshjálp ikki longur røkkur til mat, klæðir og leysar útreiðslur hjá fólki, ið mugu liva av forsorgarhjálp. Alt meðan uppi­halds­hjálpin í for­sorgar­lógini ikki er hækk­ að síðan 1999, vísa hag­tøl hjá Hag­­stovu Føroya, at meðal­­ prístalið fyri mat og aðrar vørur er hækkað við uml. 25% seinastu 13 árini. Undir­ halds­hjálpin í for­­sorgar­lógini er tískil nú vorðin so niður­ lagað, at hon ikki røkkur til vanligan mat ella aðrar leysar útreiðslur – veit­­ing­in til undir­halds í for­sorgar­­lóg­ ini er vorðin alt, alt ov lág. Almannastovan mælir til, at upphæddin til undirhalds í forsorgarlógini verður hækkað 41% Á sumri 2010 sendi Almanna­ málaráðið uppskot um áset­ ing og javning av almanna­ veitingum til viðmælis hjá ymsum almennum stovnum og áhugafelagskapum, her­ undir varð uppskotið sent Almanna­stovuni til um­ mælis. (Løgtingsmál nr.: 18/2010: Upp­skot til løg­tings­ lóg um broyting í løg­tings­ lóg um áseting og javn­ing av almanna­veiting­um). Al­ manna­stovan ger í hoyr­ings­ skrivi sínum, dag­fest hin 28. juni 2010, vart við: “Sum almannastovan áður hevur víst á, hevur tað, at grund­upphædd in í fólka­ pen­sjónini ikki er javnað í nógv ár, havt avleiðingar fyri fyri­­bils­hjálpina sbrt. for­sorgar­lógini”. Og sigur Almannastovan somuleiðis: “Almannastovan fer enn einaferð at vísa á óhepnað sambandi millum fólka­ pen­sjónsupphædd ina og uppi­haldshjálpina sbrt. forsorgar­lógini. Tilvísing til grund­­upphædd ina í fyri­ tíðar­pensjónini, sum verður og hevur verið javnað árliga, er meiri rímu­lig/hóskandi í forsorgar­lógini § 9, stk. 2 í forsorgar­lógini.” Almannastovan, ið m.a. um­sitir hjálp sambært for­ sorg­arlógini og tí kennir til uppihaldstørvin hjá brúk­ ar­unum, mælir til stórar hækkingar av fyribils undir­ haldshjálpini sambært § 9, stk. 2 í forsorgarlógini. Almanna­stovan ger vart við, at tað er ein stórur trupulleiki at uppi­haldshjálpin í for­ sorgar­lógini er tengd at fast­ frystu grundupphæddini í fólka­pensjónini, tí henda upp­ hædd ikki verður reguler­að, men hinvegin stend­ur í stað. Í ummæli sinum mælir leiðslan á Almanna­­stovuni frá, at víst verður til grund­upphæddina í fólka­­pensjónini í sambandi við uppihaldshjálp/fyribils forsorgar­hjálp sambært § 9, stk 2. Almannastovan mælir til ístaðin at víst eigur at verða til grundupphæddina í fyritíðarpensjónini, sum Almannastovan sigur vera “meiri rímulig/hóskandi”. At almannastovan mælir til stórar hækkingar av upp­ hædd í forsorgarlógini, ið er ætlað til mat, klæðir og arðar leysar útreiðslur, er sjáld­som hending – Al­manna­stovan ger sera sjálvd­an vart við, at almanna­veit­ingar eru ov lágar. Tískil má metast at leiðslan á Almannastovuni í nevnda hoyringsskrivi roynir at siga landsstýriskvinnuni í almanna­ málum, Rósu Samuel­­sen, at neyðugt er at gera veru­­­ligar og munagóðar ábøtur á livikorini hjá teim­um, ið noyðast at liva av uppi­­haldshjálp sambært for­sorgar­­lógini. Rósa Samuel­ sen, landsstýris­kvinna í almanna­málum, valdi tó ikki at lurta eftir hesi tilráðing hjá leiðsluni á Almanna­stov­ uni. Uppi­­haldshjálpin í for­ sorgarlógini, sum lang­tíðar­ sjúk, lang­tíðar­­arbeiðs­leys og onnur við lágum inntøkum fáa at liva fyri, varð ikki hækkað við so frægt sum einari krónu fyri árið 2011! Broytir samgongan og løgtingið valið hjá Rósu Samuel­sen, lands­stýris­ kvinnu í almanna-málum, at fast­frysta alt, alt ov lágu uppihaldshjálpina í for­sorg­ar­ lógini fyri árið 2011 og velur í staðin at fylgja tilmæli­num hjá leiðsluni á Almannastovuni, soleiðis at uppi­halds­hjálpin í for­sorgar­lógini verður ásett sambært grundupphæddini í fyritíðarpensjónini - vildu støk fingið uppihaldshjálp upp á kr. 5.879 kr. um mánaðin í staðin fyri sum nú einans 4.169 kr., t.v.s. 1.710 kr. meira um mánaðin, og vildu gift fingið 4.672 kr. um mánaðin í staðin fyri sum nú einans 3.313 kr., t.v.s. 1.359 kr. meira um mánaðin. Uppihaldshjálpin í forsorgarlógini má við lóg - uttan meiri drál - hækkast munandi Hjálpartiltakið “Í menniskjum góður tokki” vísti púra greitt, at langtíðararbeiðsleys, lang­tíðarsjúk og onnur við lágum inntøkum, liva dag­ liga tilveru, ið er merkt av støðugum fátækradømi, hetta serstakliga tí at ikki er møgu­ ligt at fáa neyðuga almenna undirhaldshjálp (pening til mat, klæðir v.m.) grundað á “foroldaðar” lógásetingar í okkara forsorgarlóg. Landsins ráðandi – Rósa Samuelsen, lands­stýris­ kvinna í almanna­málum, sum varar av forsorga­røki­ num, og løgtingið eiga uttan drál at syrgja fyri at uppi­ halds­­hjálpin í forsorgar­lógini verður hækkað heilt mun­ andi beinan­veg, soleiðis sum leiðslan á Almanna­stovan mælti til í juni 2010, at tryggja at langtíðar­­sjúk, langtíðar­ arbeiðs­leys og onnur við lágum inntøkum ikki fram­ hald­andi verða noydd at liva í støðug­um fátækradømi í væl­ ferðar­samfelagnum Føroyar. Uppihaldshjálpin í forsorgarlógini er alt ov lág – og má uttan meiri drál hækkast munandi Í Degi & Viku í kvøld, 14. febr­uar, boðaði Katrin Dahl Jacobsen, vinnu­ nevnd­ar­for­maður vegna Javn­­aðar­­flokkin, frá, at tey mæltu til at leggja sokallað arbeiðsskap­andi tilfeingis­ gjald á makrelin. Sambært vinnu­nevndar­ formanninum var endamálið við tilfeingisgjaldinum fyrst og fremst at skapa arbeiði á landi í Føroyum. Tí skuldi til­ feingisgjaldið differentierast við hægri gjaldi á land­ingar uttanlands. Tá ið uppisjóvarskip undir vanligum umstøðum eru farin í útlendskar havnir at landa makrel, hevur verið van­ligt at gjørt hetta í onkrari ES-havn, í Noregi ella í Íslandi. Tey sum hava fylgt við gongdini í makrelmálinum seinastu tíðina vita, at ES og Noreg longu hava boðað frá, at tey als ikki fara at taka ímóti makreli frá føroyskum skipum í ár, orsakað av ósemjuni landanna millum um býtið. Í Íslandi fer helst at bera til at sleppa av við makrel, hóast verkfall er á mjøl­ verksmiðjunum í løtuni. Men ivasamt er tó, um tað fer at bera til at seta hægri tilfeingisgjald á makrel landaðan í Íslandi enn á landaðan makrel í Føroyum. Orsøkin til hendan iva­spurn­ ing eru reglur í Hoyvíks­ sáttmálanum, sum áseta, at somu treytir skulu galda fyri virkir í Føroyum og Íslandi. Ein annar møguleiki kann eisini vera at landa til útlendsk móðurskip á feltinum. Men tá er neyðugt við serligum undantaksloyvi frá landsstýrismanninum í fiskivinnumálum. Vanligt hevur ikki verið at geva fleiri slík loyvi. Um fiskiskapurin fer at vignast, fara føroysk skip tí ikki at hava nógv annað í at velja, enn at leggja makrelin upp her. Sostatt er helst eingin dugur í uppskotinum hjá Javn­aðarflokkurin um arbeiðsskapandi tilfeingis­ gjald, tí grundgevingarnar halda ikki. Undrunarvert, at miðla­ maðurin als ikki nam við hesi viðurskifti. Ber til at áseta arbeiðsskapandi tilfeingisgjald? Bjørn Kalsø løgtingsmaður