Sosialurinarkiv
Sosialurin 2004-01-16, síða 16
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

fríggjadagur 16. januar 2004síða 16

‹ fyrra síða allar 29 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

30 Nr. 10 - 16. januar 2004 Nr. 10 - 16. januar 2004 31 -Bæði á barna- og eldraøkinum er neyð- ugt at hugsa um dygd og ikki bara um nøgd. Sjálvandi er tað trup- ult at krevja dygd, tá fólk ikki sleppa at arbeiða, tí eingin ansing er til børnini ella foreldrini. Men tað má bera til at gera ein leist, har góðskan verður tikin við. Tí er givið, at hugsa vit bara um nøgd, verður ringt at fara at krevja góðsku, tá tað málið er komið undir land. Greinin tekur støði í valskráum flokkana, og ikki hvat valevni annars føra fram aðrastaðni. Men umrødda mál verður sett í ein samfelags- ligan samtekst TINGHELLA – VAL 04 Bogi Eliasen Í valstríðnum hevur nógv verið tosað um eldraøki og hvat eldraøkið krevur, um vit skula verða eitt nýmót- ans vælferðarsamfelag, sum kan samanberast við grannalond okkara. Trupul- leikarnar við eldraøkinum síggjast partvíst aftur á barnaansingarøkinum, sum tí eisini er tikið við í hesa greinina. Men hvat er eitt ný- mótans vælferðarsamfelag á eldraøkinum og skal eitt føroyskt vælferðarsamfelag á eldraøkinum verða sum í okkara størru grannalond- um, ella skulu vit arbeiða eftir at gera ein serføroysk- an leist? Føroyska samfelagið er nógv broytt seinastu 30-40 árini, m.a. soleiðis at nú fara ofta bæði maður og kona av húsi at arbeiða. Tað er heldur ikki so vanligt longur, at fleiri ættarlið búgva saman og taka sær av hvørjum øðrum. Tað ber til at siga, at samfelagi krevur meira, eins og at tað hevur tikið nakrar av uppgávun- um, sum familjur og nær- umhvørvið høvdu fyrr. Her er tað serliga barnaansing og uppaling og at taka sær av teimum gomlu, sum ikki kunnu klára seg sjálvi. Tað er givið, at henda uppgávan er ógjørlig hjá einum húski, har bæði maður og kona arbeiða fulla tíð. Í mun til okkara granna- lond eru vit eftirbátar á hes- um øki, tí vit hava ikki útbygt vælferðarsamfelag- ið, soleiðis at øll børn kunna ansast og øll gomul í hava tørv á tí, kunnu koma á ellis/røktar heim, til umlætting ella fáa nøktandi heimahjálp, sjálvt um økið er ment munandi seinastu árini. Skula vit breggja okkum av at verða eitt av hesum nýmótans vælferðarsamfe- løgum, skulu vit hava virði- lig viðurskifti fyri bæði børn og gomul. Hvat hava flokkarnir í teirra valskráum um eldra- økið og barnaansing. A Fólkaflokkurin Leggja almennar tænastur so nær borgaranum sum gjørligt og kommunalar íløgur til t.d. eldrarøkt og barnaansing undir ávísum treytum uttanfyri almenna íløgukarmin. B Sambandsflokkurin Eitt ára barsil. C Javnaðarflokkurin Fleiri røktarheimspláss og døgnrøktarskipan um alt landið. Eftirløn byggjast tær tríggjar súlurnar, fólka- pensón, samhaldsfasta og fakfelagspensión. Sam- skipan av heimarøkt, sam- býlum og røktarheimum í eina heildarloysn. D Sjálvstýrisflokkurin Eftirløn til øll Øll eiga møguleikan at fáa børn ansaði, ansingin skal verða stimbrandi og menn- andi. E Tjóðveldisflokkurin Nøkta allan tørvin á ellis og røktarheimsplássum í sam- starvi við kommunurnar, skipa nýggja samhaldsfasta pensiónsskipan. M Miðflokkurin Fólkapensión, samhalds- fasti og privatar pensión- skipanir. Og meira breitt, øll í tørva, fáa eina virðiliga hjálp – og eftir meginregl- um Bíbliunnar (Esajas 58 ø. 7). Ansingarstuðul fylgja barninum. Barnsburðar- farloyvi í eitt ár við fullari løn K Hin Stuttligi flokkurin Hevur onga almenna val- skrá Í dagsins vesturlenska sam- felag, ber tað við sær, at vit í stóran mun mugu fáa hjálp frá samfelagnum, so- leiðis at tey gomlu hava tað virðiligt. Vit megnað ikki sum familja, at taka okkum av øllum og brot er komið í, ímillum ættarliðini, soleiðis at tey ymsu ættarliðini ikki neyðturvuliga eru ein fa- milja, sum hava ábyrgdina at ansa eftir hvørjum øðrum. Sum sagt tykjast allir flokkarnir at verða á einum máli um, at serliga eldraøki skal betrast. Bæði við fleir røktarheimsplássum (ellis- heim, umlatingarheim o.s.fr.) og eisini við heima- hjálp. Serliga heimahjálpin kann bæði avlasta sjúkra- húsini og gera, at tey, sum ikki hava tørv á nógvari hjálp, kunna verða búgv- andi heima. Í boðskapinum frá valevnunum á fundum og í fjølmiðlum hevur evni verið nógv frammi, men uttan at nakað ítøkiligt boð er komið fram, um hvussu økið skal skipast. Tó hevur tað verið eitt ávíst kjak um, hvørt tað er rætt at leggja uppgávuna til kommunur- nar ella at landið skal hava tað. Í valskráunum siga flokk- arnir ikki nógv um økið, meira enn tað vit flest øll kunnu semjast um, nevn- liga at økið skal útbýggjast og ansingartørvurin nøkt- ast. Um allir flokkar eru so rørandi samdir um hetta, mugu vit sum borgarar eftir valið, kunna krevja at tað á hesum økinum verða gjørd- ar langtíðarsemjur millum helst allar flokkarnar, men í hvussu so er við luttøku av einum stórum meiriluta av teimum, so trupulleikarnir á eldraøkinum verða loyst- ir. Flokkarnir eru tó ikki samdir um, hvørt hetta skal verða ein uppgávu komm- unurnar kunna hava, ella at Eldraøkið og barnaansing: Neyðugt at hugsa um dygd og ikki bara um nøgd tað skal verða landið sum hevur tað. Land ella kommuna ? Fyrimunurin við at landið umsitur eldraøki er, at so tryggjast, at tað verða eins tilboð kring landið, um- framt tað, at so er eitt stað, sum skal fíggja øki. Her kann ein trupulleiki við, at kommunurnar fáa øki, verða at tær ikki hava fíggj- arligu orkuna, og at tað kemur at verða munur á hvat tær ymsu kommunur- nar kunna bjóða sínum íbúgvum. Fyrimunir við at komm- urnar umsita, er at komm- unurnar eru nærri borgar- anum og hava trupulleikan við sínum íbúgvum, um hesi viðurskifti ikki eru í lagi. Soleiðis hava komm- unurnar meira incitament enn landið, og kann tað verða við til at fáa skjótari gongd á, at loysa trupul- leikan. Hetta krevur kommunu- samanlegging og/ella sam- starv. Tað eru soleiðis argu- ment fyri bæði at lata kommunurnar umsita øki, og at lata landið hava tað. Sjálvt um allir flokkarnir ynskja betri kor fyri eldri, er hetta eitt øki sum kostar. Tí hevði tað verið ynskiligt við eina raðfesting av øki- num, soleiðis at ein heild- arætlan kom fyri alt økið. Bæði hvussu øki skal skip- ast og hvar byrja verður. T.d. er stórur munur á hvønn tørv tey eldru hava. Ein partur orkar ikki krops- liga at klára dagliga húsar- haldið, og kann hjálpast við reingerð/heimahjálp. Ein partur av teim eldru er av- lamin, teim tørvar stovns- pláss, men tey eru mentalt væl fyri, hesi kallast røkt- arsjúlingar. Onnur eru kroppsliga væl fyri, men kanska blivin dement og kunnu tí ikki búgva sjálvi. Tað er umráðandi at geva sær far um at hesi ikki hava sama tørv, og soleiðis um eg havi skilt fakkunleikan, skulu hesi helst ikki bland- ast ov nógv. Endamálið er jú ikki at parkerað hesi fólk í ein pre-kirkjugarð, men at tey skula hava eitt so gott lív sum møguligt, og eisini fáa tað betri, um tað letur seg gera. Soleiðis skulu vit m.a. hugsað um vit skulu hava stórar stovnar fyri tey eldru, sum so hava fleiri deildir, ella vit skula hava minni stovnar meira, ið vit so kunnu spjaða meira kring landið. Tað er givið, at jú størri eindirnar verða, tess minni kunna tær spjaðast. Men størri eindir við deildum, hava tann fyri- munin, at tær kunna hava felags køk, uppsýnarmenn, o.s.fr. Hinvegin eru smærri stovnar róligari og kanska meira heimligir. Nýmótans vælferðarsam- felagið krevur í ávísan mun, at bæði kona og mað- ur arbeiða, og tí er tað neyðugt, at samfelagið hevur tilboð til bæði barna- ansing, men eisini at taka sær av teimum eldru, tá tey ikki klára seg sjálvan longur. Tað tykist sum um barnaansingin eisini hevur fingið ans og eru ansingar- trupulleikarnir ikki so um- fatandi, sum teir hava verið. Eftir míni meting, tørvar okkum tó eitt kjak um hvat vit vilja við barnaansingini, skal tað bara verða ansing uttan mál. Ella skulu vit eisini seta okkum fyri at børnini læra, sum tey gjørdu í familjuni við at verða við í gerandisdeg- num, áðrenn barnagarðurin gjørdist gerandisdagur. Ein annar trupulleiki er, at børnini eru meginpartin av degnum uttanfyri heimi og uttan foreldrini. Samstund- is hoyrist javnan, frá skúl- um og barnagørðum at børnini ikki verða uppald í nóg stóran mun heimanifrá. Skal barnaansingin so hava til uppgávu partvíst at upp- ala børnini, í samstarvi við foreldrunum? Ella er tað nóg gott at vit parkerað børnini heilan dag á stovn- um, uttan at ein heildarætl- an skal verða við teimum? Viðmerkjast skal tó, at vit hava nógv gott fólk, sum arbeiðir við barnaansing og tey duga væl við børnun- um. Spurningurin er, um vit ikki meira tilætlað kunna geva børnunum meira í ansingini, so tann lærdóm- ur børn fyrr fingu í familj- uni og nærumhvørvinum, verður kompenseraður. Børn eru eisini persónar. Um barnagarðurin ikki hevur eitt mál við børnun- um og børnini ikki læra tað sama í familjuni sum fyrr, er tað eitt bakkast fyri børn- ini og ikki nakað vælferðar- framstig. Bæði á barna- og eldra- økinum er neyðugt at hugsa um dygd og ikki bara um nøgd. Sjálvandi er tað trupult at krevja dygd, tá fólk ikki sleppa at arbeiða, tí eingin ansing er til børnini ella foreldrini. Men tað má bera til at gera ein leist, har góðskan verður tikin við. Tí er givið, at hugsa vit bara um nøgd, verður ringt at fara at krevja góðsku, tá tað málið er komið undir land. Á eldraøkinum, skulu vit eisini hugsað okkum um, og ikki bert taka heilar skipanir aðrastaðni frá. Vit kunnu ikki krevja, at hvør bygd skal hava allar møguleikar, men tilboðini mugu eftir førimuni liggja soleiðis, at tey eldru, sum skulu á stovn, ikki verða flutt alt ov langt úr heim- bygdini, um hon ikki hevur møguleikan, men dygdin skal eisini verða í hásæti. Sum stuttligan íblástur kann nevnast, at herfyri stóð ein barnagarður í Århus uttan bygning, tí hann skuldi umvælast. Tað gekk ógvuliga strilti at finna ein annan fyribils bygning í teir tveir mánað- arnar umvælingin vardi. Tað endaði við at børnini vóru innið á ellisheiminum beint við síðina av og báðir partar vóru so væl nøgdir við hetta samstarv at nú verður hugsað um, hvussu barnagarðurin og ellis- heimið kunnu brúka hvørt annað. Kanska tað er ein loysn. Politiski viljin tykist tó at verða, og vit á Tinghelluni fara so at minna flokkarnar á hetta eftir valið. Búfólkini á Ellisheiminum í Havn, har meðalaldurin er oman fyri 90 ár, gera seg klár til at atkvøða til løgtingsvalið Mynd: Jan Müller C M Y K 31 30