fríggjadagur 16. januar 2004síða 4
‹ fyrra síða allar 29 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
6
Nr. 10 - 16. januar 2004
Nr. 10 - 16. januar 2004
7
Smáu sparikassarnir gera eingi
stór spariátøk
Norðoya Sparikassi fingið áheitanir úr Sandavági
Norðoya Sparikassi
savnar alt sítt virk-
semi í Klaksvík á høv-
uðsdeildini og hevur
seinastu árini tillagað
starvsfólkatalið við
natúrligari frágongd.
Stjórin fyri Suðuroy-
ar Sparikassa heldur,
at tey hava hóskandi
starvsfólkatal
SPARINGAR
Solby Eliasen/
Eyðun Klakstein
Norðoya Sparikassi hevur
eisini merkt sviðan av, at
færri
avgreiðslu
verða
gjørdar á deildum peninga-
stovnsins, men stjórin í
Norðoya Sparikassa sigur,
at
tey
hava
allatíðina
tillagað seg broytingunum.
– Um vit ikki taka næm-
ingarnar við, so er starvs-
fólkatalið hjá okkum mink-
að við yvir tíggju prosent-
um seinastu árini, sigur
Eyðfinn Reyðberg.
Somuleiðis hevur stovn-
urin gjørt aðrar tillagingar.
Til dømis lótu tey deildina
á Kósini í Klaksvík aftur
fyri hálvum triðja ári síð-
ani. Eisini hevur peninga-
stovnurin selt bygningin,
har deildin við Klaksvíks-
vegin heldur til. Deildin er
framvegis har, og leigusátt-
málin er fyri tíggju ár. Men
Eyðfinn sigur, at tað
helst bert er ein spurningur
um tíð, inntil tann deildin
letur aftur.
– Vit vilja hava alt virk-
semið í Klaksvík á høvuðs-
deildina, so við tíðini fer
deildin á Klaksvíksvegnum
eisini í søguna, sigur hann.
Ongar ætlanir eru at siga
fólki úr starvi í Norðoya
Sparikassa, og væntar stjór-
in als ikki, at tað kemur at
verða neyðugt, tí stovnurin
hevur framt tillagingarnar
so hvørt. Eitt nú hava tey
ikki sett nýggj fólk, tá nát-
úrlig frágongd hevur verið.
Hóskandi tal í
Suðuroy
Suðuroyar Sparikassi hevur
umframt høvuðsdeildina í
Vági, tvær minni deildir.
Onnur er í Havn, og hin er í
Porkeri. Sparikassin í Suð-
uroy hevur ongar æltanir
um at niðurleggja nakra av
deildunum.
– Vit hava ongar ætlanir
um at siga fólki úr starvi
ella at niðurleggja nakra
deild, sigur Mikkjal Søren-
sen, stjóri í Suðuroyar
Sparikassa.
T að eru 16 fulltíðarstørv í
Suðuroyar Sparikassa, og
tað eru ikki ov nógv, hóast
fleiri og fleiri viðskiftafólk
eru farin at nýta sjálvvirk-
andi skipanir seinastu árini.
Tosað hevur verið um, at
smáu sparikassarnir kunnu
seta nýggjar deildir á stovn
í teimum økjum, har stóru
peningastovnarnir niður-
leggja deildir.
– Eg kann einki siga um
hetta. Um Suðuroyar Spari-
kassi skal fáa sær nýggjar
deildir, so er tað ikki nakað,
sum bara verður gjørt. Tað
skal kannast væl framman-
undan,
sigur
Mikkjal
Sørensen.
Stjórin í Norðoya
Sparikassa, Eyðfinn
Reyðberg, váttar, at
leiðslan hevur fingið
fleiri áheitanir úr
Sandavági um at lata
eina deild upp har
vesturi. Leiðslan á
peningastovninum
fer at hava fund um
hetta sum skjótast
PENINGASTOVNUR
Solby A. Eliasen
solby@sosialurin.fo
Klaksvík:
Boðini um at Føroya Spari-
kassi fer at lata deild sína
aftur í Sandavági um hálv-
an februar, hava fingið
fleiri
privatpersónar
at
ringja til Norðoya Spari-
kassa við áheitanum á
stovnin um at lata eina
deild upp harvesturi. Eisini
borgarstjórin í Sandavági
hevur verið í sambandi við
peningastovnin í Klaksvík.
Hetta vátta bæði komm-
unuskrivarin í Sandavági,
Albert Thomassen og stjór-
in í Norðoya Sparikassa,
Eyðfinn Reyðberg.
– Fleiri ringdu harvesturi
frá mikudagin og spurdu
seg fyri, og vit fara at taka
hetta upp á leiðslufundi
sum skjótast, sigur Eyð-
finn, sum sostatt váttar, at
tað ikki er heilt óhugsandi,
at Norðoya Sparikassi kann
lata eina deild upp í Sanda-
vági.
Norðoya Sparikassi hev-
ur fleiri smáar deildir – eitt
nú á Viðareiði og í Leirvík.
Og
Eyðfinn
samanber
Sandavág við Leirvík, har
munurin á fólkatalinum í
bygdunum báðum er um
100 fólk.
– Vit hava royndir á hes-
um økinum, og vit vita
eisini, hvat skal til fyri at
fáa eina slíka deild at bera
seg. Men tað er ov tíðliga at
siga nakað ítøkiligt enn,
sigur stjórin í Norðoya
Sparikassa.
Eyst og vest
Um nú tað skuldi verðið so,
at Norðoya Sparikassi fer at
lata eina deild upp vesturi í
Sandavági, so viðgongur
stjórin beinanvegin, at hetta
er uttanfyri økið, sum
stovnurin hevur í dag. Men
hetta heldur hann ikki vera
nakran stórvegis trupul-
leika. Serstakliga ikki, tá
batanir á samferðslukerv-
inum verða havdir í huga.
– Har er undirsjóvartunn-
il, og gongd er komin á
Norðoyatunnilin, so um
eini tvey ár, verður tað ikki
meira enn ein tími til
Sandavágs úr Klaksvík, og
tað er ikki meira enn til
Havnar, so tað dugi eg ikki
at síggja sum nakran trup-
ulleika, sigur hann.
Eisini vísir hann á, at
bæði støðini eru í útjaðar-
anum í landinum við at
høvuðsdeildin
liggur
í
eystri, meðan ein møgulig
deild í Sandavági kemur at
liggja í vesturi.
Bíligar deildir
Hann greiðir frá, at tað er
ymiskt, hvussu deildirnar
hjá Norðoya Sparikassa
verða koyrdar. Sum dømi
kann nevnast, at deildin á
Viðareiði er opin tríggjar
dagar um vikuna frá klokk-
an 11 til 16 í leigaðum høl-
um. Útreiðslunar av deild-
ini eru sostatt ikki so høgar,
og tí ber hon seg. Eitt ann-
að, sum eisini hevur nógv
at siga er, at stovnurin hev-
ur ein stóran part av við-
skiftafólkunum á Viðareiði.
Eyðfinn ásannar tó, at
gongdin er tann vegin, at
færri deildir verða, men tað
veldst eisini um, hvussu
høgt tað verður miðað við-
víkjandi tænastustøðinum,
heldur hann.
– Um ein stovnur skal
hava tvey fólk í arbeiði og
ein dýran bygning, ja, so
sigur tað seg sjálvt, at tað
verður ov dýrt at hava eina
lítla deild, sigur hann.
Norðoya Sparikassi hevur
lagt seg eftir ikki at hava ov
høgar útreiðslur av smáu
deildunum, og letur tað til
at eydnast væl hjá teimum,
sambært Eyðfinni.
Um so hetta fer at enda
við, at Norðoya Sparikassi
fer at lata eina deild upp í
Sandavági, ber ikki til at
siga sum nú er. Men áheit-
anir eru komnar til stovnin,
og at áhugin frá stovninum
er tilstaðar, er hervið stað-
fest.
Norðoya Sparikassi hevur fingið fleiri áheitanir úr Sandavági um at lata eina deild upp har
Savnsmynd
Samstarv um skeið
til føroyska
vinnulívið
Skeiðstovan Kvasir
og ráðgevingarfyri-
tøkan BST Århus
hava gjørt eina sam-
starvsavtalu, sum fer
at hava nýggjar
møguleikar fyri før-
oyska vinnulívið við
sær
TÍÐINDASKRIV
Solby A. Eliasen
solby@sosialurin.fo
BST er ein tann størsta
ráðgevingarfyritøkan inn-
an arbeiðsumhvørvið og
trivnað í Danmark. Fyri-
tøkan
hevur
nógvar
royndir í at halda skeið
innan danska vinnulívið.
Í fyrstu atløgu bjóðar
Kvasir eina røð av skeið-
um, sum verða hildin í
Føroyum av BST Århus.
Skeiðini varða millum ein
og tríggjar dagar, og tey
geva luttakarum millum
annað møguleika til at
fara aftur til sína fyritøku
og arbeiða við:
At minka um sjúkradagar
At bøta um arbeiðsum-
hvørvið á skrivstovum
At stýra teimum og sjálv-
støðugum bólkum
At bøta um tað sálarliga
arbeiðsumhvørvið
At føra starvsfelagasam-
røður
At greina trivnaðin á ar-
beiðsplássinum
Samstarvið hevur eisini
við sær, at Kvasir við tíð-
ini fer at kunna at yvir-
taka konseptið og halda
skeið í Føroyum.
Stjórin á BST Århus,
Poul M. Schmidt, væntar,
at samstarvið við Kvasir
fer at verða ein fyrimunur
fyri allar partar.
Hann sigur, at tey
síggja eina munandi øk-
ing
í
áhuganum
hjá
donskum fyritøkum at
menna og betra arbeiðs-
viðurskiftini hjá starvs-
fólkunum, og ivast hann
ikki í, at tað er tað sama í
Føroyum.
Meira fæst at vita um
hesi skeið við at ringja til
stjóran Poul M. Schmidt,
BST Århus tlf. 87331100
ella til Sam Jakobsen á
Kvasir tlf. 320204.
Økt pendling ávirkar tørvin á tænastum á bygd
Samfelagsgranskarin,
Dennis Holm, sigur, at
økta talið av pendlar-
um ella fjarferðum er
við at máa grundar-
lagið undan tænastu
útboðunum á før-
oysku bygdunum, ser-
liga kring miðstað-
arøkið. Hann greiðir
frá, at fólk í Streym-
oynni og partvíst eis-
ini í Eysturoynni og
Vágum í vaksandi
mun nýta tænasturnar
í miðstaðarøkinum,
har nógv teirra ar-
beiða. Tað kemur tí
ikki óvart á hann, at
Føroya Sparikassi
letur aftur deildir í
smærru bygdunum
kring Havnina
PENDLARAR
Páll Holm Johannesen
pall@sosialurin.fo
Sovibýir verða teir vanliga
nevndir í londunum uttan-
fyri Føroyar. Smærri býir,
har borgarar nærum bert yv-
irnáttað, meðan stórur part-
ur av tíðini verður nýttur utt-
anfyri heimbýin. Vanliga er
talan um fólk, sum ferðast
við bili, bussi ella toki til ar-
beiðis inn í tey størru økini
Í Danmark verða hesi fólk
nevnd pendlarar og á før-
oyskum er heitið fjarferðar.
At fólk búseta seg í útjaðar-
anum og hava starv í mið-
staðarøkinum er eisini eitt
vanligt fyribrigdi í Føroy-
um.
Kanningar vísa, at talið av
fjarferðum í Føroyum er
støðugt økjandi. Fyrr í
vikuni vórðu 16 fólk í Før-
oya Sparikassa søgd úr
starvi og stovnurin letur
aftur fimm deildir á bygd.
Samfelagsgranskarin,
Dennis Holm, sigur at økta
fjarferðingin til miðstaðar-
økið kann verða ein av or-
søkunum til, at Føroya
Sparikassi hevur valt at taka
hesi stig - í øllum førum tá
hugsað verður um deildirnar
í Hósvík og Kvívík.
Orsøkin er einføld: Um tú
býrt í t.d. Hósvík, og er til
arbeiðis í Havn frá tíðliga á
morgni til kl. 17-18 seinna-
partin, so hevur tú ikki
møguleika at gera nýtslu av
tænastu tilboðum í heim-
bygdin, sum oftani lata aftur
kl. 16.00. Hartil hevur tað
eisini ávirkan, at tilboðini í
Havn eru fleiri og í ávísum
førum eisini betri.
Størri møguleikar
Samfelagsgranskarin,
Dennis Holm, hevur kann-
að
hugtakið
fjarferðar.
Hann hevur serliga arbeitt
við bygdunum rundan um
Havnina. Dennis greiðir
frá, at ein stórur partur av
arbeiðsstyrkini í bygdunum
á Streymoynni arbeiða utt-
anfyri
heimbygdina
og
ferðast dagliga til Havnar.
Í Havn er tænastu útboðið
væl størri enn á bygd og tí
gera fjarferðar sær dælt av
mongu tilboðunum í høv-
uðsstaðarøkinum. Tey keypa
inn gerandisvørur í Havn,
har útboðið er størri og prís-
urin oftani er betur, og gera
nýtslu av øðrum tænastutil-
boðum í høvuðstaðnum.
Tá borgarar á bygd eru í
miðstaðarøkinum
stóran
part av degnum, kunnu hes-
ir borgarar bert í avmarkað-
an mun gera nýtslu av teim-
um tænastum, sum heim-
bygdin hevur møguleika at
veita teimum.
Ikki óvæntað
Dennis Holm hevur kannað
viðurskifti viðvíkjandi fjar-
ferðing í Kvívík og Hósvík í
Norðstreymi. Úrslitið er
greitt. Stórur partur av borg-
ararunum í Kvívik og Hós-
vík fjarferðast til miðstaðar-
økið hvønn morgun til ar-
beiðis. Tað kemur tí ikki
óvart á hann, at júst deild-
irnar hjá Føroya Sparikassa
í Kvívík og Hósvík verða
niðurlagdar í næstum.
Hann greiðir frá, at kann-
ingar vísa, at fjarferðar nýta
tænasturnar í miðstaðarøk-
inum og tí hava teir ikki tørv
á somu tænastum í heim-
bygdini. - Tá flestu borgar-
arnir hava sína dagligu
gongd í miðstaðarøkinum
velja tey oftani í eini fríløtu
ella á leiðini heim frá ar-
beiða at nýta tilboð har, og tí
verða tænasturnar í heim-
bygdini ikki nýttar í eins
stóran mun, sigur Dennis
Holm. Men fyri eitt nú tey
eldru, sum ikki hava góðan
møguleika at gera nýtslu av
tilboðum aðrastaðni, er tað
ein stórur missur, at lokal
tænastu tilboð verða niður-
løgd. Tað er altíð keðiligt at
stovnar verða niðurlagdir á
bygd - og eisini symbolskt
hevur tað stóran týdning fyri
bygdafólkið, sigur hann
Føroysk serstøða
Dennis Holm sigur, at hann
hevur arbeitt við hugtakin-
um fjarferðing ella pendl-
ing síðan 2001. Kanningar-
úrslitini eru bygd á sam-
røður og spurnarkanningar
seinastu tvey árini. Fyribils
úrslit
frá
kanninginum
vórðu løgd fram á eini al-
tjóða ráðstevnu í Wales í
August 2003, og ætlanin er,
at ritið um pendlarar skal
gevast út í Føroyum um ein
góðan mánað. Bygdirnar
Hósvík og Kvívík hava ver-
ið sonevndar "casir".
Hann greiðir frá, at ikki er
óvanligt, at fjarferðarar í
londunum uttanfyri Føroyar
hava trupulleikar við at ger-
ast partur av lokalsamfelagn-
um, orsaka av at ein stórur
partur av gerandisdegnum
verður brúktur uttanfyri
heimstaðin. Úrslitini av før-
oyska kanningini vísa kortini
greitt, at hetta er ikki støðan
í føroysku bygdunum.
Dennis sigur, at tað vísir
seg, at føroyskir fjarferðar
hinvegin gera nógv fyri at
varðveita sosiala samband-
ið við heimbygdina, hóast
teir eru burtur stóran part
av degnum. Dennis Holm
vísir millum annað á, at
sosiala lívið í t.d. Hósvík
ikki tykist verða merkt av,
at ein stórur partur av fólk-
inum eru fjarferðarar. Held-
ur
tvørturímóti
tykist
bygdalívið í Hósvík verða
ríkt, og tað er hetta sum
skapar trivnað.
Samfelagsgranskarin, Dennis Holm á Granskingardepilin fyri
Økismenning, sigur, at økta talið av pendlarum er við at máa
grundarlagið undan tænastu útboðnum á bygd
C
M
Y
K
7
6