Sosialurinarkiv
Sosialurin 2011-02-18, síða 8
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

fríggjadagur 18. februar 2011síða 8

‹ fyrra síða allar 64 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

Fríggjadagur 18. februar 2011 · Nr. 21 8 Sosialurin Íslendska farmaskipið Goða­foss, sum felagið Eim­skip eigur, sigldi í kvøld á eitt riv við oynna Hvaler í Østfold nak­að sunnan fyri Oslo. Eitt skip hjá norsku mynd­ug­leik­u­ num er á staðnum, og skip­ ar­in segði við NRK í kvøld, at Goðafoss hev­ ur slag­síðu, og at fitt av olju er á sjónum. Veðrið er gott á leiðini. Norska bjarg­ing­ar­ tæn­ast­an sigur, at um­ leið 800 tons av olju eru í íslendska skip­i­ num, og at olja renn­ur úr tveimum tang­um miðskips, sum taka 250 tons hvør. Sam­bært ís­ lendsku fjøl­miðl­u­num var Goðafoss á veg úr Hels­ing­borg í Svøríki til Fred­e­rikstad í Noregi, tá ó­happið hendi. 14 mans eru við skipinum, og eingin teirra fekk mein av hendingini. Goðafoss er 165 metr­ar langt og merkt 17.000 tons. Skipið er bygt í 1995. Goð­afoss er bingj­u­skip, og nú ski­ pið fór á land, hevði tað 493 bingjur umborð. Randi Jacobsen Í Danmark 13-próvtalsstigin fyri langari tíð síðan skiftur út við ein nýggjan stiga, har 12 er hægsta próvtal. Hesin stig verður nevndur sjey talastigin, tí á honum eru sjey ymisk próvtøl. Leingin hevur verið arbeitt við at seta hendapróvtalsstiga í gildi í Føroyum, og nú er greitt, at stigin verður settur í gildi næsta skúlaár, men tað verður bara fyri fólkaskúlan og onkrar vinnuskúlar. Orsøkin til, at hægri skúlarnir mugu bíða, er, at nýggj námsætlan skal setast í gildi samstundis. Væntandi fáa hægri skúlarnir sjey tala stigan í 2012. ArtiCon dýpa havn í Hetlandi Góða­ foss á land í Noreg 17 túsund tons próvdøming Næsta skúlaár fer fólkaskúlin at taa nýggja sjey tala stigan í nýtslu Nýggjur marknaður Hetland kann gerast ein nýggjur marknaður hjá føroyskum fyritøkum Jan Müller Føroya Tele er longu komið inn á markn­að­in ­við sín­um tæn­ast­um, og nú fylg­ir bygg­ i­fyr­i­tøk­an Art­icon­ eft­ir. Í báð­um før­um er tal­an um virk­semi, ið hevur til­knýti til menn­andi olju­vinn­una. Byggifyritøkan Articon hev­ur fing­ið ein sátt­mála í Het­landi. Hetta veit heima­ síð­an Shet­land News at siga frá. Tal­an er um at dýpa havn­ina í Scal­lo­way fyri at skapa betri um­støð­ur hjá eitt nú veit­ing­a­r­skip­um í olju­vinn­uni vest­an fyri Het­ land at leggja at har. Talan er um ein sátt­mála upp á um­leið 27 mill. kr. Niclas Jo­en­sen, fíggj­ar­leið­ari hjá Arti­con sigur við Dimma­ lætt­ing, at sáttmálin er eitt stig á leiðini út á bygg­ i­markn­að­in í út­landi­num. Ar­beiðið byrjar í apríl-mai og held­ur fram árið út sigur fíggj­ar­leið­ar­in við blaðið. Robert Sinclair, sum starv­ast hjá het­lendsku mynd­ug­lei­k­u­num, sigur sam­bært Shet­land News, at sátt­mál­in við før­oysku fyr­i­ tøk­una hev­ur stór­an týdn­ ing bæði fyri Scallo­way og fyri Het­land. Við hes­um sip­ ar hann m.a. til nógva olju­ virk­sem­ið, sum hevur tikið seg upp og fer at mennast ser­stak­liga vest­an fyri Het­ land. Út­bygg­ing av bæði olju- og gass­keld­um gev­ur eis­ini nógv­ar møg­u­leik­ar fyri virk­semi í Het­landi, og her hava at­løg­u­pláss sum tað í Scalloway stóran týdn­ ing. Articon er ikki fyrsta før­ oyska fyr­i­tøk­an, sum hevur fing­ið annað beinið inn á het­lendska markn­að­in, tá tað ræður um at veita tæn­ ast­ur, sum hava við menn­ ing av olju­vinnuni at gera. Før­oya Tele hevur longu nógv virksemi bæði til havs og á landi í Hetlandi. Hetta eru tel­e­tæn­astur, ið eru knýttar at kað­al­i­num Før­ oya Tele hevur lagt millum lond. Áhugavert verður at fylgja við, í hvønn mun før­ oyskt vinn­u­lív í fram­tíð­ini fer at vera partur av út­ bygg­ing­um í Hetlandi, her ikki minst innan olju­vinn­ una. Í løtuni verða bygd­ar í­búð­ir í Sull­om Voe, ið skulu hýsa umleið 800 fólk­um, ið skulu byggja ein nýggj­ an gass­termi­nal í øki­num. Nógv fólk er kom­ið utt­aní­ frá at ar­beiða. Spurn­i­ng­ur­ in er so, nær før­oy­i­ngar eis­ ini fara at síggja og troyta møguleikan fyri at vera við í slíkum ú­t­bygg­ing­um. Sum er starv­ast nógv­ir før­oy­ing­ ar í Nor­egi, har menn­ing­in av olju­vinn­uni gev­ur nógv nýggj arbeiðspláss. jan@sosialurin.fo – Høvdu vit kunna lært nakað av tole­ rans­uni, sum vit hava fyri tí ó­fødda barn­i­num og brúkt tað til døm­is yvir fyri teim­um livandi, mill­um annað fólk­um, sum eru sam­kynd ella aðr­ar minn­i­lut­a­ bólk­ar, sum kanska ikki al­tíð hava tað so øðiliga nemt í Før­oyum, so hevði Føroyar ver­ið eitt enn og betri stað at búð í. Katrin Kallsberg, lækni í »Fólksins rødd« Umboð fyri ArtiCon saman við umboðum fyri het­lendsk­ ar mynd­ug­leik­ar, eitt nú løgmaður í Hetlandi í miðj­uni fremst, eftir at avtalan varð undirskrivað herfyri Mynd ArtiCon Próvtalsstigin kemur stigvíst