Sosialurinarkiv
Sosialurin 2011-02-16, síða 30
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

mikudagur 16. februar 2011síða 30

‹ fyrra síða allar 48 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

Mikudagur 16. februar 2011 · Nr. 20 30 Sosialurin Oyggjablaðið Tekstur: Snorri Brend Myndir: Jens Kristian Vang Skála: Prátið gongur lystiliga í skúrinum, sum stendur her við báta­hylin á Skála. Við borðið standa seks egnað­ ir mans í góðum aldri, hvør ídnari enn annar í egningini. Men hóast stóra virksemið, er ikki tøgn í skúri­num. Nógv ymisk mál verða tikin fram eina slíka løtu, serliga evni ið hava við sjógvin at gera ella um tað sum gongur fyri seg í løg­ tingi­num. - Ofta verður eisini tosað um seyð. Hjá teimum sum eiga seyð er nógv at tosa um, men vit, sum einki eiga, vit lurta bara við áhu­ ga. - Ja, eg vil næstan siga tað so, at tað sum man ikki fær at vita her, tað fær man neyvan at vita í Sosialinum heldur, sigur Rudolf við einum brosi. Árla Henda morgunin var Rudolf far­in árla frá heimi sínum á Selatrað. Eins og hann plagar, dámar honum best at fara undir tann fyrsta stamp­in tíðliga. Hóast Rudolf er her umleið klokk­an 7, so er hann kortini ikki fyrsti maðurin í skúrinum. Aðr­ir hava longu verið her í eina tíð, tá hann morgun­frískur og egn­ing­arhugaður trín­ur inn um gátt. - Jú, hetta dám­ar mær sera væl, skal eg siga tær. Eina­stand­ andi væl. Hetta er fínt hjá ein­ um gomlum manni sum mær at takast við, sigur Ru­dolf, sum er í ferð við at gera seg lidnan við enn ein stamp. Hann er einsamallur í húsi, og sær tí fram til at koma út fyri dyr í tann ser­ liga felagsskapin sum er mill­um hesar væl-til-árs-komnu-egnar­ arnar-á-Skála. - Tá vit hava arbeitt eina løtu, er tað ein sum ger kaffi til okk­um. Og tað smakkar sera væl aftur­við wienarbreyði og øðrum sum teir kunnu borðreiða við. - Nei, her manglar einki. Til middags Skúrurin stendur við bátahylin á Skála, og við borðini er einans pláss fyri einum avmarkaðum tali av egnarum. Teir flestu møta tíðliga, og tað ger Rudolf eisini. Men hann plagar sjáldan at steðga longri enn fram ímóti middegi, einar fimm tímar ella so. - Eg eri beint nú í ferð við stamp nummar 2 í dag. Og so taki eg ein aftrat, og tá man vera tíð at sleppa sær til húsa aftur, sigur hann brosandi. Eingin føst skipan er, nær teir møta, hvussu leingi teir skulu vera her, ella nær teir fara til hús aftur. Teir hava bara funnið sína egnu rútmu. - Vit eru seks mans sum egna ísenn, og tá onkur fer til hús á døgurða, kemur ein annar beinanvegin í hansara stað. - Hetta er ikki nakað fast, men soleiðis koyrir tað bara. Gott agn Rudolf er gamal skipari, og hevur verið øll síni góðu ár á sjónum. Men hann hevur eisini egnt fyri seg. Hann egndi í eina tíð hjá Norðsøka, sum hevur heimstað á Eiði, og sum nøkur av systkinabørnum hansara áttu. - So góvust teir við línuni og løgdu um til snellu ístaðin. Og nú havi eg so egnt her á Skála hjá Falkinum, greiðir Rudolf frá. Útróðrarmonnum flest dámar best gágguna sum agn. Men her á Skála brúka teir í løtuni bæði høgguslokk og gággu, av teirri einfaldu orsøk at tað er so ringt at fáa fatur á gágguni. - Tí egna við annanhvønn húk við høgguslokki og annanhvønn húk við gággu. - Eg haldi ikki at fiskiskapurin verður so nógv verri av hesum. Í gjár høvdu teir 6000 pund, og eru longu farnir avstað aftur í morgun. snorri@sosialurin.fo Tilkomnir og EGNARI - Her í skúrinum hava vit ein fínan felagsskap. Vit koma úr so ymiskum bygdum sum Selatrað, Skálafirði og Skála og heilt norðan úr Gjógv. Men vit hava tað fínt saman, sigur fyrrverandi skiparin, Rudolf Johannesen av Selatrað. Hóast hann er farin væl uppum tey 81, egnir hann hjá Falkinum hvønn dag, tá nakað er at egna. - Tað er ein serliga góður andi her í skúrinum EGNAÐIR Tað eru royndir egnarar sum hittast hvønn einasta dag í egningarskúrinum hjá Falkinum á Skála. - Her dámar mær sera væl at koma, sigur Rudolf Johannesen av Selatrað