fríggjadagur 16. januar 2004síða 18
‹ fyrra síða allar 29 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
34
Nr. 10 - 16. januar 2004
Nr. 10 - 16. januar 2004
35
Leirvíkingurin og
valevni Reimund
Langgaard er greitt
ímóti fosturtøku,
men hann er ikki so
fýrakantaður, tá tað
viðvíkur samkyntum
LØGTINGSVAL
Heri á Rógvi
heri@sosialurin.fo
Tað hevur kanska serliga
verið Miðflokkurin, sum
hevur verið kendur fyri at
seta fokus á etiskar spurn-
ingar í Føroyum. Men eis-
ini øðrum flokkum verður
dentur lagdur á etisk ella
kanska átrúnaðarlig virði.
Ikki minst í Sambands-
flokkinum. Ein teirra, sum
rópar harðast um etisk
virði, er ungi leirvíkingurin
Reimund Langgaard.
Hann er íðin heimamissi-
ónsmaður og leggur stóran
dent á kristnu virðini. Eitt
tað fremsta í huganum hjá
Reimundi er fosturtøka, og
har hevur Reimund eina
greiða støðu.
– Eg eri púra greitt ímóti
fosturtøku. Eg síggi fostrið
sum eitt menniskja. Hetta
geri eg bæði útfrá bíbilsk-
um- og læknafrøðiligum
sjónarmiðum. Tá tú kemur
til ta niðurstøðu, at talan er
um eitt menniskja, so er
greitt, at tú ert ímóti – tí
dráp
móti
menniskjum
kann ongantíð góðtakast,
sigur Reimund Langgaard.
Ì einari møguligari lóg-
gávubroyting á fosturtøku-
økinum metir Reimund, at
møguligt hevði í mesta lagi
verið at koma til eina
semju, sum bannaði fostur-
tøku við teimum undantøk-
um, at talan var um neyð-
tøku og lív móti lívi.
Viðvíkjandi samkyndum
er Reimund ikki so avgjør-
dur. Men hann ger greitt, at
hann er ímóti, at hesi skulu
kunna giftast í kirkjuni.
– Eg eri ímóti skrásettum
parlagi, og eg haldi, at tað
ikki er pláss fyri samkynt-
um giftarmálum í kirkjuni.
Men eg havi ikki so fýra-
kantaðar meiningar um
borgarligt giftarmál og
skrásetingar av samkynt-
um, sigur Reimund Lang-
gaard.
Reimund heldur, at bíbli-
an er hornasteinurin í okk-
ara mentan og samfelag,
men neyðugt er ikki at nýta
hana sum undanførslu í
politikki og í neyðstøðum –
men sum grundarlagnum
undir kristnu mentanini og
virðunum í einum kristnum
samfelag.
Samlað um samkynt og
fosturtøku, sigur Reimund:
– Eg haldi spurningin um
samkynt og skrásett parlag
vera ein nógv minni trupul-
leika enn fosturtøkumálið,
sigur Reimund.
Flokkar siga ferð eftir
ferð, at tað skal vera upp til
tann einstaka at taka støðu í
teimum etisku málunum.
Er hetta nóg gott? Eiga
flokkar ikki at melda ein
greiðan politikk?
– Skuldu allir flokkar
havt eina tílíka greiða út-
melding, so vildu vit í Før-
oyum havt dupult so nógvar
flokkar sum nú, sigur
Reimund Langgard, sum
við hesum sipar til, at tað
hevði verið ein sambands-
sinnaður borgarligur flokk-
ur móti eitt nú fosturtøka
og so ein móti fosturtøka
og líkaso við hinum pørtun-
um av føroyskum politikki.
Í øllum førum veit Reim-
und, at hann hevði ikki still-
að upp fyri Sambands-
flokkin, um hesin flokkur
tók eina støðu, sum ikki
samsvaraði við hansara
etisku sjónarmið.
– Eg ivist ikki í, at nógv
síggja meg sum ein fanatik-
ara, men eg vil heldur vera
reellur og fjali ikki útyvir
míni
sjónarmið,
sigur
Reimund Langgaard.
Blokkurin burtur
Reimund Langgaard sigur
annars um orsøkirnar til at
stilla upp, at hann heldur, at
hann stendur fyri nøkrum
málum og virðum, sum
hann heldur eiga at koma
fram. Hann er uppstillaður í
Eysturoynni, sum er ein av
háborgunum
hjá
Sam-
bandsflokkinum. Bæði við
hinar flokkarnar og ikki
minst innanflokka er kapp-
ingin hørð, men Reimund
sigur seg leggja størstan
dentin á at fáa sín boðskap
fram og vísa á nøkur virði,
sum hann heldur hava týdn-
ing.
Reimund kann eisini
flokkast í tann bólkin av
sambandsfólki, sum halda
at blokkstuðulin úr Dan-
mark við tíðini skal fella
heilt burtur.
– Blokkurin skal kortini
ikki minkast hetta næsta
valskeiðið. Vit eiga nú at
raðfesta familjuna og tey
veiku í samfelagnum, sigur
Reimund Langgaard.
Hann talar greitt ímóti
loysingini. Stendur tað til
hann skulu Føroyar ongan-
tíð loysa frá Danmark og úr
ríkisfelagsskapinum.
– Eg kenni meg sum
føroying. Sum hann er nú,
eri eg sera væl nøgdur við
ríkisfelagsskapin.
Haldi
heldur, at vit skulu leggja
dent á at skapa eitt og
liviligt samfelag enn eina
flaggstong í New York, sig-
ur Reimund Langgaard.
Hann vísir aftur, at Sam-
bandsflokkurin bert er ein
mótpolur til verandi sjálv-
stýrisgongd. Hann heldur,
at flokkurin hevur ein
greiðan politikk á flest øll-
um økjum og er væl brynj-
aður til næstu árini sum
møguligur partur av einari
samgongu.
Móti lokalpolitikki
À vinnuliga økinum er
Reimund Langgaard fyri
privatiseringum. Hann hel-
dur pláss vera fyri nógvum
einskiljingum hjá tí al-
menna.
– Eg ynski ein borgarlig-
an politikk við sosialum
atliti, sigur Reimund.
Men Reimund er ikki so
glaður fyri tann lokalpolit-
ikk, sum verður rikin í Før-
oyum í løtuni.
– Eg eri hart ímóti lokal-
politikki, sum hann hevur
tikið seg út. Politikarar
skulu vera fyri alt landið.
Tað hevur kostað hesum
landinum alt ov nógv, at
politikarar bert berjast fyri
egnum øki, sigur Reimund
Langgaard.
Men tað merkir ikki, at
Reimund eingi hugskot ella
ætlanir hevur fyri framtíð-
ina hjá Leirvíkini.
– Leirvík hevur ein trup-
ulleika við, at vit hava so
nógva ferðslu. Og tað líkist
ongum, at støða ikki er
tikin til, hvussu nógva
ferðslan til og úr Norðoyar-
tunnilinum skal skipast,
sigur Reimund.
Hann heldur, at ein tunnil
er besta loysnin fyri bygd-
ina.
– Ein vegur oyðileggur
nógv fyri bygdina. Ein
tunnil er nógv tann besta
loysnin fyri øll, sigur Reim-
und.
Helst tveir flokkar
Í hesum døgum vísa velj-
arakanningar, at Sambands-
flokkurin fær at fáa eitt
megnarval. Ì Eysturoynni
vónar Reimund, at teir
kunnu fáa fatur á einum
triðja tingmanni. Møgu-
leikin er til staðar, um væl
vil til. Og Reimund vil
helst í samgongu við bert
tveimum flokkum.
– Tað er nógv lættari at
fremja verandi sparingar og
minkingina av aðalráðum
við bert tveimum flokkum í
samgongu, sigur Reimund,
sum vónar at síggja Javnað-
arflokkin ella Fólkaflokkin
í Tinganesi saman við Sam-
bandsflokkinum.
Reimund Langgaard er
26 ára gamal. Hann býr í
Leirvík, men hevur sína
dagligu gongd í Havn,
har hann gongur á Lær-
araskúla á síðsta ári og
verður eftir ætlan liðugur
í summar. Eisini tekst
hann við ymiskt sølu-
arbeiði. Hann er føddur
og uppvaksin í Leirvík.
Àðrenn
Læraraskúlan
gekk hann Handilsskúla
og
hevur
eitt
skifti
burturi í øðrum londum.
Hann hevur áður verið
uppstillaður, men er enn
ikki valdur á ting.
Eisini er hann íðin
bridgespælari og leggur
stóra orku í heima-
missiónsarbeiði.
Ì greinini í greinarøðini við valevnum tosaðu vit við
Eddie Joensen úr Kollafirði, sum stillar upp fyri
Javnaðarflokkin. Í brotinum um Norðstreymoy
heldur hann tað ikki koma nóg væl fram, at hann er
greitt fyri einum tunli til Tjørnuvíkar - og aðrir tunlar
í Norðstreymoy eru ein framtíðardreymur. So skuldi
tað verið komið upp á pláss.
Uppgerð við etisku virðini
Stutt um...
Tunnil til Tjørnuvíkar
Reimund Langgaard leggur
stóran dent á kristnu virðini,
men hann heldur ikki, at tað
er nakar vansi, at flokkur
hansara ikki hevur nakra
felagsstøðu móti fosturtøku
Mynd: Jens Kristian Vang
VALGREINAR
Barnafamiljur
byggja land
Kunnu betra um korini
hjá barnafamiljum í
Føroyum, betra vit um
viðurskiftini hjá øllum
samfelagnum. Prísurin
á mjólk skal lækkast,
syskina avsláttur skal
gevast í barnagørðum
og dagrøkt og tað skal
bera til at fáa tak yvir
høvdið.
John Johannessen
valevni Javnaðarfloksins
í Suðurstreymi
Her má vend koma í. Tað
ber ikki til, at vit halda
fram at niðurpína familj-
una við avgjøldum, sum
undanfarna
samgonga
hevur gjørt tey seinastu
seks árini.
Familjur
við
fleiri
børnum mugu fáa ein
lættari fíggjarligan ger-
andisdag. Hjá familjum
við vanligari verkamanna
inntøku, er tað nærum
ómøguligt at fáa peng-
arnar at røkka.
Hevur tú eina inntøku,
sum er 8 til 9 túsund
krónur eftir aftaná skatt,
er tað sjálvsagt, at tað ber
ikki til at gjalda einar
fýra túsund um mánaðin
fyri barnaansing og sjey
túsund fyri tak yvir
høvdið.
Vit fáa skil á
Tí hevur Javnaðarflokk-
urin sum mál at geva ein
serligan syskinaavsláttur,
soleiðis at familjurnar
ikki verða fíggjarliga út-
píndar.
Samgongan vildi spara
nakrar fáar krónur á
fíggjarlógini. Tær tók
hon millum annað burtur
av stuðulinum til mjólk,
soleiðis at mjólkin bleiv
nógv dýrari hjá barna-
familjum at keypa.
Javnaðarflokkurin ætl-
ar sær at stríðast fyri at
lækka prísin á mjólk. Tað
kostar ikki landinum
meira enn tríggjar milli-
ónir krónur at fáa mjólk-
ina munandi bíligari. Vit
vilja hjálpa barnafamilj-
unum. Fáa tit fíggjarliga
góð kor, er hetta grundar-
lag undir tryggum og væl
virkandi heimum. Heim-
um, sum kunnu ala upp
eitt komandi ættarlið, ið
vit kunnu gleðast um og
vera errin av.
Gott at eiga børn
Tað er gott fyri eitt fram-
komið samfelag, at nógv
børn verða fødd. Í Føroy-
um føðir hvør kvinna í
miðal 2,5 børn. Hetta tal-
ið kalla vit burðar-
títtleika.
Fyri at fólkatalið kann
vera í javnvág, er neyð-
ugt við einum burðartítt-
leika, sum er oman fyri
tvey børn fyri hvørja
kvinnu.
Men tað eru bara heilt
fá lond í vesturheimin-
um, ið uppfylla hesar
treytir. Í Danmark er talið
1,7 og í til dømis Norður-
italia, er talið bara 1,0.
Hetta hevur fingið hesi
londini at ræðast eina
eldrabylgju. At tað vera
fleiri gomul fólk enn
ung, og at nógvur pen-
ingur skal brúkast til
sjúkrarøkt, pensjónir og
ellisheim, meðan fá fólk
eru til at gjalda skatt.
Hesum verða vit spard
fyri í Føroyum, um vit
syrgja fyri, at barna-
familjurnar hava tað gott.
Vit skulu syrgja fyri, at
ung í Føroyum tora at
eiga børn. Tá skapa vit
eitt sunt samfelag. Einar
sunnar Føroyar fyri øll.
Politikkur við innihaldi
Javnaðarflokkurin hevur
fleiri ferðir í valstríðnum
víst á, hvussu vit við at
lætta um hjá barnafamilj-
unum, tryggja, at vit her í
landinum varðveita ung-
dómin. Og at vit fram-
haldandi hava sunna lut-
fallið millum ung og
gomul.
Javnaðarflokkurin er
einasti flokkur, ið sam-
skipar sosialpolitikkin og
samfelagspolitikkin.
Og hevur Øssur hug at
spyrja, hvussu tað skal
fíggjast? Svarið er ein-
falt. Hetta er í grundini
einasti máti at skapa eitt
samfelag, sum hevur lut-
falsliga nóg nógv fólk í
vinnuførum aldri.
Við tykkara hjálp tann
20. januar, kunnu vit
byggja húsið, sum vit
kalla Føroyar fyri øll.
Viðmerking til
Jógvan við Keldu
Hanus Hansen
valevni Tjóðveldisfloksins í
Norðoyggjum
Jógvan við Keldu hevur
eina hálva síðu í Norð-
lýsinum 9.1.04, har hann
staðfestir, at Tjóveldis-
flokkurin hevur slitið sam-
gonguna.
Hvussu hann kann koma
fram til hetta er púra óskilj-
andi fyri mær, men eg má
samstundis ásanna, at eg
ofta havi trupult at skilja
hugsunarháttin hjá fólka-
flokkinum.
Hann fer, sum fólka-
floksmonnum líkt, eftir
manninum og ikki eftir
bóltinum. Orsøkin til sam-
gonguslitið er, eftir hansara
meining, ódugnaskapur hjá
ávísum óroyndum tjóð-
veldispolitikkarum. Aftrat
hesum kemur so ein svada
um, at Tjóðveldisflokkurin
ikki torir at standa við rórið
í ringum tíðum. Hetta
hevur hann sjálvandi loyvi
at halda, men ikki at nevna
tað, sum var beinleiðis
orsøkin til, at Tjóðveldis-
flokkurin sá seg noyddan
at geva formanni fólka-
floksins eitt ultimatum, er
eftir mínum tykki, at
brongla veruleikan. Man
kann sjálvandi tolka hetta á
ymsan hátt, men yvirhøvur
ikki at nevna leiklutin hjá
løgmanni í hesum høpi, er
ábyrgdarleyst.
Mær vitandi, so var tað
Løgmaður, sum segði sam-
gonguna upp við at koyra
allar landsstýrismenninar
fyri Tjóðveldisflokkin til
hús. Orsøkin til hetta
dramatiska
stigið
hjá
okkara hægsta manni var
fyrrnevnda ultimatum frá
Tjóveldisflokkinum. Hesin
var vorðin ein meinbogi í
Landsstýrissamgonguni
vegna illgruna um eina
kriminella fortíð. Talan var
um eitt gamalt mál, sum var
drigið fram aftur í bókini
hjá Grækaris Magnusson
og Øssur Winthereigh "
Skjót journalistin".
Hóast, at málið er gam-
alt, so hevur tað ongantíð
verið lýst út í æsir alment,
men heldur krógvað burtur.
Flestu fólk hava uttan iva
hildið sum so, at øll gera vit
okkurt býtt við hvørt og í
80-unum var nógv stolið
frá øllum møguligum utt-
an, at nakar var drigin til
svars. Hví so gera so nógv
hóvasták burtur úr einum
Viðingi, sum í einari veik-
ari løtu hevði stolið eina
lítla millión frá einum
flakavirki.
Men í nevndu bók kemur
fram, at talan er um væl-
tilrættalagt brotsverk, sum
hevur gingið fyri seg í 4 - 5
ár. Eg má siga, at eg var
rættiliga skelkaður, tá eg
las bókina. Einki av tí, sum
stendur í bókini, er enn
afturvíst og verður tað
neyvan.
At løgmaður var vorðin
ein álvarslig hóttan fyri
samgonguna er uttan fyri
allan iva. Og man skal vera
ógvuliga forstokkaður, um
man vil vera við, at so var
ikki.
Hevði Tjóðveldisflokk-
urin latið staðið til, so vóru
hinir flokkarnir á Tingi
klárir við eini misálitisvátt-
an. Tað er hóast alt eitt
mark fyri, hvussu langt
man kann fara fyri eina
góða søk.
Men, men. Ístaðin fyri,
at taka fulla ábyrgd og fara
úr Landstýrinum og lata
onkran annan koma til, so
gongur okkara hægsti mað-
ur berserkargongd úti í
Tinganesi. Blakar heiður-
ligar landsstýrismenn út og
krevur bæði lykil og far-
telefon frá teimum upp á
staðið. Sum um hann átti
Tinganes. Síðani hevur
hann stýrt landinum sum
ein annar einaveldsharri.
Omaná tað heila, so
hevur hann tann frekleika,
at siga í nýggjársrøðuni, at
hann hevur tikið fulla
ábyrgd av sínum gerðum.
Òfatiligt, at hetta skal koma
fyri í einum demokratisk-
um landsparti.
Nei, Jógvan við Keldu.
Lat vera við at geva Høgna
Hoydal og Kristinu Háfoss
skyldina fyri, at Sjálv-
stýrissamgongan reyk. Eg
haldi, at fólkaflokkurin skal
taka í egnan barm og syrgja
fyri at rudda upp í flokk-
inum, so farast kann aftur
til arbeiðis. Tað er syrgiligt,
at samgongan skuldi fara
so illa. Men tað er neyðugt,
at hava nøkunlunda heið-
urlig fólk í landsins leiðslu,
um vit skulu fáa virðing
millum manna, bæði í
Føroyum, men so sanniliga
eisini frá umheiminum.
Eg ivist ikki í, at flestu
fólkafloksmenn - og kvinn-
ur eru heiðurlig fólk og eg
vóni tí, at fólkaflokkurin
tekur hetta mál í álvara so
tað aftur verður møguligt at
savna allar sjálvsstýrissinn-
aðar føroyingar soleiðis, at
Fullveldiskósin kann halda
áfram.
Við hesum vil eg ynskja
øllum fullveldissinnaðum
landsmonnum eitt gott val.
Helena Dam á
Neystabø
valevni Javnaðarfloksins í
Suðurstreymoy
Tað er ikki nóg mikið at
seta sær stór mál. Stór og
týðandi mál mugu grundast
á breiðar semjur millum
flokkarnar og ikki minst á
fólksins undirtøku.
Vil man hin vegin røkka
málinum, ella í minsta lagi
nærkast málinum, so er
neyðugt at vísa ein veru-
ligan vilja til at finna eina
breiða semju, sum røkkur
inn í framtíðina. Ein lítil
meiriluti er ikki nokk, tí
aðrenn tú veist av, er ein
lítil meiriluti blivin til ein
stóran minniluta. Og so-
leiðis verða føroyingar
blakaðir úr einu borði í
annað, valskeið aftaná val-
skeið, um tað ikki hesaferð
eydnast at grunda politikk-
in á eina breiða politiska
semju.
Og tað átti ikki at verið
ringt. Allir flokkar hava
sagt, at Føroyar skulu ger-
ast sjálvbjargnar búskapar-
liga og fyrisitingarliga, og
teir flestu flokkar hava
eisini sagt, at tann rætti
vegurin er at fremja skila-
góðar yvirtøkur. Allir hava
sagt, at vælferðin hevur
fyrsta prioritet. Javnaðar-
flokkurin hevur sagt, at
sjálvsavgerðarrættur Før-
oya er sjálvsagdur og
ómissandi, og tað hava teir
flestu av hinum flokkunum
eisini sagt, og at vit eiga at
virka fyri at Føroyar og
Danmark verða tvey javn-
sett lond.
Tann, sum ikki er partur
av føroyskum politikki má
tí undrast stórliga, skriða
sær í nakkanum og spyrja,
hvat er tað so vit klandrast
um? Hví fara vit ikki bara
til verka, tí har er arbeiði
niðurfyri til í minsta lagi
eitt ella tvey valskeið,
áðrenn komið verður teir
spurningar sum veruliga
skilja partarnar.
Og rætt er tað. Her eru so
nógvar
uppgávur,
sum
skulu fáast frá hondini,
áðrenn tann dagurin kemur,
at støða skal takast til full-
veldisspurningin. Men vit
hava brúkt óneyðuga nógva
orku uppá at klandrast um
henda spurning, og tann
sum lurtar eftir valsríðnum
hoyrir beinan vegin, at
bæði sambandsflokkurin
og tjóðveldisflokkurin trív-
ast væl í hesari polariserin,
tí tá kunnu teir vera vísir í,
at einki hendir.
Vit hava snøgt sagt
hvørki ráð ella tíð til allar
hesar ósemjur longur. Og tí
er neyðugt at javnaðar-
flokkurin kemur at standa á
odda fyri einari komandi
samgongu, ið vil semjur
heldur
enn
endaleysar
ósemjur.
Hví sleit Fólkaflokkurin samgonguna?
Breiðar semjur grundaðar á fólksins
undirtøku
C
M
Y
K
35
34