Sosialurinarkiv
Sosialurin 2011-02-16, síða 29
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

mikudagur 16. februar 2011síða 29

‹ fyrra síða allar 48 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

29 Mikudagur 16. februar 2011 · Nr. 20 Sosialurin Oyggjablaðið beiði Hóast arbeiðini kunnu vera ymisk stødd og tíð, er tað altíð ein fantastisk gleði, tá ein kann njóta tað lidna arbeiðið og kann hyggja eftir einum væl laðaðum garði HANDVERK Tað krevur sín mann og gott tol at laða ein garð. Men garðurin her við Meinigheitshúsið á Skála er eitt gott prógv um, at fram kemur hann ið hóvliga ferð. - Ja, ein grótlaðari má hava gott tol, sigur Regin Jóanesarson Tol, tol og tol Heilt síðani Regin Jóanesar­ son var 14 ára gamal hevur hann arbeitt úti, - fyrst við veg­ar­beiði og síðani arbeitt fyri seg sjálvan við maskinu og hond. Ein avgjørd fortreyt fyri slík­um arbeiðum, og serliga tá tal­an er um at laða ein garð, er eygað: At hava eitt gott eyga, sum sær linjurnar og møgu­lei­k­arnar í tí einstaka steini­num. - Men tað er kortini eitt ið krevst í hesum arbeiðinum, og tað er tol, tol og aftur tol, slær Regin fast. At hann bæði hevur handa­lagið, køna eygað og tol­ið við sær í arbeiðinum, er vakri garðurin rundan um Meinig­heits­húsið á Skála eitt prógv um. Dia dugir Ein annar kendur grótlaðari er Dia Jacobsen úr Leynum. Teir hava arbeitt saman, og her hevur leynamaðurin verið hentur í ráðum hjá vest­ menn­inginum. Regin hevur tí sera nógv gott at bera starvsfelaga sín­ um fyri hansara nærlagni og dugnaskap. - Jú, Dia, hann er óførur. Hann dugir, slær Regin fast. Meðan Regin hevur ar­ beitt nógv fyri Fuglafjarðar kommunu, hevur Dia gjørt stór­arbeiði fyri Sørvágs kommu­nu. - Vit kendust frá fyrr av, og hevur hann verið ein sera góð inspirasjón hjá mær. Vit ar­beiddu saman fyrr, men tey seinnu árini hava vit arbeitt hvør sær, greiðir Regin frá.