fríggjadagur 16. januar 2004síða 7
‹ fyrra síða allar 29 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
12
Nr. 10 - 16. januar 2004
Nr. 10 - 16. januar 2004
13
Fram til jóla arbeiddu
tey í tveimum skiftum
á Kryvjing í Klaksvík,
men síðani hevur ikki
verið so nógv at gera,
og 20 fólk mistu
teirra starv á virkin-
um. Í dag arbeiðir ein
vakt á virkinum í
mesta lagi átta tímar
um dagin. Heini
Gregersen, stjóri,
vónar tó, at tað fer at
verða meira at gera í
februar ella mars
mánaði
ALIVINNA
Solby A. Eliasen
solby@sosialurin.fo
Klaksvík:
Árið
2003
royndist væl hjá Kryvjing.
Virkið tók ímóti óvanliga
nógvum fiski, og komst tað
serliga av, at sjúka var í
nógvum alibrúkum kring
landið, og fiskurin mátti
tískil slaktast í skundi.
Virkið tók eisini ímóti
sjúkum laksi frá Vestlaks í
Oyndarfirði, sum tá ikki
fekk loyvi til at flyta tann
sjúka fiskin til Kollafjarðar.
Men tann trupulleikin er
loystur í dag, so tað minni
av fiski afturat kemur til
kryvjivirkið.
Tí var sera nógv at gera á
virkinum – serliga fram til
jóla – og arbeitt varð í
tveimum vaktum. Men tá
nýggja árið byrjaði var ikki
nógv at gera, og 20 fólk
vórðu send heim. Tey, ið
eftir eru á virkinum nú,
arbeiða í mesta lagi átta
tímar um dagin.
– Tað er so nógv minni at
gera nú, og onkrar dagar
verður bert arbeitt einar
seks tímar, sigur Heini
Gregersen.
Laksurin, sum kemur á
virkið í dag, kemur frá East
Salmon í Funningsfirði, og
hann er ikki sjúkur. Men
Heini sigur, at prísurin í
dag er so lágur, einar 17 til
18 krónur fyri kilo. Og er
tað so mikið lítið, at um tað
ber til at bíða, so ger man
tað og vónar, at prísurin fer
uppaftur. Sostatt eru hesi
viðurskiftini høvuðsor-søk-
irnar til, at tað er so lítið av
arbeiði á nýggja kryvji-
virkini hjá Faroe Salmon og
East Salmon á vestaru
bryggju.
Betur í mars
Men Heini Gregersen sigur
tó, at útlit eru fyri, at støðan
fer at batna, tá komið er út í
februar ella mars.
– Okkurt týðir uppá, at
útboðið serliga úr Noreg
verður nógv minni tá, so
tað er bara at vóna, at
prísurin batnar til ta tíð,
sigur hann. Hann leggur
afturat, at mark eisini er
fyri, hvussu longi haldast
kann fram við at goyma
fiskin í sjónum.
– Um so verður, kemur
virkið helst aftur at arbeiða
í tveimum skiftum og fer at
seta fleiri fólk aftur. Men
tað fer tíðin at vísa.
Annars var 2003 ikki so
galið ár hjá nýggja kryvji-
virkinum sjálvum. 13.200
tons av laksi varð slaktað í
fjør, og virkið gav avlop.
Men samanumtikið var úr-
slitið nakað heilt annað.
– Árið royndist serstak-
liga illa í alibrúkunum á
sjónum, men Kryvjivirkið
gav sum sagt avlop, sigur
Heini Gregersen.
P/f Kryvjing byrjaði sítt
virksemi í november í
2002, og fyrsta heila árið
gav eitt avlop.
Í seinastu útgávuni av
Útlit og Rák staðfestir
Kaupthing, at gongd-
in í heimsbúskapin-
um hevur togað stóru
partabrævamarknaði
rnar rætta vegin
VIRÐISBRØV
Jákup Mørk
Hjá teimum, sum hava gjørt
íløgur í altjóða partabrøv,
tykist nú at ganga rætta
vegin, eftir at gongdin í
hesum mestu sum bara
hevur verið niðurgangandi
seinasta góða árið.
Í seinastu útgávuni av
Útlit og Rák staðfestir virð-
isbrævameklarafelagið
Kaupthing,
at
rákið
í
heimsbúskapinum
tykist
vera vent, og at bæði láns-
brævarentur og partabræva-
indexini
kring
heimin
hækkaðu munandi seinasta
ársfjórðingin
av
2003.
Samanlagt gjørdi hetta, at
2003 varð eitt hitt besta
partabrævaárið í longritíð.
Hetta skal tó haldast saman
við stóra fallinum, sum
hevði verið síðani heystið í
2003.
Í tíðindabrævinum frá
Kaupthing verður annars
tikið samanum 2003, sum
annars byrjaði við sera
døprum tølum á ymsu
virðisbrævavísitalinum. Á
sumri komu tó fyrstu
ábendingarnar um, at ein
verulig búskaparlig fram-
gongd var at hóma, og tá
bæði amerikanarar og euro-
pearar valdu at lækka rent-
una niður á lægsta støðið í
áratíggjur, stimbraði hetta
samstundis undir íløgu-
hugin, og tá tað í næstum
eru útlit fyri almannakunn-
gerð av fleiri heilt góðum
roknskapum, er vísitalið á
stóru børsunum farið upp-
eftir. Eisini í Europa, hóast
viknandi dollarin viknar
um
kappingarførið
hjá
europeiskum
fyritøkum
mótvegis
amerikonskum
kappingarneytum.
Heldur
óvæntað,
so
gjørdist talan eisini um eitt
gott ár fyri lánsbræva-
marknaðin. Hesin er meira
proportionalt tengdur at
rentuni hjá tjóðarbankun-
um, men eitt nú hevur fall-
andi talið av úrtíðarinnloys-
ingum av dýru lánsbrøv-
unum havt eina positiva
gongd við sær.
Í Útlit og Rák, sum ann-
ars inniheldur gjøllari frá-
greiðingar um gongdina á
ymsu virðisbrævamarknað-
unum, verður at enda mett,
at útlitini fyri partabræva-
marknaðin í 2004 eru góð.
Ikki minst tykist tað í løtuni
vera lokkandi at seta pen-
ing í norðurlendsk virðis-
brøv.
Góð útlit fyri partabrøvum
20 fólk
uppsøgd
á Kryvjing
Í desember mánaði í
fjør skrivaði føroyska
KT-fyritøkan
Formula.fo undir
avtalu við KT-fyri-
tøkuna Accenture
VEITARAAVTALA
Tíðindaskriv
Accenture er ein heimsum-
fatandi veitari av KT-loysn-
um og -ráðgeving, sum
hevur 83.000 fólk í starvi,
harav eini 400 í Danmark.
Men hvat snýr avtalan seg
um og hvussu er hon fingin
í lag?
- Vit lósu í Computer-
world, at Accenture nýliga
var farið undir at menna
eina apoteksloysn og at hon
skuldi byggjast á standard
ERP skipanina Axapta.
Sjálvir hava vit ment eina
Axapta grundaða loysn til
føroyska apoteksverkið, so
hetta var áhugavert at lesa,
greiðir Anfinnur Hovgaard
frá. Hann er leiðandi for-
ritari á Formula.fo
- Av tí, at vit hava fingið
gott innlit í apoteksarbeiði
og samstundis hava hollan
Axapta førleika, vóru vit
beinanvegin sannførdir um,
at vit høvdu nakað at bjóða
og sóu ein góðan møgu-
leika fyri samstarvi, sigur
Snæbjørn B. Jacobsen, sum
er projektleiðari á apoteks-
verkætlanini.
- Dagin eftir, at greinin
hevði staðið í blaðnum,
ringdu vit til Accenture og
bjóðaðu okkum at hjálpa
teimum við okkara roynd-
um. Teir vóru eitt sindur
bilsnir av hesum óvæntaða
tilboð, men opnir fyri ein-
um samstarvi. Eftir at teir
høvdu sæð okkara skipan
gjørdust teir sera hugaðir
fyri samstarvi og vildu
fegnir gagnnýta okkara før-
leika, sigur Snæbjørn B.
Jacobsen víðari.
3 vikur seinni var sam-
starvsavtala undirskrivað.
Hetta var fyrst í desember í
fjør og í løtuni er John
Mikkelsen frá Formula.fo í
Danmark og forritar saman
við Accenture fólkunum.
Hann var eisini niðri og
hjálpti til við greiningar-
arbeiðinum fyri jól.
Formula.fo hevur í fleiri
ár arbeitt miðvíst við at
víðka virksemið út um
landoddarnar. Málið er, at
ein partur av søluni skal
stava frá útlendska markn-
aðinum. Bæði tí at vakstrar-
møguleikarnir á heima-
marknaðinum eru avmark-
aðir og fyri at hava meira
enn tað eina beinið at
standa á. Góðar vónir eru
fyri hesari strategi, tí tað
vísir seg, at ritbúnaður og
tænastur frá Formula.fo eru
væl kappingarfør — eisini
uttanfyri Føroyar.
Formula.fo undirveitari hjá Accenture
Virksemið á Kryvjing í
Klaksvík er so mikið nógv
minkað, at 20 fólk eru søgd
úr starvi og nú verður bert
arbeitt í einari vakt um
dagin. Starvsfólkið fær nóg
illa fulla arbeiðsviku
Savnsmynd
Formula hevur eini stór og
góð hús í Taastrup við Keyp-
mannahavn, men hugaligt
var at bjóða samstarvs-
felagnum inn í hølini á
Norðurbryggjuni, har sátt-
málin varð undirskrivaður.
Hetta var fyrsti dagur, húsið
var opið fyri vanligum
virksemi. Her sæst Snæbjørn
í einum av hølunum á
føroysku hæddini
C
M
Y
K
13
12