Sosialurinarkiv
Sosialurin 2004-01-16, síða 6
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

fríggjadagur 16. januar 2004síða 6

‹ fyrra síða allar 29 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

10 Nr. 10 - 16. januar 2004 Nr. 10 - 16. januar 2004 11 Arbeiðsgevarafelagið fer at tosa við fak- feløgini um at lønar- krøv og skattalætta beint eftir løgtings- valið LØNARKRØV OG SKATTALÆTTI Áki Bertholdsen aki@sosialurin.fo Beint eftir løgtingsvalið fara arbeiðsgevararnir at boðsenda fakfeløgunum á fund at tosa saman um lønarvøksturin tey komandi árini. Tað samtykti arbeiðsgev- arafelagið á nevndarfundi mikudagin. Sostatt løgdust arbeiðs- gevararnir ikki á boðini, nú umboð fyri fakfeløg hava latið dyrnar upp fyri einum kjaki um, hvussu nógv tímalønirnar skulu hækka tey komandu árini. Tað er serliga formaðurin í Havnar Arbeiðsmannafel- ag, sum hevur mælt til, at fáa eina avtalu ílag ímillum arbeiðsgevarar, fakfeløg og landsstýrið um, at tímaløn- in skal ikki hækka meiri. Men fyri at tey tímaløntu ikki skulu verða verri fyri, er tað samstundis ein treyt, at skattur og avgjøld sam- stundis lækka, eins og prís- steðgur skal setast í verk, so at keypiorkan kortini veks- ur. Men eisini forkvinnan í Føroya Arbeiðarafelag hev- ur boðað frá, at hon kann umhugsa at taka slíkar sam- ráðingar um, men lønar- steðg vil hon ikki hoyra tal- an um. Hjá henni kann tal- an í mesta lagi vera um at avmarka lønarkrøvini aftur- fyri at fáa skattalættar. Skal takast upp Mikudagin høvdu arbeiðs- gevararnir fund og har var niðurstøðan, at hetta er ein spurningur, sum eigur at verða tikin upp. Men teir halda eisini, at tað er nyttuleyst at taka hetta málið upp beint nú, valstríðið leikar á sum harðast og tað verður í hvussu so er ikki, fyrrenn nýtt landsstýrið er skipað, at nøkur politisk viðgerð av hesum málið kann fara fram. – Men so skjótt, valið er av, fara vit at venda okkum til fakfeløgini at tosa um hesi viðurskifti, sigur Jan Mortensen, stjóri í Vinnu- húsinum. Hann sigur, at á hesin fundinum við fakfeløgini er ætlanin at vita, akkurát, hvar partarnir standa í hes- um máli, so at teir skilja hvønn annan. Tað, sum fakfeløgini síggja fyri sær, er, at tey skulu semjast við arbeiðs- gevararnar um hesi viður- skiftini og so skulu báðir partar við einum felags uppleggi taka samráðingar upp við landsstýrið. Og tað er eisini hesin framferðarhátturin, sum ar- beiðsgevararnir halda vera tann rætti. Krevja ikki lønarsteðg Men stjórin í Vinnuhúsin- um leggur dent á, at ar- beiðsgevararnir krevja ikki lønarsteðg. – Tankin um, at lønin ikki skal hækka meiri, er ikki komin frá okkum. Tað, sum hevur týdning fyri okkum, er, at hesi viðurskiftini verða tikin upp til viðgerð- ar og at útgangsstøðið fyri hesi viðgerð er tann veru- liga støðan, sum virkini eru í. Og tann veruliga støðan, sum virkini eru í, er, at tey hava tað sera trupult og hel- dur hendan gongdin fram, stúra vit fyri, at arbeiðs- pláss í størri og størri mun verða flutt av landinum. Men, hvussu stórur løn- arvøksturin skal vera, vil hann ikki siga nakað um. Somuleiðis heldur hann eisini, at tað er ov tíðliga at viðgera smálutir í málinum. – Vit síggja longu nú at arbeiðspláss í stóran mun verða flutt av landinum. Tað vísur allur tann nógvi fiskurin, sum verður fluttur óvirkaður av landinum. Orsøkin til tað er, at virk- ini eru ikki kappingarfør og fáa tískil ikki keypt fiskin. – Tí er tað av sera stórum týdningi, at gongdin í løn- unum samsvarar við tann veruleika, sum virkini ar- beiða undir. Hann vísir á, at hesi sein- astu árini er kappingarstøð- ið hjá okkum versna heilt munandi afturímóti vøkstr- inum í grannalondum okk- ara. – Mesti fiskurin, sum fer óvirkaður av landinum, fer til Skotlands, har hevur lønarvøksturin verið helvt- in av okkara. Tá ið so lønin heldur ikki er meiri enn helvtin av okkara, rakar tað fyra ferðir so hart hjá okk- um. Í Skotlandi hevur løn- arvøksturin verið kanska 2,5% um árið av eini tíma- løn upp á 50 krónur, men hjá okkum hevur lønar- vøksturin verið 5% um árið av eini løn sum táttar í 100 krónur um tíman. – Tí versnar okkara kapp- ingarførið so ómetaliga skjótt og tað er av størsta týdningi at hesin spurning- urin verður tikin upp. Fakfeløgini hava boðað frá, at tað, sum hevur týdn- ing fyri tey, er, at teirra lim- ir ikki skulu vera verri fyri. Og tað skilir Jan Morten- sen væl. – Men tað kann gerast upp á nógvar mátar. Ein máti er at gera tað bíligari at liva, tí so verða tey betri fyri. Tann, sum hevur talað harðast ímóti at tengja løn- arsamráðingar og skatta- lættar saman, er formaðurin í Starvsmannafelagnum. Eisini tað skilir Jan Mortensen. – Lækkar skatturin er tað fyrst og fremst limaskarðin hjá Starvsmannafelagnum, sum verður raktur, tí lima- talið í Starvsmannafelagn- um er tengd at, hvussu nógvan skatt tað almenna krevur inn. – Men í hesum málinum er kanska í veruleikanum andsøgn ímillum áhuga- málini hjá fakfeløgunum á privata- og á almenna ar- beiðsmarknaðinum, sigur Jan Mortensen. – Heldur hendan gongdin fram, fer talið á verkafólkið at minka, tí arbeiðspláss verða flutt av landinum, men tær almennu útreiðsl- urnar hækka og tað styrkir grundarlagið undir starvs- mannafelagnum. Kommunurnar í Sundalagnum taka eitt ódnartak fyri at byggja felagsskúlan á Oyrabakka út SKÚLABYGGING Áki Bertholdsen aki@sosialurin.fo Nú skal felagsskúlin við Oyrabakka byggjast út. Og tað er ikki hissini út- bygging, tí tilsamans fer ar- beiðið mett at kosta heilar 30,8 milliónir. Hetta er sostatt eitt ódnartak hjá teimum sjey kommununum, sum vara av skúlanum. Tær kommunurnar, sum standa saman um bygging- ina, eru tey seks kommun- urnar, sum hava gjørt av at leggja saman í Sunda Kommunu. Tær eru Sunda- Hósvíkar- Haldarsvíkar- Gjáar- Saksunar- og Hval- víkar Kommuna. Men afturat teimum er Eiðis Kommuna við í út- byggingini. Tað er Sofus Johannesen, sum er formaður í stýrinum fyri felagsskúlan. Hann sigur, at skúlin varð bygdir í 1974. Tað vóru norðmenn, sum bygdi hann og teir mettu, at krøvini til skúlabygging broyttust so skjótt, at tað loysti seg ikki at byggja skúlar, sum hildu í meiri enn 20 ár. Nú er Felagsskúlin 30 ár og treingir til ábøtir. Sofus Johannesen sigur, at innan skal ein stórur partur av skúlanum takast niður og byggjast av nýggj- um, eins og hann skal byggjast út. Tilsamans er arbeiðið mett at kosta 30,8 milliónir. Tað er eitt stórt tak hjá hesum kommununum at fara undir. Men samstundis er tað greitt, at hesar 30,8 milliónirnar eru avgjørt markið fyri, hvussu nógv útbyggingin skal kosta. Formaðurin í stýrinum fyri skúlan sigur, at ætlanin er at bjóða arbeiðið út í næstum og at fara undir tað tíðliga í summar. Men arbeiðið er so um- fatandi, at tað fer at taka eini tvey, trý ár. Í tí partinum, sum skal takast niður og byggjast av nýggjum, er ætlanin at gera skúlastovurnar størri. Í løt- uni eru tær einar 50 fer- metrar, men tær nýggju stovurnar verða einar 65 fermetrar. Annars er ætlanin at byggja nýggjar serstovur, nýggja skúlahøll og mat- stovu. Harumframt skulu eisini umklæðingarrúmini til fimleikarhøllina og svimjihøllina, gerast. Sofus Johannesen sigur, at hóast hetta er eitt tungt tak, er hetta neyðugt fyri at ganga undir treytunum í nýggju skúlalógini. – Tað er ógvuliga umráð- andi at hava ein góðan skúla. Á Oyrabakka ganga 115- 120 næmingar í framhalds- deildini. Men børn úr bygd- arskúlunum, sum eru við í skúlanum, eru eisini á Oyrabakka og svimja og gera fimleik Sofus Johann- esen væntar, at børnini úr bygdarskúlunum koma at brúka nøkur av serstovun- um. Hann sigur, at kommun- urnar, sum eru saman um arbeiðið, hava samtykt at gera arbeiðið. Men nú fíggjarætlanin er løgd, skulu tær eisini góð- taka hana og at betala sín part av arbeiðnum. Stinga høvdini saman eftir valið Byggja skúlan út fyri yvir 30 milliónir –Tað er ikki eitt krav frá arbeiðsgevarunum, at tímalønin ikki skal hækka meir, sigur Jan Mortensen, stjóri í vinnuhúsinum Skúlin á Oyrabakka verður sum spildurnýggjur, tá ið hann er liðugur, og so verður hann munandi størri eisini við matstovu, serstovum og rúmligum flokshølum Tveir av royndastu politikkarunum í nýggjari tíð, Óli Breckmann og Vil- helm Johannesen, harmast um, at per- sónliga sambandið við veljaran er við at fána burtur. Báðir hava verið fastir fúsir í valstríðum, síðan fyrst í sjeytiárunum VALSTRÍÐ Páll Holm Johannesen pall@sosialurin.fo Heimasíður, SMS-boð, faldarar, rúgvuvís av lesara- brøvum, ráðgevarar av al- skyns slagi og sjálvglað valevni, sum ikki fýra fyri at gera metur stórar plakatir av sær sjálvum. Hetta eru mill- um átøkini, sum valevnini til løgtingsvalið í 2004 nýta fyri at tekkjast føroyska veljaranum. Nógv vilja vera við, at valstríðið í ár minnir ikki sørt um fjákutu val- stríðini í Amerika. Ein av flokkunum í val- stríðnum hevur herrópið "Fram kemur hann, ið hóv- liga fer". At kalla framferð- ina hjá mongu av valevn- unum fyri hóvliga, er at taka dýran til, tí føroyski veljarin verður dagliga díktur undir við valtilfari. Fyri at leita aftur til dag- arnar, har føroysk valstríð vóru føroysk og ikki am- erikonsk, hava vit sett tveimum av royndastu politikkarunum í nýggjari tíð, Óla Breckmann og Vil- helm Johannesen, stevnu til at hugleiða um valstríðini í 70 árunum Meira persónligt Óli Breckmann varð fyrstu ferð valdur á ting í1974 fyri Fólkaflokkin. Formaðurin í tingbólki fólkafloksins hev- ur sostatt møguleika at halda sín 30 ára starvsdag í løgtinginum seinni í ár, men hetta er sjálvsagt treyt- að av, at Óli verður valdur á ting komandi týsdag Vilhelm Johannesen still- aði fyri fyrstu ferð upp í 1970, men varð ikki valdur fyrr enn í1980. Óli og Vil- helm hava ført valstríð í hvør sínum herðashorni Føroyum. Breckmann hev- ur rikið í miðstaðarøkinum, meðan Johannesen hevur rikið í Norðoyggjum. Hóast valstríðini í mið- staðarøkinum og í Norð- oyggjum ikki eru so lík, eru báðir á einum máli um, at persónliga sambandið við veljaran er við at fána burt- ur. Óli og Vilhelm settu, í hvør sínum lagi, undir valstríðunum í 70 árunum nógva tíð av til at vitja fólkí í húsum teirra og tala fyri sær og sínum flokki. – Stemningurin var heilt serligur, tá vit gingu húsa- gongd. Fólk vóru í góðum hýri og heimini vóru fjálg og hugnalig at koma í, greiðir Óli Breckmann frá. Húsagongd var vanliga bæði áðrenn og aftaná val- fundirnar á teimum smærru støðunum. Vilhelm Jo- hannesen sigur frá, at í Norðoyggjum var vanligt at fara bæði til Fugloyar og Svínoyar á valfund og tá vórðu flestu húsini í bygd- unum eisini vitjað. Teir halda, at valevnini í 70 árunum komu í nógv størri mun út persónliga til veljaran, meðan samskiftið millum valevni og veljara fer í dag gjøgnum loftmiðl- ar og alnetið. Í Norðoyggj- um vóru valevnini á nærum hvørjari bygd á Svínoy, Fugloy, Kunoy, Kallsoy og Borðoy. Valevnini ferðaðust mill- um oyggjarnar í báti. Túrar- nar vóru ikki heilt vanda- leysir og tað kom meir enn so fyri, at tað varð so ókyrt, at valevnini máttu fáa ein enda úr landi og verða tog- aði í land. –Tá ráddi um ikki at verða bangin, tí tað kundi kosta atkvøður, um ein ikki tordi at taka í endan og tí gjørdi mann alt fyri at koma í land, sigur Vilhelm Johannesen Í miðstaðarøkinum fór stórur partur av agitatiónini fram á húsahornum í Havn, har valevnini í hvør sínum lagi royndu at sannføra veljaran um at velja seg. Óli Breckmann sigur, at valevnini úr Havn komu eisini út um høvuðstaðin. Valfundir vóru bæði Nólsoy og Kaldbak. Strævið Vilhelm Johannesen held- ur, at tað gerst alsamt strævnari at fylgja við í val- stríðunum. – Mann verður bombarderaður við bræv- greinum, faldarum, sjón- varp og útvarpi. Útvarpið og sjónvarpið hava valsend- ingar samstundis og tí verð- ur ein noyddur at fylgja við í báðum í senn og tað er strævið, sigur hann. Javnaðartingmaðurin í Norðoyggum síðan 1980 heldur tað er harmiligt, at persónliga sambandið við veljaran er burtur. Hann greiðir frá, at Javnaðar- flokkurin í Norðoyggjum fór seinasta val undir eitt átak fyri at halda fast í per- sónliga sambandinum við veljaran. Valevnini í Norð- oyggjum vitja fyritøkur í Klaksvík og greiða stutt frá, hvørji valevnini eru og hvørji aðalmálini hjá flokk- inum eru. – At vitja fólk persónliga dámar mær nógv betur enn roksa við heimasíður og SMS boð, sigur Vilhelm Johannesen Forkunnugar plakatir Í dag ber ikki til at venda sær, uttan, at metur langar plakatir av valevnum eru at síggjast kring alt landið. Plakaturnar koma upp fleiri vikur undan sjálvum val- degnum. Talið av plakatum økist fyri hvørt val og heldur enn at prýða býin, vil onkur verða við at plak- atirnar misprýða býin. Leita vit nøkur ár aftur, komu valplakatirnar ikki upp at hanga fyrr enn sjálv- an valdagin. Maður fór vanliga av húsi kvøldið fyri valdagin og tá fólk vaknaðu sjálvan valdagin var býurin prýddur við alskins val- plakatum. – Teir gomlu høvdu lagt lítið í plakatirnar í dag. Tær eru ov perssónsfikseraðar og teir gomlu høvdu ikki dámt, at valevnini gjørdu persónligar plakatir í mans- hædd, tí tað hevði verið tek- in um persónar, sum vóru ov glaðir fyri seg sjálvar, held- ur Óli Breckmann. Óli fortelur, at á Meinig- heitshúsinum vóru vanliga nógvar plakatir. Trælykta- pelarnir runt í býnum vóru eisini nógv nýttir. Flokkar- nir høvdu teknarar at gera plakatir og tað var ein ser- liga heiður, um mann var á eini plakat, greiðir Óli Breckmann frá. Hann minnist serliga eina plakat, sum Tjóðveldis- flokkurin ella Javnaðar- flokkurin høvdu gjørt av sær til løgtingsvalið í 1974, har hann varð keipumynd- aður sum ein stór hóttan fyri Føroyar. – Í mínum fyrsta valstríði varð ein heil plakat gjørd av mær og tað var stórt tá. Eg var errin av at verða av- myndaður og eg fekk seinni plakatina í varðveitslu, sigur Óli Breckmann. Í Norðoyggjum var Tjóð- veldisflokkurin fyrstur við plakatum. Vilhelm sigur seg minnast frá valinum í 1966, at Tjóðveldis- flokkurin rættiliga brynjaði seg út við plakatum. – Teir høvdu eina rúgvu av plak- atum og bannarum í býn- um. Eg kann eisini minnast, at teir eisini lýstu við elekt- riskum perum á Kjøli. Per- urnar rukku yvir góðar 300 metur og á Kjøli stóð, Vel tjóðveldi, fortelur Vilhelm Johannesen Hann leggur skemtandi afturat, at Tjóðveldisflokk- urin fekk kortini eitt óvan- liga vánaligt val í Norð- oyggjum hetta løgtings- valið. Persónliga sambandið er burtur –Teir gomlu høvdu lagt lítið í plakatirnar í dag. Tær eru ov perssónsfikseraðar og teir gomlu høvdu ikki dámt, at valevnini gjørdu persónligar plakatir í manshædd, tí tað hevði verið tekin um persónar, sum vóru ov glaðir fyri seg sjálvar, heldur Óli Breckmann Mynd: Savnsmynd Í valstíðnum 2004 ræður um at hava so stórar plakatir sum gjørligt. Fyrr varð góðskan av teknaðu plakatunum sett í há- sætið. Her er ein tilvildarlig plakat hjá Tjóðveldisflokkinum avmyndað miðskeiðis í nítiárunum Mynd: Savnsmynd C M Y K 11 10