fríggjadagur 18. februar 2011síða 10
‹ fyrra síða allar 64 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
Fríggjadagur 18. februar 2011 · Nr. 21
10
Sosialurin
Áki Bertholdsen
- Hetta minnir mest um tvey,
sum verða tvingað at ganga
saman í hjúnaband.
Hetta
skoðsmálið
fær
ætlanin hjá samgonguni um
at nýskipa kommunu-bygn
aðin á fundi í Vágs Býráði.
Býráðið hevur viðgjørt
ætlanina, men býráðslimir
halda, at hon er so ógreið, at
málið má lýsast nógv neyvari,
áðrenn býráðið kann taka
støðu.
Ætlanin hjá samgonguni
er at leggja kommunurnar
saman, so at tær verða
færri, men størri og sterkari
og samstundis samstundis
verður eldraøkið nevnt sum
eitt dømi um eitt málsøki,
sum skal leggjast undir
kommunurnar at umsitast.
Men býráðslimir í Vági
halda, at tað er alt ov lítið
kjøt á enn, tí enn er ógreitt,
akkurát, hvat samgongan
ætlar og akkurát hvørji
málsøki skulu leggjast undir
kommunurnar at umsitast.
Í skrivi, sum er sent
kommununum
staðfestir
landsstýriskvinnan í inn
lendismálum, at endamálið
er, at kommunurnar skulu
vera størri og sterkari.
Men býráðslimir í Vági
staðfesta, at samstundis er
ætlanin at Vestmanna og Kví
vík skulu verða ein komm
una, og Sandoy og Skúvoy í
eina kommunu.
- Men tær kommunurnar
verða ikki størri enn Vágs
kommuna er nú og í øllum
førum verða tær væl minni
enn Suðuroyar syðra helvt.
- Hinvegin er ætlanin
at Suðuroy kann verða ein
kommuna, hóast tað er al
kunnugt, at semja er ikki um
tað.
Býráðslimir í Vági skilja
ikki, hví Suðuroy ikki kann
verða tvær kommunur, ella
hví Vágur ikki kann vera
fyri seg sjálvan, tá ið aðrar
kommunur, sum er minni
enn tað, verða góðtiknar og
verðar mettar at vera nóg
sterkar til at átaka sær fleiri
uppgávur.
- Klára Vestmanna og
Kvívík og Klára Sandoy g
Skúvoy at umsita eitt málsøki,
klárar Vágs Kommuna tað
eisini einsamøll, halda bý
ráðslimir í Vági.
Tvingsil
Í upplegginum, sum Inn
lendismálaráðið hevur sent
Vágs Býráði, sigur Annika
Olsen, at fólkaatkvøða um
málið skal vera í teimum
einstøku kommununum.
Tær kommunur, sum siga
nei, skulu eisini sleppa frá at
leggja saman.
Men tær verða kortini
tvingaðar í eitt samstarv við
hinar kommunurnar í økj
unum. Tað er enntá ætlanin
at staðfesta hetta samstarvið
við lóg og har verður eisini
ásett við lóg, at kommun
urnar skulu rinda eftir fólka
talinum.
Býráðslimir í Vági halda,
at hetta er sum at tvinga fólk
saman í hjúnaband.
Teir sakna eisini eina
ítøkiliga ætlan fyri, hvussu
tey fíggjarligu viðurskiftini
skulu skipast, fáa kommun
urnar fleiri málsøki at um
sita.
Vágbingar vilja ikki
tvingast í hjúnaband
KOMMUNUSAMANLEGGING Býráðslimir í Vági eru alt annað enn foreintir
við ætlanina hjá samgonguni um at leggja kommunur saman
Onki
avgjørt
Annika Olsen sigur í
heilt stuttari viðmerk
ing, at tað, sum er sent
kommununum, er ikki
nakað endaligt, tí enn
eru tey í eini tilgongd.
Enn er onki endaliga
avgjørt, tí nú bíðar
hon eftir, at tey bæði
kommunufeløgini siga
sína hugsan um málið
og so verður arbeitt
haðani frá.
- Tað, sum vit nú
samskifta við tey bæði
kommunufeløgini um,
er, hvussu vit kunnu
tryggja eina fólksliga
tilgongd.
Ein spurningur í
hesum sambandi er
um talan skal vera
um fólkaatkvøður og,
hvussu tær skulu skip
ast.
Men hon væntar, at
verður fólkaatkvøða,
verða kommunurnar
fleiri enn tær níggju í
tali, sum ætlanin er.
Hinvegin er heldur
onki endaliga avgjørt
um, hvussu samstarv
ímillum kommunurnar
skal
skipast,
men
hon leggur afturat, at
nógv bendir á, at ein
kommununa sum Vág,
ikki hevur orku til at
átaka sær nakrar ser
ligar uppgávur, verða
ymisk øki flutt undir
kommunurnar at um
sitast.
Áki Bertholdsen
- Almenn kongsríki skulu
leggjast saman.
Tað var ein boðskapur hjá
Jørgen Niclasen, formanni
Fólkafloksins, á kvøldsetu í
Øravík fyrr í vikuni.
Og hann heldur, at tað er
rættast at byrja í toppinum
og at leggja aðalráðini sam
an, so at vit fáa eina minni
umisiting og færri lands
stýrisfólk.
Seinastu
tíðina
hevur
nógv verið tosað um at
klippa oman av almennu
fyrisitingini og formaðurin í
Fólkaflokkinum hevur eisini
eitt boð upp á, hvussu tað
kann gerast.
Trý er tað besta
Í løtuni eru níggju aðalráð
og átta landsstýrisfólk, eftir
at Jørgen Niclasen fór frá
sum uttanríkisráðharri so
at Jacob Vestergaard nú er
landsstýrismaður fyri bæði
fiskivinnu og uttanríkismál.
Men
Jørgen
Niclasen
kundi hugsa sær, at vit fara
heilt niður á trý aðalráð og trý
landsstýrisfólk, har vit hava
ein løgmann, men hann skal
eisini vera landsstýrismaður
í fíggjarmálum.
Harafturat skulu vit hava
eitt
landsstýrisfólk,
sum
umsitur vinnumál, útflutn
ingsmál og øll onnur málsøki,
sum hava við vinnulív og
privata búskapin at gera.
- Men so skulu vit eisini
hava
eitt
landsstýrisfólk,
sum umsitur útreiðslupartin
í fíggjarlógini, tað vil siga,
tann almenna partin partin
av búskapinum.
Løgmaður á kassan
Kortini
ásannar
Jørgen
Niclasen, at tað, sum mest
verður tosað um nú, er, at vit
skulu hava seks aðalráð og
seks landsstýrisfólk.
Men undir øllum umstøð
um skal skipanin vera so,
at løgmaður eisini umsitur
fíggjarmál.
Hann hevur ikki útgreinað
út í æsir, hvussu aðalráðini
skulu skipast.
- Eg sakni, at tað er betri
skil í. Og fyri at bøta um
tað, heldur Jørgen Niclasen
í hvussu so er, at tann, sum
situr í landsins hægsta em
bæti, løgmanssessinum, skal
eisini at sita á kassanum.
- Sostatt eigur løgmaður
eisini at umsita fíggjarmál,
tí tað er ígjøgnum tann fíggj
arliga partin, at tað ordiliga
ber til at stýra og samskipa
øll ráðini.
Hetta er ein skipan, tey
hava í Liktinstein, sum er
ein pinkutjóð, og í Bretlandi
er forsætisráðharrin eisini
ovasti myndugleikin yvir
fíggjarlógini.
Fótur í hosu
Annars heldur Jørgen Nicla
sen, at privati parturin av
búskapinum eigur at hava
tvey landsstýrisfólk.
Í hesum sambandi heldur
hann, at uttanríkismál og
fiskivinnumál passa saman
sum fótur í hosu.
Men tosa vit um vinnuliga
partin av fíggjarlógini, eru
skattir og avgjøld ein rætti
liga týðandi partur og sostatt
eigur
landsstýrisfólki
í
vinnumálum eisini at umsita
skatta- og avgjaldsmál.
- Soleiðis tryggja vit best,
at vinnan fær hóskandi
karmar at virka undir, sum
gevir henni menningarmøgu
leikar.
Hinvegin eiga heilsu- og
almannamál at liggja undir
landsstýrisfólkinum í inn
lendismálum, heldur Jørgen
Niclasen.
aki@sosialurin.fo
Løgmaður skal sita á kassanum
AÐALRÁÐ Formaðurin í Fólkaflokkinum heldur, at tað er nóg mikið, at landsstýrið er
mannað við trimum fólkum, ístaðin fyri við átta fólkum, sum tað eru nú.
Einki fólksligt
Samgongan hevur boðað frá, at broytingin í kommunubygnaðinum skal vera
so fólkslig sum gjørligt, men býráðslimir í Vági halda ikki, at tað er serliga
fólksligt at tvinga kommunur at samstarva. Myndina tók Erik Christensen
Tey, sum ikki vilja
sjálvi, skulu tvingast