Sosialurinarkiv
Sosialurin 2004-01-16, síða 24
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

fríggjadagur 16. januar 2004síða 24

‹ fyrra síða allar 29 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

46 Nr. 10 - 16. januar 2004 Nr. 10 - 16. januar 2004 47 VALGREINAR Neyðugt við nýhugsan Egin Henriksen valevni Miðflokksins í Suðurstreymoy Nú val stendur fyri durum, eru allir teir stóru flokk- arnir so rørandi samdir um at sparast má í almennu fyrisitingini. Ein kundi freistast at spurgt, hvat ið nú brádliga hevur latið eygu teirra upp? Eru teir bara klárt síggjandi upp undir val? Vanligi føroyingurin hev- ur í hvussu er leingi sæð at her fór at ganga galið.Tað man valla hava verði vika, har eingin lýsing frá tí al- menna - eftir starvsfólki, hevur verið at sæð í bløð- unum. Hvat er so til ráðs at taka? - ber til at rationali- sera? Góð og effektiv umsiting Eitt hvørt nýmótans sam- felag krevur eina góða og effektiva umsiting, og tað skulu vit hava, men tað er tvingandi neyðugt at vit byggja hana uppá føroysk premissir. Alneyðugt er at tann politiska skipanin tekur saman hendur og roynir at skapa stabilitet og áræði í samfelagnum. Tað tænir ongum enda- máli bara at pumpa fólk inn í umsitingina, tá tað gongur væl við búskapinum, fyri síðan at blaka fólk útaftur tá tað gongur niður á bakka. Nei, tað vit gera, skal verða væl umhugsað og langtsigtað. Annars fáa vit bara eina sokallaða "yo- yo" umsiting og tað tænir ongum, men skapar bert ótryggleika. Framtíðin Tað ið er neyðugt at gera í Føroyum, ja - tað burdi verið gjørt fyri langari tíð síðan er: "Breið semja eigur at verða funnin um nakrar prinsippiellar avgerðir, eftir hvørjum leisti vit lóggeva og umsita, soleiðis at alt ikki verður endavent eftir hvørt løgtingsval. Vit mugu, sum føroying- ar, gera okkum púra greitt, at vit ikki kunnu halda á at avskriva danskar lógir og kunngerðir, tí danir eru 100 ferðir fleiri at gjalda enn vit eru - tað føroyska samfe- lagið ber hetta ikki. Millimetur demokratiðið má sleppast, tað bara kostar, fær umsitingina at bólgna og gagnar als ikki fólkinum - tvørtur ímóti." Tað er eitt "Must" at gera tingini so einføld og lætt fatulig sum gjørligt. Hvørja fer ein nýggj lóg ella kunngerð verður gjørd, eigur seriøst at verða mett um hvat hettar kostar at umsita o.s.fr., og um hettar kanska ger størri skaða enn gagn. Og ikki, sum nú verður gjørt, at lógaruppskot í bunkavís, verða borin í løgtingið beint fyri evsta mark og har vegna tíðar- trýst bert verða hurrað ígjøgnum. Rationaliseringar Eitt komandi løgting eigur at siga korta nei til at arbeiða undir tíðartrýsti, og gera landsstýrinum púra greitt, at lógararbeiðið skal ganga javnt yvir alt árið. Revisión er í dag at kalla blivin eitt sjálvtøkuborð og kostar samfelagnum nógvar pengar. Hesin postur kann uttan iva minkast munandi við greiðum lógum uttan ov nógvum undantøkum. Tað eru pengar at spara hjá landshúsarhaldinum við at hugsa eitt sindur ørðvísi og nýta teldutøknina til rationalisering, uttan at tað gongur út yvir góðskuna - kanska tvørtur í móti Tú fært eitt betri sam- felag við Miðflokkinum til róðurs. Gud signi Føroyar mítt land X við lista H Finnleif Guttesen valevni Sambands- floksins í Suðuroy Maðurin er góður til at lyfta tungar lutir – kvinnan klárar restina Kvinnan føðir børnini, heldur saman uppá familjuna, er barnaans- ari, stjóri, arbeiðir heima og úti, er gløgg og fær sín vilja. Í Suðuroy er fólkatali minka frá 5121 til 5082 teir síðstu tíggju mán- aðirnar, meðan tað er økt í restina av Føroyum. Eingin suðuroyingur kann góðtaka hetta og tí skulu vit krevja, at ser- stakliga kvinnur fáa betri og varandi arbeiðspláss enn í dag. Hetta kann gerast við at flyta al- mennar stovnar til Suð- uroy. Vel tí Sambands- flokkin. Í Suðuroy eru alt ov fá arbeiðstilboð til kvinnur Sjóvegis farmaflutn- ingur úr Føroyum hevur fráferð hiðani fyri tað mesta um vikuskiftini AVSKIPINGAR Búi Tyril / PRnewsMedia.com Tann nýggja siglingarleiðin hjá Samskip kemur sam- bært upplýsingar at hava avskiping av Havnini hós- dag seinnapart. Hetta merk- ir at føroyskir útflytarar av feskfiski framvegis leita eftir einari loysn til av- skiping sum liggur fyrr í vikuni, eitt nú mánadag. Verandi avskipingar hjá Skipafelagnum Føroyar, sum annars í løtuni um- hugsar at taka upp aftur avskiping mánadag, eru fylgjandi: »Simona« fer mánadag av Havnini, týsdag úr Klaksvík, týskvøld úr Runavík og mikumorgun av Tvøroyri, við beinari kós til Hirtshals har hon er frammi fríggjamorgun; síðani verður lastað og út á seinnapartin verður siglt upp aftur til Føroya so skipið er á Runavík seint sunnukvøld. »Blikur« og »Lómur« fara av Havnini fríggja- kvøld við kós móti Scrabst- er í Skottlandi har tey leggja at leygarkvøld; hað- ani verður farið til Hirts- hals har komið verður týs- morgun. Síðani eru skipini í Fredericia mikudag, í Hundested hósdag, og aftur í Hirtshals fríggjadag. So skjótt liðugt er at lasta og taka fríggjadag seinnapart verður siglt til Føroya. Fyrsta føroyska havn kom- ið verður til er Tvøroyri og hetta er vanliga sunnudag ella sunnukvøld, alt eftir hvussu veðrið hevur verið. Tá liðugt er lossað verður farið til Havnar har lagt verður at tíðliga mána- morgun; seinnapartin sama dag er komið til Klaksvíkar og týsmorgunin til Runa- víkar har ligið verður fram til hósdag. So verður farið suður til Tvøroyar og hað- ani seint um kvøldið ella náttina til Klaksvíkar; fríggjamorgun verður tikið ímóti í Klaksvík og síðani verður siglt til Havnar á middegi. So er aftur tíð til at avskipa fríggjakvøld. Út frá hesum er for- skjótingin hjá Suðuroynni í mun til avskipingina fríggjakvøld í mesta lagi tveir-tríggir tímar. Hjá Smyril Line verður farið av Havnini hóskvøld soleiðis at Norröna er í Lerwick fríggjamorgun haðani hon leggur leiðina til Bergen har hon leggur at fríggjakvøld. Kósin verður síðani sett móti Hanstholm har ferjan er frammi leygar- morgun. Síðani verður lagt avstað aftur móti Bergen seinnapartin og Norröna er í Bergen sunnumorgun, í aftur í Lerwick sunnudag og á Havnini mánamorgun; seinnapartin sama dag verður so farið á Seyðis- fjörðin har lagt verður at týsmorgun. Mikukvøld verður farið av Seyðisfirði og Norröna er aftur á Havnini hósdag. Og so er klárt til næstu rundu. Eimskip hava tvey skip í sigling um okkara leiðir og tey sigla umleið somu rutu: Hósdag úr Reykjavík og fríggjadag av Eskifirði við kós móti Tórshavn. Leygar- dag verður farið av Havnini so skipið er frammi í Rotterdam mánadag, í Hamburg týsdag, í Aarhus hósdag, í Göteborg fríggja- morgun og Oslo (Frede- riksstad) fríggjadag, og aftur á Havnini sunnudag. Eimskip hevur eisini eina aðra linju sum siglir millum Island, Kanada og USA. Tvøroyri fær tey donsku bløðini fyrst Smyril Line leita aftur eftir nýggjum keyp- ara til gomlu Norrönu — annars gongur tað mesta eftir ætlan sambært fíggjarstjóran. FLUTNINGUR Búi Tyril / PRnewsMedia.com – Vit høvdu ein keypara men hann hoppaði av. Orðini eigur Jóhannes á Váli, fíggjarstjóri á Smyril Line, og tey eru svar upp á okkara spurning um hvussu tað gongst við at selja gomlu Norrönu. – Tíverri hava vit ikki fingið hesa sølu avgreidda enn, segði Jóhannes á Váli, og helt fram: – Vit høvdu ein keypara men hann hoppaði av beint sum tað var líkt til at alt fór at koma í lás… Tað kann vissuliga taka sína tíð at selja eitt skip av hesum slagnum, men vit halda fram við góðum treyst og rokna við og vóna at málið er loyst innan langt er frá- liðið. Annars letur fíggjar- stjórin væl at gongdini. – Tað gongur yvirhøvur sum tað skal. Talið á ferða- fólki sum sigla við Norrönu stendur í stórari øking og framgongdin í 2003 í mun til árið fyri var so mikið sum 52%. Vit rokna við at 2004 eisini verður eitt gott ár í so máta og hava pro- jekterað við einum vøkstri upp á 25% í mun til 2003. - Enn fyriliggja ikki tey endaligu tølini men talið á ferðandi í 2003 liggur onkustaðni millum 130 000 og 135 000. Vetrarsiglingin, sum annars hevur ein tungur partur av virkseminum, er trimmað í seinastuni við avtøkuni av avskiping mánadag. Farmurin vaks annars í volumu við 26% undir 2003 í mun til árið fyri. Men bilarnir hjá teimum ferðani taka nógv pláss. – Tann logiska frágreið- ingin liggur ikki minst í okkara stóru kapasitets øking við nýggju Norrönu; samstundis hava vit vunnið nakað av nýggjum marknað millum annað í Hetlandi. Um summarið taka bilarnir tó so mikið av plássi at vit helst noyðast til at leiga Claire ella okkurt líknandi far til ta tíð fyri at røkja farmaflutning. Eigaraskapið í Smyril Line er umleið soleiðis at føroyingar eiga 61% meðan hetlendingar eiga 30% og íslendingar 9%. Enn ikki av við gomlu Norrönu Bátur og skúrur v/ frystarí til sølu Um hóskandi boð fæst, verða báturin m/s Báran FD865 og ein skúrur við tilhoyrandi frystarí, ið stendur á leigaðum øki á kaiøkinum í Fuglafirði, seld. Talan er um ein 28 fót Scania Plast bygdur í 1988. Báturin hevur 60 hk Mitsubishi motor frá ársskiftin- um 1991/92. Báturin verður seldur við útgerð og línu- og snellureiðskapi. Báturin hevur fiskiloyvi í bólki 5A við loyvi at reka húkaveiðu á føroysku landleiðunum. Áhugað kunnu venda sær til: Advokatfelagið Yviri við Strond 4 · Boks 359 FO-110 Tórshavn Tlf. 311260 · Fax 311261 Tórmó›ur Djurhuus, adv. Dánjal Magnussen, adv. Jógvan Páll Lassen, adv. Petur Even Djurhuus, adv. Jógvan E. Ellefsen, adv. Anna Dam, adv. Ingi Højgaard, adv. Ellis- & avlamis- heimið í Vágum Avloysari Økonomaassistentur/ køksassistentur Søkt verður eftir avloysara sum økonomaassistent- ur á 1.0 tíð frá 1. apríl 2004 og árið út. Dentur verður lagdur á hug og hegni at veita við- skiftafólkunum eina góða tænastu eins og góð samstarvsevnir hava stóran týdning. Lønt verður eftir sáttmála økonomurnar við Fíggj- armálaráðið. Skrivlig umsókn við avriti av prógvi v.m. verður at senda til heimið áðrenn 15. februar 2004. Meira at vita um starvið fæst við at venda sær til heimið persónliga ella at ringja annaðhvørt til økonomuna ella leiðaran, tlf. 332604 ella 332600. veitst tú ikki tað? C M Y K 47 46