Sosialurinarkiv
Sosialurin 2004-01-16, síða 14
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

fríggjadagur 16. januar 2004síða 14

‹ fyrra síða allar 29 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

Nr. 10 - 16. januar 2004 27 27 Nr. 10 • fríggjadagur • 16. januar 2004 • 78. árgangur • www.sosialurin.fo Ein til hvønn enda hjá B36 Ein vandamikil álops- maður og nýggjur málverji tykjast standa ovastir á list- anum hjá B36, men hetta verður avvíst av leiðsluni í felagnum FÓTBÓLTUR Jákup Mørk Eitt av feløgunum, har gjøgnumtrekkurin í vetrar- steðginum hevur verið hampuliga stórur, er ár- stalsfelagið úr B36. Hóast felagði í fjør vann steypa- kappingina og fekk silvur í landskappingini, og soleið- is stóð við bestu samlaðu úrtøkuni í heiðursmerkjum, so mundu tað tó vera fleiri, sum ikki vóru heilt nøgd við hetta. Og einki er at taka seg aftur í, at høvuðs- orsøkin til ónøgdina man vera, at tað vórðu júst grannarnir úr HB, sum struku avstað við FM-heit- inum. Enntá eftir at hava sigrað í eini regulerari FM- finalu í Gundadali. Nøgdir við hópin Mett varð annars frá fleiri síðum, at hópurin hjá fel- agnum í fjør var tann sterk- asti í landinum, og fram til november mánað bendi tað mesta eisini á, at hetta eisini skuldi verða støðan í 2004. Ikki minst eftir at tað tóktist greitt, at verjan á liðnum skuldi fáa tilgongd av Arnbjørn Danielsen og Jóhannis Joensen. Men seinastu tveir mán- aðirnir á árinum vóru sera døkkir fyri B36-viðhalds- fólkini. Sjokk-boðini um skiftið hjá Jákupi á Borg til HB vórðu tollaksmessudag fylgd upp av einum tilsvar- andi skifti hjá Heðini á Lakjuni, og fyri tey allar- flestu í felagnum mundi hetta kennast sum tvey risa bakkøst. Eisini hóast leiðsl- an í felagnum í seinna før- inum segði, at missurin hó- ast alt ikki var so øgiligur. Her varð hinvegin víst á tilgongdinia, sum liðið hevur tryggjað sær. Um- framt teir báðar omanfyri nevndu verjuleikarar, er talan um Jens Erik Rasmus- sen, Ronnie Samuelsen og Egil í Bø, sum allir hava gjørt sáttmála við B36 fyri komandi kappingarárið. Hetta eru alt leikarar, sum ivaleyst høvdu pyntað um flestu fyrstudeildarhóp- ir kring landið, men tað tykist ikki, sum um inn- keypsferðin hjá múgvandi árstalsfelagnum er av fyri tað. Síðani skiftið hjá Ják- upi á Borg hevur verið tutl- að um, at felagið hevur leitað eftir nýggjum áleyp- ara, og fleiri ferðir hevur slaturin ljóðað um, at talan skal vera um leikara úr bestu íslendsku deildini. Enn tykist tó einki vera greitt í so máta, og leiðslan í felagnum er eisini tøtt sum tunnan í so máta. – Vit halda okkum í øll- um førum hava gjørt okk- um væl út til komandi kappingarár, sigur formað- urin í B36, Kristian á Neystabø. – Vit hava tann hópin, sum er í løtuni, og hann eru vit nøgdir við. Eg kann sjálvandi ikki útiloka, at talan verður um onkran styrk afturat, men fyri fyrst halda vit okkum til hópin, sum vit hava, er einasta viðmerkingin frá formann- inum, sum ikki sigur kenna nakað til, at teir í løtuni eru í samráðingum við aðrar leikarar. Ein til hvønn enda Sosialurin er tó vitandi um, at B36 í longri tíð hevur havt samband í Íslandi, har tað serliga hava verið tveir leikarar, sum hava verið upp á tal. Annar er danin, Allan Borgvard, sum áður hevur leikt við AGF, og sum í fjør varð kosin ársins leikari eftir eitt sera gott kappingarár í FH. Hin er ein brasilskur áleypari, sum í síni tíð var liðfelagi við Jens Erik Rasmussen í Leiftri. Hesin varð eisini fyri tveimum árum síðani í sambandi við FS Vágar, men ta ferðina varð handil- in so av ongum. Og úr Danmark frættist eisini, at B36 her hevur ver- ið í sambandi við ein mál- verja. Talan er um 22 ára gamla Henrik Bødker, sum í løtuni spælir við Lyngby. Undan hesum hevur hann roynt seg í bæði AGF og FC Aarhus, og á CV’inum standa higartil tríggir dystir í donsku superliguni, um- framt at hann upp ígjøgnum árini hevur verið fastur fúsur á ymsum ungdóms- landsliðum. Hann varð í mong ár roknaður sum eitt tað størsta danska mál- verjatalentið í longri tíð, men síðani tykist menning- in tó vera steðga nakað. Tað hevur ljóðað í eina tíð, at tað er komið vátt í reiðrið millum B36 og Trónd Vatnhamar, sum hev- ur verið málverji seinnu ár- ini, og tað kundi væl verið, at tað er fremsta orsøkin til, at B36 nú leitar sær eftir nýggjum manni at seta á plássið. Sum nevnt, so verða tó eingi av hesum tíðindum váttað av leiðsluni í felagn- um, men felagið hevur aðalfund um góða viku, og tá plagar tað ofta at vera so, at nevndin boðar frá um onkran nýggjan leikara, sum er fingin til vega. Um tað so eisini verður støðan hesaferð, fæst helst at vita um góða viku. Tað hevur ljóðaða, at vátt er komið í reiðrið millum B36 og Trónd Vatnhamar, og tað kundi bent á, at nakað er um tosið um nýggja málverjan C M Y K 26 Rokna við 3000 áskoðarum Tá ið føroyska hond- bóltslandsliðið seinnapartin í dag skal leika tann fyrra av teimum báðum landsdystunum á útivølli ímóti Rum- enia hetta vikuskifti, verður tað undir heilt øðrum umstøðum, enn hvat okkara menn eru vanir við. LANDSDYSTUR Terji Nielsen Tað varð ein drúgv ferð hjá føroyska liðnum til Rum- enia. Føroyski hópurin fór úr Vágum týsmorgunin kl. 11 við Atlantsflog, og ikki fyrr enn eftir nátturðatíð mikukvøldið var liðið kom- ið á gistingarhúsið í Rum- enia. Tað var ikki sørt, at menn vóru moyrir, tá ið Sosialurin fekk fatur á landsliðsvenjaranum, Lars Nedergaard, stutt eftir at teir vóru komnir á gisting- arhúsið. Góðar umstøður Tá ið føroysk ítróttarlið hava vitjað í onkrum av teimum fyrrverandi komm- unistisku londunum, hava umstøðurnar ikki altíð verið av teimum bestu. Lars Nedergaard sigur, at teir vóru ikki sørt spentir upp á umstøðurnar í Rumenia, men framkomnir kunnu teir bert staðfesta, at umstøður- nar eru á eini heilt góðari leið. Gistingarhúsið er gott, og maturin er somuleiðis góður. Mikukvøldið skuldi hóp- urin hava ein stuttan fund eftir nátturða, og síðani var farið eftir høvdinum í song. Hósdagin var ein venjing á skránni, og í morgun skuldi liðið so hava eina stutta og lætta venjing. Fyrsti dystur- in á ferðini verður leiktur seinnapartin í dag kl. 17.00 rumenska tíð, sum er tveir tímar framman fyri okkum. Til dystin í dag rokna rum- enar við okkurt um 1500 áskoðarum, meðan til seinna dystin, sum verður leiktur sunnumorgunin kl. 11.00 rumenska tíð, verður roknað við fullum húsi, tað vil siga 3000 áskoðarum. Lars Nedergaard sigur, at føroyska liðið skal rokna við heilt øðrum karmum til dystirnar, enn hvat teir eru vanir. Eystureuropeiskir hondbóltsáskoðarar halda ein øgiligan gang undir dystinum, og vit kunnu rokna við rómaraljósum og kanónsløgum, sigur Lars Nedergaard, landsliðsvenj- ari. Hann leggur aftrat, at tað verður umráðandi hjá okkara leikarum at megna at halda konsentratiónina um dystin og ikki larmandi áskoðarafjøldina. Eli er einasti ivasami leikarin Sambært Lars Nedergaard er føroyski hópurin væl fyri. Hýrurin er góður, men tríggir leikarar fáa viðgerð upp undir dystirnar um vikuskiftið. Tað eru teir tríggir Ingi Olsen, Halgir Dahl-Olesen og Eli Müller. Lars Nedergaard sigur, at hann væntar fyri vist, at Ingi og Halgir verða klárir til dystin, meðan tað er meira ivasamt við okkara málverja Eli Müller. Eli hevur ein skaða í lærinum, sum av fyrstan tíð ikki var mettur at verða so álvar- samur, men nú vísir tað seg, at vit møguliga noyðast at verða uttan Eli í málinum ímóti rumenum. Um so verður, er tað einki at ivast í, at tað er ein dyggur smeitur fyri føroyingar. Rumenar vænta at vinna við 15-20 málum Spurdur um hvørja mót- støðu vit kunnu rokna við um vikuskiftið, sigur før- oyski landsliðsvenjarin, at vit hitta eitt sera sterkt lið, ið er mannað við nógvum stórum og skotsterkum leikarum. Lars Nedergaard sigur, at fyri bert tveimum árum síðani vunnu rumenar ein greiðan sigur á nor- monnum í Rumenia, og styrkina hjá norska lands- liðnum kenna vit jú alt til. Rumenar rokna eisini við, at tað verður ein løtt uppgáva at basa føroysku amatørunum, og Lars Ned- ergaard sigur, at hann hevur hoyrt, at rumenar rokna við at vinna við einum 15 til 20 málum ímóti okkara monn- um. Føroyski landsliðsvenjar- in nevnir í sama viðfangi, at til dystirnar um vikuskiftið verður tað eitt dómarapar úr Italiu, ið skal stýra dyst- unum, og tað metir Lars Nedergaard ikki er til okkara fyrimun. Tað verður mangan sagt, at suður- europeiskir dómarar ofta lata seg ávirka av áskoðara- fjøldini, men lat okkum vóna, at so verður ikki í hesum føri. Eli Müller er ivasamur til dystirnar móti Rumenia, men í aðrar mátar tykist hópurin til reiðar til avbjóðingarnar www.sosialurin.fo www.sosialurin.fo www.sosialurin.fo www.sosialurin.fo www.sosialurin.fo www.sosialurin.fo www.sosialurin.fo