mikudagur 16. februar 2011síða 32
‹ fyrra síða allar 48 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
Mikudagur 16. februar 2011 · Nr. 20
32
Sosialurin
Oyggjablaðið
Tekstur: Snorri Brend
Myndir: Jens Kristian Vang
Skála: Klokkan er farin ein minutt
av tvey henda regntunga miku
dagin í farnu viku.
Í viðgerðarhølum sínum, uttar
laga á Skála ger Helena Viderø seg
klára at fara í holt við ein av kund
um sínum.
Talan er um Ebbu Jacobsen, sum
er ættað úr Klaksvík, men sum nú
býr í Haraldssundi.
Dagsins viðgerð eitur nakað so
óføroyskt sum “lymfedrænaga” -
her ein stutt sagt miðar eftir at fáa
javnvág í eitlarnar ella lymfi-kirtl
arnar í kroppinum.
Hóast orðið og viðgerðin kanska
ikki sigur fólki so nógv, er Ebba ikki
eina einastu løtu í iva um, at við
gerðin hevur hjálpt henni í verandi
støðu síni.
Og haraldsundskonan veit eisini
at tað loysir seg at seta seg í bilin og
koyra út higar á Skála.
- Eg havi verið her tríggjar ferðir
áður, og havi verið munandi betri
fyri aftaná. Eg vil tí tilráða øðrum
um eisini at koma til viðgerð her,
sigur hon avgjørd.
- Man er sum eitt annað fólk
aftaná viðgerðina her hjá Helenu.
Sovnar
Í kjallara sínum á Skála hevur Hele
na fingið innrættað sær høli til við
gerð og framsýning av vørum sín
um.
Umvegis heimasíðu sína - www.
viva.fo - og umvegis vinir sínar,
hevur hon prógvað, at væl ber til at
hava eina slíka viðgerðarstovu við
Skálafjørðin. Sambært heimasíðuni
er hetta einasta alternativa væl
verustovan í Føroyum.
Eftir at hava útbúgvið seg um
alternativan húðrøktara, lat hon
fyri fýra árum síðani upp hesa við
gerðarstovuna. Umframt hetta,
vegleiðir hon eisini fólki í røttum
kosti og øðrum, ið kann lætta um
hjá fólki.
Ein av viðgerðunum er áður
nevnda lymfe-drænagan er ein
andlitsviðgerð, har Helena við mild
ari hond mýkir andlitið á ávísum
støðum. Henda viðgerðin er eisini
avstressandi, soleiðis at kundin
koplar fullkomuliga út.
Úrslitið av hesi viðgerð er, at
vætujavnvágin í kroppinum bøtist
aftur, við tað at lymfu-skipanin fær
tikið burtur bakteriur og evnir, ið
kroppinum ikki tørvar.
Ebba var nú komin hartil, at
henni tørvaði eina slíka viðgerð.
Tær báðar, Helena og Ebba, kennast
frá fyrr av, tá tær gingu saman í
skúla í Klaksvík á sinni.
Nú fáa tær uppfrískað gomul
minni, meðan Helena viðger, sam
stundis sum Ebba, so við og við fær
tað betri.
- Men eg veit ikki, hví tað er so.
Ofta eru vit ikki meiri enn byrjaðar
at práta, so sovni eg, tí viðgerðin er
so behagilig, sigur Ebba við einum
brosi.
Kolikk
At viðgerðarstovan er á Skála, hev
ur ikki hildið fólki í øllum aldri og
frá øllum landinum aftur, í at koma
higar til viðgerð.
Fólk úr Vágum, Havn, Sandoyn
ni, Norðoyggjum og Suðuroy hava
verið her til viðgerð. Aldurin á teim
um hevur ligið frá nýføðingum við
kolikki, og heilt upp til eina 86 ára
gamla kvinnu, sum tók við einum
av tilboðunum frá Helenu.
Hon hevur eisini við millum
bilum verið úti hjá fólki og gjørt
ávísar viðgerðir, millum annað
lymfedrænage. Her er tó tann av
markingin, at tað bert eru ávísar
viðgerðir sum hon kann fremja
uttanfyri viðgerðarstovuna.
- Henda viðgerðin, sum Ebba fær
í dag, kann í roynd og veru gerast
allastaðni, sjálvt í stovuni hjá fólki.
Men ein andlitsviðgerð krevur
nógv fleiri tól, so tann viðgerðin
verður tí einans framd her.
- Ein annar fyrimunur er, at við
gerðirnar sum oftast taka stutta
tíð - kanska bert einar 45 minuttir,
meðan ein andlitsviðgerð tekur
90 minuttir. Tí kunnu onkrar av
mínum viðgerðum fara fram í
einum døgurðatíma ella eftir lokn
an arbeiðsdag, sigur Helena.
snorri@sosialurin.fo
Sum eitt annað fólk
VIÐGERÐ - Viðgerðin sjálv tekur bara einar
40 minuttir, men ein merkir so týðiliga
mun aftaná, sigur 49 ára gamla Ebba
Jacobsen úr Haraldssundi. - Tað hjálpir
altíð at koma út her til Helenu á Skála
Eg veit
ikki, hví tað
er so. Ofta eru
vit ikki meiri
enn byrjaðar
at práta, so
sovni eg, tí
viðgerðin er
so behagilig
Ebba Jacobsen, Haraldssund
AFTUR OG AFTUR
- Nógvir at kundum mínum koma
aftur og aftur, sigur Helena
Viderø, sum fer er farin undir
eina av viðgerðum sínum við
Ebbu Jacobsen úr Haraldssundi
Helena Viderø er sum nevnt
útbúgvin sum alternativur við
gerari, men hevur eisini ymiskar
vistfrøðiligar vørur at selja.
Millum hesar eru fimm ymisk
sløg av urta-te, sum ávirka ójavn
vág í likaminum, í maga, tarmum
og aðrastaðni.
At hetta veruliga ger mun,
kundi ein kundi hjá henni siga
frá:
- Henda kvinnan fortaldi mær,
at hon misti so nógv hár, at hon
tordi næstan ikki at greiða sær.
- Hon kom til mín og fór avstað
við hesum te’inum. Ein mánað
seinni kom hon aftur við brosi
á kinn, tí nú var hármissurin
broyttur til hárvøkstur, bara tí at
hon hevði drukkið hetta slagið av
te, greiðir Helena frá.
Te fyri útreinsan