mikudagur 16. februar 2011síða 31
‹ fyrra síða allar 48 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
31
Mikudagur 16. februar 2011 · Nr. 20
Sosialurin
Oyggjablaðið
væl egnaðir
Falkurin hjá Sjúrða Joensen er
heimahoyrandi her á Skála, men
liggur fyri tað mesta norðuri á
Eiði. Hetta kemst av, at teir royna
mest norðanfyri.
Fiskiskapurin hevur eisini ver
ið góður. Sambært Rudolfi høv
du teir báðir menninir umborð
rættiliga góðan fiskiskap í farna
mánaði.
- Ikki fyri at reypa, so haldi eg
at teir fingu eini 90.000 pund frá
jólum og januar mánað út, sigur
Rudolf. - Tað ger væl ikki støðuna
verri, at Falkurin eisini hevur
góðar og trúfastar egnarar.
90.000 pund
Eg vil næstan siga tað so,
at tað sum man ikki fær at
vita her, tað fær man neyvan
at vita í Sosialinum heldur
Eg eri beint nú í ferð við
stamp nummar 2 í dag. Og so
taki eg ein aftrat, og tá man
vera tíð at sleppa sær til húsa
aftur
TIL FELAGS
Teir koma ymsa staðni frá, men hava kortini
nógv til felags, kunnu tosa um gamlar dagar, um
seyð, fisk og annað sum fyriferst í tí dagliga.
ÚR ØLLUM ÆTTUM
Teir seks ídnu egnararnir á Skála koma úr
fleiri ymiskum støðum - Skála, í Skálafirði,
Selatrað og heilt norðan frá Gjógv