fríggjadagur 16. januar 2004síða 20
‹ fyrra síða allar 29 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
38
Nr. 10 - 16. januar 2004
Nr. 10 - 16. januar 2004
39
VALGREINAR
Pennastrokið
hjá Høgna
Høgni Mikkelsen
valevni Sambands-
floksins í Suðurstreymoy
Eitt orðatak sigur, at alt
letur seg gera á pappírin-
um. Og spart er ikki uppá
pappíri í stríðnum hjá
Høgna, Anfinn & Co, um
loysingina.
Teir hava roknað upp
og niður, uppá fíggjarligu
avleiðingarnar av at loysa
frá Danmark. Penastu
tølini góvu teir út í
"Hvítubók" sum greitt
sigur, at vit kunnu loysa.
Men treytin er eisini, at
fyritreytir eru til staðar.
Ein av teimum, er niður-
laging av almenna sek-
torinum.
Sum vit øll vita, so er
T j ó ve l d i s f l o k k u r i n
"knall-reyður" tá tað snýr
seg um ta polittisku
sannføringina, og Fólka-
flokkurin ger bert tað ið
tænur honum sjálvum
best. Tað er tí vónleyst at
hugsa sær, at hesir skulu
fáa nakað skilagott frá
hondini.
Men Høgni Hoydal
ætlar kortini at loysa við
einum pennastrokið. Eg
hugsaði, um tað mundi
verða við penninum hjá
Anfinni, sum er nevndur
í "Skjót journalistin" og
sum skrivaði eitt-tølini
norðuri í Hvannasundi,
tann tíð tað var.
Við sambandsflokkin-
um í landsins leiðslu,
fært tú trygd fyri, at
politikkur snýr seg um
borgaran og hansara væl-
ferð, og ikki dreymar og
persónligar trupulleikar
hjá politikkarum, sum vit
hava verið vitni til sein-
astu árini.
Ráð til bústað?
Inga Foldbo
Hjallnafoss
valevni Sjálvstýrisfloksin
í Suðurstreymoy
Tað er í so nógvum um-
støðum, at tørvur er á
einum minni búðstaðið,
ið ikki krevur 2 inntøkur.
Vit kunnu nevna eldri
fólk, einstaklingar og
ungar familjur, ið just
seta búgv. Tørvurin er
viðurkendur, og tí eru
fleiri útstykkingar og
byggjarí í gongd, har
hædd verður tikin fyri
støddini. Vit mugu tó
ásannað, at tað eisini til
hesar búðstaðir skulu 2
inntøkur at fíggja keypið,
um ikki munagóð upp-
sparing er til staðar
Sjálvstýrisflokkurin vil
gera nakað við hesi við-
urskifti. Ein íbúðarpoli-
tikk, ið umfatar leigu-
íbúðir, at hesar eisini
kunnu metast trygg og
fíggjarliga
forsvarlig
íbúðarloysn. Ein íbúðar-
politik, sum fremur hesar
møguleikarnar.
At skapa hesar møgu-
leikar er eisini at veita
fólki stórri fíggjarligt
rásarúm, og hevur tí
stóran
týdning
fyri
trivnað, arbeiðshug og
liviumstøður sum heild.
Hetta eru viðurskifti,
ið Sjálvstýrisflokkurin
leggur stóran dent á.
Hesum vil eg virka
fyri!
Sámal Petur í Grund
valevni Sjálvstýrisfloksins í
Suðurstreymoy
Ein av reklamunum sum
sum hava verið í sjón-
varpinum í eina tíð, er
reklaman frá ALV um at
keypa føroysk ringbind.
Vónandi er tað so, at allir
almennir stovnar keypa síni
ringbind frá hesum stovni,
sum nýtir arbeiðsorku frá
landsmonnum við skerdum
førleika.
Fólkini aftanfyri ALV
hava í mong ár slóðað veg
fyri teimum, sum á ein ella
annan hátt hava ein skerdan
førleika á arbeiðsmarknað-
inum.
Vit vita, at tað eru vinnur
sum ikki eru lønsamar eftir
vanligum marknaðartreyt-
um og sum tí ikki eru partar
av okkara vinnulívi.
Hesar vinnur áttu at verið
ein sjálvsagdur møguleiki
hjá teimum, sum ikki hava
fullan arbeiðsførleika.
Tað átti at verið megin-
reglan, at ongar veitingar
vera givnar fólki í arbeiðs-
førum aldri, uttan at ein ella
onnur uppgáva fylgir við.
Hendan uppgávan eigur
at vera tilpassa arbeiðsfør-
leikan hjá móttakaranum av
veitingini.
Henda skipanin hevði
ikki verið avlagandi fyri
vinnulívið, við tað at
vinnulívið altíð hyggur eftir
marknaðartreytunum.
Okkara land hevði blivið
eitt betri land at liva í, tann
dag tá meining lá aftanfyri
allar gerðir og allar veiting-
ar.
X við lista D.
Alternativar vinnur
Heidi Petersen
valevni Tjóðveldisfloksins í
Norðurstreymoy.
Endalig innliman í danska
ríkið.
Sambandsflokkurin
stendur til at vinna valið.
Tað sum undanfarna sam-
gonga setti sær fyri at náa
við útbyggingum av sam-
felagnum á øllum økjum,
samstundis sum hon gjørdu
okkum minni og minni
bundin at danska statinum,
stendur til at falla, og
ábyrgdarleyst heimastýrið
er um at koma til valdið
aftur. Og hetta er ikki nóg
mikið, Sambandsflokkurin
hevur eisini í valskrá síni
eina endaliga staðfesting av
danska yvirvaldsrættinum í
Føroyum. Og harafturat
nakað so ótrúligt sum, at vit
í Føroyum ikki skulu hava
møguleika
fyri
einari
føroyskari grundlóg. Og
enn er ikki liðugt við
ørskapinum, tí næstu ferð
danska grundlógin skal
broytast,
skal
føroyska
heimastýrið staðfestast í
henni. So vandamiklari leið
lýsir Sambandsflokkurin
við til hetta valið.
Lagnudagurin 20.januar.
So valdagurin 20. januar
verður ein lagnudagur fyri
Føroysku tjóðina.
Føroyingar skulu 20.
januar taka støðu til um vit
framhaldandi skulu arbeiða
fyri at skipa eitt Føroyskt
tjóðveldi, ella eini enda-
ligari innliman í danska
statin? Vit skulu taka støðu
til um vit framhaldandi
vilja útbyggja okkara land,
ella lata alt steðga upp? Vit
skulu eisini taka støðu til
um vit vilja hava eitt stuð-
ulsfrítt vinnulív, ella eitt
vinnulív sum fer beint í
lumman hjá skattgjald-
aranum eftir peningi tá tað
gongur illa? Vit skulu eisini
taka støðu til um vit vilja
hava ábyrgdarfullan bú-
skaparpolitikk ella ábyrgd-
arleysan studningsbúskap?
Vel framtíðina - vel
Føroyar.
Okkum tørvar allar kreftir í
Føroyum at standa saman
um Tjóðveldiskósina, og
vísa heiminum at vit eru
eitt fólk við virðin fyri
okkum sjálvum og øðrum.
Eitt fólk við vilja og mátti
at loysa uppgávurnar og
taka tær avbjóðingar sum
framtíðin bjóðar. Og eitt
fólk við árraði og dirvi at
taka ábyrgd.
Tað liggur í tínum hond-
um at gera av hvørja kós vit
skulu halda. Við einum
sterkum Tjóðveldisflokki á
tingi 20. januar tryggjar tú
at Føroyar vinna.
Gott val.
Klæmint Olsen
valevni Sjálvstýrsifloksins í
Suðurstreymoy
Vóru tað bara Ginu-søg-
urnar, ið gjørdu, at blóðið
fór í kók hjá Miðflokk-
inum? Ella hava vit í dag
ein flokk á tingi, ið av
røttum kann kallast anti-
mentanarligur?
Uppskot
Miðfloksins um skerjingar
á mentanarøkinum er ein
fráboðan um nýggjar tíðir
og nýggjar siðir.
Mest av øllum minnir tað
um tað fyrra. Eina hevndar-
atsókn móti teimum, ið
hava torað at staðið fram og
bjóðað tí føroyska trong-
skygninum av, tað veri seg
innan list ella gransking.
Um hetta er politiska
stevna Miðfloksins, so er
vissuliga talan um nýrák í
føroyskum politikki. Eg vil
fara so langt sum at siga, at
fólkaræðið er í vanda..
Kanska er talan tó um tað
seinna. Eina umhugsaða
meting av, hvat ið er gott og
ringt. Føroyskur sjónleikur
eigur ikki at verða stuðlað-
ur, tí hann er av tí illa.
Peningagávur eiga ikki at
verða latnar, tí tað eru tey
somu fólkini, ið geva hvørj-
um øðrum tær.
Vónandi
hevur
Mið-
flokkurin við sínum upp-
skoti sett seg so dyggiliga í
skammikrókin. Vantandi
virðing fyri mentanini er
lívshættilig, kanska ikki
fyri hin einstaka, men fyri
tjóðina. Tí tá ið breyðið er
komið á borðið, er tað ikki
tað politiska frælsið, ið ger
føroyingin til tað, hann er,
men
tað
mentanarliga.
Nýggj ella gomul mentan,
báðar hava virðing uppi-
borna.
Teir, ið løgdu lunnar
undir tjóðskaparrørsluna,
vóru ikki trongskygdir. Teir
vildu varðveita og menna
føroyskt mál og føroyska
mentan, men eisini ríka tað
við tí besta úr útlendskum
andslívi. Er tað ikki eisini
so dagin í dag? Ræðast vit
og byrgja okkum inni, so
býður ikki bøtur.
Hvat var tað okkara stóri
listamálari og móttakari av
mentanarvirðisløn landsins
- Ingálvur av Reyni - segði
um stóra list? Haldið mær
til góðar, at eg ikki minnist
tað orðarætt, men var tað
ikki okkurt um, at hon
skuldi vera "provokerandi".
Svart Samband ella Tjóðveldi
Skamma teg, Jenis!
VALGREINAR
Almenna umsit-
ingin bólgnað við
107 mió. kr.
Vilhelm Johannesen
løgtngsmaður og valevni
Javnaðarfloksins í
Norðoya valdømi
Talið av aðalráðum er
hækkað úr seks uppí
níggju. Talið av fulltíðar-
størvum í almennu um-
sitingini er hækkað úr
103 upp í 268 størv.
Ein vøkstur á 165 størv.
Í prosentum svarar hetta
til ein vøkstur á 159 %.
Í 1997 var kostnaðurin
av landsumsitingini 37
mió. kr. Í ár fara aðal-
málaráðini at kosta 144
mió. kr. Ein vøkstur á
107 mió. kr. Í prosent-um
svarar hetta til ein vøkst-
ur á 288 %.
Úti millum veljararnar
hevur fólkaflokkurin al-
tíð ávarað ímóti einum
alt ov stórum og kostnað-
armiklum
almennum
yvirbyggningi.
Eisini
hava teir skuldsett okk-
um í javnaðarflokkinum,
fyri at vaksa almennu
umsitingini, og fyri at
økja um almennu pen-
inganýtsluna, men nú
gongur sjón fyri søgn.
Tølini omanfyri, lýsa ó-
hugnaligu gongdina sein-
astu seks árini.
Øll hesi árini hevur
fólkaflokkurin havt ta
politisku leiðsluna í land-
inum. Øll hesi árini hev-
ur hann verið væl stuðl-
aður av tjóðveldisflokk-
inum og sjálvstýrisflokk-
inum. Og hesi seinastu
tvey árini hevur mið-
flokkurin eisini verið
stuðulsflokkur. Men prís-
in fyri hesar stuðuls-
flokkarnar, sum er ein
økt almenn umsiting á
107 mió. kr. um árið,
sleppur skattgjaldarin at
rinda.
Í valskrá síni sigur
javnaðarflokkurin, at al-
menni byggnaðurin skal
ikki vera størri enn
hóskiligt er, og tað merk-
ir, at vit skulu hava seks
aðalmálaráð
og
ikki
níggju. Hetta kunnu vit
gera, við at leggja al-
mannamálaráðið
og
heilsumálaráðið saman
aftur til eitt almanna- og
heilsumálaráð, við at
leggja oljumálráðið sam-
an við vinnumálaráðnum
og við at leggja løg-
málaráðið undir løg-
mansfyrisitingina.
Eg havi áður víst á, at í
Japan, við 120 milli-
ónum fólkum, hava tey
13 ráðstovur og 13 ráð-
harrar. Her í Føroyum
hava vit níggju aðal-
málaráð
og
nýggju
landsstýrisfólk at umsita
47.000 sálir. Hvar er
logikkurin? Hetta er jú
fullkomuliga
vitleyst.
Hetta er so vitleyst, at her
má vend koma í, og tað
beinan vegin. Tit hava
høvið at venda skeivu
gongdina á løgtings-
valinum 20. januar.
Eftir løgtingsvalið í
2002, helt landsstýris-
maðurin í oljumálum við
ongari olju, at hann hevði
ov lítið at umsita og tí
eisini ov lítið at gera.
Fyri at ugga landsstýris-
mannin, soleiðis at hann
aftur kundi flenna, varð
eitt nýtt málsøki gjørt til
hansara. Hetta málsøki
fekk navnið: "Útoyggja-
mál". Á fíggjarlógini eru
játtaðar 300.000 kr. til
hetta málsøki. Áðrenn tit
lesa víðari kunnu tit gita,
hvar og hvussu hesar
300.000 kr. verða nýttar.
Trúgva tit at tær verða
nýttar úti í Fugloy ella
Svínoy
ella
suðri
í
Skúgvi? Trúgva tit at tær
verða nýttar í Kalsoynni,
úti í Hesti ella vesturi í
Mykinesi? Nei, nei, tað
er nógv verri enn so. Tær
verða nýttar at løna
einum fulltrúa við, sum
hevur skrivstovu suðri í
Havn, og soleiðis fær
Tórshavnar
kommuna
nakrar skattakrónir aftr-
at. Tit kenna orðatakið:
"Alt er søtt hjá tí
svanga." Við øðrum orð-
um: játtanin til útoyggja-
mál er við til at økja um
miðsavningina. So ein-
falt er tað.
Vendi skeivu gongdini.
Farið mannsterk á val og
seti ein sterkan javnaðar-
flokk inn á ting. Seti X
við lista C ella eitt av val-
evnunum á lista javnað-
arfloksins.
Niels Hammer
valevni Miðfloksins í
Suðurstreymoy
Samfelagsbygnaður, menn-
ing og almen rørsla eru
fyribrygdi og mál íð dag-
liga viðkoma almenna
kjakinum, og fyrikoma tí
sostatt eisini javnan.
Nú til vali er eisini nógv
tikið saman um. Og nógv
verður tosa, um broytingar
og annað.
Um neyðug stig at taka,
fyri at røkka eini betri bú-
skapartilgongd og tillagan
íð er førð fyri at taka hædd
fyri bæði minking og
vøkstri á vinnu- og ar-
beiðsmarknaðar økinum í
síni heild.
Vit fara til val fyri at vera
við til at skapa neyðugar
fortreytir fyri einum hald-
góðum og burðardyggum
samfelagsminstri og skip-
an, og er hetta eisini aðal-
mál okkara.
Broytingar íð eru framd-
ar tey seinastu árini til bata
fyri samfelagið fara vit at
varða um, og í níggja
valskeiðnum við ábyrd og
heilum huga, at bøta enn
meir um tær.
Leiðsla og fyrisiting eiga
munandi leiklut í hesum
høpi, og eigur hon tí at
veita einstaka borgaranum
skjóta og rætta tænastu.
Góð og virkin leiðsla
fæst bert við raðførdari og
skinsamari ráðgeving, sum
við røttum innliti og vitan
megnar at taka samanum,
og harvið ásettum málum
at fremja og seta í verk.
Trupuleikin við strongd á
sjúkrahúsum og serrøktar-
viðgerðum - kunna vit
koma til lívs …
Um framhaldandi út-
bygging á medesinska- og
tøknifrøðiliga
økinum
verður raðførd, eins og við-
gerðarsamskifti
sjúkra-
húsini sín á millum verður
ment og gjørt samtíðar-
hóskandi við at bygnaður
og samskifti verða nútíðar
raðførd, …so at bíðitíðin á
skurðviðgerðum og aðrari
bráfeingis viðgerð, verður
munandi stytt.
Ætlanir sum hesar eru
ikki ókendar, men havdar
nógv á lofti upp undir bæði
farin val, eins og nú, í tí
politiska valkjakinum. . .
tó uttan at føra ítøkilig
framtøk við sær.
Vit hava sum vælferðar-
samfelag bøtt um hesi við-
urskifti. Men fari eg av
øllum alvi at virka fyri at
hesar umstøður verða betr-
aðar munandi, og at sjúkra
viðgerðarstøðið fylgjandi
verður nútíðar raðført fyri
at vit ikki skulla verða
afturúrsilgd ella fyri van-
býtið, tá talan er um heilsu-
og sjúkrarøktarviðgerð.
Útslúsan . . ..
Eg vil vísa á gongda leið tá
talan er um ovbyrðjaðar og
strongdar
eindir
innan
sjúkrahúsverkið og deildir
tess At framúr góðar og
munadyggar royndir eru
framdar við námsfrøði-
ligari medesin- og ser-
røktarfakligari viðgerð á
útslúsingar fremjandi deild.
Henda skipan og verkætl-
an íð er tillagað viðurskift-
unum og nýhugburið, er
eftir míni samføring bráð-
neyðug og eigur at verða
sett í verk sum skjótast.
Serrøktarfakliga vitanin og
viðgerðin, gerst í størsta
mun kompetence fremjandi
fyri
sjúkrahúsini
kring
landi og heilsuverkið yvir-
høvur, bæði hvat viðvíkur
námsfrøðiligari sjúkraser-
røktarviðgerð og heilsu-
mennandi ástøðið brúkar-
ans, og eigur tí at verða
raðfest frammaliga og sett í
verk skjótast tilberð.
Nevnda viðgerðarskipan
vil menna heilsuverkið
minka um og loysa trupul-
leikan á strongdu deildum
sjúkrahúsins.
Eisini ber sonevnda út-
slúsingarviðgerðin økta og
raðførda medesin- og røkt-
arpedagogiska serfrøðis-
útbúgving við sær, øllum
heilsuverkinum at frama.
Við sera góðum útliti er
skipanin roynd og raðfest,
við millum annað respira-
torbrúkarum.
Vit eiga tí beinleiðis, og
hartil skjótast tilberð, at fáa
nevndu heilsufrøðisligu út-
slúsingar verkætlan framda
á skinsaman viðgerðar- og
tøknifrøðiligan
hátt,
soleiðis at vit sjálvi megna,
og altíð eru tøk, og til reiðar
at taka við viðgerðini av
nevndu serrøktar sjúkling-
um, til endaliga útslúsan.
Heima- og eldrarøktin …
Er eins og øll onnur øki í
samfelagsskipanini undir
somu fortreytum.
Skipanin eigur at rað-
førast eftir bráðfeingis tørvi
og sjálvsagda rætti brúk-
arans til framhaldandi hjálp
og stuðul, fyri at varveita
trygd og trivnaðarstøðið hjá
tí eldra og tí óhjálpna
brúkaranum.
Vitandi og samførdur um
støðuna, fara eg at virka
fyri at skipanin verður
tíðarhóskandi og laga eftir
tilætlaða og munardygga
ástøðið sínum.
Tíðaravmarkan
og
strongd á økinum elvur til
ótrivna og misálit og er
tíðuligt fyribrygdi íð eigur
heilt at fella burtur úr
skipanini, fyri at økið skal
kunna raðførðast á jøvnum
støðið við arðar verkætlanir
í
samfelagsmenningini.
Eisini hesum eiga vit at
koma til lívs, og er hetta
eisini møguligt við skin-
samari stýring og fakligari
menning, eins og neyðugari
fíggjarjáttan.
Økið er fjølbroytt og
eigur tí at skipast á ástøði-
liga vitan og bygnað, so at
brúkarin kennir seg tryggan
og sanførdan um at júst
tann besta loysnin er hon-
um tillutað, tá íð ástendur.
Mentunarhugsjónin og
evni … er tilluta og givin
okkum øllum.
Um tú missur hana, letur
annan darva ella møguliga
taka hana frá tær, verður tú
fátækur.
Læt teg ikki ræða …
hugsjónin er tín. Tað veri
seg á ríka fjølbroytta listar-
liga leikpallinum, handa-
verkið, útbúgving, náms-
frøði, gransking og vísind,
ella arðari tøknifrøðisligari
verkætlan.
Vit eiga at virka fyri
menning og dygdargóðum
virkiskarmi fyri tí í vildi
nýta evni og lív sítt á hesum
øki sum heild. Soleiðis at
fortreytirnar hjá verandi og
komandi ættarligum eru
skipaðar og tilrættalagdar á
hugvekjandi og skinsaman
hátt.
At ymisk settu ráðunum
verður tillutað ábyrgd og
umsitingar førleika, í røtt-
um mennandi karmi og
smidligari virkisfremjandi
verkætlanum.
Undir farnum umsiting-
um og stýrisskipanarlóg-
gávu eru málsøkini framd
og tillaga alt eftir viður-
skiftum okkara. Og eiga vit
sum nú førða mentanina
fram, at fara væl um tað íð
liti er okkum upp í hendur,
men tó, og ikki minst, seta
egnu frámerkir okkara her,
komandi
ættarligum
at
gagni og tjóðini at frama.
Guð signi land og fólk
Gótt val
Búskaparmening, leiðsla og bygnaður
Malan Johansen
valevni Sjálvstýrisfloksins í
Suðurstreymi
Allir føroyingar hava rætt
til sama skattalætta sum
sjómenn. Tí fari eg at ar-
beiða fyri, at allir føroy-
ingar stigvíst fáa sama
skattalætta, sum sjómenn
hava.
Hetta grundi eg á, at tað
er moralsk skeivt at rað-
festa ein samfelagsbólk
hægri enn ein annan. Sjó-
maðurin er nógv verdur fyri
okkara samfelag, vit kunnu
ikki vera hann fyri uttan.
Men vit kunnu heldur ikki
vera flakafólkið, alaran,
handilsfólkið, vaskifólkið
ella vinnulívsfólkið fyri
uttan. Vit eru øll líka týdn-
ingarmikil í arbeiðinum at
byggja okkara land.
Ikki búskaparliga rætt
Harumframt er skattalætti
til ein ávísan samfelags-
bólk ikki rætt búskaparliga.
Ein tílíkur skattalætti er
studningur bara í einum
øðrum hami enn vit eru von
við.
Royndirnar
frá
80’unum, tá studningurin
millum annað varð givin
sum krónur per kilo, hevur
víst okkum, at tað ikki er
vegurin fram. Studningur-
in, í hesum føri skattalætti,
ger, at fiskivinnan ikki tek-
ur tær røttu avgerðirnar, tí
trýstið at fremja effektivi-
seringar minkar. Sigast
kann at studningurin fyllir
holið. Men fiskivinnan eig-
ur at tillaga seg alla tíðina,
tí annars versnar kapping-
arføri. Um ikki fiskivinnan
tillagar seg verður fiskað
við størri útreiðslum enn
neyðugt. Tað hava vit ikki
ráð til.
Setið kross við lista D
Sama skattalætta til øll
C
M
Y
K
39
38