Sosialurinarkiv
Sosialurin 2004-01-16, síða 9
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

fríggjadagur 16. januar 2004síða 9

‹ fyrra síða allar 29 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

16 Nr. 10 - 16. januar 2004 Nr. 10 - 16. januar 2004 17 Ein afturvendandi pástandur í valsstríði Tjóðveldisflokk- urin er, at Føroyar hava ein sunnan búskap, og at hetta kunnu føroyingar takka Karsten Hansen fyri. Búskapur snýr seg um annað og meira enn landsins fíggjarlóg. Bú- skapurin fevnir um vinnulív sum heild, herundir fiski- vinnu á sjógvi og landi, almennar fyirtøkur, landsfyri- tøkur, fíggjarstovnarnar og almennu fíggjarviðurskiftini eitt nú landsins fíggjarlóg. Spuringurin, sum mong seta sær í hesum døgum, er hesin: er øll henda skipan frísk og sunn? Hvussu sunn er alivinnan á sjógvi? Hvussu sunn er alivinnan á landi og í hesum sambandi: hvussu sunnar eru tær vinnur, sum eru tengdar at alivinnuni á sjógvi og á landi? Hvussu sunn er rækjuvinnan á sjógvi? Hvussu sunn er flakavinnan? Hvussu sunnur er føroyski fíggjarheim- urin? Hvussu sunnur er skipasmiðjuídnaðurin? Hvussu er støðan í KT-vinnuni? Soleiðis kundu vit og mong við okkum hildið áfram við at spurt. Tað skuldi ikki verið neyðugt her at gjørt eina roynd at finna tey røttu svarini, tí tey, sum pástanda, at øll henda skipan er sunn, kenna svarini betur enn vit. Tey hava jú meira enn nakar annar havt fingurin á pulsinum. Men tey pástanda treystliga og uttan at blunka, at øll skipanin er sunn. Ja., vit skulu enntá vera errin og stolt av støðuni! Hvussu stendur so í roynd og veru til við øllum búskapinum? Jú, alivinnan er fokin og við henni fara aðrar vinnugreinir, sum eru tengdar at henni. Rækjuvinnan stendur á gravarbakka, og flakavinnan á landi er komin á fallandi føti í og við, at flestu virki framleiða við halli. Hvussu fíggjarheimurin hevur tað, vit vita ikki, men alt bendir á, at avlopið 2003 verður ikki í nánd av tí, vit hava sæð áður. Kanska einki. Uppsagnir og skerjingar í virk- semi eru beiskur veruleiki. Tann einasti partur av skip- anini, ið tykist hava tað gott, er landskassin. Tað almenna eigur tvær milliardir á bók, fáa vit at vita í tíð og ótíð. Hví eigur tað almenna tvær milliardir á bók? Jú, tí vit nú í eini fimm seks ár hava havt heimsins størsta skattatrýst, so einfalt er tað! Hví er tað komið so langt út við búskapinum? Tað er ilt at svara, men tað tykist, sum fleiri orsøkir eru til hesa vanlukku støðu. Eitt er, at Tjóðveldisflokkurin treiskliga hevur hildið fast um ein ultraliberalistiskan búskapar- politikk, har tað hevur verið altumráðandi, at frælsu marknaðarkreftirnar eina skuldu ráða. Ein onnur orsøk er ivaleyst, at landsstýrið hevur verið lammað av innanhýsis klandri og ósemjum. Ein og hvør búskaparlig skipan krevur eitt neyvt samstarv millum fíggjarmálaráð og vinnumálaráð. Hetta samstarv hevur ikki verið til hesi seinastu árini. Høgra hond hevur ikki vitað, hvat vinstra hond gjørdi. Her hevur als eingin samskipan av teimum ymsu búskaparpolitisku amboðum verið til staðar. Nú hava havt eitt fólkaflokslandsstýri og eitt tjóðveldislands- stýri, so einfalt er tað. Nú svíður sum svøllur, og tað svíður sum vanligt til tann vanliga føroyingin. Uppsagnir í hópatali eru framdar ella eru á veg. Ótryggleiki eyðkennir aftur gerandisdagin hjá starvsmonnum og verkafólki í Føroyum. So kunnu flokkar tosa um sunnan búskap, so leingi teimum lystir. DAGSINS MEINING Sosialurin Sunnur búskapur? VIÐMERKINGAR Sosialurin Stovnaður: 1927 Ábyrgdarblaðstjóri: Jan Müller jan@sosialurin.fo Blaðstjóri: Eirikur Lindenskov eirikur@sosialurin.fo Fíggjarleiðari: Jákup Mørk jakup@sosialurin.fo Marknaðardeild: lysing@sosialurin.fo Finnbjørg Nattestad finnbjorg@sosialurin.fo Durita Simonsen durita@sosialurin.fo Blaðfólk: Áki Bertholdsen aki@sosialurin.fo Eyðun Klakstein eydun@sosialurin.fo Edvard Joensen edvard@sosialurin.fo Heri á Rógvi heri@sosialurin.fo Ingrid Bjarnastein ingrid@sosialurin.fo Vilmund Jacobsen vilmund@sosialurin.fo Solby Eliasen solby@sosialurin.fo Dagfinn Olsen dagfinn@sosialurin.fo Ingi Rasmussen ingi@sosialurin.fo Magnus Gunnarsson maggi@sosialurin.fo Ítróttur: Jákup Mørk jakup@sosialurin.fo Myndamenn: Álvur Haraldsen alvur@sosialurin.fo Jens Kristian Vang jensk@sosialurin.fo Sosialurin í Norðoyggjum: Postsmoga 231 Nólsoyar Pálsgøta 1, 700 Klaksvík tel. 458686 fax 458687 e-post: klaksvik@sosialurin.fo Sosialurin í Suðuroy: tel. 375364 fax 375464 tel. 220727 e-post: aki@sosialurin.fo e-post: dagfinn@sosialurin.fo Sosialurin í Eysturoy: Postsmoga 143, Saltangará tel. 447820 fax 449520 tel. 228909 e-post: vilmund@sosialurin.fo Sosialurin í Vágum: 360 Sandavágur tel. 333820, 220507 fax 333720 e-post: edvard@sosialurin.fo e-post: vagar@sosialurin.fo Uppseting/prent: Uppseting: Hestprent Prent: Prentmiðstøðin Útgevari: Sp/f Sosialurin Avgreiðsla: Mán.-frí. 8-16 Argjavegur 26, Tel. 341800, Fax 341801 Postadressa: Postboks 76, 110 Tórshavn E-mail: post@sosialurin.fo lysing@sosialurin.fo lysingartorg@sosialurin.fo varp@sosialurin.fo Blaðið verður prentað mánadag-fríggjadag klokkan 1400 Lýsingar Freistir: Tekstlýsingar Størri lýsingar Lýsingartorgið Heilsanir Týsdagsblaðið Mán.kl. 10 Frí. kl. 15 Frí. kl. 12 Frí. kl. 12 Mikudagsblaðið Týs. kl. 10 Mán. kl. 15 Mán. kl. 12 Mán. kl. 12 Hósdagsblaðið Mik. kl. 10 Týs. kl. 15 Týs. kl. 12 Týs. kl. 12 Fríggjadagsblaðið Hós. kl. 10 Mik. kl. 15 Mik. kl. 12 Mik. kl. 12 Leygardagsblaðið Frí. kl. 10 Hós. kl. 15 Hós. kl. 12 Hós. kl. 12 Størri lýsingar, sum nógv arbeiði stendst av, mugu vera inni í góðari tíð og áðrenn ásettu freistir. Framíhjápláss má umbiðjast í góðari tíð. Stødd: Ein heil síða í Sosialinum er 254 mm breið og 346 mm í hædd. Breiddin á einum teigi er 39mm og rúmið millum teigarnar er 4mm. Innsent tilfar Fult navn skal vera undir innsendum tilfari. Innsendar greinar, har blaðleiðsl- an ikki er kunnað um bústað og telefonnummar, verða ikki settar í blaðið. Lena Lastein Í sambandi við støðutakuna til Kyoto-protokollina (pro- tokol undir Klima-sátt- málina) er enn ikki kannað hvussu treytirnar fyri mink- ingarnar (prosenttal) verða fyri Føroyar og tískil ber ikki til at taka støðu, hvørki fyri ella ímóti protokollina fyri enn tey eru staðfest. Tí mugu teir politikskar flokk- arnir fyrst av øllum taka støðu til um teir ætla sær at fáa set hesar kanningar í verk og um so er, hvussu og hvør skullu hava ábyrgdina av tí. Sjálvandi skullu við samráðast um minkingar grundaðar á umstøðunum at fremja minkingar í Før- oyum (t.v.s atlit skal takast til útlátsmongdir, fíggjarlig viðurskifti, orkukeldu- møguleikarnar í landinum, v.m.) akkurat sum danar í síðnari tíð samráddust út frá teirra umstøður at minka um útlátini. Løgtingið hevur samtykt Klima-sáttmálan (áleggur londini at arbeiða fyri at minka um útlátini, men ikki við eitt ávist prosenttal) sum ein partur av donsku ríkinum og er okkara støðu í sambandi við Kyoto- protokollina (minkingar við eitt ásett prosenttal í mun til útlátini í 1990) treytað av tí.( Kanska vit fyrst av øllum skullu taka støðu til um vit yvirhøvuð ætla okkum at útinna Klima-sáttmálan, sum Løg- tingið longu hava sam- tykt?). Um Løgtingið fram- haldandi ætla okkum at verða bundin til Klima- sáttmálan saman við Dan- mark skullu við samráðast um minkingar við Dan- mark. Um Løgtingið afturí- móti broytir samtiktin av Klima-sáttmálan til at verða sum eitt sjálvstýrandi øki skullu vit samráðast um prosent minkingar bein- leiðis við UNFCCC. Ongin hevur kannað hesu viður- skifti og tey verða als ikki umrødd hóast tey hava al- stóran tydning fyri okkara leiklut í royndunum at minka um árini av útlátini av veðurlagsgassi. Kyoto protokollin fevnir um at heimsins lond í felag tekur ábyrgd av at minka um útlátini av veðurlags- gassi við eitt samlað prosenttal. Hjá okkum í Føroyum verður tað helst ein spurningur um hugburð í sambandi við nýtslu av orku ið dálka umhvørvið, og um samkensla við fólk í heiminum sum verða rakt av ovurdálkina av lufthav- inum. Petur Johannesen Kann ikki lata vera við at seta tykkum ein stuttan og einfaldan spurning viðv. førda fíggjarpolitikkinum hjá undanfarna landsstýri og tykkara egna boð uppá sama. Tað er neyvan nøkur loyna, at tit líka síðan 1998 hava verið mótstøðufólk av førda fíggjarpolitikkinum her í landinum, sum hevur høvuðsábyrgdina av at vit nú megna at gjalda egnar rokningar. Eitt nú hava tey bæði ungu flogvitini hjá tykkum á tingi, Bárður N. og Johan Dahl nú skrivað so mong lesarabrøv um fíggjarpolitik, at teir báðir eftir mínum tykki áttu at sett beina kós eftir Nobel- virðislønini í búskapi - og tað gjarna í felag. Fíggj- arpolitikkurin hevur snøgt sagt áhaldandi og við lítlum haldi í veruleikanum verið "rakkaður niður". Hetta hóast vit øll vita, at før- oyski búskapurin sjáldan hevur staðið á tryggari kletti enn júst nú. Heilt stutt kunnu nevnast metstóra innistandandi í lands- bankanum (til at standa ímóti við í verri tíðum) og uttanlandaskuldin, som nú er vend til nettoogn uttan- lands. Fyri at taka eitt av sjónar- miðunum fram, hava tey bæði flogvitini td. skrivað at tær almennu lønarút- reiðslurnar eru vaksnar við ikki minni enn 8,7 pct. í miðal um árið (rætta talið er tó 8,1 pct. í miðal um árið, men lat tað fara) fram til 2002. Men teir gloyma í sama viðfangi at nevna, at lønarútreiðslurnar hjá tí almenna at kalla stóðu í stað í tíðarskeiðnum 1989- 97 og fyri slettis ikki at tala um, hvussu illa niðurpínt alt tað føroyska samfelagið (eisini lønarlagið) var í 1998 orsakað av kreppuni. Løgið er eisini, at teir gloyma at nevna allar teir mongu batarnar, ið framdir hava verið her á landi síðan 1998 (td. á almannaøkin- um, nýggjan smyril og teista, landssjúkrahús, vágatunnil o.s.fr.), og sum undanfarin landsstýri bert kunnu droyma um at hava framt. Harafturat gloyma teir at nevna, at mátt- loysisblokkurin nú einans telur 6% av samlaðu framleiðsluni her á landi. Vit eru við øðrum orðum vorðin munandi meira sjálvbjargin síðan 1998, samstundis sum allir teir mongu batarnir eru framdir. Eg veit væl av, av Sambandsflokkurin livir av ampa, men tit máttu kunn- að um ikki annað so bara roynt at hildið tykkum til veruleikan. Ein onnur and- søgn í tí, sum tey bæði flog- vitini bera fram er, at teir halda lítið um, at yvirskotið á fíggjarlógini nú er tódn- að, samstundis sum at teir eftirlýsa konjunkturpolitik (!). Hvar er logikkurin? So til spurningin. Hvat halda tykkara búskapar- orakkul, Magni Laksáfoss og aðrir (sum búskapar- frøðingar), um td. hesi bæði uppskotini (kundi funnið mong slík. Td. kundi eg spurt um ynskið hjá M. Dam um 1000 p- básar við flogvøllin) frá tykkara tingmanning: • Uppskotið um at stuðla rækjuvinnuni og venda aftur til studningsbú- skapin, ið vit kenna alt ov væl? • Og so mítt favoritt-upp- skot: at flyta 800 mió kr. úr landsbankanum í "ein samhaldsfasta"? …ella sagt á annan hátt: eru hesi bæði uppskot tykkara boð uppá sunnan fíggjarpolitik, ella fari eg skeivur her...??? Áðrenn Kyoto kjakið fer heilt út av lagi í valstríðnum! Hey, tit í Sambandsflokkinun! VIÐMERKINGAR Jóhan Carl Dam arbeiðari Seinastu tíðina hevur nógv verið tosað um tað, at hópurin av fremmandari arbeiðsmegi, sum kemur til Føroya, er alsamt vaksandi. Tosað hevur verið um, um tað nú er so heppið, at púra fremmand og ókend fólk taka arbeiðsuppgávur úr hondunum á føroyingum. Tosað hevur verið um, hvørjar avleiðingarnar eru ella kunnu verða av, at so nógv fremmand fólk koma og búleikast í okkara lítla landi. Fólk við øðrvísi hugsanum, øðrvísi mentan, siðalæru o.s.fr. Tosað hevur verið um, hví hesi fólk eru so nógv meira attraktiv fyri okkara arbeiðsgevarar. Um tey duga so nógv betur, ella um tey bara eru bíligari og lættari at hava við at gera? Og so hava nógv eisini hug- leitt um, hvussu hesi fólkini hava tað, meðan tey eru í Føroyum. Kanska ikki so nógv í arbeiðstíðini men uttan fyri hesa. Hvussu búgva tey? Hvørjar sømdir og hvørji rættindi hava tey annars? Eru tey tryggjað á nakran hátt? Í mun til óhapp, sjúku ella arbeiðs- loysi? Hvussu væl kennir ar- beiðsgevarin hesi fólkini Nógv eru, sum spyrja, hvussu væl arbeiðsgevarin kennir hesi fremmandu arbeiðsfólkini. Til teirra arbeiðsevnir og førleikar. Eru tey betri arbeiðsmegi og meira álítandi enn tann føroyska? Kenna hesi fólk- ini nakað til tær treytir, sum settar eru vørunum, tey eru við til at framleiða? Skulu vit trúgva stjóran- um í Føroya Fiskavirking, Meinhardi Jacobsen, so innflyta arbeiðsgevarar fremmanda arbeiðsmegi, tí tann føroyska er ikki nýtilig. Er tað so? Er tað so, at teir føroyingar, sum hava arbeitt á flakavirkjum sein- astu hálvtrýss árini, ikki hava dugað sítt arbeiði? Ella er hesin ódugnaskapur brádliga íkomin? Ella er tað so, at føroyska arbeiðs- megin ikki er nóg álítandi? Og nær er tað so hent? Stjórin á Fiskavirking sigur, at føroyingar er ikki nóg fimhentir. Tað kann vera, at ein kann finna 100 asiatar, sum eru fimhentari enn føroyingar, tí teir verða valdir millum milliardir. Hin vegin stendur tað rimmarfast, at føroyingurin vanliga er rættiliga fittur í hondum, og dugi eg ikki at skilja, at Meinard ikki kann finna fimhentar føroyingar. Nei, trupulleikin er helst tann, at Meinhard og aðrir arbeiðsgevarar ikki vilja nýta orku og pening upp á at gera arbeiðsuppgávuna attraktiva, ikki vilja nýta orku og pening upp á at útbúgva arbeiðsfólkið. Fyri mær at síggja, skuldi før- leikamenning av okkara starvsfólkum verið ein sjálvsagdur hornasteinur í royndunum at betra um góðskuna og harvið eisini inntøkuna hjá virkinum. Men Meinhard og hinir hugsa bert um at fáa sum mest fyri vøruna. Tí hugsa teir meira um lágan fram- leiðslukostnað enn før- leikamenning og vøru- góðsking. Og tí eru vit esini nógv, sum hava illgruna um, at fremsta ætlanin við at innflyta fremmanda ar- beiðsmegi er ein lækking av lønar- og øðrum hugs- andi útreiðslum. Hvat vita myndug- leikarnir Hvat vita myndugleikarnir um hesi fremmandu fólk- ini, ið eru í ferð við at her- seta okkara flakavirki? Er tað nakar myndugleika- persónur, sum hugsar ein einasta tanka hesum við- víkjandi? Eg veit ikki, men eg haldi, at tíðin er komin at hugsa, og at hugsa skjótt. Talið á fólkum, sum hava fingið arbeiðs- og uppi- haldsloyvi í Føroyum er vaksið við 200% eftir heilt fáum árum, og er tað eingin sum hugsar og eisini ger nakað, so fer talið at vaksa við vaksandi ferð. Nú vóni eg, at lesarar av hesi grein ikki skilja hana sum álop á fremmand arbeiðsfólk í Føroyum. Sjálvsagt eru tey eins og vit. Ymisk á ymiskan hátt. Orsøkin til hetta skriv er tí ikki eitt álop á tey men meira ein ávaring ímóti, at hesi fólk møguliga eru reiðskapur í hondunum á spekulantum, sum eirinda- leyst útnytta tey til egnan vinning. Somu spekulantar aftra seg eftir øllum at døma ikki við at ofra før- oyskar arbeiðarar í somu tráðan eftir vinningi. Eg havi tó hug at seta okkara myndugleikum nakrar spurningar um, hvussu væl teir eru kunnaðir um hesi fremmandu. Hvussu væl kenna okk- ara myndugleikar (í hesum føri teir donsku) hesi fólk- ini? Viðvíkjandi heilsu- støðu. Likamliga og sálar- liga. Eru tey smittuberar av onkrum slagi? Nýta tey stoffir? Eru umstøður teirra í heimlandinum kannaðar? Kenna tit fortíð teirra? Ella lata tit bara øll, sum vilja, koma inn í land okkara? Ganga tit á henda hátt ørindi fyri spekulantarnar? Er løtuvinningur arbeiðs- gevaranna av størri týdn- ingi enn trivnaður føroy- inga? Arbeiðsgevarar hugsa ikki um møguligar avleið- ingar fyri land og fólk upp á sikt. Gera myndugleik- arnir tað? Er tað nakar viðkomandi myndugleiki, sum bert eina løtu hugsar fyrimunir kontra vansum við stórari fremmandari arbeiðsmegi her á landi? Hvat verður tað næsta Tað tykist, sum hevur hug- burðurin um, at vinningur arbeiðsgevarans skal ganga fram um tilveru og trivnað arbeiðaranna, ja fram um alt annað, eisini fingið fastatøkur her á landi. Alt verður loyvt, bert tað gagnar kapitalinum. Og nógv eru við mær sum ræð- ast, at søgan endar ikki her. Aðrir fáa sama hugskot, og skjótt er allur arbeiðs- marknaðurin, á sjógvi sum á landi, væl mannaður við fremmandar arbeiðsmegi. Sum ikki bara er bíligari, men sum eisini letur sær nógv meira lynda enn føroyingurin. Tann fremm- andi er kanska vanur við trælakor, og setur hann tí ikki nevniverd krøv. Bert hann fær løn, nakað av mati og tak yvir høvdið, ja, so er tilvera hansara batnað við fleiri hundrað prosentum. Hesum ger tann føroyski arbeiðsgevarin sær dælt av. Spurningurin er tó, um føroyski arbeiðarin skal lata sær hesum lynda? Um føroyingurin skal tað? Provokeri Sum lesarin helst hevur skilt, so er greinin skrivað á rættiliga provokerandi hátt. Kanska kenna bæði ar- beiðsgevarar og fremmand arbeiðsfólk seg illa viðfarin í greinini. Tað hevur sum sagt ikki verið mín ætlan at niðurgera fremmand ar- beiðsfólk í Føroyum. Bert haldi eg tað vera neyðugt at rópa varskó í tøkum tíma. Um arbeiðsgevarin kennir seg bitnan í afturpartin, so skal eg heilsa og siga, at tað eri eg fegin um. Bert vóni eg, at bitið í sama aftur part fær arbeiðsgevaran at vakna og støðga á, aðrenn hann letur allar føroyskar arbeiðarar upp fyri skutil. Heldur skuldi arbeiðs- gevarin hugsað um at dag- ført og førleikament før- oysku arbeiðsmegina. Um nakar myndugleika- persónur lesur greinina, so skal tað vera mín vón, at hesin og aðrir myndug- leikapersónar síggja álvar- an og gera nakað við hann. Annars fari eg at ynskja øllum føroyskum sum fremmandum arbeiðarum her á landi gott nýggjár. Somu heilsan fáa arbeiðs- gevarar og myndugleikar. Fari at enda skrivið við eini bøn um, at onkur kann geva mær eitt sakligt og skilagott svar upp á teir spurningar, sum settir eru fram í hesum skrivi. Nýggir vandar, nýggir vindar? Rolf Guttesen 21.01.03 Tann nationalistiska øsingin sum tók seg upp fyri 6-7 árum síðani, er vend til eina pessimist- iska kúring og lúring, sum oftast fylgir einum innantómum upplopi. Á heimasíðuni hjá Unga Tjóðveldinum vóru í 2002 umleið 32 kjakinn- legg, men í 2003 vóru alt árið bert 2, sum mest snúðu seg um krav um nýggja nevnd. Einki paradís í eygsjón Unga fólkið, og onnur við, hava mist hugin og tíma ikki at hoyra meira oyrnagass um paradísið, sum skuldi blóma í 1000 ár. Farandi samgonga hev- ur lítið og einki fingið av skafti. Er nakað stórmál at vísa á? Eg nøkur grundbroyting hend? Ikki so frægt sum eitt grundlógaruppskot, ella ein fólkakirkja, sum er yvirtikin. Blokkurin farin Tað størsta er kanska, at ein triðingur av blokkin- um er farin. Summi fegn- ast og siga, at allur studn- ingur ger skaða. Tað valdast. Verður peningur ella studningur brúktur við skili, kann hann gera stóra nyttu, eisini blokk- urin. Ger hann skaða, so er tað av politiskum ódugnaskapi. Onnur tosa um pen- ingarenslið millum Før- oyar og Danmark, og siga at allur peningur í síðsta enda legst í Dan- mark. Og teir halda tað vera eitt frálíkt politiskt argument. Nú er tað so, at peningur ikki "endar" á nøkrum stað, men nettup sirkulerar allatíð- ina. Nógv hevur verid tos- að gjøgnum árini um bygdamenning, økis- menning. Nú er enntá ein heilur stovnur sum kann- ar økismenning. men aðrir og størri vandar eru fyri framman, en at fólkatalið ikki veksur í øllum útoyggjum. Fiskivinnan í vanda Eg keypti herfyri ein pakka av leysfrystum fiskaflaki í einum Kvikly-handli í Dan- mark. Góður, pent skor- in, hvítur fiskur fyri 33 kr/kg. Made in China. Tilsvarandi vøra úr Dan- mark ella Føroyum kost- ar 70 til 90 kr/kg. Fer framtíðin at útkonkurrera føroyskan fisk? Hvussu nógv bein eru so eftir at standa á? Alivinnan hevur tað ikki serliga gott, og har- aftrat vísa kanningar, at alifiskur er fullur í skaði- ligum stoffum. Hesi tíð- indi fara helst ikki at fremja eftirspurningin. Hvussu við rækjuvinn- uni, sum einaferð var hønan, sum varp gullegg. So er ikki longur. Óstabilt, stórorðað stýri Rumbul hevur verið í landsstýrinum alla tíðina. Óstabilitetur hevur verið eyðkennið. Landsstýris- menn og -kvinnur eru skiftir/-ar út sum ong- antíð fyrr. Gomul lík í lastini eru komin undan kavi, embætisførslan hevur verið ólóglig, ella lóglig - og tað kann so eisini vera skeivt. Løg- maður og varaløggur hava ikki tosað saman í nøkrum konstruktivum "samgonguanda" í fleiri ár. Og so skuldu tað ver- ið teir báðir, sum førdu fólki inn í 1000-ára full- veldið? Heldur hevur einaferð næstan verið statskupp, hinaferð løg- maður var á ferð í Eng- landi. Nýggir møguleikar Nýggj orð hoyrast í orðaskiftinum. Tað "góða samfelagið", hetta bendir á ein hugsunarhátt, sum hevur støði í samfelag- num, so sum tað er. Lat okkum á praktiskan hátt fara til arbeiðis og orðna problemini, so sum tey eru. Tann flokkur, sum kanska hevur gjøgnum- ført størstu sjálvrann- sakan, er kanska sam- bandsflokkurin, sum nú hevur eitt "nýskipanar- uppskot" til at avloysa gomlu Heimastýris-lóg- ina. Man ikki hetta kunna sameinast við "sjálv- stýrislógaruppskotið" hjá Javnaðarflokkinum. Kann nakar svara hesum spurningum C M Y K 17 16