Sosialurinarkiv
Sosialurin 2004-01-16, síða 13
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

fríggjadagur 16. januar 2004síða 13

‹ fyrra síða allar 29 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

24 Nr. 10 - 16. januar 2004 Nr. 10 - 16. januar 2004 25 Norrøna bar við mol- an og sigldi tvær ferð- ir á Viðarnes, tá hon royndi at leggja á middegi í gjár, hós- dagin. Hol er undir vatnganginum Á LAND Eirikur Lindenskov/ Jákup Mørk Myndir: Jens Kristian Vang Nú meðan hesi orð verða skrivað vita vit, at vatn rennur inn í maskinrúmið á Norrønu, tí hol er undir vatnganginum. Fleiri bilar frá Sløkkiliðnum í Havn eru á staðnum. Vit síggja, at ein 20 metra long bugla er á bakborðsbógvi beint oman- vert vatngangin og at eitt fýra metra langt hol er á bógnum. Holið undir vantgangi- num er umleið miðskips í bakborðssíðu. Vatn er komið inn í maskinrúmið, og Norrøna hevur tí ikki fulla maskin- orku. Sleiparar royna at fáa skipið lagt at bryggjuni á Viðarnesi. Ritan hevur tikið tey 25 ferðafólkini, sum við vóru og tey eru komin á land á Burstatanga í øllum góð- um. Vit á Sosialinum vóru eygnavitni til tilburðin. Vit sóu, at Norrøna kom skeiv inn um molan, og at hon stevndi móti Viðarnesi. Tað var týðuligt, at hon sigldi á, og at bakborðsbógvur tók. Síðani varð roynt at bakka, men tá tók bakborðssíða í grótkastið. Ætlandi skuldi Norrøna hóskvøldið á promotion- ferð á nýggju leiðina millum Bergen og Hanst- holm, men spurningurin er so, hvussu verður við hes- um. 4 metur langt hol í Norrønu Myndamaður okkara var sum vera man skjótur á staðnum, tá nýggja Norrøna sigldi seg inn á Viðarnes hósdagin Mynd: Jens Kristian Vang Hendan myndin er tikin í tí Norröna sigldi á molan á Eystarubryggju… Mynd: Jákup Sjatlá …og her sæst skaðin. Hol er undir vatnganginum og vatn lak inn í maskinrúmið Mynd: Jákup Sjatlá Komandi vikuskiftið verða tvær konsertir í sambandi við lands- umfatandi innsavn- ingina til frama fyri barnaheimið Nazaret og gøtubørn við herviligu sjúkuni HIV/AIDS í Cape Town í Suður-Afrika. Ein ørgrynna av lut- takarum fara at lut- taka á konsertunum TÍÐINDASKRIV Solby A. Eliasen solby@sosialurin.fo Nú er landsumfatandi inn- savningin til frama fyri barnahjálpararbeiði í Cape Town í Suður Afrika av álvara komin í gongd, og fyriskipararnir, teir tríggir, Sámal Bláhamar, Hans Eiler Hammer og Steintór Rasmussen lata sera væl at undirtøkuni millum fólk. – Vit hava savnað einar 30.000 krónur inn, sum nú er, sigur Hans Eiler Hamm- er, sum ikki ivast í, at kon- sertirnar báðar um viku- skiftið fara at eydnast væl. Konsertirnar verða í Christianskirkjuni leygar- dagin 17. januar klokkan 17 og í Vesturkirkjuni sunnudagin 18. januar klokkan 16. Talvan gongur til kon- sertinar, og allur innkomin peningur fer óskerdur til barnahjálpararbeiði í Cape Town. Stuðul kann eisini latast á konto: 9865 – 102.743.8 í Norðoya Sparikassa, 9870 – 102.028.6 í Suðuroyar Sparikassa, 6460 – 167.023.2 í Føroya Banka ella á 9181 – 140.287.2 í Føroya Sparikassa. Eftirlit og grannskoðan við innsavningini hevur Grannskoðaravirkið Ras- mussen & Weihe. Luttakararnir á konsertini eru: Magni Christiansen Terji Vestergaard, klaver Kai Otto Frederiksberg, bass Leif Høj, trummur Peter Hermanesen, steelgittar Daniel Nielsen, violin Eyðun Jacobsen, kassagittar & sang Vivi Hammer, kór Elin Madsen, kór Magni Christiansen, sang I AM Heðin Askham Olsen, sang Eyðbjørn Jacobsen, sang Arni Zachariassen, gittar Hans Ove Johannesen, trummur Alvin E. Andersen, tangentar Gestasangari: Brandur Enni Brandur Enni Torkil Mørkøre, tangentar Brandur Enni, sang Torkil Mørkøre & vinmenn Kristoffur Mørkøre, bass Beddi Hansen, gittar & mandolin Pætur á Borg, akk. gittar Høgni Klakstein, trummur Mikkjal Hvannastein, el gittar Leivur Vitalis, el gittar Torkil Mørkøre, sang & tangentar MC Restorff Eyðun Jacobsen, strúkarar MC Restorff, klaver og sang Systrarnar Rannvá & Arnfríð Lützen Systrarnar Barbara, Vanja og Laila Kristel og Jens Lisberg Ólavur Øster, gittar Jens Lisberg, sang Kristel Lisberg, sang Spennandi konsertir Ein av best umtóktu bólkunum í Føroyum í løtuni munnu vera I Am, og teir eru eisini millum luttakararnar í konsertini C M Y K 25 24 www.smyril-line.fo J. Broncksgøta 37 · Postsboks 370 · FO-110 Tórshavn Tlf: 34 59 00 · Fax: 34 59 50 · booking@smyril-line.fo 1 vika í Danlandi Íroknað er: ferðin fram og aftur í 4-koyggjukamari við wc/bað, innan. Uppihald í Danland-íbúð í Hirts- hals, Blokhus ella Ebeltoft í 1 viku. Fráferð 01.04 ella 08.04. 6.995,- mmarhúsi í Easterhoull í Hetlandi 1 vika Íroknað ferð við gisting fyri 2 vaksin og 2 børn við bili fram og aftur úr 4.500,- hitt best umtókta ferða- málið hjá føroyingum Danland frítíðardeplarnir hava vælinnrætt- aðar íbúð ir við køki og nógv frítíðartilboð eru fyri bæði vaksin og børn. Summarhúsini hava køk og baði rúm og eru væl útgjørd ann ars. Tey hava 2 ella 3 kømur og kunnu hýsa upp til 6 fólkum. Danland Danland Pers Hotel Pers Hotel So fara vit á páskaferð, So fara vit á páskaferð, páskaferð, páskaferð... páskaferð, páskaferð... 1 vika á Pers Íroknað er: Sigling Tórshavn-Bergen og aftur í 4- koyggjukamari innv. við wc/bað. Hartil 7 gistingar í smáttu, uttan kost og 2 gistingar í Bergen á út- og heim ferðini. úr 6.000,- Pers Hotel er ein av teimum fáu frítíðardeplunum í Noregi, ið hava baðiland. Depilin liggur í tí avbera vakra Gol-økinum. Sera barna vinarligt við einum hópi av frítíðarmøguleik um. Koyri tíðin frá Bergen er einar 4-5 tímar.