Sosialurinarkiv
Sosialurin 2004-01-16, síða 10
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

fríggjadagur 16. januar 2004síða 10

‹ fyrra síða allar 29 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

18 Nr. 10 - 16. januar 2004 Nr. 10 - 16. januar 2004 19 VIÐMERKINGAR Hava føroyingar nakrantíð havt tað betur enn nú? Róaldur Jákupsson Tá vit fara á val tann 20. januar 2004 eiga vit at hugsa um hendan spurn- ingin, og ikki um hvønn flokk pápi ella abbi okkara atkvøddi fyri ígjøgnum eitt heilt lív, ella um grannin ella vin- urin, sum er so blíður og hjálpsamur er stillari fyri ein ella annan tilvildar- ligan flokk. Ein atkvøða má ikki spillast burtur uppá sovorið barnsligt óseriøst fjas. Vit skulu læra at hugsa og virka sjálvstøðug. Fyri at virka sum eitt sjálvstøðugt individ, er tað alneyðugt at man, tá man er vorðin vaksin, tekur í seg sjálv- an, sigur farvæl vid mammu og babba, og flytir heimanífrá (í øllum førum í sinninum), fyri at taka ábyrgd av sær sjálv- um og sínum egna lívið. Tá man hevur tikið hetta stigið, følir mann seg sum ein heilan og sterkan persón. Man finnir so møguliga útav at alt ikki er so ljósareytt, og til tíðir er tað ein kampur bara at halda seg omaná. Hendan avbjóðing hoyrir til eitthvørt lív, og ger lívið spennandi og inni- haldsríkt, og individið sterkari og sjálvbjargið. Mær tykir synd í teimum, sum ongantíð koma so langt sum at taka hetta stigið, tí tey fara altíð at mangla nakað sera um- ráðandi í bagaguni. Um man ikki hevur tikið hetta stigið tá man er ungur í sinninum, og fullur av vónum um framtíðina, kann tað einaferð gerðast ov seint til at man nakrantí tekur seg saman. Tað ringasta av øllum er at man tá als ikki fer at leingjast eftir tí, tí man veit ikki hvat tað er og at tað manglar, man er vorðin vanur vid at onnur taka ábyrgd av eins egna lívið. Man er tá veruliga reduseraður til ein træl uttan herðar og rødd. Um man ongantí er vorðin vaksin, og komin so langt sum at taka ábyrgd av sær sjálvum, kann tað endað vid at man gongur runt við "tunnel vision", man sær ikki hvat hendir rundan um ein. Í ringasta føri kann hetta munna út í at man t.d. veruliga trýr uppá at tað er í ordan at nassa frá mammu og babba alt lívið, ella at tað er ok at snýta, stjala og lúgva og royna at plaser- að skyldina aðrastaðni, ella at heidnir "kynsvill- ingar" ganga leysir runt í Føroyum, ella at heila- vask er gott fyri sálina, ella at politiskar lappa- loysnir er sakin og stabil politisk forhold uttan uppíblanding, er av tí ringa, ella at klassiskur høgra- og vinstrapoli- tikkur heldur skal avloys- ast vid klandur og grenj og sakleyst dupult- moralskt skeldarí, ella at korruptión kann aksep- terast tá tað stuðlar eini góðari sak, ella at føroy- ingar hava tvey politiskt óheft bløð í Føroyum, ella at føroyingar høvdu tað nógv betri fyri 10, ella 100 árum síðani, ella at tað ongantí kann loysa seg at arbeiða hart, ella at tad er gott at onnur taka avgerðir fyri ein sjálv- an… Tey, sum eru sterk, og ikki eru heilavaskaði og innetin korrupt, og harvið kunnu hugsa sjálvi, áttu at sett sær ein sentralan spurning: Hava føroyingar nakrantíð havt tað betri enn nú? Eg eri vísur í at hesin einfaldi spurningur kann hjálpa okkum tann 20. januar tá krossurin skal setast. At enda kann man seta spurningin: Kundi tað verið betri í Føroyum? Sjálvandi kundi tað verið betri, men vit eru jú bert komin í helvt enn…!! Góða eydnu tann 20. januar 2004 Leivur Persson Nýggjasta veljarakanning- in, sum bleiv almanna- kunngjørd mánadagin í málgagni Javnaðarflokk- sins Sosialinum, gjørdist ein ræðusøga av teimum heilt stóru fyri tjóðveldis- og fullveldisfólk í øllum Føroyum. Sum kunnugt, var tað hjá Tjóðveldis- flokkinum, at afturgongdin var hin mest merkisverda og leggjast má tíverri aftrat, at flokkurin hevur tað heldur keðiligu siðvenju at fáa færri atkvøður á valið, enn honum er spátt. Eftir hesi kanning at døma, so eru tað fólk í stórum talið, ið rýma frá flokkinum. Summi av hesum eru enntá at síggja á listum hjá øðrum flokkum og í miðlunum, har tey eftir øllum at døma ikki hava annað, enn markleysa háðan og spottan at bera fyrrverandi partamonnum og kvinnum sínum. Millum annað verður flokkurin lagdur undir, at hava svikið sínar veljarar, síni vallyftir og síni aðalmál. Eisini verður flokkurin, og serliga formaður flok- sins, Høgni Hoydal, lagdur undir at hava forkomið full- veldisgongdini og harvið fullveldinum, við at nýta eitt gamalt persónsmál hjá løgmanni sum umbering fyri at slíta samgonguna. Nú eri eg somikið ungur, at eg hvørki kann loyva mær at rópa meg sjálvan klókan ella vísan Men tó má eg viðganga, at fatan mín av tí, sum er fari fram á politiska leikpallinum sein- astu tíðina, brýtur somikið frá tí, sum summir av fremstu og royndastu politikarum okkara, (menn sum eru tvær ella trýggjar ferðir so gamlir sum eg) hava ført fram, at eg føli meg noyddan at siga mína hugsan um tað sum farið er fram • Hetta mál byrjar ikki á einum frostvirki á Norð- depli fyri 20-25 árum síðani, men við einum almennum lesarabrævi frá Torbjørn Jacobsen á sumri 2002. Í hesum brævi teskar Torbjørn fram eina ákæru um óreglusemi í fortíð løgmans • Ákæran er sum ein lítil neisti, ið festir í ein stóran eld. Boðað verður frá, at hvørki løgmaður ella flokkur hansara kunnu liva við, at so- vorðnar álvarsligar ákær- ur kasta ein myrkan skugga yvir Løgmans- sessin og løgman sjálvan. Annfinn krevur tí, sum samgonguleiðari og Før- oya Løgmaður, at Tjóð- veldisflokkurin blandar seg í persónsmálið hjá Torbirni, fyri at fáa hann at taka ákæru sína aftur. Tjóðveldisflokkurin og Torbjørn sýta fyri at ganga hesum á møti. Samgongan byrjar at rilla og tíðindi ganga um, at Fólkaflokkurin er farin at fríggja við Sambands- flokkinum. Tjóð-veldis- flokkurin og Torbjørn sjálvur, sum tá ikki hevur prógv fyri ákærunum, gera av, at samgongan ikki má fara fyri bakka vegna slatur. Ein ovur- fegin løgmaður kann tí á sjálvari tjóðarhátíð okk- ara, av landsins hægsta røðarapalli beint áðrenn hann skal til at seta eitt av heimsins elstur tjóðar- tingum, boða frá, at hann hevur eitt skriv frá Tor- birni Jacobsen, sum hann ætlar at lesa upp. Í skriv- inum tekur TJ allar ákær- ur sínar aftur, løgmaður boðar frá at málið er enda og man hoyrir ikki meira til tað á hesum sinni. • Men…Í jólablaðnum hjá bókasølunum fyri 2003 stendur at lesa um eina heldur forvitnisliga bók, sum nevnist ’Skjót jour- nalistin’, ið lovar at koma við prógvum um óreglu- semi løgmans. Ikki er meir enn hálv- skrivað orð, so hevur hendan bókin, enntá áðrenn hon er útkomin, fest í ein nýggjan eld. Fólkaflokkurin ákærir Tjóðveldisflokkin fyri at standa aftanfyri hesa bók, men enn veit ongin hvat tað er, sum stendur í henni. Bókin kemur út og eld- urin bara veksur, tað vísir seg at løgmaður hevur gjørt óregluligar flytingar fyri næstan eina millión. Men nú boðar løgmaður frá, at hetta onki hevur at siga, tí málið er somikið gamalt, sjálvt um hann sjálvur á sumri 2002 metti, at bert ákæran um óreglusemi var somikið álvarsom, at løgmaður ikki kundi liva í skugganum av henni. Fólkaflokkurin krevur nú eina reaktión frá Tjóð- veldisflokkinum, men heldur nú fulveldis- gongdini, sum gísla í hesum máli. Tjóðveldisflokkurin vel- ur at seta tríggjar treytir fyri at samstarvið kanna halda fram, men tó nýtist bara ein av teimum at verða eftirlíka. Treytirnar eru: 1 Løgmaður kann biða um umbering fyri at hava minsnýtt løgmans- sessin til at køva ákær- urnar í 2002, 2 Løg- maður skal á ein annan hátt reinsa seg fyri teim- um ákærum, sum eru reistar mótvegis honum, 3 Samgongan skal endur- skipast. Fólkaflokkurin boðar frá, at hann ikki kann ganga treytunum á møti. Tjóð- veldisflokkurin boðar frá, at hann ikki longur hevur álit á løgmanni. • Landið situr sum á nálum um 10 tíðina 5 des. 2003, tá Løgmaður á tingi tekur orðið og boðar frá; at hevur avgjørt at koyra landstýrisfólk Tjóð- veldisflokksins úr lands- stýrinum, siga seg frá sum løgmann og skriva út nýval, meir enn tvey ár fyri tíðina. Við hesum í huganum, hvør var tað so sum sleit sam- gonguna? Var tað Fólka- flokkurin, sum enn einaferð royndi at nýta Tjóðveldis- flokkin til at køva alt tos um fortíð løgmans (sum nú enntá kundi skjalprógvast), og gjørdi hetta við at nýta aðalmál floksins sum gísla. Ella var tað Tjóðveldis- flokkurin, sum ikki longur kundi góðtaka hesa mis- nýtslu og vanvirðing av landsins hægsta sessi. Um man nú kundi husga sær, at Tjóðveldið valdi, ikki at gera nakað við málið, hvat hendi so? Jú so hevði anstøðan lagt fram missálit móti løgmanni og líkamikið um hetta uppskot hevði blivi samtykt ella ikki, so hevði tað verið Tjóðveldisflokkurin, sum stóð eftir við svartaperi. Hevði hann góðtikið sum siðvenju, at løgmanssess- urin bleiv misnýttur fyri at káva út yvir ivasomu for- tíðina hjá løgmanni, hevði hetta syndra flokkin í fleiri pettir. Ongin ivi skal verða um, at tjóðveldisflokkurin hev- ur valt at ganga tann smala vegin í hesum máli, vegin sum fáir aðrir flokkar høvdu torað at gingið. Flokkurin hevur tikið tað støðu, at man ikki kann byggja eitt land ella full- veldi omaná eina grund av embætismisnýtslu og óreglusemi, heldur enn man kann byggja eini hús oman á kyksand. Men, at ein tjóð má og skal grund- ast á tað meginreglu, at øll eru líka fyri lógini og at landsins leiðsla má ganga fremst sum eitt fordømi og ein stoltleiki fyri fólki, heldur enn at verða ein skomm. Men av eini ella aðrari orsøk eru fólk, ið rýma frá flokkinum. Hví, hvat vilja hesi fólk, hví venda tey flokkinum bakið tá ið honum tørvar tey allar mest, tá alt stendur til at fara fyri bakka. Er tað veruliga so, at hesi fólk bara vilja verða við í tí partinum, sum hevur ráð til tær dýrastu vallýsingarnar og tí parti, sum sær út til at fara at vinna. Vónandi er tað ikki so, vónandi fara fólk at vakna og vónandi fara fólk at síggja, hvat tað er, sum stendur til at fall, við hetta lagnuval. p.s. Havi lisið greinina hjá Jón Ellendersen um Páll á Reynatúgvu. Nógv orð sum byrja við f renna mær í hug, men fakta er ikki eitt av teimum. Víst skulu vit byggja land men ikki við at selja sál okkara til lægstbjóðandi Um sambandslummaroknarin hevur verið frammi nú so hevur hann verið frammi áður Einaferð skuldi suðringar fáa Smiril Men tá segði sambandslummaroknarin nei Einaferð skuldi útvarp koma Men tað helt sambandslummaroknarin ei Einaferð skuldi atlandsflog stovnast Men sambandslummaroknarin meinti ei Kanska tey flugva við Maersk bæði Lisbeth og lummaroknarin tvey Ei finnur tú framburð í reglunum her Men áræði at sita gumpinum á Farvæl fullveldi fram á skýggjan tónar Góðandag afturhald, grønar keks og elli Nú veljarin fer at stuðla teimum báðum í At góðu Føroyar afturat ríkisboppuni skulu leggjast Súgva seg gott feita og óhjálpin Har er tryggleikin, líkasælan og svøvnurin honum á baki Jón Guttesen, Tvøroyri Sambandslummaroknarin og søgan VIÐMERKINGAR Røktarheim – Nei takk ! Kári Árting Nevndarlimur í Alzheimerfelagnum Í gullbrúðarøkinum við Líðirnar í Havn vilja tey ikki hava nakað røktar- heim. Tað má vera niður- støðan, eftir at roynt verður at støðga hesari bygging fyri triðju ferð. Tað kann vera, at býráðið var óskettið áðrenn byggingin varð sett í verk við sínari manglandi kunning til grannarnar, men har hekk immervekk ein stór talva við ætlnunum í mánaðir, áðrenn bygg- ingin varð byrjað. Onkur kom so sum ketta upp úr høvdatrog, tá ið bygging- in var byrjað. Og tað rættvísisger ikki herferð- ina ímóti røktarheimin- um nú. Sjálvandi virði eg rætt- in hjá grannunum at mót- mæla, men haldi sjálvur, at grundirnar fyri mót- mælunum halda ikki. Eg hevði vónað, at grannanir høvdu tosað við Býráðið, heldur enn at berjast ímóti ætlanini. Ført hevur verið fram, at økið er einaferð sett av til spælipláss. Eg ivist ikki í, at Býráðið hevur annað øki í granna-lag- num at vísa á, um tað er hetta sum manglar. Økið er upprunaliga sett av til fríøki. Men enn eru fleiri traðir í granna- lagnum, sum ikki er bygt á, sum bæði eru størri og fríðari enn hetta grund- stykkið. Onkur kemur ivaleyst at missa eitt vet av út- sýni. Tað er sjálvandi harmiligt, men hetta heimið verður ikki hægri enn hini húsini í granna- lagnum, tvørturímóti. Tað kann so eisini vera, at hesi fólkini eru óynskt í grannalagnum, men so hava vit øll ein nógv størri trupulleika. Um byggingin var farin fram sum uppruna- liga ætlað, hevði heimið verið liðugt í dag. Tað kann so væl vera, at hetta hevði gjørt, at húsaprís- urin fór upp í granna- lagnum. Men hetta hevði ikki loyst allan røktar- og ellisheimstrupulleikan, tí tað standa eini 50 dement fólk á bráðfangislista. 160 onnur vera rakt av Demenssjúkuni í Føroy- um um árið. Vónandi fara fólk í øðrum økjum ikki at føra slíkan strutsapolitikk. Margreth Dalsenni Tankastreiggj úr Klaksvík. Eg havi nú í eina tíð hugsað um, hví vit ikki kunnu brúka bókstavin C í føroyska málinum. Hann er jú allastaðir allíkavæl. Tá eg hjálpi børnunum at rokna, so rokna vit stykki A, stykki B og píkarill eisini stykki C í føroyskari roknibók. Eru ov nógvir næmingar til klassa A og klassa B í einum árgangi, so fara hesir í klassa C. Í einum føroysk- um skúla. Lesa vit í føroyskari heimsatlas, síggja vit, at Kanada misti sítt C, meðan staturin British Columbia í Kanada varðveitti sítt C. Sama gjørdi býurin Cal- gary. Sama skili er í USA, har misti Kalifornia sítt C, meðan Colorado slapp undan. Í statinum Washington er ein á, ið eitur Kolumbia áin við K, meðan aðrastaðir í USA eitur Colorado River við C. Fyrra áin misti bæði sítt C og River. Og mín sann, um ikki ein býur í South Carolina við C eisini eitur Columbia. Hann varðveitti sítt C. Staturin Kolumbia í Suður Amerika mátti eisini svíða. Hví skuldi Meksiko straffast so hart, tá New Mexico beint norðanfyri slapp at eiga bæði sítt X og C? Tað eru óteljandi dømi um, hvussu mismunur verður gjørdur. Eg skal ikki troytta tykkum, men bert nevna nøkur fá: Cape Town Kamerun Cannes Kambodja Costa del Sol Kili (Chile – neyðardýrið) Colorado Kuba Hví skulu allar Caféir og øll Caféteria í Føroyum hava loyvi at brúka C, og hví skulu bilarnir hjá Com Data hava nummarplátur, ið vísa CD…..tá abbabørn- ini hjá Niclan, Christian, Carl og Victor ikki kunnu eita eitt navn við C, tá tey hvønn dag skulu rokna stykki C í føroysku rokni- bókini og ganga í klassa C í føroyska skúlanum og eta C vitaminir hvønn dag? Eg undrist! Tilseinast kundi eg kanska nevnt valið, ið stendur fyri framman. Har stríðast allir flokkar av øllum alvi at fáa sum flest atkvøður. Eisini listi C. Gott nýttár øll somul og gott val. Petur H. Jacobsen 06.01.04 Líka síðani rækjuflotin fór í respirator, hevur verið nógv tosað um, hvat skal henda. Ymiskar loysnir hava verið frammi fyri at bjarga rækjuflotanum, men tað hevur verið í øllum roynd- um, sum at kasta perlur fyri svín. Okkara stýrandi land hevur í alla hesa tíð, teir hava sitið við valdið, vent okkum bakið. Tað er ikki rækjuflotin, sum hevur ligið brakk. NEI! tað hevur verið okkara stýrandi vald, sum hevur ligið í einum andaleypi og fjalt seg frá veruleikanum. Nakrir skipaeigarir hava longu sløkt, og aðrir eru væl á veg. Eitt umboð fyri Tjóðveldisflokkin hevur úttalað, at vit skulu taka bíligari skip inn í flotan, tí Hvilvtenni var ov dýrur. Hvar eru vit? Skulu vit fara aftur í øskudungan fyri at fáa hjálp. Hvilvtenni, sum fekk kvalaratakið frá landi okkara, hava íslendingar í dag útnevnt sum sítt flagg- skip. Hvat við FAS skip- anini? Verður bakið eisini vent ímóti hesi ætlan, Sam- bandsflokkurin hevur lagt fram? Tað er alt í lagi, at vit før- oyingar eru ósamdir um, hvørt skip skulu fáa stuðul ella ikki, men at ein FAS skipan verður løgd undir at verða ein stuðul frá landin- um er ikki satt. Rækjuflotin hevur í dag eina inntøku, sum 100% er fíggjað av rækjuflotanum sjálvum. Landið letur ikki eina krónu ella eitt kilo fyri rættindi at veiða rækjur. Hettar fíggjar rækjuflotin. Tað einasta vit biðja um er, at landið fær eitt sindur minni inn í skatti enn áður við eini FAS-skipan. Nei, landið vil heldur hava einki enn eitt sindur minni inn í kassan. Landið er nokk bangið fyri, at rækjureiða- ríini fáa ov nógvan pening í sín egna kassa, men so er ikki. Spurningurin er her hjá okkum um at yvirliva og royna at koma upp ímóti einum nulli, sum ein FAS- skipan í eitt tíðarskeið kann bjarga okkum við. Rækjuflotin hevur ikki nógva orku eftir. Funktión- irnar eru farnar at rilla. Spurningurin er, nær sløkt verður? Her er talan um politikk, ið drepur okkara FØROYA LAND við sínum snýkj- andi kvalaratakið. Eitt húsvilt C Skal respiratorurin sløkkjast? Dmytro Jakovenko Bodø (Noregi) Á Løgtingsvalinum tann 20. januar skulu føroyingar avgera framtíð landsins fyri tey komandi fýra árini. Um so er, at fráfarna sam- gongan megnar at varðveita meirilutan í tingmannatali og fer at samstarva aftur, eru góð útlit fyri, at polit- iska gongdin við yvirtøkum og meira sjálvræði, ið byrjaði fyri nøkrum árum síðani, allar møguleikar hevur fyri at halda fram. Sum úrslit av hesum, kunnu Føroyar um eitt áramál loysa seg úr danska ríkis- felagskapinum, og eitt sjálvstøðugt føroyskt ríki verður sett á stovn. Men hvørjar fyrimunir hevur bú- skapur í einum møguligum sjálvstøðugum Føroyum, sammett við støðuna, sum hon er? Í dag ber tað ikki til at ímynda sær eitt vælferðar- samfelag, ið ongan lut tekur í búskaparligu glo- baliseringini í heiminum og økjandi samstarvi landanna millum – á jøvnum føti, uttan mun til, hvussu størt ella lítið landið er – í stødd ella í fólkatali. Orsakað av hesum, hava allir sokallaðir "pinkustatir" rætt til at vera uppi í øllum millumtjóða samráðingum púra sjálv- støðugt, og sleppa tískil undan politiskari ella aðrari ávirkan ella trýsti frá einum "móðurstati". Varðveita Føroyar sína kós ímóti fullum sjálvstýri, fáa tær, sum ein nýggjur sjálv- støðugur pinkustatur, møguleikar fyri at gagnnýta hesar fyrimunir. Hetta fær eina jaliga ávirkan á bú- skapargongdina. Meira altjóðagerð av føroyskum uttanlandsbúskaparpolitikk i og føroyskum fyritøkum og skattalætti hjálpir før- oyingum at loysa fleiri fíggjaligar trupulleikar, so sum lága støðið av kapital- akkumulering í landinum í dag. Ein annar trupulleiki, sum føroyskar fyritøkur hava á altjóða marknaðin- um, er manglandi upplýs- ing fyri møguligum út- lendskum samstarvsfeløg- um í føroyska vinnulívin- um og Føroyum sum heild. Orsakað av ríkisrættarligu støðuni eru Føroyar als ikki kendar úti í heiminum, í mun til aðrar pinkutjóðir í Evropa (Ísland, Monako, Liktinstein, Andorra, San Marino). Hetta trotið á upplýsing ávirkar menning av føroyskari ferðavinnu, eins og marknaðarføring av føroyskum fyritøkum utt- anlands. Tað er einki at ivast í, at møguligir út- lendskir samstarvsfelagir eru meira áhugaðir í feløg- um umboðandi ein sjálv- støðugan stat, heldur enn lítið sjónligan sjálvstýrandi part av einum øðrum ríki. Tað vísir seg eisini, at øll evropeisku fullveldisríkini við fólkatali minni enn 500.000 fólk (tey omanfyri nevndu umframt Luksem- borg og Malta) umboða fyrimyndaliga virkandi vælferðarsamfeløg við nógvum møguleikum fyri sínar borgarar. Og hesar tjóðirnar, burtursæð frá Íslandi, hava onga fiski- vinnu, sum bein at standa á. Bankavirksemi og ferða- vinna eru í sínum fagrasta blóma í teimum londunum. Sum útlendskur bú- skaparfrøðingur, ið gjølla hevur fylgt gongdini í Føroyum tey seinastu árini, kann undirritaði síggja nógvar fyrimunir við sjálv- støðugum føroyskum bú- skapi. Men sjálvberandi búskapur er treytaður av, at hóvlig fullveldisgongd við yvirtøkum heldur fram, við fullveldistøkuni innan eitt ávíst áramál. * Dmytro Jakovenko er útbúgvin "Bachelor of Science in International Economic Relations" frá Lærda Háskúlanum í Kænugarði (Ukraina). Í løtuni er hann undir víðari útbúgving til "Master of Science in International Business Administration" á Lærda Háskúlanum í Bodø (Noregi) Sjálvstøðugur føroyskur búskapur: Sæð uttanífrá C M Y K 19 18