fríggjadagur 16. januar 2004síða 5
‹ fyrra síða allar 29 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
8
Nr. 10 - 16. januar 2004
Nr. 10 - 16. januar 2004
9
Upplatingin av nýggja
bygninginum á
Landssjúkrahúsinum
verður seinkað í
nakrar mánaðir.
Orsøkin er valið, sum
varð útskrivað í úrtíð.
Landsstýrið fær
nevniliga ikki játtað
tann neyðuga pen-
ingin til rakstur og
innkeyp av útbúnaði,
so leingi tað bert
virkar sum ein
fyribils starvsstjórn
SJÚKRAHÚSIÐ
Stefan í Skorini
Ætlanin var, at nýggi og
stásiligi
bygningurin
á
Landssjúkrahúsinum skuldi
lata upp tann 23. februar, tá
Landssjúkrahúsið
eisini
kundi hátíðarhalda 80 ára
dagin. Mongum brestur
ætlanin, og hetta verður nú
av ongum.
Í skrivandi stund standa
stovurnar gapandi tómar og
bíða eftir útgerð og útbún-
aði av ymsum slag.
Orsøkin er hon, at fíggj-
arlógin fyri 2004 ikki er
samtykt. Tí fær Familju- og
heilsumálaráðið ikki játta
tann neyðuga peningin,
sum sjúkrahússtjórin situr
og bíðar eftir.
Á fíggjarlógaruppskotin-
um fyri 2004 vórðu upp-
runaliga 35 milliónir krón-
ur settar av til keyp av
medicotekniskari útgerð.
Harumframt
vórðu
2,7
milliónir krónur settar av til
rakstur og 4 milliónir krón-
ur til trettan nýggj heilsu-
starvsfólk í hesum árinum.
4 milliónir krónur vórðu
settar av til keyp av út-
búnaði í 2005, og 5 milli-
ónir krónur eru longu nýtt-
ar til keyp av tungari út-
gerð.
Í ringasta føri letur nýggi
bygningurin ikki upp fyrr
enn eftir summarfrítíðina.
Hetta er tó lítið sannlíkt, tí
væntandi fer nýggja løg-
tingið sum skjótast at av-
greiða viðurskiftini við-
víkjandi játtanini til tann
nýggja bygningin.
Men um nýggja løgtingið
skal viðgera alla fíggjarlóg-
ina út í hvønn smálut, áðr-
enn játtanin kemur í rætt-
lag, so er vandi fyri, at
nýggi bygningurin ikki let-
ur upp fyrr enn í september.
Vónaðu at halda fram
– Tað er sjálvandi sera
óheppið fyri okkara við-
komandi, at tíðarætlanin
ikki heldur. Okkara fólk
hava fyrireikað okkum alt
heystið til upplatingina og
hava væntað, at alt skuldi
ganga sum ætlað, sigur
Poul Geert Hansen, sjúkra-
hússtjóri í viðmerking til
hesi tíðindini. Hann væntar
og vónar, at sjúkrahúsið
kann lata upp í mai mánaði.
Virkandi
landsstýrið,
sum bert er ein starvsstjórin
inntil nýtt landsstýrið tekur
við, kann bert játta pening
til verandi virksemi um-
framt tær sáttmála- og lóg-
arbundnu útreiðslurnar, so-
leiðis at átiknar skyldur
verða hildnar.
Sjúkrahússtjórin hevði
annars vónað, at tað fór at
bera til at halda áfram við
at bíleggja og keypa útbún-
að, hóast fíggjarlógin ikki
varð samtykt. Sjúkrahúsið
hevur nevniliga havt eina
verklagslóg at halda seg til,
og boðini úr Heilsumála-
stýrinum vóru upprunaliga,
at sjúkrahúsið við heimild í
hesi lóg kundi halda fram
við at bíleggja útgerð í
nýggja árinum, hóast eing-
in fíggjarlóg fyri 2004 var
samtykt.
Stórur ivi valdaði tó um
hesa heimild, og tí skuldi
hetta kannast í Løgmála-
ráðnum. Úrskurðurin úr
Løgmálaráðnum var, at
eingin heimild var at játta
pening til keyp av útbúnaði
í hesi lóg, og tí fall alt til
jarðar.
Sosialurin hevur fingið
innlit í úrskurðin frá Løg-
málaráðnum, og hann sigur
í stuttum, at tá heimild
hvørki er í fíggjarlógini ella
í eini bráfeingis játtanarlóg
kann útgerð ikki keypast.
Leiðslan á Landssjúkra-
húsinum helt upprunaliga,
at hon kundi bíleggja út-
gerð uttan trupulleikar,
men eina viku inn í nýggja
árið, koma boðini úr Løg-
málaráðnum um, at hetta
ikki bar til.
Um
landssjúkrahúsið
hevði havt bílagt útgerðina
fyri ársskiftið, hevði lands-
stýrið kunnað játtað pen-
ingin við heimild í verk-
lagslógini.
Bill er harmur
Bill Justinussen, landsstýr-
ismaður við heilsumálum,
sigur, at hann bað embætis-
verkið kanna allar møgu-
leikar fyri at fáa hesa játt-
anina uppá pláss, men
kanningarnar vístu, at hetta
tíverri ikki lat seg gera.
– Tað er sera harmiligt, at
val verður útskrivað beint
fyri ársskiftið, og vit fara
inn í eitt nýtt ár við ongari
fíggjarlóg.
Í
núverandi
støðu fáa vit fáa bert hildið
verandi virksemi í gongd,
sigur
Bill
Justinussen,
landsstýrismaður
við
heilsumálum.
Sitandi landsstýrið hevur
nevniliga ikki loyvi at gera
nakra
nýggja
bindandi
avtalu ella játta pening til
nýggjar
keypssáttmálar.
Tað nýggja landssýrið skal
nevniliga hava møguleika
at raðfesta øðrvísi enn
undanfarna stýri.
Soleiðis sum støðan er
nú, er sjúkrahúsið í eini
bíðistøðu. Einki verður av-
gjørt fyrr enn eftir valið, og
tí valdar nakað av óvissu
um nýggja bygningin á
sjúkrahúsinum. Í skrivandi
stund standa stovurnar tóm-
ar og bíða eftir útgerð.
Sjúkrahússtjórin vónar
innarliga, at nýggja løg-
tingið fer at geva teimum
heimild at bíleggja útgerð-
ina sum skjótast.
Landssjúkrahúsið:
Valið seinkar nýggja bygninginum
Sjúkrahússtjórin Poul Geert Hansen á tí nýggju intensivu deildini á Landssjúkrahúsinum. Enn vantar medicoteknisk útgerð fyri slakar 40 milliónir krónur í
nýggja bygninginum, og bíðað verður nú eftir at nýggja løgtingið fer at játta peningin
Mynd: Jens Kr. Vang
– Tað er sera
óheppið, at vit ikki
fáa hildið okkara
tíðarætlan, tí vit
høvdu fyrireikað
okkum til at flyta
inn í mars mánaði,
sigur Poul Geert
Hansen, sum her
gongur í tí heldur
tómligu gongini á
sjúkrahúsinum
Mynd: Jens Kr. Vang
Farmaflutningurin
hjá Samskip millum
Ísland og meginlands
Europa fær undirtøku
og Tórshavn skal nú
innganga sum
millumhavn í nýggj-
ari siglingarleið til
Immingham og
Rotterdam
LOGISTIKKUR
Búi Tyril
Tann íslendska flutnings-
fyritøkan Samskip fer í
næstum at lata upp eina
nýggja farmaleið millum
Ísland, Føroyar, England og
Holland. Hetta upplýsti
felagið í einum tíðinda-
skrivi í desember og keldur
vátta nú at ætlanin er við at
koma undir land.
– Vit hava leigað eitt skip
til at sigla millum Ísland og
europeiska meginlandið og
Føroyar koma at innganga
sum partur í hesari farma-
leið, sigur Sverrir Hannes-
son á logistikkdeildini hjá
Samskip.
– Rutan kemur sum svar
upp á ein vaksandi eftir-
spurning á kapasiteti og fer
at verða tænt av »Skafta-
fell«, eitt 5000 tons bingju-
skip sum vit hava leigað til
endamálið.
Samskip kemur harvið at
hava 14 farmaskip í fastari
siglingarleið og fleiri onnur
í leigusigling og serskildum
góðsflutningi. Við »Skafta-
fell« hevur felagið trý skip í
fastari farmaleið millum
Ísland og meginlands Eur-
opa. Farandi úr Reykjavík
hvønn 14. dag, skal tann
nýggja rutan leggjast um
Grundartanga á Vesturland-
inum og Reyðarfirði á
Eysturlandinum
áðrenn
hildið verður fram til Tórs-
havn og víðari til Imming-
ham í Englandi og Rotter-
dam í Hollandi.
Sum skilst á Samskip er
eftirspurningurin á sjófrakt
millum Ísland og europe-
iska meginlandið vaksin
nógv undir farna ári.
– Vit avgjørdu at tíðin var
nú komin til at økja okkara
tænastu á hesum leiðum,
segði Knútur G. Hauksson,
stjóri hjá Samskip í Íslandi.
– Við hesum stigi bøta vit
eisini um okkara tænastur
til eystara partin av Íslandi
samstundis sum vit økja um
talið á tøkum siglingum
millum landið og kontinen-
tala Europa.
»Skaftafell« er yvir 100
metrar langt, tekur 364
bingjueindir og er útgjørt
við tveimum 60 tons kran-
um við førleika at saman
lyfta upp til 120 tons í senn.
Verandi farmaskip sum
Samskip hevur í rutu mill-
um Ísland, Stóra Bretland,
Skandinavia og meginlands
Europa, nevniliga »Arnar-
fell« og »Helgafell«, halda
fram óbroytt í sínum leið-
um. Tey bæði skipini eru
ikki heilt ókend hjá okkum
eftirsum Samskip fyrr hev-
ur verið inni á tí føroyska
marknaðinum í samstarvi
við Skipafelagið Føroyar.
Samskip opnar nýggja farmaleið
um Føroyar í næstum
Føroyar koma at innganga sum partur av nýggju rutuni hjá Samskip
Mannakroppurin
eitur nýggj bók, sum
Skúlabókagrunnurin
í samstarvi við enskt
forlag hevur givið út
ÚTGÁVA
tíðindaskriv
Føroya Skúlabókagrunnur
hevur í samprenti við enska
forlagið Dorling Kinders-
ley givið eina nýggja upp-
lýsandi og áhugaverda bók
út um mannakroppin. Tað
serliga við hesari útgávuni
er, at hon er á tremur við
frálíkum og frágreiðandi
fotomyndum, ið serfrøð-
ingar hava tikið. Harum-
framt eru glærur at venda,
so til ber hjá lesaranum at
síggja, hvat ið er innan í
høvdinum, hví hjartað slær,
hvagar maturin fer, og
hvussu armar og bein røra
seg.
Læknaligir serfrøðingar
hava skrivað tekstin, ið er
greiður og lættur at lesa,
eisini hjá børnum og ung-
um. Tí er bókin væl hósk-
andi sum lærubók í fólka-
skúlanum, men eisini sum
handbók hjá teimum, ið
ynskja at kunna seg um
mannakroppin, og hvussu
hann ber seg at. Jákup
Eyðun Joensen og Jákup í
Skemmuni hava týtt tekstin
úr enskum. Aftast í bókini
eru leitorð.
Mannakroppurin er 38
síður og kostar 138,00 kr.
Bók um kroppin
Tað eru Jákup Eyðun Joensen og Jákup í Skemmuni, sum hava
týtt »mannakroppin«
C
M
Y
K
9
8