Sosialurinarkiv
Sosialurin 2004-01-16, síða 22
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

fríggjadagur 16. januar 2004síða 22

‹ fyrra síða allar 29 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

42 Nr. 10 - 16. januar 2004 Nr. 10 - 16. januar 2004 43 VALGREINAR Eldraøkið Haldóra Ranghamar valevni hjá Sambands- flokkinum í Eysturoy Eldraøkið verður tikið fram til hvørt val - lyfti, sum ikki blíva til veru- leika. Tørvurin eftir mann- sømuligum korum hjá okkara eldra ættarliði er rættuliga stórur. Hóast stóran búskapar- vøkstur tey síðstu árini, hevur ov lítil áhugi verið sýndur teimum eldru. Nationalistiskar hug- sjónir er komnar í fremstu røð. Hóast eldraøkið er ein landsuppgáva, so hava fleiri kommunur sæð seg noyddar sjálvar at gera nakað við hesar umstøð- ur og hava so tikið stig til at bygt sambýlir. Avvarðandi eru mang- an í dýrastu neyð, royna eftir besta førimuni at hjálpa, eru noydd í ávís- um førum at fara úr ar- beiði, fyri at taka sær av sínum nærmastu. Somuleiðis hava heimarøktirnar tað held- ur ikki latt tá tær fara frá teimum, sum liggja hjálparleys. Tí vil sambandsflokk- ur-in bjóða seg fram og vísa ábyrgd og virðing fyri okkara eldru og virka fyri atveita teimum tað tænastu, sum nú eina- ferð er best fyri hvønn einstakan, um tað so er í heiminum ella á stovni. Veljarakanningin Bárður Nielsen løgtingsmaður og valevni Sambandsfloksin í Norðurstreymoy Nýggjasta veljarakann- ingin, ið bleiv almanna- kunngjørd týsdagin, gev- ur Sambandsflokkinum 28,5 % av atkvøðunum, og sjálvt um hetta er nakað minni enn veljara- kanningarnar í november og desember, má hetta sigast at verða rættuliga gott . Vit fingu eitt gott val seinast og sær út til, at framgongdin heldur fram. Men eitt mugu vit gera okkum greitt, tað er, at ein veljarakanning ikki altíð gevur eina rættvís- andi mynd av sjálvum valúrslitinum, her eru undanfarnu valini gott dømi um tað, har tað hevur víst seg at broytast rættiliga nógv, í mun til hvat allar veljarakann- ingar undan valinum vístu. Sum oftast eru tað teir flokkar, sum liggja væl fyri í eini veljara- kanning, sum ganga aftur, og teir, sum ikki liggja so væl fyri, fáa fleiri atkvøður á sjálvum valinum. Tí er tað av stórum týdningi, at sjálvt um vit nú liggja væl fyri í veljarakanningunum ikki taka okkum av løttum, men veruliga fara til verka og standa saman um at fáa enn fleiri velj- arar til løgtingsvalið. Sjálvandi hava val- evnini høvuðsábyrgdina av, at fáa floksins boð- skap út, men tað ger einki, um veljarar flok- sins eisini hjálpa til og soleiðis fáa boðskapin út til so nógv sum gjørligt. Við vón um, at øll sam- bandsfólk verða væl nøgd eftir løgtingsvalið og at vit fáa ávirkan á politikkin komandi 4 árini. Við vón um eitt gott sambandsval. Annfinn Brekkstein valevni Sambandsfloksins í Suðurstreymoy Í seks ár hevur fullveldis- samgongan stýrt landi okkara, og hetta er úrslitið: Blokkurin er skorin við 366 milliónum krónum. Hvønn man tað fara at raka í samfelagnum, og kunnu vit vera blokkstuðulin fyri- uttan? Fíggjarætlanin fyri 2003 kemur allarhelst út við einum halli upp á umeið 250 milliónir krónur. Í hesi seks árini er inntøkan vaks- in við einari millard. Men samstundis sum inntøkan er vaksin, hava vit havt galoperandi ótálmaðar út- reiðslur í almenna sektorin- um upp á yvir eina milliard krónur! Og sum um tað ikki var nó mikið við tí, so hava vit fingið øktar ferðaseðla- prísir, samstundis sum vit hava staðið modell til eina ella tvær eykajáttanir til Strandferðsluna. Postverk Føroya hevur eisini havt brúk fyri eykajáttanum upp í 5-6 millónir krónur fyri at fáa endarnar at røkka saman. Tað er sjálvsagt, at hesir stovnar skuldu verið lagdir saman og at vit áttu at privatiserað tann partin hjá báðum stovnum, sum hevur við flutning av farmi og pakkum at gera. Tað verður neyðugt í framtíðini at rationalisera og effektivi- sera almennar stovnar, so vit á tann hátt kunnu fáa ein effektivari og býligari rakstur. Eitt annað er, at sjón- varpsgjaldið er hækkað við 500 krónum fyri hvørt sjónvarpið. Hetta er ein hækking upp á nærum 30 prosent - og hartil ein tilvildarlig hækking. Somuleiðis er skatta- trýstið hesi seinastu seks árini økt við 3 prosentum, og so ætlaði fullveldissam- gongan enntá at halda fram við at skatta fólk. Full- veldissamgongan hevði eis- ini ætlanir um at fara eftir rentustuðlinum, hóast hetta hevði rakt barnafamiljurnar meinast. Avgjaldið á plastikkposar og sodavatn hevði rakt ávís vinnuvirki. Hetta er at spæla hazard, tí talan er snøgt sagt um panikkskatt, sum vit kalla byrjan til fullveldisskatt. Hesin ørskapurin má steðg- ast, og tað verður best gjørt við at stuðla Sambands- flokkinum á løgtingsvalin- um! Poul Erik Jacobsen Valevni Tjóðveldisfloksins í Suðuroy »Eingin er ov gamal at læra«, plagar at verða tikið til. Hetta er so satt sum tað er sagt, og ongantíð so átrokandi sum í dag. Dag- sins samfelag broytist og mennist skjótari og skjótari so krøvini til at fylgja við og ikki minst, at vera við at ávirka hvussu morgindag- urin sær út, gerast torførari. Kravið er tí, at útbúgving- arstovnarnir í landinum eru á einum høgum støði, og at øllum stendur í boði at nema sær lærdóm. Útbúgving og skúli hava altíð verið mál sum Tjóð- veldisflokkurin metur at hava stóran týdning og sum flokkurin ofta hevur um- sitið, tá ið hann hevur verið í samgongu. Í hesum døgum verður miðnámsskúli bygdur í Vági og tað er ikki minst Tjóðveldisflokkinum fyri at takka. Hesin skúlin fer at betra um umstøðurnar hjá ungdóminum í Suðuroynni at nema sær miðnámsút- búgvingar, og longri tey ungu kunnu vera í oynni, størri er møguleikin fyri at fleiri av teimum koma aftur, tá tey hava verið úti í stóru verð og nomið sær útbúgving og kunnleika. Eisini vil Tjóðveldis- flokkurin virka fyri at øllum fakbólkum stendur í boði at koma á skeið, at dagføra sína vitan, í tann mun tað er neyðugt. Hugsast kann at mið- námsskúlin, saman við øðrum skúlum í oynni, kunnu skapa og menna eitt umhvørvi, sum drgur fólk at sær at hvessa sær vitið, ikki bert ungdómurin í dag- tímunum, men eisini tey tilkomnu um kvøldarnar. Eitt mennandi skúlaum- hvørvi hevur bestu korini við einum sterkum Tjóð- veldisflokki. Suðuroyingar, gloymi ikki at Tjóðveldisflokkurin fekk Suðuroynna upp í part aftur og fekk sín part av landsins íløgum, ið gjørdar eru síðan 1998. Veljið Tjóðveldisflokkin 20. januar. X við E Nú heysta vit fullveldisfruktirnar Lasse Klein valevni Sjálvstýrisfloksins í Eysturoy Í mínum huga er eingin ivi um, at áhugamálini hjá Føroyingum eru best vard við at velja ein sterkan Sjálvstýrisflokk á ting. Politikkur skal helst ikki bert verða amboðið til at fáa síni egnu persónligu sjónarmið fram í ljósi. Í einum felagsskapi Politisku sjónarmiðini skulu eisini avspegla sjón- armiðini hjá veljaranum, tí einstaka borgaranum. Ein og hvør trívist best í einum felagsskapi har viðkomandi hevur møguleika fyri at verða hoyrdur. Á val eiga vit at fara Orsøkirnar eru mangar, men fyrst og fremst tí at neyðugt er at velja fólk, sum tora at arbeiða eftir sínari sannføring, og sum duga at síggja veruleikan í eyguni.. Føroyar eitt gott land Føroyar er eitt gott land at búgva í. Tað náttúrugivna ríkidømi skulu vit umsita við skili og ikki køva tað í tráanini eftir lættvunnum profitti á fáar hendur. Heldur skulu vit royna at bera so í bandi, at øll hava møguleika til at vinna sær lív og tilveru burturúr landsins ríkidømi. Úrslitini kunnu vit ávísa Royndirnar at loysa úr lagdi hava vit. Úrslitini kunnu vit ávísa, men skal frælslyntar røddir framvegis ljóða á Føroya Løgtingi - er neyð- ugt at fara manssterk á val 20. januar, og seta X við lista D. Politikkur skal helst ikki bert verða amboðið til at fáa síni egnu persónligu sjónarmið fram í ljósi. Í einum felagsskapi Politisku sjónarmiðini skulu eisini avspegla sjón- armiðini hjá veljaranum, tí einstaka borgaranum. Ein og hvør trívist best í einum felagsskapi har viðkomandi hevur møguleika fyri at verða hoyrdur. Á val eiga vit at fara Orsøkirnar eru mangar, men fyrst og fremst tí at neyðugt er at velja fólk, sum tora at arbeiða eftir sínari sannføring, og sum duga at síggja veruleikan í eyguni.. Føroyar eitt gott land Føroyar er eitt gott land at búgva í. Tað náttúrugivna ríkidømi skulu vit umsita við skili og ikki køva tað í tráanini eftir lættvunnum profitti á fáar hendur. Heldur skulu vit royna at bera so í bandi, at øll hava møguleika til at vinna sær lív og tilveru burturúr landsins ríkidømi. Úrslitini kunnu vit ávísa Royndirnar at loysa úr lagdi hava vit. Úrslitini kunnu vit ávísa, men skal frælslyntar røddir framvegis ljóða á Føroya Løgtingi - er neyðugt at fara manssterk á val 20. januar og seta X við lista D. Miðnámsskúlin gevur møguleikar Royndirnar at loysa úr lagdi VALGREINAR Fær Eysturoyggin ein tingmann afturat? Bill Justinussen landsstýrismaður og valevni Miðfloksins í Eysturoy Bill.teletech.fo Seinastu árini hevur Eysturoyggin havt 6 tingfólk. 5 umdømisvald og eitt eykavalt. Møgu- leikin fyri einum eyka- valdum afturat er størri nú enn áður. Miðflokk- urin kjálkar uppat tveim- um tingfólkum, og sam- bært nýggjastu veljara- kanningini verður tað Eysturoyggin, sum fær annað. Tí eigur tú at hugsa teg um eina eyka ferð, áðrenn krossurin verður settur. TÍN at- kvøða til Miðflokkin ger ikki, at stóru flokkarnir missa síni umdømisvaldu umboð, tí teirra støða er sera trygg. Men TÍN at- kvøða kann sera sannlíkt gera, at Miðflokkurin fær ein tingmann í Eystur- oynni. Um tú tekur undir við, at samfelag okkara í framtíðini skal byggja á ta tryggu grund, sum undanfarnu ættarlið løgdu, so er Miðflokk- urin eitt gott val. Vit taka ikki undir við at broyta samfelag okkara, bara tí nøkur av grannalondum okkara hava valt aðrar leiðir. Samfelag okkara skal framhaldandi byggja á kristna siðaarvin, tí eru vit eitt av heimsins bestu og ríkastu londum. Vit hava eitt gott sam- felag. Ríkt bæði í ment- an, andslívi og materi- ellum tilfeingi. • Bert 5% av heimsins íbúgvum eiga egið tak yvir høvdið. Yvir 90% av føroyingum eiga sítt egna. • Dagliga doyggja úti í heimi hundraðtals menniskju av hungurs- neyð og fátækradømi. Ongin føroyingur doyr av hungursneyð. • Milliónir av børnum kring heimin duga ikki at lesa ella skriva. ØLL børn í Føroyum fáa útbúgving sum ein heilt náttúrligur partur av lívinum. Longri út- búgving, handliga sum bókliga, fáa øll, sum ynskja tað. • Milliónir av menniskj- um eru arbeiðsleys úti í heimi. Í fjør var ar- beiðsloysið í Føroyum undir 2,5%, sum er lægri enn náttúrliga arbeiðsloysið, sum liggur um 3%. • Enntá í Grønlandi, sum fær milliónir í stuðuli úr Danmark, fáa ikki øll neyðuga sjúkravið- gerð, eitt nú fyri krabba-mein. ALLIR føroyingar, sum hava tørv á sjúkraviðgerð, fáa hesa. Vit gera alt fyri at bjarga og betra um mannalívið, ein- stakar viðgerðir kunnu kosta 3 milliónir. HETTA ERU FØROY- AR, og soleiðis vilja vit framvegis, at Føroyar skulu vera. Og Miðflokkurin vil framhaldandi arbeiða fyri at menna føroyska samfelagið. Familjupoli- tikkur er við Miðflokkin- um komin á dagsskrá í føroyskum politikki. Allir flokkar tosa NÚ um familjupolitikk. Okkara familjupolitikkur er m.a.: • Hjún skulu skattast við helvtarbýti • Ansingarstuðulin skal fylgja barninum, og systkinaavsláttur skal veitast í dagstovnum • Ongin skal aftra seg at giftast, tí tað kann verða ein fíggjarlig útreiðsla • Einsamallar mammur (ella pápar) og einkjur (ella einkjumenn) skulu fáa meira for- sorgarhjálp. Minsta upphædd fyri livistøði skal hækkast. Einasti landsstýrismaður úr Eysturoynni hesuferð var úr Miðflokkinum. Hinir flokkarnir funnu ongan landsstýrismann í Eysturoynni, hóast hend- an vinnulívsoyggin ber størsta partin av pengun- um í landskassan. Eg havi vart áhugamál fyri Eysturoynna, tá høvi hevur verið til tess, tó uttan at rópa upp um tað. Miðflokkurin satsar upp á Eysturoynna, um tú satsar upp á Mið- flokkin. Ger valdagin 20. jan- uar til ein H-dag. Elin Lindenskov valevni Javnaðarfloksins í Suðurstreymoy www.lindenskov.com Tað er av sera stórum týdn- ingi fyri eitt hvørt sam- felag, at listin og mentanin verður væl stuðla. Ætlanin var at Tjóðpallur Føroya skuldi alment setast á stovn 1. januar 2004. At løgtingið hevur samtykt lóg um Tjóð- pall Føroya er eitt stórt mentanarligt framstig, hóast langt er eftir á mál, áðrenn vit hava eitt veruligt Tjóðleikarahús. Vit kunna takka Grímu og fólkunum rundan um Grímu fyri at Tjóðpallurin nú er so nær. Hesi fólk hava stríðst síðani einaferð í 70’unum fyri at fáa eitt dygdargott yrkisligt leik- umhvørvið. Ofta fyri lítla og onga løn. Gríma hevur mangan verið nýskapandi. Tey hava framført og fingið gjørt leikir, sum viðgera nútím- ans føroyska samfelagið. Tey hava víst okkum al- tjóða leiklist. Tað er slíkt ein yrkisligur tjóðpallur kann gera fyri føroyska samfelagið. So kunna vit eisini á hesum øki, teljast millum hini norðurlondini. Vilt tú vita meira, um hvat eg tikist við seinastu 4 árini, so vitja mína heimasíðu www.lindenskov.com . Har liggja hundrað tals greinar, røður o.a. frá hesum tíðar- skeiði. Heðin Mortensen valevni Sambandsfloksins í Suðurstreymoy Eftir alt ov mong ár við politiskari oyðimarkar- gongd, tí landsins leiðsla stardi seg blinda upp á fullveldi, hevur Føroya fólk brúk fyri einum nýggjum tíðarskeiði, har vit lata svøvntunga frælsisdreymin liggja og hugsa um real- politikk! Rikin er hesin árini ein politikkur, ið hevur havt til endamáls at seta eina hug- sjón oman fyri menniskjað, og slíkur politikkur kann bara vera deyðadømdur. Sambandsflokkurin setir vælferðina hjá einstaka føroyinginum fremst og vil ongantíð lata hugsjónina taka valdið, so alt annað fer av kós. Menniskjað má og skal vera tað, ið er miðdepilin í hesum samfelagnum, skal okkum vera lív lagað. Alt annað er ørskapur, og tað hava vit eisini fingið staðfest ferð eftir ferð hesi bæði samgonguskeiðini, ið farin eru. Vilt tú hava Føroyar riknar við realpolitikki, er valdagurin 20. januar títt gylta høvi at gera tína ávirkan galdandi. Gevur tú Sambands- flokkinum møguleikan, gevur tú eisini tær sjálvum møguleikan. Og tað er ikki annað, enn tú hevur uppi- borið! Nita Næs valevni Javnaðarfloksins í Suðuroy At búgva í Suðuroy er gott. Suðuroyggin er ein perla fyri børn at vaksa upp í. Tá Javnaðarflokkurin heitti á meg, um at stilla upp til løgtingsvalið, játtaði eg sjálvsagt. Javnaðar- flokkurin tekur hugsjónar- liga alt menniskjalívið við í sína politisku valskrá. Øll lívsskeiðini eiga at vera vird, sigur flokkurin. Við einum Javnaðar- flokkin í Tinganesi, koma verulig menniskjavirði aft- ur á dagskránna, einvegis fullveldisgongdin verður hugsjónarliga breiðka við eini sjálvstýrisleið, menn- iskjaligar spekulatiónir verða steðgaðar, og heild- armyndin av samfelaginum verður aftur sett í eitt perspektiv. Hugsast skal um heila menniskja, og ikki sum nú í brotum. Hvussu hjálpa vit t.d. einum heilaskaddum menniskja í Suðuroy, ein- um psykiskt sjúkum, einum innlæringsveikum, o.s.fv. Tað gera vit ikki við bert at flyta viðkomandi til Havn- ar. Vit skulu skapa góð viðurskifti fyri okkum - sjúkum sum frískum - HER á oynni. Tað alt avgerandi fyri Suðuroynna er, at løgtings- umboðini, sum vald verða vilja og tora at arbeiða saman, og tora at hugsa, at aðrir flokkar arbeiða fyri somu søk sum vit, nevni- liga trivna í oynni. Eitt løgtingsumboð í Suðuroy hevur sjálvandi, alt valdømi sum sítt ar- beiðsøki. Hetta mugu suð- uroyingar eisini sjálvsagt krevja. Landspolitikarin í Suðuroy, skal hugsa um oynna sum eina heild - ikki sum nú - sum norðaru og sunnaru helvt av oynni. Við hesum hevði fólk aftur fingið álit á politiska myndugleika, og oyggjar- hugburðurin var mentur. Tað er at fegnast um at seinasta samgonga avgjørdi at fáa nýggja Smyril bygd- an. Avbjóðingin verður nú, ikki at reypa sær av, at nýggi Smyril er komin, avbjóðingin verður , hvussu brúka vit henda nýggja nalvastrong til restina av landinum, og til restina av heimunum. Tað er ein sjálvfylgja, at politikarar hugsa um at útbyggja okkara veganet, okkara tunnlar, og aðrar fysiskar karmar. Men tað er eingin natúrlig avleiðing, at ein kvinna í Vági fær ar- beiði aftur, tí vit hava fing- ið Smyril, ella at kvinnan í Hvalba fer at tívast betur í Hvalba, tí vit hava eina tvísporaða tunnel millum Tvøroyri og Hvalbiar. Her skal meira til, enn betong, asfalds politikkarar. Ein kann undrast á, at hóast helvtin at suðringum eru kvinur, so er ta bert ein kvinna, ið hevur umboða Suðuroynna í einum stutt- um tíðarskeiði á løgtingi. Hvussu ber hetta til? Eru kvinnurnar við bara sum pynt og ífylla á vallistun- um? Ikki tí ein kvinna skal vera vald bara tí hon er ein kvinna, men vit vita, at har sum bæði kvinnur og menn eru við til at skapa ger- andisdegin, skapa góðar karmar, har koma øll tey góðu menniskjansligu virð- ini til sín rætt.Og bara so- leiðis kunnu vit fáa "Tað góða samfelagið". Tað at feskfiskurin skal av oynni, hongur alla tíð- ina, sum ein háttan bæði fyri virki, stjóra og ikki minst flakakvinnur og flakamenn, tí tað førir óstøðugt arbeiði við sær. Hví ikki ganga nýggjar leiðir, har fiksavøran vit framleiða, eisini gevur støðugar inntøku til flaka- fólk, og virki. Ein støðug inntøka merkir eitt betri samfelag, og fyri eitthvørt menniskja, er tað, tað allar týdningarmesta, at hava eitt arbeiði at fara upp til hvønn dag. Samlaða útreiðslurnar fyri eitt húsarhald, sum arbeiðir í fiskiídnaðinum á landi eru eins stórar í juni sum í januar. Mítt lyfti til veljarin verður, at tað er mín skylda sum politikari, at hugsa um alla oynna, sum eina oyggj. Bert saman binda vit oynna saman. Bert í felag fáa vit trivna í oynni. Gott kvinnuval øll somul Gott oyggjaval øll somul. Gott javnaðarval øll somul. Tjóðpallur Føroya Fullveldisdreymurin ringasta marran Góðan dag allir suðringar! C M Y K 43 42