fríggjadagur 18. februar 2011síða 9
‹ fyrra síða allar 64 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
9
Fríggjadagur 18. februar 2011 · Nr. 21
Sosialurin
Randi Jacobsen
Tað var í 1950, at Johannes
Andreasen læt upp matvøru
handil úti í Grønlandi í Havn.
Tá ið hann legði frá sær, tók
sonurin, Arne Andreasen yv
ir, og tey seinastu árini hev
ur abbasonurin Per og kona
hansara Gurli rikið handilin.
Men nú hava tey hug at
royna okkurt annað, sjálvt
um tey hava trivist væl í
handlinum.
– Eg royndi at selja og fekk
ein góðan keypara, sigur Per
Andreasen.
Handilin,
sum
vanliga
gongur
undir
navninum
Keypmaðurin í Grønlandi í
Havn, verður fimti Inn-hand
ilin í landinum. Tann triði í
Havn.
Tað verður um mánaðar
skiftið, at Inn yvirtekur hand
ilin í Grønlandi.
– Eg fái makk av hesum religiøru -
teimum, sum taka patent upp á Gud.
Eg er eri ikki nakar ateistur, men eg
taki fullkomiliga avstand frá hesum,
sum taka pantent upp á Gud. Sum ein
segði: »Eg havi einki problem við Gudi,
men tað eru hansara fan-klubbum,
sum eg havi problemir við...«
Ingi Sørensen, í »Fólksins rødd«
Keypmaður
Per Andreasen er triðja ættarliði í handilinum hjá Johannes
Andreasen – keypmanninum úti í Grønlandi í Havn
Mynd: Jens Kristian Vang
Syngið við kvøld
Hóskvøldið fara kendu sangararnir Árni og
Marnar at syngja í Frelsunarherinum í Havn
Syngið við
kvøld í Frels
unarherinum
Smyril
misti
olju
Eitt kvøld fyri pør
Dýrari olja
Familjufyritøka
fer í søguna
Handil Inn-handlarnir hava keypt handilin
Johannes Andreasen á Grønlandsvegnum í Havn
Sangur Hóskvøldið 24. februar
kl. 20 verður »Syngið við kvøld«
við kendu sangarunum Árna og
Marnar, sum syngja fyri. Hjálpin
frá Heimaforbundinum fer til
nýggja verkætlan í Paraguay
Komandi mánakvøld kl
19:30 verður skipað fyri
einum kvøldi fyri pør í
kirkjukjallaranum í Christ
ianskirkjuni. Fyrst verður
hildin ein stuttur fyrilestur
um, hvussu kann eitt parlag
varðveitast í einum strongd
um gerandisdegi. Síðani
verður ein filmur, ið ber
heitið »Fireproof« vístur.
Filmurin snýr seg um eitt
par, ið hevur trupulleikar í
hjúnalagnum. Ein sera gríp
andi og gevandi filmur. Eis
ini verður ein góður drekka
muður at fáa.
– Øll eru vælkomin, siga
fyrireikararnir.
Prísurin á olju og bensini
er enn eina ferð
kvinkaður
upp
eftir.
Í
gjár
hækkaðu
oljufeløgini søluprísirnar.
Bensin kostar nú 9,81
krónur liturin, diesel 8,66
krónur liturin, og 1000
litar av gassolju 7.100
krónur.
Mikukvøldið
misti Smyril
einar 1000
litrar á sjógv
á Drelnesi,
og í morgun
sást olja á
sandinum í
Trongisvági
Randi Jacobsen
Hósmorgunin
fekk
politiið í Suðuroynni
boð um, at strandfara
skipið Smyril hevði
mist nakað av olju á
sjógv kvøldið fyri.
Enn er ikki heilt
greitt, hvussu óhappið
hendi. Tað var í hvussu
er ikki í sambandi við
bunkring, men helst tá
ið spillolja skuldi savn
ast saman í ein tanga.
Sløkkiliðið, Lands
verk og onnur tóku
oljuna uppaftur, men
í morgun sást olja á
sandinum í Trongis
vági, og har vórðu so
sperringar lagdar út.
Tíðindaskriv
Í ár stuðla vit eini verkætlan í
Paraguay, sum Ruth Bente og
Tore Paulsen majorar úr Nor
eg eru leiðarar fyri. Verkætl
anin er fyri kvinnur og børn,
sum liva í tí størsta størsta
fátækradømi í landinum. 100
kvinnur og 100 ung fáa møg
uleikan at læra til frisørar,
seyma klæðir, brodera, veva,
gera mat o.a.
Somuleiðis læra tey at
hjálpa, bæði teimum sjálvum,
og at hjálpa til í nærumhvørv
inum, tá tað er harðskapur í
heimunum, kynsligur harð
skapur og narkotikamisbrúk,
sum er so ómetaliga stórt í
Paraguay.
Ruth Bente sigur, at tey
uppliva, at børn mugu bidda
hvønn dag og langt út á nátt
ina fyri at fáa mat til familj
una. Tey vita um tað ígjøgn
um klinikkina hjá norska
Frelsunarherinum Tekokatu
í San Lorezo, har tey hava
samband við hesi børn, og
hvar hesi børn verða útsett
fyri kynsligum ágangi. Bæði
kvinnur og ung, sum vit
hjálpa, fáa tilboð um viðgerð
fyri at koma ígjøgnum hesi
upplivilsi.
Ígjøgnum okkara missi
ónsgávu hjá Heimaforbundi
num eru vit við til at stuðla
og hjálpa mongum menniskj
um til eitt betri lív. Kvøldið
í Frelsunarherinum í Havn
verður skipað sum syngið við
kvøld við drekka í steðginum
og andakt.