fríggjadagur 16. januar 2004síða 17
‹ fyrra síða allar 29 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
32
Nr. 10 - 16. januar 2004
Nr. 10 - 16. januar 2004
33
VAL
Krisjan Andersen
Jan Müller
Mikudagin stukku umboð
frá Tórshavnar Býráð inn á
gólvið á Ellisheiminum í
Havn. Orsøkin var, at tey
gomlu skuldu seta sína
atkvøðu til løgtingsvalið
týsdagin. Av teimum 24 á
heiminum valdu tey 17, tey
flestu kvinnur. Miðalald -
urin á veljarunum var oman
fyri 90 ár, og elsti veljari
var 102 ár. Sosialurin fekk
sær eitt lítið prát við nøkur
av eldru veljarunum og
spurdu vit tey m.a., hvørji
eru týdningarmestu málini
at arbeiða við hjá nýggja
tinginum!
Astrid Joensen, 92 ár:
– Eg vóni, at teir politikk-
arar, sum koma til, fara at
syrgja fyri, at vit gomlu fáa
tað so gott sum yvirhøvur
gjørligt. Eg velji tað sama,
sum eg altíð havi gjørt.
Annelin Thomassen,
85 ár:
– Teir politikkarar, sum
koma í samgongu nú,
mugu royna at fáa ordan á
øllum hesum ruðuleikan-
um, sum valdar nú. Tað er
stórliga brúk fyri tí. Tann
flokkin, sum eg velji nú,
havi eg altíð valt.
Olaf Johan Olsen,
93 ár:
– Eg havi altíð valt sam-
band, og tað fari eg eisini at
gera hesaferð. Og eg vóni,
at teir fara at koma til og
gera júst tað øvugta av tí, ið
Tjóðveldisflokkurin hevur
gjørt.
Jóhanna Matthea
Skaale, 97 ár:
– Har er so nógv at taka
hond í hjá teimum politikk-
arum, sum nú koma í
samgonguna. Har sær ikki
so gott út í løtuni. Eg velji
ikki tað sama í dag, sum eg
plagdi fyrr.
Anna Askham, 102 ár:
– Okkara familja hevur
altíð valt sambandið, og tað
geri eg eisini.
Landsins elstu valdu á Ellisheiminum:
–Hugsið um tey gomlu
Millum búfólkini er eisini
landsins elsti íbúgvi, Anna
Askham, sum er 102 ár. Hon
valdi sum hon hevur gjørt øll
undanfarin ár.
Tey bíða eftir
tørni at skula
velja
Ein stórur partur av búfólkunum á Ellisheiminum í Havn vildi sleppa at velja til løgtingsvalið,
tá umboð fyri valnevndina vitjaðu mikudagin.
Loyniligt val á
Ellisheiminum
C
M
Y
K
33
32