Sosialurinarkiv
Sosialurin 2004-01-16, síða 8
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

fríggjadagur 16. januar 2004síða 8

‹ fyrra síða allar 29 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

Nr. 10 - 16. januar 2004 15 Bergur Dam 2/110 pdf. 15 14 Nr. 10 - 16. januar 2004 Valúrslitið kann fara púra av leið Veljarakanningin, sum varð kunngjørd í Sosialinum um dagar- nar, hevur skapt spenning um lagnuna hjá ymsu flokkunum í einstøku valdømun- um og nógvar spekul- atiónir um, hvørjir tinglimir fara at liggja eftir á. Tað, sum verri er, er, at kanningin vísir, at tað skal lítið til, áðrenn vit fáa eitt tingmannabýti, sum er ímóti øllum tí, ið ætlanin er við valskip- an, sum skal tryggja lutfalsliga umboðan. Valskipanin eigur at fáa bráfeingis rætting- ar sum skjótast VELJARAKANNING Jógvan Mørkøre Stóru andstøðuflokkarnir kláraðu seg frægast. Sam- bandsflokkurin stóð til at fáa 10 tinglimir, allir val- dømisvaldir, Javnaðar- flokkurin 8, somuleiðis all- ir valdømisvaldir. Javnað- arflokkurin er tann, sum stendur til at fáa bíligastu tinglimirnar, t.e. fægstar at- kvøður fyri hvønn valdan tinglim. Gott hundrað atkvøð- ur fluttar, so er vent í holuni Tað, sum ikki hevur verið frammi, er, at lítið skal til, so verður úrslitið hitt øv- ugta millum hesar flokkar. Ímynda vit okkum, at kann- ingin var valið, so skuldu bert fáar atkvøður flytast millum Sambandsflokkin og Javnaðarflokkin í Vág- unum og Suðuroy, so fekk Javnaðarflokkurin 10 og Sambandsflokkurin 8 val- dømisvaldar. Fimtan fluttar atkvøður frá Sambands- flokkinum til Javnaðar- flokkin, so fingu flokkarnir hvør sín av teimum báðum valdømisvaldu har vesturi í staðin fyri, at Sambands- flokkurin fer við báðum sum í kanningini. Nakað tað sama ger seg galdandi í Suðuroy, har 92 atkvøður skulu flytast í døminum frá kanningini, so fær Javnað- arflokkurin 3 í staðin fyri 2 av teimum 4 valdømisvaldu í oynni, og Sambandsflokk- urin má taka til takkar við bert 1 í staðin fyri 2 sum í kanningini. Tað er so tað, tað er. Tað, sum ger hetta taldømi áhugavert, er, at hóast tað lagar seg so øvugt fyri Sambandsflokkin, so fær hann ikki lut í býtinum av teimum 5 eykavaldu, um vit rokna víðari eftir leistin- um í vallógini. Úrslitið verður, at Sambandsflokk- urin við gott 28 %’um fær bert 8 tinglimir tilsamans, meðan Javnaðarflokkurin við næstan 6 % minni í veljaraundirtøku fær 10 tinglimir. Endamálið við valskipan sum okkara Valskipan sum tann, vit hava, er valskipan, sum fyrst og fremst skal tryggja lutfalsliga umboðan, so flokkarnir, ið fáa valt upp- stillaðar limir á ting, fáa eina umboðan, ið svarar til undirtøkuna millum veljar- arnar. Endamálið er ikki bert at tryggja rættvísa um- boðan, men líka nógv at ein flokkur, sum gongur fram á einum vali, eisini fær øktar møguleikar at fremja sín politikk. Annars gevur tað púrt onga meining at tosa um fólksins dóm og fólks- ins vilja. Sum er, hava vit eina skipan, har tað er komið fyri, at flokkur, sum er farin fram í veljaraundirtøku, hevur mist burtur av síni tingumboðan. Og vit skulu ikki longur aftur enn til løgtingsvalið í ’98, tá Fólka- flokkurin fekk sama ting- mannatal, sum Tjóðveld- isflokkurin, hóast 2,5 % á muni í veljarundirtøku. Báðir fingu 8 tinglimir, Fólkaflokkurin 21,3 % og Tjóðveldisflokkurin 23,8 %. Tá slíkt kemur fyri, verð- ur tosað eitt sindur um at broyta skipanina, men skjótt er tað gloymt, og spurningurin, um vit skulu hava eitt valdømi í staðin fyri sjey sum nú, sleppur at skúgva meira átrokandi spurningar til viks. At tað er neyðugt at gera nakað við henda spurning, vísir dømið við veljara- kanningini sum støði til fulnar. Eitt valúrslit kann gerast púra rangvørt. Hvat er galið? Tá ið vallógin seinast fekk eina yvirháling í 1978, varð talið á møguligum eyka- valdum minkað úr 10 niður í 5. Samstundis vórðu val- dømisvaldu øðrvísi býtt millum valdømini, og saml- aða talið varð økt úr 20 upp í 27. Talan varð um eina justering orsakað av demo- grafisku broytingum. T.d. fekk Suðurstreym 8 við lógarbroytingini í mun til 4, sum valdømið hevði havt í eitt mannaminni. Men at minka talið av eykavaldum, samstundis sum hildið varð fast við gamla uppgerðarháttin, eis- ini nevnt d’Hondt-hátturin, varð einki heppið val. Alla aðrastaðni, har roynt verður at hava lutfalsval til tjóðar- ting, er Sainte-Lague-hátt- urin komin í staðin fyri d’Hondt. Munurin liggur í, at við d’Hondt-háttinum, sum vit enn brúka, býta vit í valdøminum atkvøðutalið hjá einstøku flokkunum við 1,2,3,4 osfr. Sainte-Lague- hátturin - ella staktalshátt- urin - brúkar staktøl, 1,3,5 osfr. at býta við. Tá ið val- dømisvaldu tinglimirnir skulu finnast í valdømin- um, fær tann flokkur, ið hevur flestar atkvøður fyrst valda tinglimin. Síðani verður atkvøðutalið býtt við 2 í d’Hondt og við 3 í Sainte-Lague-háttinum, og hugt verður eftir, um talið framvegis er størri enn tey óbýttu hjá kappingarneyt- unum. Er tað tað, fær flokk- urin eisini næst valda, og síðani verður atkvøðutalið býtt við 3 í d’Hondt-skip- anini og við 5 í Sainte- Lague. Stórir flokkar fáa soleiðis meira burtur úr d’Hondt-skipanini, sam- stundis sum hon krevur, at eitt størri tal av eykavaldum tinglimum má til fyri at javna teir mismunir, ið upp- standa, og til tess at tryggja, at talan er um lutfalsval í landinum sum heild. Okkara valskipan er óheppin, tí at vit hava fram- vegis d’Hondt-háttin at býta valdømisvaldu við, samstundis sum vit hava eitt ov lítið tal av eykavald- um til at javna teir mismun- ir, ið verða fyri landið sum heild. Við tilhugsaða døminum frá kanningini ber til at lýsa, hvussu langt av leið, vit í grundini eru. Skuldu teir ójavnar beinast burtur, sum uppstanda, tá ið ein flokkur við bert 22,5 % av atkvøðunum kann fáa 10 valdømisvaldar, so hevði tað kravt 18 eykavaldar tinglimir í staðin fyri bert 5, rokna vit eykavald eftir galdandi lóg, men taka loftið burtur. Samlaða ting- mannatalið hevði tá blivið 45 í staðin fyri 32, um rætta lutfallið skuldi tryggjast. Tiltrongd tiltøk At taka loftið fyri eykavald burtur er neyvan loysn, ið vinnur undirtøku. Hvørki millum manna ella í Løg- tinginum. Men tað ber til at fremja ábøtur, so tað slepst undan teimum mest mein- ingsleysu sveiggjunum. Stýrisskipanarlógin loyvir upp í 33 tinglimum. Og let- ur tað so yvir til løgtingið at skipa fyri rest við løgtings- vallóg. So har er t.d. møgu- leiki at økja talið av eyka- valdum úr 5 upp í 6 og sam- stundis fara frá d’Hondt- háttinum til Sainte-Lague. Royna vit henda leist upp á tilhugsaða dømið frá veljarakanningini, so fáa vit eitt øðrvísi tingmanna- býti. Sambandsflokkurin hevði fingið 10 og Javnað- arflokkurin 9, meðan hinir høvdu fingið tað sama. Heilt rættvíst hevði tað ikki blivið, men ringastu skeiv- leikarnir høvdu verið tiknir burtur. Nú vit eru í gongd: Valdømi og lutfalsval At vit hava lutfalsval merk- ir ikki bert, at vit skulu hava rætt lutfall millum flokkar, men somuleiðis millum valdømini. Veljarabýtið ímillum val- dømini er ikki tað sama sum í 1978. Skuldu teir 27 valdømisvaldu tinglimirnir verið býttir av nýggjum, so samsvar var ímillum velj- aratal og tingmannatal í hvørjum valdømi sær, so hevði býtið verið hetta: Sí talvu 3 niðast á síðuni. Hvussu realistiskt tað er at fremja hetta, er meira ivasamt. Tá ið vallógin varð broytt í 1978, vísti tað seg at bera til at økja talið í einkultu valdømunum, men at minka tað í valdømi bar ikki til í Løgtinginum. So skal hetta býti rættast til uttan at økja tingmanna- talið, verður tað ivaleyst neyðugt at leggja spurning- in til serstaka nevnd uttan fyri tingið at avgera. Talva 1: Úrslit frá veljarakanning og úrslit, um mandatbýti við fáum atkvøðum fluttar í Vága og Suðuroyar valdømum Kanning januar 2004 Broytt býti - 15 atkvøður fluttar í Vágum og 92 í Suðuroy %-býti Valdømisvald Eykavald Vald tils. %-býti Valdømisvald Eykavald Vald tils. A. Fólkaflokkurin 19,8 5 1 6 19,8 5 1 6 B. Sambandsflokkurin 28,5 10 0 10 28,2 8 0 10 C. Javnaðarflokkurin 22,1 8 0 8 22,5 10 0 8 D. Sjálvstýrisflokkurin 3,9 0 1 1 3,9 0 1 1 E. Tjóðveldisflokkurin 19,4 4 2 6 19,4 4 2 6 H. Miðflokkurin 4,1 0 1 1 4,1 0 1 1 K. Hin Stuttligi Flokkurin 2,1 0 0 0 2,1 0 0 0 100,0 27 5 32 100,0 27 5 32 Talva 2: Somu fortreytir sum í talvu 1, men uttan loft á talinum av valdømisvaldum Kanning januar 2004 Broytt býti sum áður -við neyðuga talinum av eykaumboðum %-býti Valdømisvald Eykavald Vald tils. %-býti Valdømisvald Eykavald Vald tils. A. Fólkaflokkurin 19,8 5 1 6 19,8 5 4 9 B. Sambandsflokkurin 28,5 10 0 10 28,2 8 5 13 C. Javnaðarflokkurin 22,1 8 0 8 22,5 10 0 10 D. Sjálvstýrisflokkurin 3,9 0 1 1 3,9 0 2 2 E. Tjóðveldisflokkurin 19,4 4 2 6 19,4 4 5 9 H. Miðflokkurin 4,1 0 1 1 4,1 0 2 2 K. Hin Stuttligi Flokkurin 2,1 0 0 0 2,1 0 0 0 100,0 27 5 32 100,0 27 18 45 Talva 3 Norð- Eyst- N.Str. S. Str. Vág- Sand- Suð- Tils. oyggjar uroy ar oy uroy Í dag 4 5 2 8 2 2 4 27 Rættað 3 6 2 10 2 1 3 27 C M Y K 14 Bergur P. Dam Valevni Javnaðarfloksins í Suðurstreymoy Tolsemi Samhaldsfesti Sjálvbjargni nakað fyri w w w . b e r g u r d a m . c o m