mikudagur 16. februar 2011síða 28
‹ fyrra síða allar 48 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
Mikudagur 16. februar 2011 · Nr. 20
28
Sosialurin
Oyggjablaðið
Tekstur: Snorri Brend
Myndir: Jens Kristian Vang
Skála: Tað er als ikki veður
til
uttandura
arbeiðið
henda
mikudagin í farnu viku.
Regnið oysir niður og tað er
vindur, men tað forðar kortini ikki
Regini í at útinna arbeiðið, sum
hann hevur verið í gongd við síðani
í heyst.
Kring Meinigheitshúsið á Skála
er hann nú farin undir at laða
ein garð, soleiðis at húsið verður
vakurt, bæði uttan og innan.
- Tað regnar í dag, men fyri meg
hevur tað einki at siga. Eg ynski
bara, at hetta arbeiðið skal verða
liðugt.
- Men tað skal kortini ikki gerast
so skjótt, at tað gongur útyvir góðs
kuna, slær Regin fast. - Eg arbeiði
fyri fermeturprís, men haldi ein
lágan profil í so máta.
Regin Jóanesarson, sum fólk
kanska kenna frá sendingini “Gevið
gætur” í sjónvarpinum, er 65 ára
gamal, er ættaður úr Funningi,
men hevur búð í Vestmanna
síðani 1972.
- Eg havi laðað seinastu 12
árini. Hóast arbeiðini kunnu
vera ymisk í stødd og tíð, er
tað altíð ein fantastisk gleði,
tá ein kann njóta tað
lidna arbeiðið og kann hyggja eftir
einum væl laðaðum garði.
Kavin forðar
Liðin eru fleiri ár síðani missións
fólkið á Skála kundi taka nýggja
meinigheitshús sítt í brúk.
Her verða hvørja viku skipað fyri
einum hópi av andaligum tiltøkum,
bæði fyri børn, ung og tilkomin inni
í nýggju og væl innrættaðu hølu
num.
Uttanveggja hevur tó vantað
ymiskt at gera, og tí varð heitt á
Regin Jóanesarson um at hampa
um økið uttanfyri. Hetta arbeiðið
umfataði at laða ein garð niðan
ímóti Skálavegi og framvið meinig
heitshúsinum.
Tey á Skála komu fram á Regin í
eini lýsing, sum hann hevði í einum
stevnublaði úr Vestmanna. Her
varð víst á eitt at verkum hansara,
laðingina av eini trappu hjá dóttur
hansara.
Regin tók fegin við hesi nýggju
avbjóðingini hjá stýrinum í Meinig
heitshúsinum,
sum
framman
undan hevði fingið góðkenning til
ætlanina frá Runavíkar kommunu.
- Eg byrjaði í heyst, men tað
hevur ikki verið so lætt at arbeitt
allatíðina, tí veðrið hevur spælt
mær eitt puss.
- Tann nógvi kavin í vetur gjørdi
tað púrasta ógjørligt hjá mær at
laða her, og tí hava nógvar pausur
verið, sigur Regin við einum brosi. -
Eg hevði fegin viljað arbeitt út í eitt,
men tað hevur eingin møguleiki
verið fyri tí.
Fast arbeiði
Regin hevur sum so ikki lært til
grótlaðara, men hevur kortini altíð
arbeitt við gróti, jørð og líknandi.
- Eg byrjaði faktist ikki at laða
fyrrenn í 1999, greiðir hann frá. -
Eg havi átt og annars koyrt gravi
maskinu alt mítt lív.
Hann átti áður fleiri størri
gravimaskinur, men hevur í dag
bert eina lítla gravimaskinu aftrat
sær. Hana kann hann tí lættliga
taka við sær til tey ymisku
arbeiðini hann ger.
Regin hevur arbeitt nógvastaðni
kring landið, men tey seinastu
mongu árinu hevur hann arbeitt
rættiliga fast fyri Fuglafjarðar
kommunu.
Millum tey mongu arbeiðini
hann hevur gjørt her, er økið har
standmyndin av kenda prædiku
manninum, Victor Danielsen stend
ur, eins og laðaða økið kring Fugla
fjarðar kirkju.
- Eg arbeiddi har frá 2002 til
í fjørsummar, men nú eri eg so
liðugur. Ja, tað vil siga, at teir hava
biðið meg um at gera eina minni
uppgávu fyri teir aftrat.
- Faktist, hevði eg ætlað mær at
fara hagar í farnu viku, men tá var
so mikið ringt veður, at tað var ikki
hugsingur um at fara frá húsum,
sigur royndi grótlaðarin.
Støkkur sundur
Áðrenn Regin bjóðaði seg alment
fram sum grótlaðari, hevði hann
frammanundan
laðað
okkurt
heima hjá sær sjálvum.
Hann hevur laðað við ymiskum
sløgum av gróti, tó mest við so
nevnda Suðuroyar-grótinum, men
higartil ikki við hagagróti. Aðrir
laða mest við hagagróti, sum er
munandi strævnari at fáa hendur
á, men sum nógvum fólkum dáma
væl.
Munur er sjálvandi á báðum
grótsløgunum. Eitt sum sermerkir
grótið úr Suðuroy er, at tú lættliga
kanst arbeiða við tí og høgga tað til
við góðum úrsliti. Men so kann tað
brádliga støkka sundur, beint sum
tú skalt seta tað á sítt pláss í garði
num.
- Ja, tað er sjálvandi ógvuliga
ergriligt, um tú hevur arbeitt leingi
uppá ein penan stein, og so støkkur
hann bara sundur, beint framman
fyri tær.
- Men tað er kortini ikki verri
enn so, enn at eg so bara kann
brúka hann onkra aðrastaðni.
Tað er ikki so lætt at fáa hendur á
hesum grótinum longur, so tí verð
ur hvør einstakur steinur brúktur,
sigur Regin.
- Eg havi tó meiri av hesum
grótinum á goymslu, so eg fái gjørt
meg lidnan her á Skála sum einki.
snorri@sosialurin.fo
GRÓTLAÐING - Eg havi ikki nakra deadline fyri, nær arbeiðið her við Meinigheitshúsið skal verða
liðugt. Men eg ynski sjálvandi, at tað skal verða liðugt sum skjótast, sigur royndi grótlaðarin,
Regin Jóanesarson úr Vestmanna. -Men at laða ein garð, tað krevur altso sína tíð
Eitt laðaligt arb
Tað er
kortini eitt
ið krevst
í hesum
arbeiðinum,
og tað er tol,
tol og aftur
tol
LIÐUGT
Regin Jóanesarson hevur laðað
her við Meinigheitshúsið á Skála
síðani í heyst. - Eg skal eisini gera
eitt arbeiði í Fuglafirði, men tá
eri liðugur her á Skála, er einki
eftir í ordrabókini, sigur hann