fríggjadagur 16. januar 2004síða 15
‹ fyrra síða allar 29 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
28
Nr. 10 - 16. januar 2004
Nr. 10 - 16. januar 2004
29
– Hetta var eitt rør-
andi upplivilsi. Eg var
púra sjokerað, tá ið
eg vann hasar
virðislønirnar, sigur
Eivør Pálsdóttir.
Mikukvøldið fekk
hon størsta heiðurin,
sum tað ber til at fáa í
íslendskum tónleiki
STJØRNAN
Eyðun Klakstein
eydun@sosialurin.fo
Eivør Pálsdóttir var ein
bleiktrandi stjørna, tá ið
íslendsku tónleikavirðis-
lønirnar vóru lætnar í
b e i n l e i ð i s
s j ó n v a r p s s e n d i n g
mikukvøldið.
»Íslensku tónlistarverð-
launin« heiðrar tey bestu
tónlistafólkini,
og
tað
verður gjørt við ymiskum
virðislønum.
Frammanundan var tað
greitt, hvørji vóru instillað
til hvørjar virðislønir, og
føroyska Eivør Pálsdóttir
varð innstillað til heilar
tríggjar virðislønir: Besti
sangari, Besta fløga, og
tann, sum dugir best at
framføra tónleik.
Frammanundan
hildu
fólk, at Eivør hevði møgu-
leika at vinna onkra av
hesum virðislønum, og tað
skuldi vísa seg at halda.
Heilar tvær ferðir var tað
navnið á Eivør, sum varð
rópt út í salinum, og báðu
ferðirnar kom tað full-
komiliga óvart á føroysku
songkvinnuna.
– Eg hevði als ikki rokn-
að við hesum, og tí var
hetta heilt fantastiskt. Tað
var eitt rørandi upplivilsi.
Eg var púra sjokerað, tá ið
eg vann, sigur Eivør Páls-
dóttir
Stjørna eftir stuttari
tíð
Síðani Eivør fyri góðum
ári síðani fór til Íslands at
fáast við tónleik, hevur tað
gingið strúkandi hjá henni.
Tá ið hugsað verður um, at
hon fór yvir sum ókend
songkvinna, og at hon nú
er eitt tað størsta navnið í
íslendskum tónleiki, er tað
í grundini eitt óvanligt
avrik.
Ongantíð áður hevur ein
føroyskur tónleikari gjørt
slíka innrás í Íslandi.
– Tá ið eg fór til Íslands,
setti eg mær fyri at brúka
tíðina sum frægast, og eg
havi arbeitt hart. Tá ið tú
gert tað, so ber ofta til at
koma víðari, sigur Eivør.
– Hesar virðislønirnar
meti eg sum eina viður-
kenning av mínum tónleiki
og eina áheitan um at halda
fram. Og eg havi sanniliga
hug at halda fram aftan á
hetta.
Stjørnan í Prixnum
Eivør kom annars rættiliga
fram í Føroyum sum sang-
ari í rockbólkinum Click-
haze,
og
skal
ein
framførsla takast fram um
allar hinar, so var tað
finalan í Prix Føroyum
2001, tá ið Eivør meira enn
nakar
annar
skaraði
framúr.
Fyrstu tíðina aftaná Prix-
sigurin hjá Clickahaze,
ferðaðist bólkurin nógv,
var í studio, gav út og
spældi
á
óteljandi
konsertum.
Men síðani er Eivør farin
at gera alt meira við sín
egna tónleik og sína solo-
karrieru. Hon hevur givið
fløgu út í Føroyum, hon
var við í íslendska Grand
Prixnum, og í fjør kom hon
so við nýggjari útgávu í
Íslandi, nevnd Krákan.
Útseldar konsertir
Nýggja útgávan hjá Eivør
hevur sett enn meira ferð á
yrkisleiðina hjá henni í
Íslandi. Krákan hevur selt
nærum 6000 eintøk, og
hon fer at selja meira –
eisini nú Eivør hevur
fingið hesar virðislønir.
Tá ið Sosialurin var í Ís-
landi í sambandi við út-
gávuna av fløguni hjá
Eivør í fjør, helt útsendi
blaðmaðurin,
at
íslendingar hildu seg eiga
ein part av Eivør. Teir
høvdu veruliga tikið hana
til sín.
Og meðan Eivør hevur
funnið hjørtuni á íslend-
ingum, hava føroyingar
fylgd songkvinnuni, og tá
ið Eivør kom heim at hava
jólakonsertir í fjør var
áhugin ovurhondsstórur. Í
Klaksvík rúmaðust øll ikki
í rúmligu Christianskirkj-
uni, har Eivør og Pætur við
Keldu høvdu konsert, og í
Fuglafirði var neyðugt við
eykakonsert í Mentanar-
húsinum.
Ovfarin
Íslendska sjónvarpið sendi
mikukvøldið beinleiðis frá
Íslensku tónlistarverðlaun-
in, og í tveir tímar var tón-
leikur á skránni. Bólkar
spældu, og virðislønir vóru
lætnar.
Eivør var ein av teimum,
sum framførdi til tiltakið,
og tað kom hon sum vanligt
væl frá.
Men tað tóktist, sum hon
var púra ovfarin, tá ið hon
vann sínar tvær virðislønir.
Aðra fyri at vera besti
kvinnuligi sangarin, og hin
fyri at duga besta at fram-
føra sín tónleik. Virðis-
lønina fyri bestu fløguna í
2003 fór rockbólkurin Mín-
us avstað við.
Meðan flest onnur høvdu
væntað, at hon fór at vinna
okkurt, tóktist hetta ikki at
galda fyri Eivør sjálva.
Hon var fáorðað, ovfarin
og innilig, tá ið hon takkaði
íslendingum fyri móttøk-
una, sum hon hevði fingið
frá teimum, og tað fekk
tárini fram hjá áhoyrarum
og hjá kvinnuliga vertinum
fyri sjónvarpssendingini.
Íslendingum dámar ikki
bara tónleikin hjá Eivør,
teimum dámar eisini per-
sónin Eivør, og í løtuni
virkar tað, sum um einki er
óført hjá Eivør í Íslandi.
Til Hawaii
Eivør Pálsdóttir hevur eftir
stuttari tíð vunnið hjørtuni í
Íslandi, og spurningurin er
tí, um hon ætlar sær at
halda fram við tónleikinum
har, ella um hon ætlar sær
víðari.
– Eg eri ikki liðug við
Ísland enn. Eg havi nógv á
skránni í Íslandi í ár.
Millum annað skal eg gera
tónleik til sjónleik, og tað
verður næsta stóra upp-
gávan hjá mær. Annars ætli
eg mær eisini at spæla á
konsertum í Íslandi í ár,
sigur Eivør.
– Men sjálvandi havi eg
hugsa um at farið víðari,
kanska til Svøríkis, og tað
er einki at ivast í, at tað ber
til at brúka íslendska tón-
leikapallin fyri at koma
víðari, sigur hon.
Eivør er longu komin
heimaftur til Føroya, men
21. januar setir hon kósina
ímóti Hawaii, har hon fer á
tónleikaferð sum sangari í
bólkinum Yggdrasil.
Tá ið hon kemur heim-
aftur av tí ferðini, ætlar hon
sær at brúka nakrar vikur í
Gøtu.
– Eg ælti mær at fáa
nýggja inspiratión og ann-
ars bara vera saman við
mínum kæru, áðrenn eg fari
yvir aftur til Íslands, sigur
hon.
Og í Íslandi bíða tey iva-
leyst spent eftir sangstjørn-
uni úr Føroyum.
Ovfarin Eivør fekk tárini fram
Eivør er
tann størsta
Eivør stendur nú
sum tann størsta
stjørnan innan ís-
lendskan tónleik,
skrivar tíðindamað-
urin, Edvard T. Jóns-
son, úr Íslandi
TÓNLEIKAVIRÐIS-
LØN
Frá Edvard T. Jonsson í
Íslandi
Eivør Pálsdóttir fekk tvær
tær størstu virðislønirnar
innan íslendskan rock-
tónleik á árliga tónleika-
hátíðarhaldinum
í
Reykjavík mikukvøldið.
Hon var vald som ársins
besta sangarinna í Íslandi
2003 og eisini sum tann
besti
tónleikaflytarin
(tann ið best dugdi at
framføra tónleik) innan
henda musik-bólkin.
Á
hátíðarhaldinum
fingu íslendskir tónleikar-
ar virðislønir innan ymisk-
ar bólkar av tónleiki, eitt
nú jazzi, rocki og klass-
iskan tónleik.
Vertirnir á hátíðarhald-
inum í Reykjavík ásann-
aðu í gjárkvøld í bein-
leiðis sjónvarpsending,
sum í minsta lagi helvtin
av íslendingum hugdi eft-
ir, at Eivør hevur veruliga
sungið seg inn í mergin á
íslendingum.
»Hon er ekki bert ársins
besta
og
populerasta
sangarinna men eisini
millu bestu lagahøvund-
arnar í okkara landi. Yvir
bert eitt ár er hon blivin
ein tann størsta stjørnan í
íslendska tónleikaheimin-
um,« bleiv sagt undir
hátíðarhaldinum.
Millum størstu avrik
Beinleiðis sending var frá
hátíðarhaldinum
í
ís-
lendska ríkissjónvarpin-
um. Eivør fekk virðisløn-
irnar handaðar á tí stóra
árliga tónleika-hátíðar-
haldinum, har øll tey
størstu og kendastu nøvn-
ini innan íslendskan tón-
leik vóru hjástaddir, har-
ímillum Bubbi Mortens,
Birgitta Haukdal og tann
heimskendi
bólkurinn
Sigurros.
Ein íslendskur tónleika-
bólkur, »Minus«, fekk
virðisløn fyri ársins bestu
fløgu, sum eitur »Halldór
Laxness«.
Fløgan
hjá
Eivør,
»Krákan« verður kortini
av íslendskum ummælar-
um mett at vera millum
størstu avrikini innan ís-
lendskan
tónleik
tey
seinastu árini.
Fleiri bløð og útvarps-
støðir her í landinum hava
valt Krákuna sem ársins
bestu fløgu og hon hevur
selt meira enn 5000 ein-
tøk og harvið nátt gull.
Mett verður, at fløgan fer
at selja uppímóti 10.000
eintøkum.
Hoyra Føroyar
At Eivør hevur fullkomi-
liga hugtikið íslendingar
við sínum eyðkenda sangi
og frálíku framførslu var
eyðsýnt undir hátíðahald-
inum í íslendska ríkis-
sjónvarpinum.
Eivør er tann einasti
»útlendingurin«,
sum
fleiri ferðir hevur verið
verið bjóðaður at luttaka í
vinsælastu
sendingini,
sum verður víst hvørt
leygarkvøld í sjónvarpin-
um við hugnapráti og
tónleiki.
Hon hevur fingið av-
bera góð ummæli fyri
konsertirnar, hon hevur
havt í seinasta árið.
Tann seinasta konsert-
in, sum bleiv hildin í
Reykjavik i november
síðsta ár, fekk tey um-
mæli, at hon var millum
tær mest spennandi og
hugtakandi konsertirnir,
ið vóru hildnar í árinum.
Ummælarin hjá Morg-
unblaðnum segði tá at tað
var stuttligt at síggja,
hvussu Eivør kann bæði
framføra rock-tónleik og
flætta hann saman við tað
ektaða føroyska soleiðis
at ein beinleiðis í konsert-
hølunum
upplivir
tað
stóra og hábærsliga í før-
oyskari náttúru.
»Ein hoyrir Føroyar, tá
Eivør syngur,«, sigur um-
mælarin.
Íslendski bólkurin sum
spælir saman við Eivør
stuðlar hana sera væl og
hevur uttan iva sín lut at
Eivør stendur nú sum tann
størsta stjørnan innan
íslendskan tónleik.
– Hesar virðislønirnar meti eg sum eina viðurkenning av mínum tónleiki og eina áheitan um at halda fram. Og eg havi sanniliga hug at halda fram aftan á hetta, sigur Eivør Pálsdóttir
C
M
Y
K
29
28