fríggjadagur 16. januar 2004síða 11
‹ fyrra síða allar 29 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
20
Nr. 10 - 16. januar 2004
Nr. 10 - 16. januar 2004
21
VIÐMERKINGAR
Martin Næs
Fyri seks mentamálaráð-
harrum síðan skrivaði eg
eina heilsan til mín tá
trettanda ráðharra. Hetta
var so seint sum í august
2000. Yvirskriftin, Álitið
fer ongan veg, var kanska í
so djørv, kann eg bara stað-
festa í dag, men hon slapp
vissuliga at standa sína
roynd.
Í tíðarskeiðnum 1988-
2003 hevur Mentamála-
ráðið skift leiðara nítjan
ferðir! Ta fyrstu tíðina æt
tað ikki Mentamálaráðið,
men lat tað fara. Tað sum er
av týdningi, er, at hesi
nítjan skiftini hava slóðað
fyri eini mentan av heilt
serligum slag. Eini mentan,
sum í nógvum førum hevur
skapt ótryggleika, har tað
hevur verið torført at fing-
ið eygað á nakran kontinui-
tet, har tað tykist sum um
tað á ein ella annan hátt
bara er vorðið longri til
fólkið og tættari ímillum
trupulleikarnar.
Teir flestu ráðharrarnir
fóru
av
sær
sjálvum.
Summir vórðu ikki aftur-
valdir, aðrir tráaðu eftir
hægri tindum. Onkur fór tí
hann ikki legði í at vera har
longur. Aðrir fingu fótin í
eitt ávíst stað og vórðu
bidnir um at stinga í posan,
tí teir skuldu kannast. So
varð kannað og seinni
staðfest, at teir høvdu einki
galið gjørt, men tá var
stólurin upptikin, og har
vendist ikki aftur.
Øll hesi fólkini hava havt
teirra politisku og umsit-
ingarligu ætlanir og dreym-
ar, tá ið tey settust í stólin,
og sigast má av sonnum, at
tað ikki ein gong hevur
verið ymiskt, hvussu skor-
ist hevur hjá teimum.
Eingin teirra kann tíverri
reypa av at hava fingið
meira av skafti enn tann
undanfarni. Úrslitið hevur
verið stak vánaligt. Men
undir øllum umstøðum er
talan um fólk, sum í teirra
dagliga arbeiði sum menta-
málaráðharrar, eru soleiðis
staðsett, at tey mugu vænta,
at tey eru fyrimynd bæði
hjá ungum og gomlum, hjá
kvinnum og monnum, hjá
hvítum og svørtum, hjá
sjúkum og frískum, hjá
sambandsfólkum, javnaðar-
fólkum og hjá tjóðveldis-
fólkum.
Hvussu skal skilið vera?
Einoghvør kann siga sær
sjálvum, at við so títtari
útskifting, kemur ikki tað
burturúr, sum tann politiski
myndugleikin setur sær
fyri. Hvørki av einum ella
øðrum. Fólkini sum hava
høvðusábyrgdina støðast
ikki, og tí kemur tað ein
ávís óró yvir alt økið.
Ráðharrarnir gera einki
annað enn at trilva seg
fram, og so við eitt vekk
eru teir burtur aftur. Tey,
sum sita tættast við hesar
ráðharrarnar, mugu taka
meira og meira á seg, og tað
hava tey sjálvandi bara gott
av, men gott er tað ikki fyri
úrslitið. Tí, tá ið tað so
knappliga fer at ganga
embætisfólkunum ímóti, tá
eru tey til reiðar at snúgva
sær undan við svarinum: ja,
men tað sigur tann politiski
myndugleikin! Trupulleikin
er bara tann, at í flestu
førum veit tann politiski
myndugleikin ikki av hes-
um, fyrr enn hann hevur
fingið fótin. Bara tað at
skulu seta 19 mentamála-
ráðharrar inn í arbeiðs-
gongdir, mannagongdir og
aðrar gongdir upp á 15 ár.
Tað
verður
tann
bera
gongd. Og tað ber ikki til.
Tey fáa hvørki tíð ella
umstøður at seta seg inn í
tey ymisku málini, og
hvaðna minni fáa tey
stundir at kava til botns í
teimum størstu málunum,
ið
arbeitt
verður
við.
Hvussu hevði fiskiskipa-
flotin hjá Ejleri Jacobsen
sæð út, hevði hann brúkt
hesa fyrimyndina? Bara
fyri at taka eitt dømi.
Men hetta er ikki tað
versta. Tað er uppaftur
nógv verri, at síðan á sumri
1998 hevur Føroya løg-
maður, sum hevur verið
tann sami alla tíðina, koyrt
ella verið noyddur at loyst
úr starvi - seks lands-
stýrismenn. Taka vit so eis-
ini við tey fýra tjóðveldis-
fólkini, sum vórðu uppsøgd
nú henda dagin, tá ið val
varð útskrivað, so hevur
núverandi løgmaður, sett
nýtt met í heimssøguni, eitt
met, sum eg vóni seint
verður tikið, hóast eg,
landsins vegna, skammist
av tí. Hann hevur koyrt ella
loyst 10 landsstýrisfólk úr
starvi upp á seks ár: allar
tríggjar
kvinnurnar
og
haraftrat sjey av monnun-
um!! Upp á seks ár! Ber
hetta til? Eru tað veruliga
so vánaligir mannaheilar,
sum hava stýrt Føroya fólki
hesi síðstu 6 árini? Hvat
hugsa vit? Hvat er áfatt?
Grunaði Føroya løgmaður
einki av hesum fyri seks
árum síðan? Spurdi hann
ongantíð í hesum tíðar-
skeiðnum seg sjálvan: Er
tað kanska mær tað er galið
við?
Og so kann man spyrja
seg sjálvan: teir, sum ong-
antíð vórðu koyrdir, munnu
teir hava verið heilt okay?
Hava teir gjørt nóg mikið til
nyttu?
Eg má bara siga, sum er,
eitthvørt vanligt arbeiðs-
pláss við so nógvum gjóstri
kann bara pakka saman.
Har hava vit einki at gera,
har kann almennur starvs-
fólkapolitikkur og almenn-
ur setanarpolitikkur og
almennur eitt og almennur
annað einki stilla upp. Tann
fyrimyndin kann so ikki
brúkast.
• Eru fólkini, vit hava valt í
løgting
og
landsstýri
veruliga so illa fyri?
• Er nakað galið við aðal-
ráðunum?
• Er nakað galið við stýris-
skipanarlógini?
• Er nakað galið við okk-
um veljarum?, ella
• Er nakað galið við løg-
manni?
Eg eri veruliga í iva.
Tíggju
landsstýrisfólk
hava fingið durafjórðingin
frá sama manni í einum
tíðarskeiði upp á seks
ár??!!
Tað kann gott vera, at
hesi tíggju høvdu tað uppi-
borið, men eg loyvi mær at
ivast í, um man frá byrjan
av var so samdur um tað
politiska endamálið, sum
tað sá út til á myndum og á
pappírum. - Heilt einfalt er
at hugsa, at nú, vit vóru um
at nærkast endanum, nú
tordu teir ikki meira. - Og
eg gevi ikki løgmanni alla
skylduna, sjálvt um hann
eigur størsta partin, tí løg-
maður má hava eitt mót-
spæl, eitt mótspæl innaní-
frá, eisini frá sínari egnu
samgongu, og tað haldi eg
ongantíð, at hann fekk.
Ongantíð, nóg týðiliga.
Hann fekk til síðst eitt so
einsíðugt ultimatum frá
sínum stóra samgongu-
flokki, at tað fekk valla
enda øðrvísi.
Tað er stórur vandi fyri,
at framferðarhátturin, hesin
ófráboðaði
ótryggleikin
oyðileggur
fyri
okkum
meira enn gott er. Okkara
umdømi, og tað so nógv
umtalaða trúvirðið fer heilt
í knús, tað er púra vist. Fyri
tíggju árum síðan fóru vit
fíggjarliga um koll. Tað
fingu vit rættað uppá, og
komu fyri okkum aftur. Í
dag eri eg bangin fyri, at vit
fara moralskt fyri bakka, og
illa ber til, at fara í bankan
at rætta upp á tað.
Spurningurin er, um vit
føroyingar ikki eiga at vera
nógv dugnaligari at vísa
fólki durafjórðingin, langt
áðrenn tey eru komin so
høgt upp á tindarnar at sita.
Hugsa um hetta, tá ið
krossurin skal setast!Fra
Andrew Djurhuus
Syðrugøta
"Forventningens Glæde"
Tað var við sannføring um,
at ein undirsjóvartunnil
millum Vágoynna og meg-
inøkið fór at koma innan fá
ár, at vit á heysti ´99 fluttu
heimaftur av flatlondum
eftir lokna útbúgving, og
valdu at búseta okkum á
heimabeiti í Eysturoynni,
sjálvt um hetta bar við sær,
at eg varð noyddur at
ferðast vestur í Vágarnar til
arbeiðis. Vit vitstu, at tað
fór at verða trupult eina tíð
at ferðast við SAM, og ser-
liga við skeivum arbeiðs-
tíðum, har ikki slapst heim
hvørt kvøld, men hetta fór
at gerast heilt øðrvísi, tá
fasta sambandið kom -
ivaðust vit ikki í. Stutt eftir
hetta varð endaliga samtykt
at fara undir tunnilin, og
spenningurin var stórur, tá
fyrsta skotið varð latið av!
Nú var bara at bíða. Árini
gingu skjótt, og fólk fylgdi
væl við hvussu gekk við
arbeiðinum.
Umborð
á
Ternuni hekk eitt yvirlit,
sum vísti hvussu langt var
komið við at spreingja seg
undir sundið, og har flokk-
aðust fólk hvønn dag, at
vita, um nú nakrir metrar
vóru komnir afturat síðani
seinast, og um teymarnir
báðir ikki skjótt mundu
fara at renna saman. Og so
kom hol á! Mín sann um
ikki teir raktu hvønn annan
uppá plettin! Eitt undur fyri
okkum deyðiligu, sum ikki
fata, hvussu tað kann bera
til at gera eitt so neyvt
arbeiði langt undir jørð.
Eitt valaverk, tað var eingin
í iva um! Tá ið Bjarni
Djurholm og konan sóust
koma undan í grótrúgvuni
aftaná at síðsta skotið var
latið av, fegnaðust vit, ja nú
var sloppið! Og nú var bara
at bíða eftir, at føroyingar
sluppu framat at gera veg
og annað, sum vit eru so
vanir við, nú mundi tað fara
at ganga skjótt! Og tað
gjørdi tað. MEN! So brast
bumban...ella skulu vit
kanska heldur siga, at hol
kom á byldin. Alt tos um
prís
og
ferðslumynstur
hevði leiðslan fyri P/F
Vágatunnilin
hegnisliga
sníkt seg uttanum, men nú
byrjaði
so
smátt
eitt
mynstur at vísa seg, og
spakuliga gekk tað upp fyri
okkum, at hesir menn,
óivað sum teir einastu í
landinum, ALS ikki trúðu
uppá
sítt
egna
(ella
okkara!) projekt til _ mia.
Og at teir í roynd og veru
ikki høvdu sett seg inn í,
hvat fór at henda við
ferðsluni, ella hvat ÁTTI at
henda, ella hvat ið mein-
ingin við at avloysa ferjur-
nar við ein tunnil er! Nøkur
vágafólk,
nakrir
fáir
politikarar og pendlarar
sum eg sjálvur, royndu av
øllum alvi at gera vart við,
hvat var um at henda.
Fyrsti Skelkurin
Nakrar fáar vikur undan
opningini, sum var fleiri
mánaðir fyrr enn ætlað - og
hevur arbeiðsfólkið alt rós
uppiborið fyri tað - byrjaðu
tøl so smátt at koma undan
kavi. Stjórin í "P/F Vága-
tunnilin" og formaðurin í
nevndini vóru ferð eftir
ferð í fjølmiðlunum og
hildu fast um, at ferðslan,
sum teir hildu uppá var
uml. 280 bilar pr. dag við
ferjunum um sundið, (tær
sigldu á tremur frá kl 7 á
morgni til kl 8 á kvøldi,
einar 2 ferðir um tíman) fór
at vaksa til uml. 350 bilar!
Sjálvt um samband nú fór
at vera alt samdøgri, og so
gott sum einki mark fyri,
hvussu nógvir bilar kundu
vera "umborð" í senn. Eg
trúði satt at siga ikki mín-
um egnu oyrum. At nakar
sleppur at sita í leiðsluni
fyri einum projekti til ein
kvarta milliard uttan at
trúgva uppá tað, sum hann
ger, kann ikki vera satt.
Hevði hetta gingið í tí
privatu vinnuni? Eg ivist
ikki - men her ber eftir
øllum at døma alt til. Teir
hildu óhugnaliga fast um,
at teirra "kanningar" vístu,
at so fór at verða. Hesar
kanningar,
kom
seinni
fram, vóru gjørdar ár
frammanundan at tunnilin
lat upp, og vóru gjørdar
UMBORÐ
á
Strand-
ferðsluskipunum.....Ei und-
ur í, at teir ikki komu til eitt
hægri tal, hesi fólk ferðað-
ust jú av neyð við tí yvir-
fyltu ferjuni, so sjálvsagt
fóru tey eisini at brúka
tunnilin! Hví spurdu teir
ikki heldur tey, sum stóðu
eftir á keiini? Ikki fyrr enn
ein av garvaðu skiparunum
á Ternuni/Sam rópti varskó,
og segði, at veruliga talið
fyri ferðsluna við ferjunum
hetta árið var munandi
hægri, fór leiðslan ein túr
yvir
á
Strandferðsluna
hinumegin vegin at fáa tey
røttu tølini. Eftir trýst frá
almenninginum,
serliga
vágafólki, og onkrum polit-
ikara, kom nevndin beint
undan opningargdegnum
við einari príslækking.
Gamaní, "allur bati bøtir",
men tá skaðin er so stórur,
sum hann var, má batin
vera tilsvarandi stórur!
Hetta gjørdi lítlan mun fyri
okkum, sum høvdu lagt
framtíðarætlanir, keypt hús
ella fingið arbeiði "skeivu"
megin í teirri trúgv, at tað
fór at verða gjørligt at
ferðast um Vestmannasund
dagliga. Tað gjørdist okk-
um øllum greitt, at menn-
inir í leiðsluni fyri vága-
tunnilin høvdu einki følilsi
við, hvat teir vóru í holt við
at
gera.
Gamaní,
eitt
megnarverk reint tekniskt,
og tað ivist eg onga løtu í,
at leiðslan hevur havt fult
tjekk uppá (við undantak av
bummpengaskipanini),
men so knekkar filmurin
eisini.
"Prísurin
kann
ONGANTÍÐ hækkast aft-
ur", varð sagt fleiri ferðir; tí
mátti hesin setast heldur ov
høgt enn ov lágt. Undarligt
at hoyra frá einum manni,
sum fyri nøkrum árum
síðani fekk allar føroyingar
til maniskt at ganga runt og
sløkkja allar perur, sum
sløkkjast kundu og spara
uppá vaskingina - fyri
síðani at hækka streym-
prísin, tá vit gjørdu sum
sagt varð og pengar knapp-
liga restaðu í - buggeli-
buggeli-bug. Nei - al-
mennir stjórar (í monopol-
fyritøkum) hava óivað ikki
somu fortreytir, fyri at fáa
gerandisdagin at hanga
saman, sum arbeiðsfólk
flest! Og har sita fleiri av
teimum í nevndini, so ei
undur í, at framrokningin
bleiv, sum hon bleiv.
Ónýtilig íløga fyri
fjórðings-milliard
Tann stóri dagurin tá tunn-
ilin "lat upp" upprann so
hóast alt. Tað var ein fagn-
Av bryggju
Undirsjóvar-ávaring fyri alt landið!
Framhald á næstu síðu
ardagur, eingin ivi um tað.
Sjálvur sat eg frammanfyri
sjónvarpið og hugdi; sorg-
blítt at síggja Ternuna koyra
rampan upp fyri seinastu
ferð - tó var neyvan nakað
eyga vátt. Men kensluna av,
at vera sloppin úr einum
búri - fyri so at uppdaga, at
ein keta hongur um annað
beini á tær, mundu tað vera
mong við mær, sum høvdu
hendan dagin. Nú galt um
at finna útav, hvussu slepp-
ast kundi til arbeiðis uttan
at fara á húsagang. 2240,-
kr. skuldu gjaldast fyri at
ferðast til arbeiðis 20 dagar
um mánaðin, t.v.s., at tú
skuldi forvinna uml 5000,-
kr áðrenn tú hevði tjent fyri
at koma gjøgnum tunnilin
til arbeiðis - og so kom olja
og slit afturat. Ráðini vóru
nógv: Keypa sær eina
motorsúkklu, koyra við
bussi,....ella hetta, sum
stjórin helt vera upplagt: at
fylla bilin við fólki! Tað
ljóðaði sera vitugt, tá ein
kundi hugsað sær øll tey,
sum fóru at vera til gongu,
tí tey ikki høvdu ráð at
koyra! Var hetta tað, hann
hevði í tonkunum? Sjálv-
andi koyra tey saman, sum
kunnu koyra saman, tað
gera tey eisini millum
Eysturoynna og Havnina,
sjálvt um tað ikki kostar
annað enn nakrar fáar
krónur í olju. Men tað ber
ikki til hjá øllum, kann eg
hervið staðfesta! Síggja tit,
hvussu langt úti hetta er:
Vit hava gjørt eina íløgu
fyri meira enn 1/2 mia. - og
so verður tann dagligi
brúkarin noyddur at finna
sær sniðgøtur til tess at
kunna gera nýtslu av hesi
slóðbrótandi íløgu av tí at
teir, sum ráða fyri borgum,
ikki trúgva uppá projektið,
og kanska einamest: Ikki
føla konsekvensirnar inni á
sínum egna kroppi og
slettis ikki hava brúk fyri
sínum egna produkti.
"Nú er tað upp til tykkum
at prógva, at vit hava tikið
feil" - nakað soleiðis varð
sagt av nevndarlimið í
tunlinum, tá hann lat upp.
Nú er meira enn eitt ár liðið
síðani tunnilin lat upp, og
vit eru byrjaði uppá tann
næsta. Alla hesa tíðina hava
vit verið hildin skák í mát
av leiðsluni í Vágatunnl-
inum, við royndartíðum og
smærri avsláttrum og at teir
mugu bíða til næsta nevnd-
arfund - og vit hava trúð
teimum. Prísurin er kvink-
aður niður einaferð, men
uttan nakran logik í mun til
ferðsluna. Nú siga tey
almennu tølini - hvørt tey
eru tey røttu ella ikki, er eitt
mál fyri seg - at tað ferðast
næstan 900 bilar gjøgnum
tunnilin hvønn dag, í mun
til teir 350, sum leiðslan
metti at byrja við, altso 150
% meira! Men prísurin hjá
okkum við hægsta avsláttri
er lækkaður við uml. 20 kr.
tur/retur ella minni enn 20
%. Hvussu leingi og nógv
skulu vit prógva tað?
Ferðslumynstrið lítið
broytt
Hvør er tað so, sum ferðast
gjøgnum Vágatunnilin? Jú,
pendlararnir halda fast í
vónina um, at tunnilin
veruliga verður opnaður ein
dag - vónandi skjótt eftir
valið - so vit koyra trúliga,
vit fáa illani gjørt annað,
sjálvt um vit hvønn mánaða
spýta túsundvís av krónum
í pengakassan á Skansa-
vegnum, sum skjótt má
vera á tremur - annars er
okkurt rav-ruskandi galið!
(Her skal tó leggjast aft-
urat, at tað eru bert nakrir
heilt fáir, sum megna at
koyra við egnum bili hvønn
dag). So eru tað ferða-
fólkini til og frá flogvøllin,
sum óivað halda væl standa
til; tí hjá einari familju,
sum fer vestur einar 2 ferðir
um ári við fullum bili at
biða dóttrini farvæl, ið
skal til Danmarkar á skúla,
eru 180 kr. kanska ikki
nógv. Út frá stabbunum á
heimasíðuni hjá Vágatunl-
inum sæst, at tað er runt um
tíðirnar, tá flogførini koma
og fara, at flestir bilar koyra
gjøgnum tunnilin. (Stóra
tøkk skulu tit hava! Uttan
tykkum hevði tað sæð sera,
sera svart út framman
stavn). T.v.s., at vágafólk,
sum ikki ferðaðust áðrenn
tunnilin læt upp, ferðast
heldur ikki í dag! Og tey,
sum ikki noyddust vestur
áðrenn tunnilin læt upp,
fara heldur ikki vestur í
dag. Hví? Tí tað er ov dýrt!
Í
veruleikanum
hevði
úrslitið verið líka gott, um
Smyril ella kanska gamla
Norrøna vóru sett í sigling
um Vestmannasund
alt
samdøgrið! Syrgiligt, at
leiðslan
ikki
dugir
at
analysera síni egnu tøl - ella
vilja teir kanska ikki gera
tað, goymir okkurt trøllið
seg aftanfyri, sum ikki tolir
dagsins ljós? Eg spyrji bara
- teir hava í øllum førum
landsins bestu teljimaskinu
við inngongdina, hon vísir
enntá, hvør tað er, sum
koyrir og situr við síðuna
av.
Eftirristingar
Tann seinasti skelkurin frá
Vágatunlinum, um nakað
kann skelka okkum longur,
kom tá fyrsta skotið var
latið av til Norðoyatunnilin
(Norðoyingar eru nú í somu
ekstasu sum vit vóru fyri
nøkrum árum síðani, og
tora og duga ikki at síggja
veruleikan í eyguni - enn.
Vónandi gera tit tað áðrenn
ov seint er, so vit saman
kunnu taka tøk fyri at fáa
skil á hesum viðurskiftum).
Uttan at blunka segði
stjórin í Vágatunlinum fyri
opnum skermi, at teir
høvdu fingið uml. 25 mió
kr. inn fyrsta árið, og at
hetta var ikki meira enn
hvat skuldi til fyri at tað
skuldi mala runt! Fyri
einum góðum ári síðani,
segði hann, at 18,5 mió
fóru at vera nóg mikið til at
reka tunnilin og gjalda
hvørjum sítt! (Hetta var
eisini ótrúliga høgt, tí lánið
kostar ikki meira enn einar
11 mió. um árið). Altso ein
vøkstur uppá meira enn
30%, uttan at nakar talar at!
Eg sigi bara: Norðoyingar,
gleði tykkum! Ein meir-
kostnað uppá uml. 15 % tá
tunnilin letur upp kunnu tit
rokna við, tað fingu vit, og
so eftir fyrsta árið: Góð
30% afturat, sum tit skulu
gjalda! Eg spyrji: Er einki
mark? Og hvar fara hesir
pengarnir? Gamaní hevur
ómannaða
bummstøðin
verið mannað líkað síðani
tunnilin opnaði og til henda
dag, men krevur Ansni so
nógv inn fyri at sita í einum
skúri og lúra døgni runt?
Neyvan!
Prísurin niður - ferðslan
upp
25 mió hevur Vágatunnilin
fingið inn hetta fyrsta árið -
sigst. Í miðal eru 440
gjaldingar skrásettar hvønn
dag.
Hetta
gevur
eitt
miðalgjald pr. bil uppá uml.
155,- kr. Um sama bilanøgd
skuldi fingið upphæddina
inn, sum teir søgdu seg
hava brúk fyri, nevnliga
18,5 mió. Kr., so hevði
miðaltalið verið uml. 115,-
kr. Hetta hevði givið ein
munandi lægri prís, sum
uttan iva hevði havt við sær,
at munandi fleiri ferðaðust
enn í dag, sum so aftur
hevði havt við sær........
o.s.f.r, o.s.fr. - logikkur fyri
mariuhøsn. Eg havi ikki
lisið økonomi, men eg havi
hoyrt um nakað, sum
kallast
"Break-Even"
-
hevur leiðslan í Vágatunnl-
inum nakrantíð hoyrt um
tað? Tað sær ikki soleiðis
út. Potentialið er stórt. Tað
eru bert fáir pendlarar, sum
veruliga pendla. Funnir
vera útvegir, tí vit hava ikki
ráð at koyra til arbeiðis
hvønn dag - júst sum
áðrenn tunnilin lat upp! Eg
veit um onkran, sum hevur
sagt starvið frá sær. Tá
prísurin er komin niður ,
fara hesir óivað allir at
koyra hvønn dag. So eru
tað tey, sum ætlaðu sær at
seta búgv vesturi í Vágun-
um, men hava útsett hetta,
tí tey hava ikki ráð at koyra
til arbeiðis, hóast húsini
óivað eru bíligari har enn á
meginøkinum. Her kemur
uttan iva gongd á, tá
tunnilin verður "opnaður" -
tá prísurin ikki er ein
forðing longur, júst sum
nógv fólk í meginøkinum í
dag arbeiða og búgva á
plássum sum liggja langt
frá hvørjum øðrum, hetta er
púra vanligt. Og endiliga
øll tey Vágafólkini, sum
framvegis bara eru nakrar
fáar ferðir um árið í Havn -
fyri ikki at tala um havnar-
menninar, sum bara eru
einaferð um árið í Vágun-
um, hví? Tí tað kostar ov
nógv til bara at fara sær ein
túr yvirum. Haðani sum eg
búgvi, tekur tað næstan ein
tíma at koyra til Havnar.
Men um onkur hevur hug at
fara ein túr, so ivast hann
ikki, um tað nú loysir seg at
fara ella ikki, sjálvt um tað
tekur ein tíma. Úr Miðvági
til Havnar tekur tað ein
hálvan tíma at koyra(tað
tykist oftani, sum strekkið
er longri hinvegin, men lat
tað fara), men fólk mugu
taka seg saman í ferðalag
ella bíða til næsta mánaða,
um tey finna okkurt gott
tilboð hinumegin, tí tað
loysir seg ikki at koyra
yvirum. Um prísurin varð
lækkaður, so hann ikki
kendist sum ein forðing,
hevði tað verið náttúrligt
hjá vanligum fólkið at fari
yvirum sundið til ørindir,
hvønn dag - og tað kundi
líkaso væl verði vestureftir
at rákið lá, sum hinvegin.
ÁHEITAN
Økismenning og útjaðara-
politikkur
hevur
verið
fremst á politisku dags-
skránni seinastu árini, og
uindirsjóvartunnlar eru eitt
tað hentasta amboðið, vit
hava á hesum økinum, men
við slíkari fyriskipan, sum
her hevur verið, er ikki
talan um nakra menning,
kanska tvørtur-imóti. Tískil
er áheitan mín á tey, sum
koma at mynda okkara
løgting og landsstýrið um
nakrar vikur, at taka seg
saman og fáa skil á hesum,
soleiðis at henda íløga, sum
vit hava gjørt, kemur til
sína fullu nyttu. Og soleið-
is, at Norðoyingar ikki
koma at sita í somu støðu
sum vit um 3 ár. Áheitan
mín til, í fyrsta lagið P/F
Vágatunnilin, í øðrum lagi
politikararnar, um hinir
ikki taka annað skinn um
bak beinanvegin, er at:
- í minsta lagi 2 av lim-
unum í nevndini fyri
Vágatunnilin,
verða
skiftir um við fók, sum
vara beinleiðis av brúkar-
unum
av
tunnlinum.
T.v.s. til dømis eitt um-
boð fyri pendlararnar og
eitt umboð fyri vinnu-
lívið á Vágoynni.
- at Vágatunnilin ger eina
royndartíð uppá nakrar
mðr. við nógv lægri
prísum, fyri at síggja,
hvussu stór tann møgu-
liga ferðslan er. Vit hava
sum er, longu goldið
nógv meira enn kravt var
fyri at tað skuldi mala
runt, umframt at vit
byrjaðu at gjalda 7 mðr.
áðrenn lánið veruliga
skuldi fella til gjaldingar,
so har eigur at vera
økonomiskt rásarúm fyri
at gera eina roynd.
- at felagið fær skil á
gjaldsskipanini, og krev-
ur endurgjald frá veitar-
anum fyri eina óbrúkiliga
skipan, í øðrum lagi at
teir droppa skipanina og
lata fólkini, sum álíkavæl
hava staðið og óivað fara
at standa við hesa ó-
mannaðu støðina alla
tíðina, avgreiða gjaldi.
- at felagið ger øllum
greitt, hvussu nógv teir
hava útistandandi hjá
fólki, sum ikki gjalda, og
hvat verður gjørt fyri at
fáa peningin inn.
- at felagið veitir vissu
fyri, at vatntætt skott er
ímillum arbeiði, sum
verður gjørt fyri P/F
Vágatunnilin
og
P/F
Norðoyartunnilin.
Eru
tað ikki somu fólk, sum
arbeiða fyri bæði feløg-
ini?
Politikararnir mugu har-
afturat takað stig til, at
mark verður sett á, hvussu
nógv
útreiðslurnar
hjá
felagnum kunnu vaksa. Nú
sær tað út sum um, at trøini
vaksa inn í himmalin. Tað
sum upprunliga varð sagt ja
til, var at gjalda 1/3 av 240
mió. Altso 80 mió. við
bummgjaldi, hetta sær nú
út til at kunna gerast til
fleiri hundrað milliónir, um
leiðslan fær frítt spæl.
VIÐMERKINGAR
Framhald av síðu 20
Javnaðarleiðin – frælsisleiðin
Borgin hábærslig og von
reystliga úr havi rísur
frælsisdóttur, frælsisson
frælsisleið oss vísur
dramblæti eitt trælaorð
nívandi trælaokið bóru
sjálvbjargniskenslan fór í sor
kúgað av kúgandi stættini vórðu
av valdsharrum leinkjaðir vóru
krúpandi á ófrælsisleið
nektaðir-fólksins ogn teim bóru
í marglætissporum fóturin steig
hábærsligur, fríður varði
hátt úr havi logar
alføgur í miðjum garði
óendaligar víddir skoðar
samhaldsfasta birtan bjarta
socialisman kyndi vælferðarlogar
dvína afturhaldsleiðin svarta
frælsisfylking javnrætt boðar
í andaleypi afturhaldið
frælsisbrandin eitra vildi
undir hástóra spekulantavaldi
á undirbrotliga havinum sigldi
mistreysti og trælaandi
sáddur varð í fólkið alt
tó sterka samhaldsfasta bandið
sum frælsisljós og jarðarinnar salt
frælsiskeldan vellur víða
finnur veg til hvørja sál
kúganarvaldið móti stríða
sjá roðandi solidariska mál
frælsisljómur leið vár gyllir
fagra, bjarta frælsisdag
frælsishugað fólkið fyllir
frælslynt hjørtu – hoyr frælsislag!
javnrætt, frælsi, brøðralag
solidariska merkið í húnar hátt
socialismunnar brúsandi kelduvað
javnaðar stórsigur brátt!
socialisman loysti trælabandið
frælsistrá í hjarta ber
mergjaða brøðralags andi
javnaðarfylking á sigursferð!
lógvatak nú takið saman!
sonnu, frægu frælsisvinir
í havsbrúnni geislar sigursglæman
frøist javnaðarhetjur, døtur, synir!
Sólmundur Joensen
C
M
Y
K
21
20