Sosialurinarkiv
Sosialurin 2011-02-16, síða 14
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

mikudagur 16. februar 2011síða 14

‹ fyrra síða allar 48 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

Mikudagur 16. februar 2011 · Nr. 20 14 Sosialurin Kjak Oddfríður Marni Rasmussen Formaður í Listafólkasambandi Føroya Gerhardisma Í 1960-árunum tók seg upp í Danmørk ein rørsla, ið hevði til endamáls, at abstrakt list ikki skuldi fáa stuðul frá danska stati­num. Á odda fyri hesi rørslu stóð Peter Rindal. Slíkur hug­burður, ið ikki er opin fyri stuðli og ikki vil góð­­kenna abstrakta list sum góða list, varð uppkallaður eftir hon­um. Vit nevna hana rinda­lis­mu í dag, og er hon eitt ræðslu­dømi um, hvussu ment­anar­­politikkur ikki skal rekast. Í seinastuni hevur ein føroyskur politikari goy á sama hátt sum Peter Rindal. Skopunartingmaðurin, Ger­ hard Lognberg, er hesin fólk­ sins valdi riddari nevndur, ið sigur tað, sum lista­fólk gera, er tað bera klór og kleyr. Eg kann freistast at nevna føroyska pentantið til donsku rindalismuna fyri ger­ hardismu, og tað vísir seg, at henda gerhardisma ikki bara er ein hugburður, ið fýkur runt í høvdinum á Gerhardi Lognberg, men hevur eisini fest seg í onnur høvd. Tað er so deiliga lætt at fjala seg handan slíkan hug­burð, tí at so sleppa gerhard­ist­­­arnir undan sjálvir at hugsa ein abstraktan tanka um list. Dimma greinar starvslønir Í trimum Dimmum í farnu viku hevur Finnur Jensen greina­røð um lívsgrundar­lag­ ið hjá teimum, ið taka sær tíð at skapa list í hesu fá­­mentu tjóð okkara. Eitt gott kjak um sam­ felags­viðurskifti er altíð gott. Á henda hátt flytur sam­felagið seg. Tá ið kjakið ikki er gott, ger tað meira skaða enn gagn. Greinarøðin eftir Finn Jensen hevur ikki birt uppundir gott kjak. Hon er enn eitt dømi um kvantitativan fjølmiðlastíl, har kjakið minnir meira um ein fótbóltsdyst enn um veruligt kjak við grund­ gevingum og kvalitativum og væl lýstum kanningum. Fyrsta greinin 8. februar fór greinarøðin í gongd. Við stór­tíðinda­kendu yvir­­skriftini: “Listafólk kunnu fáa løn uttan at arbeiða”, hevur Finnur Jen­­sen tos­­að við Jóannu Djur­­­huus, for­ mannin í Ment­­annar­grunni land­­sins. Sam­talu­evni var, hvørjar treytir, ið Mentannar­­ grunn­urin setir teimum, sum fáa starvs­løn. Hetta kjakið er áhugavert. Eg meti ikki, at aðrar treytir kunnu setast lista­­fólk­u­num, enn at tey, eftir at starvslønartíðin er av, skulu senda eina frágreiðing inn til Ment­­annar­­grunnin, har tey greiða frá, hvussu langt tey eru komin sammett við tann arbeiðs­setning, tey settu sær í um­sóknini. At ikki øll senda hesa frá­greiðing inn er ein annar trupul­leiki. Ein trupul­­leiki er eisini, at ein um­søkjari, ið leggur sær eina arbeiðs­­ætlan, ið varir í eitt ár, fær starvs­­løn í tveir mánaðir. Hetta ger, at umsóknin onki virði hevur. Illa ber til at náa at gera verk­ið liðugt í tveir mán­ aðir, tá ið tú hevur gjørt eina arbeiðs­ætlan yvir eitt ár. Hyggja vit at, hvussu onnur gera, ið stuðla á slíkan hátt, so er greitt, at tað er ógjørligt at halda seg til arbeiðssetningin í um­sók­ nini. Ein, ið søkir gran­sk­ingar­ pengar úr Granskingar­gunni­ num, veit heldur ikki, hvussu úrs­litið sær út, áðrenn hann er liðugur, og at skapa list er eisini at gran­ska. Hetta vildi svara til, at ein visti við fullari vissu, hvat úrslit­ið á einum fótbólts­dysti varð, áðrenn dysturin byrjaði. Stuðulin, ið verður játtað­ ur listafólkum, verður latin fyri at framleiða. Vit hava dømi um aðrar stuðuls­skip­ anir, har fólk fáa stuðul fyri IKKI at framleiða nakað sum helst. Tá er ikki talan um stuðul, men um eitt slag av stuðulsskipan til fram­ leiðslu­loysi. Ja, talan er um minstu­­løn til sjómenn og fiska­­virkis­skipanina. Dimma skrivar ikki greinarøð um hesa skipanina. At vit hava eina tjóð, ið er so heppin at hava so nógv virkin og dugnalig listafólk, er ein luksustrupulleiki. Har­ afturímoti, so er tað ikki ein luksustrupulleiki, at vit eru so fáment, at vit ikki hava ein marknað, ið ger, at listin kann bera seg sjálv, og tí verður noydd at fáa stuðul frá landinum. Eg haldi, at allar listagreinir eiga at kunna fáa stuðul úr Mentannargrunninum. Í ár vórðu latnar 2,7 milliónir krónur í starvslønum til listafólk, ið fáa frið at hug­ savna seg og framleiða sína list í styttri og longri tíð. Tað, sum hvørki Finnur Jensen ella Jóanna Djurhuus nevna, er, at okkurt um helvtin av hesari upphædd verður goldin aftur sum kommunu- og landsskattur. Eisini verða listaverkini, ið lista­fólkini framleiða, sett í framleiðslu. Bøkur verða um­brotnar, prentaðar, goymd­ar á Bóka­ miðsøluni, seldar í einum handli, lisnar av einum lesara og kanska brúktar í fólkaskúlanum. Myndlista­ verk verða sýnd fram, keypt, hongd upp hjá stovnum og vanligum fólki. Fløgur verða tiknar upp, fremleiddar, tónleikurin verður framførd­ ur og so fram­vegis. Við øðrum orðum, so verður listaverkið flættað inn í sam­felagið. Hetta kallast fyri mentan. Onnur greinin Onnur greinin í Dimmu eftir Finn Jensen hevði heldur margháttligu yvirskriftina: “Tað almenna blakar milli­ ónir eftir listafólkum”. Eg síggi fyri mær, at nevndin í Mentannargrunninum stend­ ur og blakar milliónir eftir Jóanesi Nielsen, Carl Jóhan Jensen og Tróndi Bogason. Eg helt, at greinin snúði seg um ein handbóltsdyst, men so síggi eg, at hon snýr seg um list. Orðingarnar hjá Finni Jensen eru merktar av íróttarmálburði. Jóanes Nielsen er toppskorari, og Carl Jóhan Jensen hevur skrivað so og so nógvar blað­ síður. Hesin kvantitativi fjøl­ miðlastílurin talar bein­leiðis til gerhardistarnar í Føroyum, og tá ið nú mikudagsdimman kemur inn í hvørt heim í Føroyum, so er málbólkurin greiður. Henda greinin er so niðrandi móti einum samfelagsbólki, at eg skilji ikki, at leiðslan á Dimmu letur hana prenta. Eg helt veruliga, at eg var farin undir at lesa eina ítróttarsíðu. Eitt tónaskald er á triðja plássi (og fekk bronsu). Kvinnurnar fáa eisini (hetta ljóðar kanska meira kynsniðrandi enn hinar ítróttartilsipingarnar). Øll tey, sum verða nevnd í greinini, eru listafólk, ið veruliga hava statsa alt fyri at gerast listafólk. Skuldu tey bara skapa list og ikki fingið starvsløn úr Ment­ annargrunninum, so lógu tey í songini, didda­rak og útbeinað, tí at tíma­lønin er neyvan meir enn ein króna um tíman. Lista­fólka­ samband Føroya er í gongd við at gera eina kanning, ið skal benda á, hvussu nógv eitt listafólk vinnur í løn. Og so hesin hugburðurin, at onkur ikki býr í Føroyum. Rannvá Kunoy, sum ikki býr í Føroyum, skal takka fyri trý ára starvslønina frá Mentannargrunninum, fyri at hon kann sýna fram í Evropa. Hvat er hetta fyri ein hugburður? Hon er ein partur av føroyskum sam­ leika, listalívi og eitt virðiligt umboð fyri føroyska list í útlondum. Tað sama er Kristian Blak, hóast hann er uppvaksin í Danmørk, og Oggi Lamhauge, hóast hann ikki býr í Havnini. Marianne Clausen hevur eisini lagt sítt eftir seg, tá ið talan er um at nótaskriva gomul løg. Til hetta skal sigast, at hesin parturin av Ment­ annargrunnin, ið skal játtað stuðul til gran­sking, eigur at verða strik­aður, tí at vit hava fingið Granskingar­grunnin til slíkar verk­ætlan­ir, sum hesar, sum Marianne Clausen hevur fingið starvsløn fyri. Hyggja vit at teimum trim­um sokallaðu “topp­skor­ ar­unum”, so kann sig­ast um teir, at Carl Jóhan Jensen og Jóanes Nielsen eru fleiri ferðir innstillaðir til Bók­ menta­virðisløn Norður­ landa­­ráðsins, og Tróndur Bogason er innstillaður til Tónlistavirðisløn Norðurlandaráðsins. Jóanes Nielsen hevur vunnið dramatikaravirðislønina. Hesir eru innstillaðir, tí at verkini, teir hava skapað, vórðu mett at hava somu dygd ella betri enn tey verkini, sum hini Norðurlondini hava innstillað. Teir hava eisini havt tíð at gera síni verk so góð sum gjørligt, tí at teir hava fingið starvslønir. Hetta er ein almenn íløga, ið setir føroyskt listafólk javnt við listafólk í hinum Norðurlondum. Triðja greinin Agnar Artúvertin skrivar í einum yrkingasavni sínum: Carl Jóhan/hvat var áðrenn hann. Tað veldst um, hvønn tú spyr, sjálvandi. Summi vildu sagt, at onki var, áðrenn Carl Jóhan. Onnur vildu sagt, at Carl Jóhan er ein sjálv­upp­ tikin, frekkur fani. Sjálvur vil eg siga, at áðrenn Carl Jóhan, var kjakið um lista­dygd heldur jánkaligt og tamt, og við ongum Carl Jóhan var ikki besta skald­søga í fjøruti ár skrivað. Sjálvs­álitinum bagir onki, og eg haldi, at vit hava alt ov fá av tí slagn­ um, sum veruliga siga tað, sum tey meina og nakað væl afturat. Tað er nóg mik­ið til av teimum, sum so kristi­liga seta seg sjálvan lágt. Triðja yvirskriftin í greina­røðini er góð. “Set meg á fíggjar­lógina”, sigur Carl Jóhan. Og hví ikki? Í 2008 setti táverandi ment­ a­málaráðharrin, Kristina Há­ foss, eina nevnd, sum skuldi umskipa Ment­annar­­grunn landsins til eitt Lista­ráð. Hetta álitið hevur ligið í eini skuffu í Mentamála­ráðnum og samla modnaroyk saman við so mongum øðr­um góðum álitum. Sjálvur sat eg í nevndini saman við fyrr­ver­andi formanninum í Mentannar­grunninum, Róa Patursson, Kinnu Poulsen, Martini Næs, Aldu Joensen og Urd Johannesen. Hetta er eitt ógvuliga gott álit, skal eg siga tað sjálvur. Vit miðaðu ímóti, at skipa Listaráðið so­ leiðis, at listafólk høvdu okk­ urt at arbeiða fram ímóti. Vit skutu upp, at starvsløn og verkætlanir, soleiðis sum Mentannargrunnurin er skipaður í dag, var fyrsta fetið. Síðani kom ein lønar­ trygd, ið skuldi játtast 16 lista­ fólkum (talið 16 sam­svarar við tað, sum norð­menn lata í lønartrygd). Henda lønar­ trygdin skal vera 75% av mánaðar­lønini hjá einum lærara. Seinasta fetið á stigan­um var ein avriksgáva, ið vit kallaðu sømdargávuna. Hon er til í dag. Henda avriks­ gáva skuldi latast 10 lista­fólk­ um, ið hava avrikað nógv og lagt stór listavirði eftir seg og ment føroyskt listalív, og skuldi hon líkjast teirri donsku, ið er á 90.000 skatta­ fríar krónur um árið. Við síðuna av hesum mæltu vit eisini til, at nakrar virðis- og heiðurslønir vórðu handaðar. Tær vórðu eisini mettar at liggja best fyri, um tær vórðu lagdar í stigum. Fyrst var ein virðisløn, ið vit kallaðu “Ársins spíri”, ið skuldi handast ungum, gávu­ ríkum listafólki. Næsta fetið var Mentannarvirðisløn land­sins og Heiðursgáva land­­sins, sum vit kenna tær í dag. Eisini skuldi ein Mál­ røkt­ar­virðis­løn handast. Fyrsta Mál­røktar­virðis­lønin varð handað Johan Hendriki Winther Poulsen í fjør. Við hesum lønarmøgu­leik­ unum hava listafólk okkurt at arbeiða fram ímóti í staðin fyri, at tey eru bundin av einari umsókn og einum játtandi svari frá Mentannar­ grunninum. Um hetta skal setast í verk, skal játtanin til eitt komandi Listaráð hækkast við einum 5 milliónum. Um vit hækka játtanina við okkurt um 800.000 krónum um árið, so svarar hetta til tað, sum landið fær inn í skatti frá starvslønunum, ið verða latnar listafólkum. Við øðrum orðum, so verður ikki tikið frá øðrum, fyri at listafólkini skulu fáa. Dimma blakar ákærur eftir listafólkum framhald á síðu 15