Sosialurinarkiv
Sosialurin 2004-01-16, síða 12
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

fríggjadagur 16. januar 2004síða 12

‹ fyrra síða allar 29 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

22 Nr. 10 - 16. januar 2004 Nr. 10 - 16. januar 2004 23 Martin Pauli Jacobsen Hetta lesarabrævið er skrivað fyri at starta eitt kjak um, hvat tann føroyska vinnupolitiska strategiin skal verða fyri føroyingar á landi, ið arbeiða uttan- lands.. Hon finnist ikki í dag. Føroyingar hugsa um og síggja bert eitt samfelag, ið byggir uppá fisk og sigling. Øll eggini eru í somu kurv. Vit tosa um alternativar vinnur, men hetta sýnist bert at vera óseriøst tos.So leingi sum grundvøllurin ikki er lagdur, kunnu vit ikki av álvara fara undir al- ternativar vinnur. Her verð- ur fyrst og fremst hugsað um eina kappingarføra skattalóg. Tí má tann føroyska skattalógin verða innrættað soleiðis, at føroyingar ikki eru verri stillaðir at arbeiða globalt, enn fólk úr okkara grannalondum. Eisini mugu fólk á landi verða eins væl stillaði sum teir føroysku sjómennirnir. Rættartrygdin má eisini verða eins góð sum í okkara grannalondum. Í tí fylgjandi vil eg í stutt- um samanlíkna tað før- oysku skattalógina við onkra skattalóg í okkara grannalondum, og eisini ávísa at tann føroyska skattalógin hevur innbygt stavnsband og manglandi rættartrygd. Eisini vil eg siga mína meining um í hvønn rætning ein ný- mótansgjørd skattalóg átti at farið. 1. Ein føroyingur við familju flytur til eitt láskattaland at búgva t.d í fýra ár, far eina skattarokning aftur- virkandi tá ið hann flytur heim aftur. ( Men hevur ikki valrætt í føroyum.) Tann føroyska skattalógin sigur: § 1. Fulla skattskyldu hevur: 1) Hvør persónur, ið hevur bústað í Føroyum. 2) 1) 2) 25) Hvør persónur, sum innan 4 tey seinastu árini hevur havt bústað her í landinum, uttan so at hann prógvar, at hann er undir skyldu at gjalda inntøku- skatt uttanlands. Tað er tó ein treyt, at skattingin ikki fer fram eftir reglum, sum eru eyðsýnt lagaligari enn skattareglurnar í Føroyum. Landsstýrismaðurin í skattamálum avger, um inntøkuskattingin uttan- lands má metast sum eyð- sýnt lagaligari enn eftir skattareglunum í Føroyum. Avgerðin, um skattingin uttanlands eyðsýnt kann metast sum lagaligari enn eftir skattareglunum í Før- oyum, verður tikin út frá eini heildarmetan. Eisini hevur tað týdning fyri metingina, um ein verulig inntøkuskatting fer fram, um inntøkuskattingin sum meginregla fevnir um allar inntøkur, uttan mun til hvaðani tær stava, og um inntøkuskattingin fer fram eftir reglunum galdandi fyri persónar búsitandi har. Hesa áseting fortolkar skattavaldið soleiðis, at tað tekur sær rætt til at krevja skatt frá fólkinum, ið slett ikki búgva í føroyum. Er hetta rímligt ? Hetta er brot á frælsið hjá tí einstaka frítt at velja hvar hann vil búgva. Lønarlagið í flestu londum er annars tengt at skattatrýsti. Eg veit ikki um nakað land, sum bindur fólk á henda hátt, heldur ikki Danmark. Hetta er stavnsband av grovasta slag. Hesin per- sónurin, ið flytir til eitt annað land, hevur ikki ein gongd valrætt í Føroyum, men skal betala fullan føroyskan skatt. Hvar er frælsi ? 2. Ein føroyingur, ið hev- ur familjuna eftir í Føroyum og arbeiðir og býr uttanlanda, be- talir fullan skatt til Føroyar. Okkara grannalond hava eina nógv lagaligari skipan. Føroyingurin hevur heldur ikki í hesum førinum valrætt í Før- oyum. Hví skulu føroyingar á landi, sum t.d arbeiða 300 dagar um árið uttanlanda í einum láskattalandi , betala fullan skatt til Føroyar, samstundis at sjómenn sleppa nógv lættari. (DIS, FAS, fiskimenn). Tað má verða minsta krav, at føroyingar í minsta lagið eru líkastillaðir við fólk úr grannalondunum. Danskarar nýta Lign- ingsloven paragraf 33.A. Hetta merkir, at um ein dani arbeiðir í einum lág- skatta/skattafríðum landi, og er heima í Danmark í mesta lagi 82 dagar um árið, betalir hann ongan danskan skatt, sjálvt um familjan er eftir í Danmark. Onnur lond t.d England og Írland hava nógv betri treytir. 3. Tað føroyska skatta- valdið gevur ikki bind- andi svar uppá fyri- spurningar frá fólki. Í Danmark er "for- håndstilkendgivelse" galdandi. Hetta merkir, at um ein persónur hevur ein fyrispurning til skattamyndugleik- arnar, so er svarið frá mynduleikanum bind- andi. Hetta viðførir at fólk kunnu líta á svarið tey fáa.Tað er eingin, ið aftaná kann koma við einari nýggjari for- tolking av skattalógini, sum so aftur rakar henda sama borgaran. Hetta er rættartrygd fyri borgarin. Eg havi verið í samband við fleiri fólk, sum eru frustrer- aði, tí tey fáa ymisk svar frá skattamynduleikunum.Sjál vt eitt skrivligt svar er ikki bindandi. Í einum landi sum ikki vil kallast ein banan republik, hevur borg- arin rætt og krav uppá at fáa eitt svar, ið hann kann líta á. Eitt dømi, ið lýsir hetta rættarloysi, er t.d. fylgjandi regla frá § 1 í føroysku skattalógini fyri føroyingar, ið flyta heim aftur til Før- oyar: Tað er tó ein treyt, at skattingin ikki fer fram eftir reglum, sum eru eyðsýnt lagaligari enn skattareglurnar í Føroy- um. Landsstýrismaðurin í skattamálum avger, um inntøkuskattingin uttan- lands má metast sum eyð- sýnt lagaligari enn eftir skattareglunum í Føroy- um. Skal ein persónur, ið betalur 50 % skatt uttan- lands, betala sleppa frá føroyskum skatti? Hvussu nógvan før- oyskan skatt skal ein per- sónur, ið hevur goldið 45, 40, 30, 20, 10 % útlenskan skatt gjalda? Hvussu avger lands- stýrismaðurin "eyðsýnt lagaligari ." Hetta kann eisini lýsast á ein sindur annan hátt: a) Ein persónur far frá full- trúa A at vita at reglarnir skulu skyljast uppá ein bestemtan máta. Persónurin handlar nú uppá tann máta, sum fulltrúi A segði at regl- arnir skulu fortolkast. b) Eitt ár seinni finnur full- trúi B út av at fulltrúi A segði skeivt. Hvussu við rættartrygd- ini hjá fólki. Persónurin kann risikera, at alt sum hann hevur gjørt, hevur verið út frá skeivum treytum. Hetta kann út- vikla seg til eina óenda- liga søgu. Tveir ymiskir fulltrúar hava rætt við mótstríðandi svarum, uttan at lógin er broytt. Politikarnir eru líkaglaðir við rættartrygdina hjá borg- arunum, tí teir gerða einki við henda trupulleikan. 4. Fólk á landi hava nógv verri treytir enn fólk á sjógvi. Hví verður mismunur gjørdur á fólki, ið arbeiða á landi og á sjónum? Tíðin er farin frá, at tað bert eru sjó- menn, ið arbeiða uttan- lands. Hvat er argumentið fyri at fólk á sjógvi hava nógv betri skatta treytir enn fólk, ið arbeiða á landi. Øll muga verða líka fyri lógini, líkamikið um ein arbeiðir uttanlanda á sjógvi ella á landi. Hvat er mun- urin á einum persóni ið arbeiðir í t.d UAE við lítlun skatt, og einum persóni, ið siglir við DIS skipanini. Í báðum førum verða peng- arnir brúktir í Føroyum. 5. Verður mangul uppá arbeiðskraft í Føroy- um, um fleiri føroy- ingar fara at arbeiða uttanlands? Her kann svarast við einum nei. Tað finnist nokk av arbeiðskraft. Um Føroyar bjóða kappingarførar um- støður, so kemur arbeiðs- kraftin av sær sjálvum. 6.)Hvussu átti tann før- oyska skattalógin at verið innrættað a. Ein persónur við familju skal hava rætt til at flyta til eitthvørt land uttan uppíbland- ing frá skattamynd- ugleikunum. Hann skal verða ein frælsur per- sónur, sum fólk í grannalondum okkara. Hetta merkir at § 1 í skattalógini má broyt- ast. b.Ein persónur, ið ar- beiðir/býr uttanlanda og hevur familjuna eftir í Føroyum, skal ikki gjalda meiri skatt enn fólk í tí landinum, har hann arbeiðir. Broyta § 1 í skatta- lógini. Hetta merkir, at um lítil/eingin skattur er í landinum, so skal hann ikki fáa føroyskt skattaprocent omaná. Um føroysku skatta- m y n d u g l e i k a r n i r ynskja at fáa fingrarnar í hesar pengar, so mugu teir fáa eina dupultskatta avtalu við viðkomandi land. c. Føroyingur á landi, ið arbeiðir uttanlanda gjøgnum eitt føroyskt felag, soleiðis at lønin verður útgoldin í Før- oyum, skal ikki gjalda skatt teir dagarnar, hann arbeiðir uttan- landa. Sjómenn hava lagaligar treytir. Her kann nevnast, at Írland hevur tann ordningin, at tann samlaða lønin verður forholdvís redu- serað við døgunum hann arbeiðir uttan- lands. Írland er tað landið í ES, ið hevur haft tað størstu fíggjar- ligu framgondina. Írskt dømi : Samlað løn: 500.000 kr Dagar uttanlands: 100 dagar Frádráttur: 500.000x(100/360)= 138.889 kr Skattapligtig inntøka : 361.111 kr Dagfrádráttur per dag : 138.889/100=1.339 kr d.Føroyingar á landi skulu ikki verða verri stillaðir enn fólk á sjónum at arbeiða utt- anlanda. Líkagrund- reglan. Hví skal tað al- menna blanda seg í um uttanlandsvinnan ar- beiðir á landi ella á sjógvi. e. Bindandi forhondstil- søgn má verða eitt minimum krav til eitt rættarsamfelag. Eitt land, ið ikki gevur bindandi svar kann ikki kalla seg eitt rættar- samfelag. f. Føroyingar í arbeiða í Føroyum skattast til felags føroyskar treytir. Føroyingar ið arbeiða uttanlands til felags uttanlands treytir. Niðurstøða: Føroyar praktiserar "Ar- beiðsforboð" fyri føroying- ar, ið hava hug at arbeiða uttanlands. Hetta merkir, at tað er ein miðvís politisk stýring, so Føroyar aldrin verða annað enn fiskur og sjómenn. Alt tos um KT vinnu, alternativar vinnur er einki annað en tómt møsn. Før- oyar fáa bert alternativar vinnur, um tann føroyska skattalógin verður broytt, so at føroyingar á landi fáa sama møgulleikan sum onnur at arbeiða í altjóða høpi. Føroyingar hava brúk fyri at fólk veksilvirka millum at arbeiða í Føroyum og utt- anlands og hava ein altjóða førning við sær heimaftur. Verandi skattalóg vísir klárt at verandi generatión av politikarum ikki skilja hetta. Føroyar hava brúk fyri at eisini føroyingar arbeiða í multinationalum feløgum uttanlanda til altjóða treytir, og kunnu hava familjuna eftir í Føroyum. Um tú hevur áhuga at arbeiða í altjóða høpi, so eru Føroyar eitt út av lagi vánaligt land at búseta teg í. Verandi generatión av føroyskir politikarum hava miðvíst saboterað altjóða alternativar vinnur, ið ikki hava nakað við fisk og sjógv at gera. VIÐMERKINGAR Kjakevni til løgtingsvalið Føroyska skattalógin er stavnsbindandi, manglar rættartrygd og forðar fyri at landvinnan kann skapa alternativar vinnur NØVN Í VIKUNI Telefon 341800 - Fax 341801 - Fartelefon 216135 e-mail: maggi@sosialurin.fo Á hesum síðum bera vit tíðindi um merkisdagar, so sum rundar føðingardagar, brúdleypsdagar, starvssetanir o.t. John Damberg 25 ára starvsdag 1. januar 2004 hevði John Damberg politistur í Klaksvík 25 ára starvsdag hjá danska statinum, og 1. september 2003 hevði hann verið politistur í Klaksvík í 20 ár. John er 45 ára gamal og dani, føddur í Bramm- inge 12. februar 1958. Hann var í kongaligu lív- verjuni, áðrenn hann 1. januar 1979 kom í starv hjá danska statinum, tá hann byrjaði sum konstábul á "Jyske Telegraf Regement" í Tønder. 1. august sama árið gjørdist hann politistanæm- ingur. Eftir lokna útbúgving í 1982 gjørdist hann politist- ur í Keypmannahavn á "sta- tion 1" og seinni á høvuðs- radiostøðini. Árið eftir søkti hann starv sum politistur í Klaksvík, har hann bleiv settur í starv tann 1. sep- tember 1983. John hevur tríggjar ferðir verið við í ST-friðarliðnum í Evropa og Miðeystri. Í 1997/98 var hann 6 mán- aðir í gamla Jugoslavia, í 2000 var hann 9 mánaðir í Kosovo, og í 2003 var hann 6 mánaðir á Vestara Áar- bakka. Hann er giftur við Annu, f. Magnusson, úr Klaksvík, tey búgva í Haraldssundi og eiga sonin Magnus, ið er 13 ára gamal. John trívist væl í Før- oyum. Hann fylgir væl við í samfelagsviðurskiftunum, er virkin í bygdafelagnum í Haraldssundi og hevur stóran áhuga í ítrótti. Tøkk Hjartaliga takka vit tykkum øllum, ið sýndu samkenslu og hjálpsemi, tá ið okkara kæra Durna Jacobsen á Glyvrum doyði og varð jarðað. Tøkk fyri blómur og kransar og tøkk til tykkum, ið fylgdu henni til gravar. Ein serstøk tøkk til tykkum á Vistarheiminum, ið vóru um hana, ta tíð hon var hjá tykkum. Familjunnar vegna Durita og Fía Forlagið Leirkerið í Gøtu hevur givið út bókina, ZVI – Undr- anarverd bjarging undan jødatýningini, eftir amerikanska bíbliulæraran og trú- boðaran Elwood McQuaid. Rodmund- ur í Liða hevur um- sett bókina úr enskum BÓKAÚTGÁVA Bókin er um Zvi, sum 10 ára gamal bleiv skildur frá foreldrum og systkjum sínum og noyddur at lív- bjarga sær gjøgnum ræðu- leikarnar undir jødajagstran Hitlers. Høvundurin av bókini, Elwood McQuaid, sigur í eftirskriftini til bókina: "Tá ið eg á fyrsta sinni tók pennin í hond at festa søguna um Zvi á blað fyri mongum árum síðani, byrjaðu vit í Póllandi við einum ráðaleysum 10 ára gomlum dreingi, ið var komin fastur í ta grummu skrúvustikku Hitlers, har endamálið var at beina fyri øllum jødum, eisini Zvi. Saman hava vit spent fylgt við, hvussu lívið hevur lag- að seg gjøgnum 58 undr- anarverd ár hjá hesum framúrskarandi manni Guds. Fyrstu ferð, síðani hann var barn und- ir jødatýning- ini, fór Zvi í 1997 aftur at vitja barna- heim sítt í Var- sjava. Heim hansara var ein- asta hús í gøt- uni, ið stóð eftir frá seinna ver- aldarbardaga. At síggja hann fara inn í heimið, har hann átti so mong minni, var ein sera huggríp- andi sjón. So hvørt, sum hann gekk gjøgnum rúmini og gongir- nar, mintist hann, hvar hann hevði etið, sovið og spælt við systur og brøður sínar. Túsundtals fólk hava verið í ferðalag við honum í tí virðislønta sjónbandsfilm- inum: ZVI: The Return". Rodmundur í Liða, ið hevur umsett bókina úr enskum, sigur í formælin- um: "Ævisøga Zvi verður enn ein varði, eitt prógv um jødatýningina, hesum blá- dýpi av ómenniskjansligum hatri, óndskapi, líðingum og drápi, sum oyddi 6 milliónir jødar. Ævisøgan lýsir tað undurfulla, sum kann spyrjast burtur úr ágangi lívsins. Zvi slapp undan við lívinum, meðan foreldur og trý systkin fór- ust undir ræðuleikunum. Leiting hansara eftir fólki og heimlandi sínum, ar- beiði, hjartafriði, frelsu og trúarvissu kemur so væl til sjóndar í ævisøguni. Zvi kom undan við lívin- um og leitaði til fedralandið Ísrael, har hann fann Jesus sum sín frelsara og Mes- sias". Bøkur og rit eftir Elwood McQuaid hava í eina fjórð- ingsøld verið stórliga virð- ismett og fagnað í mongum londum. Hann er serkønur í týðandi viðurskiftum og áhugamálum í sambandi við Ísrael og Miðeystur. Bókin er 350 blaðsíður og fæst í bókahandlunum kring landið. Í dag kunnu hjúnini, Selma og Byrger Heinesen í Klaksvík, halda gullbrúd- leyp. Selma er dóttir Oluffu og Sámal Samuelsen. Sámal var úr Leirvík og Oluffa av Viðareiði. Tey búsettu seg í Klaksvík. Byrger er sonur Byrghild og Jacob Andrias Heinesen í Klaksvík. Tey vóru bæði ættaði úr Kunoy. Byrger var bert 4 mánaðar gamal, tá mamma hansara doyði. Eftir at hava verið ar- beiðsgenta og kramba- kvinna, fór Selma á húsar- haldsskúla í Danmark. Í 1952 tók Byrger setur- skiparaprógv, og í 1960 tók hann longdina. Hann sigldi í nógv ár, bæði hjá Kjølbro og við Strandfaraskipum Landsins. Í eini 15 ár høvdu Selma og Byrger Essostøðina í Nólsoyar Pállsgøtu, sum tey lótu byggja í 1976. Í heiminum hjá Selmu og Byrger á Brekku, er altíð hugnaligt at koma inn gólvið, og eru tey bæði ser- stakliga gestablíð. At tey bæði ganga høgt upp í sítt heim, sæst aftur bæði innan- og uttandura, har tað altíð er ruddiligt og reint. Selma og Byrger eiga 3 børn, 8 ommu- og abba- børn og 1 langommu- og langabbabarn. Børnini, John, Oddrunn og Borg- hild, eru øll búsitandi í Klaksvík. Gullbrúdleypsdagurin verður hildin í Betesda í Klaksvík. Selma og Byrger gullbrúdleyp Dagurin 16. januar. Macellus, deyður í 309. Varð kosin til páva í árinum í 307. Forlagið Leirkerið: Hugvekjandi bók um jødatýningina Mynd: Solby A. Eliasen C M Y K 23 22 Sosialurini Lýsið við brúktum bilum