Sosialurinarkiv
Sosialurin 2004-01-16, síða 19
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

fríggjadagur 16. januar 2004síða 19

‹ fyrra síða allar 29 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

36 Nr. 10 - 16. januar 2004 Nr. 10 - 16. januar 2004 37 VALGREINAR Broyt fiskidaga- skipanina bólk 5 Kristian Eli Zachariasen valevni Sjálvstýrisflok- sins í Norðuroyggjum Fleiri valevni hava ført fram í valstríðinum, at sparingar skulu fremjast í tí almennu umsitingini. Alt gott um tað, og eri eg púra samdur í tí. Vøkst- urin má og skal steðgast innan ta almennu um- sitingina. Spurningurin er bara hvussu? Ein hevur ikki hoyrt nakað ítøkiligt uppskot í hesum valstríðinum, um hvussu hendan sparing skal fremjast, heldur hava uppskotini verið há- floygd og til tíðir heldur tunn. Men, fyri at venda aftur til yvirskriftina, "Broyt fiskidagaskipan- ina fyri bólk 5", so er nakað ítøkiligt at taka fatur á her. Sum er, er bólkur 5, tað vil siga bátar undir 15 tons, býttir í ein A og B bólk. Í bólki A hevur hvør einstakur bátur eina ávísa nøgd av fiskidøgum tilknýtta. Ímeðan í bólki B fiska allir bátarnir uppá eina "felagskonto" av fiskidøgum. Umsitingarparturin av bólki 5 krevur óiva nógva orku, og tískil eisini pen- ing, eftirsum fiskidaga- talið ið er tilgóðar í bólki 5 alla tíðina skal vera undir eftirlitið. Sjálvstýrisflokkurin vil arbeiða fyri, at allir bátar undir 15 tons, kunna fiska frítt. Ein slík skipan vildi verið til fyrimuns fyri bæði tað almenna og fiskimannin, tí: • Tað almenna kemur at spara pening, av tí tað ikki verður neyðugt at seta orku av til at um- sita fiskidagarnar í hesum bólkinum long- ur. • Fiskimaðurin sleppur undan at hugsa um, hvussu nógvar fiski- dagar hann hevur brúkt ella hevur tilgóðar. Hetta tann gongda leiðin. Gott val Alternativ orka Sámal Petur í Grund valevni Sjálvstýris- floksins í Suðurstreymoy Eitt av málunum sum er frammi í valstríðnum er alternativ orka. Undar- ligt, at vindur, vatn og streymur sum vit eiga so ríkiligt av, skal kallast alternativ orka, meðan olja sum kemur langan veg til landið ikki er alternativ. Grundin til hetta er, at vit ikki hava dugað at útnytta náttúrugivnu møguleikarnar í landin- um. Altíð hava vit helt okk- um til tað sum aðrir hava gjørt, heldur enn at brotið uppum armar og sjálvi funnið útav at nýta tað sum liggur líka fyri durum okkara. Nú er tíbetur vend komin í. Vindur og vatn, sum er tað mest nátúrliga hjá okkum at útnytta, er endiliga á veg at gerast tíðandi partur av orku- tørvi okkara. Tað verður ein stórur dagur, tá vit hava nærkast náttúruni í so stóran mun, at tað verður oljan sum verður alternativ orka og ikki øvugt. Bert spell, at náttúran ikki verður spurd um árinini, fyrrenn vit hava gjørt inntrivini í hana. Sjálvstýrisflokkurin vil virka fyri at oljan gerst alternativ og sekunder orka í landi okkara. X við lista D. Tórarinn Niclasen Valevni Tjóðveldifloksins í Norðstreymi Fekk ein skelk, táið valskrá Miðfloksins varð løgd fram. Allur stuðulin til mentan- ina skal burtur! Um vit í hesum lítla samfelag skulu hava eitt so ríkt og fjøl- táttað mentanarlív, so er neyðugt at fjálga um tey fólk, ið tíma at fáast við slíkt. Tey spinna so sanni- liga ikki gull av hesum. Men tey royna at styrkja okkara samleika sum tjóð. Hugsi um allar tær fløgur og bøkur, ið koma út á okkara lítla máli. Tað er í roynd og veru ótrúligt. Málningar prýða heim okkara, og standmyndir standa ymsastaðni; ein frægd fyri eygað. Og vit kunnu lata okkum hugtaka av frálíkum leikum í okkara leikhúsum. Men tað skal ikki vera so. Stóð tað til Miðflokkin, so stóð ikki ein standmynd eftir, ið ikki var ílatin. Ongin fløga ella bók hevði komið út, ið ikki hevði ein kristiligan boðskap. Hava vit sætt hetta fyrr? Jú, tað hava vit. Í Afgani- stan. Talibanarnir har beindu fyri øllum leivdum av gamlari mentan. Teir bannaðu alt, ið ikki hóskaði til teirra áskoðan. Ongin slapp at lesa ella skriva nakað, sum teir ikki kundu góðtaka. So kunnu vit spyrja, um hetta er tað, vit vilja hava í okkara sam- felag? Har má svarið verða eitt klár og týðuligt - NEI! Tað kann ikki vera rætt, at ein bólkur, ið umboðar 3 - 4% av fólkinum, skal siga, hvat øll hini 96 - 97% skulu hugsa og gera. Áskoðanin hjá Miðflokk- inum er beinleiðis lívshætt- islig; men sigur tú nakað, so fært tú Bíbliuna undir vangan og verður kallaður heidningur. Vónandi lata fólk seg ikki taka av fótum av hes- um fundamentalistisku ekstremistunum. Tað hevði verið sera niðurbrótandi fyri samfelagið. Velji tí ein sterkan Tjóð- veldisflokk á ting, tí vit verja mentanina. Carl August Arge valevni Sjálvstýrisfloksins í Suðurstreymoy Øll eiga at fáa eina trygga eftirløn. Sjálvstýrisflokk- urin hevur hetta í síni val- skrá. Eingin eigur at ganga og stúra fyri hvussu korini nú vera, tá vit tá vit gevast í lívsstarvi okkara. Eingi undantøk eiga at vera. Vit skulu ikki senda rokningina fyri okkara eftirløn til okkara børn - og heldur ikki til skattgjaldar- an í øðrum landi - hina víðagitna vaskikonan á Nørrebro Ómetaliga nógv hevur verið tosað um hetta; men einki er komið burturúr. Stríðið tykist snúgva seg um eftirlønin annahvørt skal vera samhaldsføst (solidarisk) ella um meira privatar, egnar, loysnir skulu viðmælast. Politikararnir vóru tó nærum fullsamdir í at gera sína egnu, sera generøsu, skipan. Teir vaknaðu tó við kaldan dreym av fólksins rættvísu vreiði og bakkaðu tað besta teir dugdu. Nógv politikara-van- virðing stóðst av hesi ósømuligu hending. Skal mann vera vinarligur, kann sigast at hetta vísti hvussu sera menniskjansligir politikarar eru. Eg mæli til at vit hugsa í øðrum banum. Í Svøríki varð eftirlønarskipanin re- formerað fyri fáum árum síðani. Hon virkar væl og er stuðlað av nærum allari politisku skipanini. Sjálvandi kunnu vit ikki bara innflyta hana, men eg haldi at hon er sera áhuga- verd og eigur at geva okkum íblástur at tilevna okkara egna reform. Høvuðstáttirnir eru: 1. Ein viðurkenning av at einasta kelda til vælferð stavar frá tí fíggjarliga vøkstri sum vinnulívið skapar. 2. Tað fíggjarliga grundar- lagi undir okkara eftir- løn skulu vit sjálvi skapa - vit skulu ikki senda rokningina til komandi ættarlið. 3. Eftirlønin kann hava upp til 4 partar: a) eina grundupphædd sum øll fáa (fólkapensión), b) ein "vinningspart" sum hvør einstakur hevur stóra ávirkan á, c) eftir- løn frá arbeiðsmarknað- inum og d) eina eftirløn sum tann einstaki møgu- liga sjálvur hevur spart upp til. Tað nýskapandi er b) Vinn- ingsparturin. Tú fært tilluta "poeng" sum eina fylgju av tínum lívsvalum. Hægri inntøka gevur fleiri poeng, ávíst prosent av lønini fer í skipanina. Men eisini læra og lestur gevur poeng. Líkaleiðis fær húsmóðurin poeng og somuleiðis við sjúku og arbeiðsloysi ert tú tryggjaður ávís poeng. Poengini svara til so og so nógvan pening. Peningin skal vera í eftirlønarskip- anini, men tú kanst sjálv/ur avgera hvussu tú plasera peningin. Tú kanst seta hann í almenn lánsbrøv, sum eru 100% trygg (men geva lítla rentu) ella tú kanst plasera peningin í virðisbrøv við meira váða - og møguleika fyri væl størri vinningi. Alment góðkend feløg (bankar, tryggingarfeløg, íløgufeløg) bjóða seg fram sum forvaltarar. Alskyns tilboð eru: tú kanst satsa uppá vinnulívið í heim- landinum ella í heilt øðrum heimsparti, hevur tú hug til tað. Tú kanst altíð skifta for- valtara. Hesir eru undir strangum tilsýni av al- menna fíggjareftilitinum. Fyrimunirnir við hesari skipanini eru nógvir: - fólk fáa nógv størri áhuga í at vinnulívið gongur væl; - ann egna ábyrgdin og egnu valmøguleikarnir gerast nógv størri uttan at trygdin hvørvir; - fólksins egna avrik er gundin undir eftirlønini - ikki avrikini hjá børnun- um; - vinnulívið verður fólk- sins ogn - Skal vinnulívið í heim- landinum fáa part av eftirlønarmilliardunum, má tað prógva kapping- arføri mótvegis bestu al- ternativum í útlandinum. Tað verður ov drúgvt at fara í smálutir her, men: - í sambandi við ynski hjá øllum um sjálvberndi búskap, - í sambandi við at okkara virðisbrævamarknaður nú fer at virka, - í sambandi við komandi einskiljingar av almennu fyritøkunum, - í sambandi við kapital- tørvin í landinum og - í sambandi við ein óloystan eftirlønarspurn- ing - sum viðkemur okk- um øllum- haldi eg hetta er gongda leiðin. Talibanar í Føroyum? Ein trygg og dynamisk eftirlønarskipan Rói Egholm valevni Tjóðveldisfloksins í Suðurstreymoy Politikarar hava verið frammi við tankanum um, at Føroyar skulu limast inn í ES. Í drúgvu royndum mín- um í samhandli við útheim- in havi eg vitjað hjá nógv- um vinnufyritøkum í grannalondum okkara. Tað sum ferð eftir ferð gongur aftur er, at tey lond, sum hava ein munandi fiskiflota, eitt nú Hetland, Skotland og Danmark, eru á einum máli um, at fiski- vinnupolitikkurin hjá ES ikki hevur tænt endamálin- um hjá hesi vinnu. Tað vísir seg eisini, at í Danmark er ein tann størsta mótstøðan ímóti ES júst innan fiskiídnaðin og mill- um fiskimenn. Í Føroyum hava vit í longri tíð havt ein heldur slakan og lítið kreativan vinnupolitikk. Úrslitið er, at vinnan ikki hevur megnað at fingið fleiri bein at standa á enn tað eina, nevniliga fiskivinnuna. Við hesum í huga tykist tað mær sum óðamanna- verk av okkum sum tjóð at miða eftir at verða innlimað í ES. Eftir mínum tykki er tað av størsta týdningi, at vit taka kjakið upp og veruliga seta okkum inn í, hvørjar avleiðingarnar eru av at verða innlimað í hendan felagsskap. Sum gongdin er í løtuni, so letur Danmark meir og meir av sínum sjálvræði til ES, og eru vit ikki á varð- haldi her í Føroyum, so kunnu vit verða drigin inn í ES gjøgnum bakdyrnar, har vit verða sett skák og mát í globaliseringstalvinum utt- an møguleikan fyri verju- leiki. Vit eiga at gera alt fyri, at vit heldur fáa so góðar sátt- málar við ES sum gjørligt, og annars halda føroysku tjóðina uttan fyri hendan felagsskap. Limaskapur í ES kann í mínum huga- heim als ikki koma upp á tal, fyrr enn vit eru ein fræls tjóð við fullum av- gerðarrætti. Tjóðveldisflokkurin er besta trygdin fyri, at Føroyar gerast frælsar, og at fólkið her býr sjálvt sleppur at gera av leiklut sín í heimssamfelagnum. Minnist til tað góðu velj- arar á valinum 20. januar. Bara við einum sterkum Tjóðveldisflokki kunnu vit savna sjálvstýriskreftirnar í hinum flokkunum og so- leiðis halda fram við ar- beiðinum at fáa ein sjálv- berandi búskap og harvið grundarlag fyri, at føroy- ingar taka tað fullveldi, sum so mong av okkum tráa eftir í hjørtum okkara. VALGREINAR Orka - orkutrupul- leikar - orkumøgu- leikar - Orka Kjartan Joensen valevni Fólkafloksins í Eysturoy Nú um halguna hevði Útvarpi sera áhugaverdar sendingar um jólahald á útoyggj ella á bygd. Hetta var prát við skila- fólk av bygd ella fólk, sum hevði samband, røt- ur ella eitthvørt tilkníti til bygd og bygdalív fyrr. Og í sendingini var komi inn á torv, jólatorv og torvskurð. Tað sum rann mær í tankarnar, sum eg sat soleiðis og líddi á, var: hvussu høvdu Før- oyar sæð út, um vit enn skóru torv? Allur hagin hevði veri torveygu og nógvastaðni svart, tí alt var skorið niður á klett ella eyr. At skera torv var alneyðugt tá, tí hetta var einasta orkukelda okk- ara…… Vit eru komin longu fram á leiðina í dag. Torvið er avloyst av øðrum orkukeldum, og tøknin, maskinútbúnaður og vitan eru drívmegin í at temja orkuna - vind, áir og vøtn. Í Føroyum framleiða vit ravmagn í dag upp á tríggjar mátar: við dieselmotorum, við vatni og við vindi. Í 50unum var stór vatn- orkuútbygging í Vest- manna, SEV sá dagsins ljós og arbeiðið við at veita øllum íbúgvum landsins ravmagn helt fram, og hetta eydnaðist eisini. Men orkutørvurin bara vaks, og tað næsta stórarbeiðið fór í gongd - at demma Eiðisvatn fyri síðani at veita allar áir í stórum pørtum av eyst- uroynni norður til Eiðis. Hetta kostar bæði í krón- um, oyddum djóralívi og spiltari náttúru - allar tær stóru, vøkru fossandi áirnar eru farnar undir heilt. Lívið í áunum hev- ur ongan møguleika og eftir stendur lívið sum tann stóri taparin, ikki mítt og títt lív, men lívið hja maðkapirrum í hópa- tali, hjá heygsmanna- larvum, mýggjabitum, ja, hjá øllum teimum, ið valdu sær hesar føroysku áir sum sítt búpláss, sum sítt friðarstað á jørð. Thulebúgvar mistu sítt friðarstað her á jørð, og í dag gongur ein stór rætt- arsøk um tað teir mistu. Ikki fara maðkapirrur og heygsmannalarvur at føra nakra rættarsøk, men vit menniskju eiga at tala at, tí her gerst so nógv annað. Náttúran dugur at greiða okkum frá øllum vit vilja hava at vita. Einasti trupuleikin hjá náttúruni er at hon onga rødd hevur, onki mál - dugir ikki at tosa. Men náttúruindikator- arnir eru har…..teir tala alla tíðina til okkara….. Okkara stóri orku- møguleiki er havið og tær rørslur, sum í tí eru. Tað er almikið av streymi í firðum og sundum okk- ara, eystfall og vestfall, tey hava altíð verið har og tey fara altíð at vera har. Tað skuldi verið lætt at gjørt brúk av hesum. Havið í rørslu goymir hundrað ferðir so nógva orku í sær sum vindurin ger. Tøknin til at gera brúk av streyminum er tøk og so skemmir ein møgulig orkuútnyttan her einki landslagið og tað viðbrikna djóralívið í áunum verður skónað. Hesin orkumøguleikin saman við vindorku kann, um vilji er til tess, gerast høvðusorkukelda okkara. Hetta er mál, sum fólkaflokkurin fer at gera nakað við. Vit fara altíð at hava tørv á orku til mong endamál, og tær viðvarandi orkukeldur- nar vara við, landi og fólki at stórum gagni bæði nú og fyri alla fram- tíð. Vit eiga at troyta okk- ara náttúrugivnu møgu- leikar uttan at gera brots- verk móti náttúruni. Eis- ini her sær Fólkaflokk- urin møguleikar….Eisini hetta styðjar uppundir ein meira sjálvberandi búskap. Vel Fólkaflokkin ella eitt av valevnum hansara. Bergur P. Dam valevni Javnaðarfloksins í Suðurstreymoy Føroyar eiga at seta Kyoto- sáttmálan í verk. Sam- stundis má átak gerast fyri at útbyggja umhvørvis og náttúrvinarligu orkukeld- urnar. Fólksliga undirtøkan fyri eini broyting av orku- og umhvørvispolitikkinum tykist alsamt at vaksa - tíbetur. Farandi samgonga hevur eisini í hesum málið sovið í tímanum. Eisini her hava tey runnið undan ábyrgd. Grefligasta dømi um hesa ábyrgdarundanstøkk- ing er støðan til Kyoto-sátt- málan. Alt meðan tey róptu um ábyrgd, heittu tey á donsku stjórnina um at taka fyrivarni fyri Føroyum, tá Danmark staðfesti Kyoto- sáttmálan. Undanførslan var, at oljuvinna kanska fór at taka seg upp í Føroyum. Samgongan, sum hevur verið eyðkend av rakstrar- rópum av alskyns slag, gav eini boð til heimin: "Vit vilja sleppa at halda fram við at økja um dálkingina". Vit skulu eisini við. Javnaðarflokkurin ætlar, at Føroyar skulu staðfesta og seta í verk Kyoto-sátt- málan. Vit eru sannførd um, at eisini vit hava á- byrgd av at framtíðar ætt- arlið kunnu liva í so reinum umhvørvi sum gjørligt og kunnu troyta náttúruna, uttan at oyðileggja hana. Tí skulu vit eisini seta okkum mál fyri at røkka ásetingunum í Kyoto-sátt- málanum um at minka út- látið av vakstrarhúsgassum. Hesi mál kunnu snúgva seg um tiltøk, sum vit heilt skjótt kunnu fara undir. Tað ber til dømis til at økja um vindorkuframleiðsluna eftir stuttari tíð. Undanførslur- nar hjá SEV kunnu vit ikki longur brúka - hevur SEV trupulleikar við kervinum, má SEV loysa teir trupul- leikarnar. Somuleiðis kunnu vit betra møguleikarnar fyri sólorku. Nakrar royndir eru gjørdar og tær vísa, at í vanligum sethúsum minkar oljubrúkið munandi, um sólorka eisini verður brúkt til hita í húsarhaldinum. Fyri stuttum varð farið undir eina spennandi verk- ætlan um alduorku í Sand- oynni. Verkætlanin er stuðla av fleiri pørtum - m.a. ES, SEV og øðrum. Men ein luttakari er ikki við, og tað eru almennu Føroyar. Føroyski um- hvørvismyndugleikin vildi ikki verða við, men frá- segði sær henda gylta møguleika at verða við. Her má vend koma í. Ein av stóru dálkingar- keldunum er skipaflotin, serliga fiskiskipaflotin. Ís- lendingar hava sett sær stór mál hesum viðvíkjandi. Í dag koyra bussarnir í Reykjavík við brintorku, síðan koma bilarnir og at enda skal eisini skipaflotin fáa orku frá brennikyknum. Javnaðarflokkurin held- ur, at føroyingar eiga at sleppa sær uppí hesa verk- ætlan. Tað almenna eigur at hjálpa føroyskum granskar- um og íbirtarum at fáa í lag samstarv á hesum øki. Tá Javnaðarflokkurin aftur kemur í samgongu, fær eisini umhvørvisøkið C-vitaminir. Altjóða ábyrgd og umhvørvið Heðin Mortensen valevni Sambandsfloksins í Suðurstreymoy Sum ikki eina ferð, hevur hetta valstríðið dyggiliga prógvað og staðfest, at eldraøkið er eitt av aftur- vendandi evnunum, ið allir flokkar vilja gera til sítt hjartamál. Tað er sjálvandi gott. Men minni gott er tað, tá fleiri av hesum flokkum bara vísa evninum áhuga við orðum og ikki í gerð. Síðstu seks árini hevur eldraøkið verið forsømt og súltað. Halda tit veruliga, at tað er hugaligt ella stuttligt hjá okkara eldru, at tey enn eina ferð skuldu gerast kastibløka millum politisk- ar flokkar, uttan at nakað varð gjørt? Sum eg longu havi nevnt fleiri ferðir, er ikki eitt einasta ellis- og røktarheim bygt hesi seks árini. Tað er tíverri veruleikin í Føroy- um í dag. Enn meira hugstoytt er tað, at landsstýrið við ein- um pennastroki slapp sær av við 366 milliónir krónur av blokkstuðlinum, ið kundi givið røktarpláss til 400 av okkara gomlu. Vit skylda teimum, ið hava lagt lunnar undir okk- ara samfelag, at vit tryggja teimum góðar umstøður og eitt gott lív, tá lívskvøldið er komið. Hesum vil Sambands- flokkurin virka fyri, men megnar tað tó ikki einsa- mallur. Til tað krevst stuðul frá veljarunum, ið kunnu avgera, hvussu stýrast skal næstu árini. Týsdagin hevur tú gylt høvi at stuðla Sambands- flokkinum, so eisini vend kann koma í á eldraøkin- um. Alt annað er óvirðiligt! Eldrarøktin: Siga eitt og gera eitt annað Føroyar og ES C M Y K 37 36