fríggjadagur 16. januar 2004síða 21
‹ fyrra síða allar 29 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
40
Nr. 10 - 16. januar 2004
Nr. 10 - 16. januar 2004
41
VALGREINAR
Almenna fyrisitingin
má minka
Meinhardt Hansen
valevni Sambands-
flokksins í Norðoyggjum
Fyri góðum 2 árum síðan
vaknaði løgmaður við
kaldan dreym og stað-
festi at vit brúktu eina
milliard meira um árið,
uttan at nakar visti um vit
fingu nakað fyri pening-
in. Nú var stundin komin,
har vit sleptu forkromað-
um donskum skipanum
og funnu loysnir, ið hósk-
aðu til føroyska sam-
felagið.
Síðan tørnaði hann
eftir øllum at døma inn-
aftur, tí almenni vøkst-
urin hevur bara staðið við
og versnað, einki sæst til
"serføroysku" loysnirnar,
men er forkromingin hin-
vegin farin at skalla av,
so man sær beint inn á
sminkaða fullveldislíkið.
Einasta privatisering,
ið er framd seinastu 6
árini er kunningardisk-
urin á flogvøllinum, heili
1 (eitt!!!) arbeiðispláss,
men bløðini eru fram-
vegis á tremur við lýsing-
um eftir fólki til tað al-
menna, samstundis sum
hópuppsagnir eru t.d.
umborð á rækjuskipum
og innan alivinnuna.
Hetta má fáa ein enda,
og tað gerst ikki við at
flyta almennar funktiónir
innan eitt nú heilsuøkið
frá útjaðaranum og til
Havnar. Hinvegin kann
tað t.d. gerast við at
innføra setanarsteðg í
miðfyrisitingini.
Sambandsflokkurin
hevur havt ítøkilig upp-
skot um at effektivisera
umsitingina við at minka
um talið av almennum
ráðum. Higartil hevur tí-
verri ikki verið undirtøka
fyri hesum, tí yvirtøku-
og loysingarflokkarnir
halda tað vera stuttligari
at pussa krom.
Vil tú vera við til at
broyta skeivu gongdina í
býtinum millum almenna
fyrisiting
og
privata
vinnu, vel so Sambands-
flokkin.
Bíblian og
politikkur
Reimund
Langgaard
valevni Sambands-
floksins í Eysturoy
Eg eri av tí áskoðan, at
Bíblian skal vera okkara
hægsti
myndugleiki.
Sum t.d. eri eg ímóti
manndrápi - bæði av
menniskjum í og uttan
fyri móðurlív. Eisini eri
eg ímóti skrásettum par-
lag, og ynski eg at ar-
beiða fyri minkandi mis-
nýtslu av rúsevnum.
Flestu av teimum av-
gerðum, sum verða tikn-
ar í Føroya Løgtingi, eru
tó innan eina "gráa
zonu", sum Bíblian, av
góðum grundum, ikki
gevur eitt eintýðugt svar
uppá. T.d. í fiskivinnu-,
oljuvinnu-, loysingar- og
fíggjarmálum. Her meini
eg, at vit eiga at brúka
okkara Gudgivna vit og
skil, til at taka skilabestu
avgerðirnar.
Sambandsflokkurin
byggir sín politikk á
kristna grund, samstund-
is sum eg meti hann hava
skilabesta svarið uppá
stýringina av teimum
"gráu zonunum".
Jónfinn Olsen
valevni Miðfloksins í
Suðurstreymoy
Lat meg fyrst siga, at tað er
sera gott at vágatunnilin er
vorðin veruleiki, til bata
fyri samfelagið alt, í staðin
fyri tað gamla sambandið
sum var.
Tá tað er sagt, so meini
eg tað, tá eitt alment P/F
hevur kalkulera við 400
akførum um samdøgrið, og
veruleikin vísir seg síðan at
vera góð 800 akfør (meir
enn tað tvífalda), so kundi
man hugsa sær at prísurin
bleiv ávirkaður av hesi or-
søk. Men nei, tað, metir
vágatunnilin ikki, er neyð-
ugt fyrr enn væl inn í ár
2004.
Her skuldi verið tala at,
so at hetta bleiv endurskoða
fyrst og fremst framleið-
andi vinnuni at frama, og
síðan øllum teimum sum
nýta tunnilin.
Til dømis pendlararnir
sum koyra nærum hvønn
dag, skuldu fingið eina
serliga bonusskipan, sum
kundi verið at koyrdi ein
meira enn 25 dagar um
mánaðin, skuldi túra kostn-
aðurin verið minkaður fyri
viðkomandi, sum hevur so
nógvar túrar mánaðarliga
við einum avsláttarstigi
uppá -50%.
Framleiðandi
vinnan
skuldi fingið eina líknandi
skipan, ella koyrt heilt
ókeypis.
Tað skuldi ikki verið so
ringt at funni út av hjá P/F
Vágatunnlinum, tí teir hava
sjálvir kalkulerað við 400
akførum sum nóg mikið,
fyri at tunnilin skuldi bera
seg. Nú tá tað so vísur seg
at tunnilin verður nýttur av
tvífalt so mongum akførum
(gott og væl tað), skuldi eitt
avlop víst seg so ella so.
Hetta átti so at komi fyrst
og fremst framleiðandi
vinnuni til góðar, og eisini
teimum sum nýta tunnilin
so at siga hvønn dag.
Innan
handilsvinnuna
plagar man at siga at hægri
"umsetningshastigheitin"
er á eini vøru, jú fleiri
keyparar hevur tú til tað
umtalaðu vøruna (sjálv-
sagt), og hetta skildast ofta
at prísurin er lækkaður á
viðkomandi vøru, tí veksur
"umsetningshæstigheitin" á
vøruni (meira verður keypt
av hesi vøru). Tú kanst
rokna við at fleiri kundar
fara at keypa eina vøru,
sum lækkar í prísi, og hetta
kann enda við ("sum tað
ger í flestu førum") at
samlaði vinningurin hjá
fyritøkuni er veksandi í
hesum sambandi.
Hetta skuldi eisini verið
galdandi fyri P/F Vága-
tunnilin, lægri prís jú fleiri
akfør
(hægri
"umsetn-
ingshastigheit") = meiri
nýtslu av Vágatunnilinum.
So er bara eftir at spyrja,
hví er ongin broyting framd
hjá P/F Vágatunnlinum, tá
tølini eru púra "klokku-
klár", yvir hvussu nógv ak-
før nýta tunnilin um sam-
døgrið.
MIÐFLOKKURIN er ein
flokkur sum roynir at hugsa
um vinnuna og borgaran.
So nú hevur tú møguleikan
at hugsa um MIÐFLOKK-
IN á valdegnum 20 jan.
2004. Ja enntá velja MIÐ-
FLOKKIN
(ELLA
GREINASKRIVARAN) so
hann fær eina ávirkan á
samfelagið alt.
Eisini tunnilsgjaldið í
goldið verður fyri at ferðast
gjøgnum Vágatunnilin.
Dánial Petur Hansen
Valevni Sjálvstýrisfloksins í
Eysturoy
Ein av avleiðingunum av tí
stóru búskaparkreppuni í
nítiárunum varð, at tað al-
menna gjøgnum grunnar
yvirtók stóran part av tí
privata virkseminum, ið
ikki megnaði at hóra und-
an. Nevnast kann Føroya
Banki, Føroya Fiskavirk-
ing, Faroe Seafood og JFK-
trol. Talan er her um fyri-
tøkur, ið breið semja er um
eiga at verða riknar av tí
privata og stýrdar av teim-
um fríu marknaðarkreftun-
um og ikki tí almenna. Tað
almenna, tað vil siga landið
vegna okkum øll somul,
átekur sær ein stóran váða
og hevur stór kapitalvirði
bundin í hesum fyritøkum.
Einskiljing av hesum fyri-
tøkum, saman við fyritøk-
um sum Føroya Tele, At-
lantsflog, v.fl. vildi frígivið
hesi kapitalvirði.
Kapitalurin sum fæst til
vega frá einskiljingum eig-
ur at vera nýttur til at niður-
gjalda uttanlandsskuld okk-
ara, og harvið minka mun-
andi um rentuútreiðslur
landskassans.
Greiður skilnaður millum
alment og privat
Rættast er at taka avgerð
um hvar kapitalurin sum
fæst til vega frá einskiljing-
um
verður
placeraður,
áðrenn byrjað verður at ein-
skilja, soleiðis at møguligar
einskiljingar
ikki
økja
rakstrarútreiðslurnar hjá tí
almenna, ella á annan hátt
órógva føroyska búskapin
skeiva vegin.
Ein greiður skilnaður
eigur at verða millum al-
ment og privat, og nú tann
føroyski
Virðisbræva-
marknaðurin er settur á
stovn, eiga vit at byrja uppá
at einskilja tær vinnuligu
fyritøkurnar hjá landinum.
Neyðugt er at fara fram
við skynsemi, og vil ein
vælvirkandi føroyskur virð-
isbrævamarknaður verða
við til at tryggja neyðuga
gjøgnumskygnið, og at vit
øll somul fáa nóg mikið
fyri tær vinnuligu fyritøk-
urnar hjá landinum.
Ein nýggj og virkin byrj-
an við Sjálvstýrisflokkin-
um er tann gongda leiðin.
Gott val!
Jógvan Arge
Valevni Tjóðveldisfloksins í
Suðurstreymi
Nýggjasta veljarakanningin
vísir, at Javnaðarflokkurin
og Sambandsflokkurin fáa
18 tinglimir og meirilutan
einsamallir eftir valið.
Jóannes Eidesgaard er
ovurfegin og syngur í kór
saman við Lisbeth L. Peter-
sen, at tað ruddiligasta er,
at tveir flokkar mynda
landsstýrið eftir valið.
Tað merkir, at Javnað-
arflokkurin ímóti sínum
lyftum um økt sjálvstýri og
sjálvberandi búskap ætlar
at tryggja Lisbeth L. Peter-
sen løgmanssessin og á
tann hátt steðga allari sjálv-
stýristilgongdini.
Øll minnast, hvussu Ed-
mund Joensen í samgong-
uni frá 1994 til 1998 hótti
við nývali, hvørja ferð
Javnaðarflokkurin
vildi
kanna ríkisrættarligu viður-
skiftini. Sambandsflokkur-
in vildi onki tá, og hann vil
enn minni nú.
Javnaðarflokkurin tykist
vilja enda í somu konserva-
tivu tvinguni, sum hann sat
í, tá Edmund Joensen ráddi
fyri borgum. Tosið hjá
Javnaðarflokkinum
um
sjálvstýri hevur tí onki
innihald.
Tjóðveldisflokkurin
leggur allar árar í sjógv at
forða fyri, at Føroyar fáa
eitt viljaleyst sambands-
stýri eftir valið. Vel tí Tjóð-
veldisflokkin.
---
Vágatunnilin og bummgjaldið,
her má broyting koma í
Tíð til at einskilja!
Jóannes vil hava sambandsstýri
VALGREINAR
Bústaðarviðurskifti
til tey sum bera brek
Helena Dam á
Neystabø
valevni Javnaðarfloksins
í Suðurstreymoy
At tryggja teimum sum
bera brek góð bústaðar-
viðurskifti er eitt mál,
sum fram um onnur mál
trokar á.
Álit eftir álit er skriv-
að, men enn er langt á
mál. Eg veit at flest øll
sum eru rakt av hesum
trupulleika fegin vilja
taka á seg ábyrgd, og vera
við í teimum loysnum,
sum tað almenna kann
bjóða.
Hesum møguleika og
hesari útrættu hondini
eigur politiski myndug-
leikin at taka av, og so
skjótt
sum
møguligt
leggja eina ætlan, sum
røkkur inn í framtíðina.
Vónandi verður tað
ikki neyðugt at viðgera
henda spurning í næsta
valdysti um fýra ár.
Vágatunnilin
– øll gjøld eiga
niður við 50 %….
Jóanis Nielsen
valevni Fólkaflokkurin í
Vágum
www.joanisnielsen.fo
P/f Vágatunnilin hevur
tað fyrsta árið havt eina
inntøku uppá kr. 25,4
mill., ætlaði raksturin
varð settur til kr. 18,5
mill. - sostatt ein meir-
inntøka uppá kr. 5,9 mill.
t.v.s. at inntøkurnar eru
ca. 32% størri enn út-
reiðslurnar.
Sostatt kann gjaldið
setast niður við 32 %, og
P/f Vágatunnilin kann
svara hvørjum sítt, uttan
at rokna við at ferðslan
økist við at minka prísin
við 32%, men øll fornuft
sigur, at um gjaldið verð-
ur sett niður, so verður
sjálvandi meir ferðsla.
Gjøldini niður í helvt.
Mínar útrokningar siga,
at gjaldið kann minka við
50% - ferðslan kemur tá
at økjast so mikið nógv,
at P/f Vágatunnilin sjálvt
tá kann svara hvørjum
sítt.
Øll
minnast
vit
skiparan á Ternuni.
Øll minnast vit, tá ið
nevndin tvíhelt um at 280
bilar vórðu førdir um
Sundið pr dag.
Vágafólk eru Karmali
Olsen - skipara á Ternuni
- sera takksom fyri, at
hann rópti varskó og vísti
á, at ferðslan var mun-
andi meir.
Vágafólk umboð í P/f
Vágatunnilin.
Landsstýrismaðurin
hevði ætlanir um at vága-
fólk skuldu fáa umboðan
í partafelagnum. Upp-
gávan, hjá komandi um-
boðum fyri Vágar í P/f
Vágatunnlinum, verður
at sannføra hinar nevnd-
arlimirnar um, at tá ið
prísurin fer niður - tá
økist ferðslan.
X við Fólkaflokkin
Borgan fyri framhald-
andi menning í VÁG-
UM.
Birgir Mohr
Valevni Javnaðarfloksins í
Sandoynni
Nakað undan seinasta løg-
tingsvali – ella seinast í
2001 løgdu tveir flokkar
uppskot inn á Løgting at
játta kr. 1/2 millión til
forkanningar av bergholi til
Dals.
Somu flokkar – t.v.s.
Fólkaflokkurin og Tjóð-
veldisflokkurin komu í
landsstýrið eftir valið. Tær
500.000,- kr. vóru játtaðar,
og
Fólkaflokkurin
átti
landsstýrismannin á hesum
økinum, sum kundi seta
arbeiði í gongd.
Tað øll høvdu væntað –
at nú fór hendan forkann-
ing í gongd, vit høvdu
góðar tíðir enn tá – tað
hendi als iki. Einki varð
gjørt og játtanin, sum allir
flokkar atkvøddu fyri, hon
fall burtur aftur, tá árið
2002 var ligið.
Hetta er tað, sum kallað
verður
valflesk! Hvørki
Fólkaflokkurin ella Tjóð-
veldisflokkurin meinti nak-
að sum helst við hatta
málið, teir bara dyrgdu eftir
atkvøðum. Aftaná bleiv
málið gloymt.
Fyri at endurreisa málið
legði Javnaðarflokkurin í
2003 fram aftur um at játta
somu upphædd 1/2 millión
kr. til sama endamál. Máið
varð felt – bæði Fólka-
flokkurin og Tjóðveldis-
flokkurin atkvøddu ímóti,
sama gjørdu hinir báðir
smáu flokkarnir.
Soleiðis royndust álitis-
menn og álitisflokkar í has-
um málinum. Men Javn-
aðarflokkurin vil verja mál-
ið.
Bátahavnin í Skúvoy
Eisini hevur Fólkaflokkur-
in umsitið havnir og lend-
ingar. Teir gjøgnumtrumf-
aðu ein bátahyl í Skúvoy á
einum sera ivasomum fyri-
reikingarstøði. Vit vóru
fleiri, sum vóru í iva eftir at
hava sæð filmupptøkuna
um brimið júst har á stað-
num.
Úrslitið var ikki gott. Og
viljin til at bøta harum nú
aftaná, hevur verið upp aft-
ur minni, eisini her umsat
Fólkaflokkurin í lands-stýr-
inum?
Javnaðarflokkurin
vil
taka málið upp í eini kom-
andi samgongu og finna
eina loysn, sum eisini um-
fatar betri atløgumøguleika
fyri Sildberan, sum eisini
treingir til at vera útskiftur
við meira tíðarhóskandi
skip.
Veljið Javnaðarlfokkin.
Heðin Mortensen
valevni Sambandsfloksins í
Suðurstreymoy
Ein støðug forðing, vanligi
borgarin í Føroyum ferð
eftir ferð rennir seg í, er
tann fløkta og ofta illa sam-
skipaða almenna fyrisiting-
in.
Hevur tú ein trupulleika,
verður hann sjáldan minni
av, at tú skalt renna frá Peri
til Pól, kanska enntá uttan
at fáa greið boð ella at fáa
tínar spurningar svaraðar á
einum og sama stað.
Eg havi gjørt vart við tað
fyrr, og eg kann bara endur-
taka, at okkum tørvar eina
vælvirkandi og sterka al-
menna fyrisiting, ið fyrst
og fremst hevur til enda-
máls at veita øllum borgar-
um skjóta og effektiva tæn-
astu.
Tey, ið veruliga hava
brúk fyri almennum tæn-
astum, orka ikki og eiga
ikki at skula renna sum
fluga í fløsku, tí nú eru tey
aftur komin á »skeivt stað«
at leita sær hjálp.
Hóast almennu útreiðsl-
urnar eru øktar øgiligt
seinnu árini, tykist effek-
tiviteturin ikki at hava fylgt
við. Kunnu umskipingar av
almennum tænastum betra
um hesi viðurskifti, er hetta
einki at bíða við.
Sambandsflokkurin vil
gera nakað við málið, so
Palleba altíð skal vita,
hvussu hann best kann fáa
ta hjálp og tænastu, før-
oyska samfelagið til eina og
hvørja tíð eigur at geva
sínum borgarum. Ikki fyrr
enn tá kunnu vit tosa um
sanna vælferð!
Hví skal Palleba altíð renna frá Peri til Pól?
Lisbeth L. Petersen
løgtingskvinna og valevni
Sambandsfloksins
Nógvar gitingar eru um
skattaskipanina, sum Sam-
bandsflokkurin hevur í síni
valskrá, og tí skal enn eina-
ferð vísast á, hví Sam-
bandsflokkurin vil hava
verandi skipan broytta.
Tí vil Sambandsflokk-
urin hava ein
skattareform:
Skattastrýstið í Føroyum er
vorðið so høgt, at tað køvir
hugin at arbeiða. Vit gjalda
snøgt sagt heimsins hægsta
skatt,
vísir
ein
nýggj
kanning.
Verandi skattaskipan er
órættvís, tí at allar inntøkur
omanfyri 14.000 krónur um
mánaðin verða skattaðar
við hægsta skattastigi.
Lønarvøksturin, sum tey
lægstløntu hava vunnið sær
seinru árini, er uppetin av
at vera skattaðar við hægsta
skattastigi.
Av hvørji vunnari krónu
eyka eru heili 60 oyru farin
beinleiðis aftur í skatti.
Hóast skattalættar á 3-
400 milliónir er meðal
landsskattaprosentið
hjá
vanliga føroyinginum økt
við 3 prosentum seinastu
seks árini..
Hvat skal skattareform-
urin broyta:
Sambandsflokkurin
vil
hava eina gjøgnumskygda
og rættvísa skattaskipan,
sum bæði fer at lætta um
hjá tí einstaka og fer at
stimbra føroyska vinnu-
lívið.
Tað skal loysa seg betur
at arbeiða og at gera ein
eyka innsats, sum bæði
kemur vinnulívinum, tí
einstaka og í síðsta enda
okkum øllum til góðar.
Við
skattareforminum
tryggja vit grundarlagið
undir framburði og vøkstri í
føroyska búskapinum við
eini meira proportionalari
skattaskipan.
Langsiktaða málið er at:
• Skatturin av eyka arbeiði
verður 40% í staðin fyri
núverandi 60%
• Verandi fjaldu/innbygdu
skattahækkingar verða
burturbeindar
• Tað skal vera lætt at
rokna skattin út
• Skattaskipanin skal vera
løtt at umsita
Málini røkka vit í stigum.
Hvussu verður skatta-
reformurin framdur:
Tey fyrstu fýra árini er
ætlanin at botnfrádrátturin í
landsskattinum stigvíst fer
úr 22.000 krónum upp í
30.000 krónur, samstundis
sum markið fyri, nær inn-
tøkan verður toppskattað,
fer úr verandi 14.000 krón-
um um mánaðin til 25.000
krónur um mánaðin..
Skattareformurin tryggj-
ar, at øll fáa skattalætta.
Við
skattareforminum
verður mett, at landsskatta-
inntøkurnar frá persóns-
skatti fara at minka við 60
milliónum árliga næstu
fýra árini.
Soleiðis verður afturvíst,
at skattareformurin hjá
Sambandsflokkinum er ein
skipan, har bert tær høgu
inntøkurnar fáa skattalætta,
meðan tær lágu lønirnar
skulu gjalda prísin. Tvørt-
urímóti er skipanin ein
meira rættvís skipan, ið er
tiltrongd og vil tæna teim
endamálum, sum Sam-
bandsflokkurin hevur sett
sær fyri at virka fyri í kom-
andi valskeiði, so Føroyar
verða eitt gott samfelag,
har øll skulu trívast.
Skattareformurin hjá Sambandsflokkinum
Bergholið til Dals
C
M
Y
K
41
40