Sosialurinarkiv
Sosialurin 2004-01-16, síða 23
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

fríggjadagur 16. januar 2004síða 23

‹ fyrra síða allar 29 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

44 Nr. 10 - 16. januar 2004 Nr. 10 - 16. januar 2004 45 VALGREINAR SvF og ÚF mugu gerast betri Dánial Petur Hansen Valevni hjá Sjálvstýris- flokkinum í Eysturoy Ásannandi at menniskja- lig vælferð er annað enn ein spurningur um bú- skap, sær Sjálvstýris- flokkurin tað sum eina stóra avbjóðing, fram- haldandi at betra og økja um vitanina og tilvitan- ina hjá okkum øllum. Hetta er ein av fyritreyt- unum fyri einum menn- andi og uppbyggjandi samskifti og kjaki, ið eig- ur at eyðkenna eitt nú- tímans vælferðarsamfe- lag. Ein framhaldandi menning av okkara læru- og útbúgvingarskipanum er ein sjálvsagdur partur í hesum sambandi, eins og almennu loftmiðlar okk- ara, Útvarp Føroya og Sjónvarp Føroya, eiga at fáa ein nógv størri og virknari leiklut í hesi menningini. Ein nýggj og virkin byrjan við Sjálvstýris- flokkinum er tann gongda leiðin. Gott val! Jenis av Rana Til fyrispurning tín í Sosialinum týsdagin er stutt at siga: spyr Sosial- in! Teir, og ikki eg ella Miðflokkurin, eiga hand- an ótrúliga pástandin um, at kynvill eru sjúk. Um orðið kynvill er at siga, at hetta er orðið, sum bæði fyrsta føroyska orðabókin (Donsk-Før- oysk orðabók) og sein- asta (samheita) brúka fyri homosexuell. So har verður tú at venda tær til aðrar við tínari misnøgd. Johan Dahl valevni Sambandsfloksins í Suðuroy Nógv tos hevur verið sein- astu dagarnir um uppskotið frá Sambandsflokkinum, har vit hava víst á tørvin, at lækka skattin á teimum seinast vunnu krónunum. Heimsmet í skattatrýsti: Í dag gjalda allir føroying- ar, sum vinna meira enn 170 tkr., áleið 56% í skatti av teimum seinast vunnu krónunum, umframt gjøld til ALS, Barnsburðarskip- an, Samhaldsfasta o.a.. Í Vági er hesin skattur 58,8% fyriuttan onnur gjøld. Sambandsflokkurin leggur upp til, at hesin skattur skal lækka til 40% innanfyri eitt ávíst tíðarskeið. Hetta hevur útloyst eitt ramaskríggj í m.a. tjóð- veldisflokkinum og sagt verður, at hetta er ein assosialur niðurskurður og at landið ikki hevur ráð til hetta. Í valsendingini í SVF frá norðurstreymoyar val- dømi segði Niklái Petersen, at tjóðveldisflokkurin hevði fingið einhvønn til at rokna uppá uppskotið hjá sam- bandsflokkinum og at hetta fór at kosta samfelagnum umleið 320 mió. kr. Tjóveldið og útrokningar: Hugsa tær, at um tjóð- veldisflokkurin hevði rætt í sínum útrokningum, so meta teir at en slíkur skatta- lætti hevði koyrt landi út í ringasta armóð, samstundis sum teir breggja sær av sjálvir at hava lækka skattin við 400 mió. kr. í farna valskeiðið. Teirra skatta- lækking er tó í stóran mun hálað innaftur við ørðum skattahækkingum. Men teir hava megnað, at økt um útreiðslurnar hjá almennu fyrisitingini við út ímóti 1 milliard, sam-stundis sum blokkurin er lækkaður við 360 mió. kr. Tekur man har- umframt ætlanir teirra um at minka blokkin enn meira, samstundis sum fleiri yvirtøkur skulu fremj- ast, kann tað ikki vera trupult at fáa eyga á, at tað eru í veruleikanum milli- ónir at spara, um tjóðveld- isflokkurin ikki sleppur framat. Sambandsflokkurin vil ikki verða við til at lækka blokkin enn meira í kom- andi valskeiðið og heldur ikki skulu vit fremja hópin av kostnarmiklum yvirtøk- um í komandi valskeiðið. Heldur vil Sambandsflokk- urin m.a. nýta hendan pen- ing til at lækka skattin so- leiðis, at eingin framhald- andi skal gjalda áleið 58% hvørjari krónu har lønin er komin upp á 170 tkr. Hægsta skattatrekk í Evropa: Fíggjarmálaráðið er í hesi tíð fram móti valinum komið út við tíðindaskrivi, har víst verður á, at ein ikki kann loyva sær at hyggja eftir inntøkuskattinum, so- leiðis sum gjørt varð í eini aðrari kanning. Hendan kanning vísti, at føroyingar hava evropamet í beinleiðis skatti av lønarinntøku. Fíggjarmalaráðið vísir á, at einasti máta at meta um skatt er, at meta um lutfalli millum bruttotjóðarinn- tøkuna og samlaðan skatt. Meinhard ein skilamaður: Í grein síni leygardagin 10. januar vísir Meinhard Jacobsen, stjóri á Føroya Fiskavirking á, at fyri búðskaparráðið hevði ein kavavetur verði kærkomin, tí kavagraving hjálpir væl til at økja um brutto- tjóðarinntøkuna. Og fyri fíggjarmálaráðið merkir ein kavavetur við kavagraving og øktari brutto-tjóðarinntøku alt anna líka, eitt lægri skatta- trýst fyri borgaran!! Sambandsflokkurin vil ikki bíða eftir einum kava- vetri, sum skal nøkta áskoðaninar um skattatrýst hjá nøkrum akademikarum. Sambandsflokkurin vil burtur frá evropa-metinum í inntøkuskatti. Sambandsflokkurin vil hava inntøkuskattin av seinast vunnu krónuni nið- ur og soleiðis økja um kappingarførið hjá tí føroyska samfelagnum okkum øllum at frama. Vilmund Jacobsen valevni Tjóðveldisfloksins í Eysturoy Í kjakinum seinastu tíðina um vatnorkuútbyggingar- nar hjá SEV, hava valevni úr ymiskum flokkum hongt seg í, hvørt árinskanningar skulu gerast ella ikki, áðrenn SEV fer undir Eiði 2. Summi hava ført fram, at ógjørligt er at gera hesar kanningar, fyrr enn útbygg- ingin er framd. Sagt hevur verið, at skulu kanningar gerast frammanundan, er neyðugt at seta "propp" í áirnar - og síðan kanna um- hvørvi fyri árin, tá ið ein tíð er umliðin. Eg ivist onga løtu í, at bæði Funningsfjørður og Sundalagið kunnu "yvir- liva", at áirnar, sum renna oman, verða tiknar til vatn- orkuútbygging. Men og aftur men... At leggja áirnar, sum hava runnið í øldir og ríkað okkara náttúru, turrar, er í mínari verð so avgjørt ikki bara ein spurningur um árin á Funningsfjørð og Sunda- lagið. Hetta er í nógv størri mun ein neyðtøka av okk- ara náttúru og arvi, sum vit frá Skaparans hond fingu í vøggugávu. Tað er okkara skylda sum menniskju at lata hesar náttúrugripir aftur til tey, ið koma eftir okkum. Vit kunnu ikki tilláta okkum at vera so egoistisk at lata enn fleiri áir og fossar hvørva í gloymskunar hav. Tað er skammiligt, at vit so eirindaleyst skulu gera okkum inn á hesar náttúrugripir, ið vit hava til láns, meðan vit eru her. Í mínum hugaheimi er náttúran saman við áum og fossum ein stórur partur av okkara tjóðskapi og arvi. Ágangurin á okkara náttúru byrjaði við grefligu og sjónligu grótbrotunum, vit fingu ymsastaðni kring landið. Í dag hava vit "vant" okkum við hesi, men tey eru líka so skemmandi fyri tann skuld. Brúktu vit í sínari tíð nakrar krónur eyka til koyring av gróti, kundu grótbrotini saktans ligið soleiðis, at tey ikki vóru í fólksins eygum. Tað hevði so hóast alt verið minni skemmandi fyri náttúruna. Í hesi greinini havi eg við vilja ikki viðgjørt spurningin, hvussu SEV annars kundi loyst sín orkutørv. Men fleiri boð eru uppá tann spurningin. Við hjarta fyri okkara landi, náttúruvakurleika og arvi hevði eg ongantíð gingið við til at tikið áirnar og fossarnar, sum í øldir hava runnið oman millum bygdaløg og í umhvørvi, har fólk ferðast. Árinini á umhvørvið, um uppaftur fleiri áir verða lagdar turrar, er ein heilt annar spurningur. Í mínum hugaheimi er spurningurin í fyrsta lagi: Skulu vit varðveita áir og fossar ella ikki? Eg haldi avgjørt ikki, at vit skulu lata fleiri náttúru- gripir fella fyri løtuvinn- ingi. Góða Durita Dam Anfinn Olsen Søldarfjørð, valevni Tjóðveldisfloksins í Eysturoy. Havi hesa seinastu tíðina tosa við nógv fólk um komandi val. Tað vísur seg fyri mær, at tað gongur sum ein reyður tráður ígjøgnum, at um vit yvirtaka blokk- in, so verður køliskápið tómt, ella so noyðast allir føroyingar oman í fjørð- una at eta tara, og onkur meinar at vit føroyingar simpulthenn doyggja í hungri. Um hettar er tilfeldið, so skuldu vit føroyingar longu nú følt svongdina byrjað at gjørt um seg, tí at blokkurin er longu minkaður við 366 milli- ónum t.v.s. at blokkurin er minkaður við einum tryðingi. Eg skilji ikki hví fólk eru so bangin fyri blokk- inum. Um Sambandsflokkur- in vil innføra tann skatta- lætta teir nú tosa um, sum kostar yvir 300 milliónir og ikki vita hvar pengarnir skulla koma frá, tá verður svangligt. Eg trúgvi at tað býr ein tjóðveldismaður í øllum føroyingum. Hvør vil ikki ráða í egnum húsi. Eingin góð- tekur, at ein annar kemur inn og sigur hvar skápið skal standa. Soleiðis er tað eisini við okkara landi. Er svongdin byrjað Skattalógaruppskot Sambandsfloksins - meðan við bíða eftir kavaveðri Latið áir og fossar fáa frið! VALGREINAR Til tín fyrimun Erikka Elttør valevni Sambands- floksins í Norðoyggjum Tað ferð at vera til tín fyrimun, tá Sambands- flokkurtn fer at taka við landsins leiðslu. Tí at Sambansdflokk- urin vil varveita vælferð- ina, tað er jú eitt av okk- ara hjartmálum. Eitt nú, barnafamiljurnar skulla kunna hava tað lættari í dag enn tær hava tað í dag. Við at bøta barsils- skipanina, so at foreldur fáa møguleikan at vera heim hjá sínum nýfødda barni tað fyrsta ári av lívinum hjá tí. Eisini ynskir sam- bandsflokkurin at bøta korðini hjá teimun gomlu, sjúku og brekaðu, so at tey vera á hædd við umstøðurnar í granna- londunum. Vælferðin krevur at tað er arbeiði til allar hendur, Sambandsflokkurin er einasti flokkur sum veit, at fyri at varðveita væl- ferðarsamfelagi, so krev- ur vinnan at hava góðar karmar at virkað undir. Tað er jú vinnan saman við blokkinum sum tryggja vælferðina. So um tú atkvøður fyri sambandsflokkinum so ferð tað heilt sikkurt at koma tær til góðar. X við B elian@post.olivant.fo Tryggleiki Framburður Vælferð Otto West valevni Sambands- floksins í Suðuroy Sambandsflokkurin hevur gjørt eina valskrá hvar yvirskriftin er Tryggleiki Framburður Vælferð. Tryggleiki framburður og vælferð, koma altíð at verða knýtt at einum góðum búskapi. Eitt trygt og vælvirk- andi vinnulív er grundr- lagið undir tí vælferð vit koma at njóta. Ogra vinnulív er í dag stórt sæð bara fiskivinna, og kemur fiskivinnan komandi árini helst at forseta at vera størsta vinnan. Í dag hava vit ein fiskivinnuskúla, ið langt frá er nøktandi, hví hava vit ikki fleiri útbúgvingar ið eru knýttar at høv- uðsvinni okkara, so vit kundu veri skapandi á hesum øki og ikki sum nú, gera tað sama sum vit hava gjørt í fleiri ár, hetta vil Sambandsflokkurin arbeiða fyri. At skapa eina nýggja vinnu er ikki lætt, men um einki verður gjørt fyri at betra um teir karmar, sum eru fortreytin fyri nýggjum vinnum, ja so kemur eingin vinna, vit í sambandsflokkinum meta at fyrsta fortreytin fyri nýggjum vinnum er gransking og marknað- arføring. Stórur partur av føroyska ungdóminum fer uttanlands at nema sær útbúgving, og tey ið koma heimaftur, enda í almenni umsitingini, hetta kann ikki vera rætt og tí mugu vit menna níggjar vinnur, ið kunnu taka ímóti tí útbúna ungdómi okkara, so vit í føroyum kunnu fáa á- góðan av vælútbúna ungdómi okkara. Hetta vil sambands- flokkurin arbeiða fyri tí er umráðandi at fáa ein sterkan sambandsflokk á ting. Eddie Joensen valevni Javnaðarfloksins í Norðurstreymoy Eg var sera glaður fyri, at Sosialurin valdi at hava eina samrøðu við meg sum valevni í Norðstreymi, nú blaðið hevur valt at seta fokus á nøkur av nýggju og ungu valevnunum hjá ymsu flokkunum. Og eg var eisini væl nøgdur við tað, sum blaðmaðurin skrivaði út frá okkara samrøðu. Tó er ein misskiljing komin í. Tað snýr seg um tunnilin til Tjørnuvíkar. Har stendur í blaðnum, at eg droymi um hendan tunn- ilin, men at hann liggur langt frammi í tíðini. Tað, sum eg meinti við, at eg droymdi um, tað var at vit einaferð fáa ein tunnil frá Frammi í Kollfjarðardali til Við Áir. Hetta hevði verið til stóran fyrimun fyri sam- bandið millum Norður- streymoy og Suðurstreym- oy. Hetta hevði eisini verið til stóran fyrimun fyri Kollafjørð, sum nú hevur alla tað stóru og tungu ferðsluna mitt gjøgnum bygdina. Og tað hevði verið til alstóran týdning fyri sambandið millum eystur- og vesturbygdirnar í Norð- urstreymoy, tá ein tunnil eisini kemur millum Ves- tmanna og Leynar, so sum bygdarráðið í Vestmanna nú hevur skotið upp. Viðvíkjandi tunnilinum til Tjørnuvíkar krevst hann at verða gjørdur sum skjótast. Tað er einasti máti at tryggja tað sera vánaligu og vandamiklu farleiðina til og frá bygdini. Teir farnu fullveldisflokkarnir bara tosaðu um hetta í 6 ár – bert tos. Javnaðarflokkurin vil hinvegin raðfesta hesa ætlanina sera frammaliga í teirri íløguætlan, sum fer at verða gjørd í tí nýggja landsstýrinum, sum tekur við eftir valið 20. jan. Treytin er tó, at veljararnir stuðla okkum so væl, at Javnaðarflokkurin aftur fær løgtingsumboð í Norður- streymoy. Norðurstreymoy – nakað fyri C ! Tunnilin til Tjørnuvíkar skal raðfestast frammarlaga Edva Jacobsen valevni Sambandsfloksis í Eysturoy Fíggjarløgtingslógin vísir, hvøjar inntøkur og út- reiðslur tað føroyska sam- felagið hevur. Fráfarna samgonga millum tjóð- veldisflokkin, fólkaflokkin, sjálvstýrisflokkin og mið- flokkin hevur reypað av, at teir hava ført ein varnan og skynsaman fíggjarpolitik. Sama tíðarskeið eru út- reiðslurnar løgtingsfíggj- arlógini øktar við 957 milliónum árliga og hetta verður kallað ein varðin fíggjarpolitikkur. Hetta er ein útreiðsla, sum er løgd á tann føroyska skatta- borgarin sum ein eyka byrða. Tey fyrstu 4 árini hendan fullveldissamgongan sæt, vóru fiskaprísirnir høgir, fiskanøgdirnar hava verið stórar, men hetta er ikki nakað, sum fráfarna lands- stýri hevur skapt. Blokkstuðulin úr Dan- mark er av fráfarnu sam- gongu skerdur við 366 milliónum, ella umleið kr. 1,5 milliard fyri eitt val- skeið. Hettar, saman við trupulleikum í okkara vinnulívi merkir, at tað er nógv tyngri at reka tað føroyska samfelagið í dag. Alivinnan og rakjuvinnan í stórum trupuleikum. Toskaprísurin er nógv lækkaður og hýsuprísurin er so lágur at tað nærum ikki loysir seg at avreiða hýsu, hetta er sera tyngj- andi fyri okkara fiskiflota. Tá okkara vinna er rættu- liga følsom fyri broytingum í samfelagnum, er tað av sera stórum týðningi at vit halda fast við sambands- politikkin og ikki loysa í óðum verkum, soleiðis sum fullveldissamgongan ætlaði at gera. Á hendan hátt tryggja vit vælferðina hjá tí einstaka allar best. LOYSING GEVUR STATTARMUN LOYSING GEVUR LÆGRI LIVIUMSTØÐUR LOYSING GEVUR FÆRRI MØGULEIKAR TIL FJØLDINA, BÆÐI VINNULIGT OG PRIVAT VEL TRYGT - VEL SAMBAND Karl Olgar Joensen valevni Sambandsfloksins í Norðoyggjum Hyggja vit rundanum okk- um, síggja vit, at sam- bandspilitikkur er høgt í metum aðrarstaðir. Meginparturin av Europa er vorðið eitt samveldi (ES), og tað koma alsamt fleiri lond uppí henda fe- lagsskapin. Mett verður, at samanhald er besta leiðin at ganga, tí samanhald gevur styrki. Samband í øldir. Vit hava í øldir verið í ríkis- fekagsskapi við Danmark og Grønland. Hetta sam- bandið hevur virkað og virkar framvegis sera væl. Fyrimunirnir við at hava samband við restina av ríkinum eru so nógvir og stórir, at tað verður ov drúgt í einari stuttari grein at greiða frá hesum, men vit hoyra so mangan fólk siga, at ongastaðni er so gott at búgva sum í Føroyum, og vit kunnu taka undir við yrkjaranum sum singur: "Her er tað land sum mær hóvar." Longu í 1906 hildu nógvir føroyingar, at henda skipanin við ríkisfelags- skapinum var hin besta fyri land og fólk. Sambands- flokkurin varð stovnaður, sum tann fyrsti politiski flokkurin í Føroyum. Flokkurin hevur altíð verið stórur og er størsti flokkur á tingi í dag. Ein dýr tíð. Flestu flokkar her á landi eru ikki glaðir fyri sam- band. Hetta er heilt óskilj- andi. Ístaðin fyri at verja og lívga um sambandið, sum hevur givið okkum so nógv gott, verður roynt at kvetta við restina av ríkinum og avreiða allar fyrimunir sum ríkisfelagsskapurin gevur. Hetta hevur seinastu árini kostað skattgjaldarunum hópin av peningi, og tað einasta vit hava fingið burt- ur úr er ein skjótt vaksandi umsiting í Havn, sum trup- ult verður at sleppa av aftur við. Hesin skaðiligi politikk- urin er eftir sløkum 6 árum koyrdur fastur. Eg hugsi, at føroyingar eiga at gleðast um, at fullveldistíðin nú er av, tí hesin politikkurin var á mangan hátt sera primi- tivur og ódámligur. Roynt var alla tíðina at seta Før- oyar og Danmark upp ímóti hvørju øðrum, vit minnast tá ið Nyrup fyrrv. danski forsætisráðharrin var á vitjan á sinni, tá runnu fullveldismenn undan, vildu ikki tosa við hann, tí at teir vóru fornermaðir. Slíkt er stór skomm fyri eitt siðmenta fólk og eigur als ikki at koma fyri. Góðu veljarar, vit vita ikki, hvussu tey komandi árini verða, og hvørjar møguleikar vit fáa, men Sambandsflokkurin fer at leggja størsta dentin á, at virka fyri tryggleika, fram- burði og vælferð fyri allar føroyingar. Gott val! Fráfarna fullveldissamgonga spælt falitt Nei til primitivan politik - ja til sambandspolitik C M Y K 45 44