fríggjadagur 18. februar 2011síða 53
‹ fyrra síða allar 64 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
nr. 21 · 18. februar 2011
21
VIKUSKIFTI
bláum og gráum uniformum flutu um
allar geilar. Fýra mánaðir seinni varð
kirkjugarður vígdur í Gettysburg, har
Abraham Lincoln helt røðu. Í røðuni
setti hann orð á, hvat USA var, og hvat
borgarakríggið snúði seg um. Hann
nevndi millum annað teir, sum grund
løgdu USA, og hvør ætlan teirra hevði
verið:
»Á hesum meginlandinum skaptu
okkara forfedrar eina nýggja tjóð, fødd
í frælsi og bygd á ta sannføring, at øll
fólk eru fødd eins. Nú eru vit drigin
inn í eitt borgarakríggj, sum er royndin,
ið skal vísa, um hendan tjóðin og um
nøkur tjóð bygd á hesa sannføring
kann yvirliva leingi. Latið okkum frá
teimum falnu fáa ein styrktan vilja, so
vit hátíðarliga gera av, at teir skulu ikki
vera falnir til fánýtis, men at hendan
tjóð við Guðs vilja skal endurføðast, og
at ein stjórn av fólkinum, við fólkinum
og fyri fólkið skal ikki hvørva av hesi
fold,« segði Lincoln í røðuni, sum bara
var 272 orð til longdar og vardi í tveir
minuttir.
Við hesum fáu, men væl valdu orð
um var hann farin í søguna sum ein
tjóðarinnar faðir, kanska ikki størri enn
George Washington, Thomas Jefferson
og Benjamin Franklin, men heldur ikki
minni, og tann 4. mars í 1865 varð hann
svorin í eið sum forseti á øðrum sinni.
Veturin 1864 og 1865 var herurin hjá
CSA mestsum í upploysn, og tann 9.
apríl í 1865 gav Robert E. Lee seg yvir,
tá hann og Ulysses S. Grant hittust í
rættarbygninginum í Appomatox. Bara
8.000 mans hevði Lee eftir tá. Grant var
stórsinnaður og tók ikki so frægt sum
vápnini frá yvirmonnunum hjá Lee,
og menn hansara fingu hestarnar við
sær.
Brádliga skotin
Abraham Lincoln hevði við hesum
vunnið tann fullkomna sigurin, men
lagnan var hørð við hann, tí bara
fimm dagar eftir, at suðurstatirnir
høvdu givið seg yvir, mátti hann bøta
við lívinum fyri sigurin. Í Ford sjón
leikarahúsinum í Washington 14. apríl
var lívverji hansara óansin og ikki
staddur við forsetans lið, tá ein av sjón
leikarunum, John Wilkes Booth, trein
inn á balkongina, har Lincoln og kona
hansara sótu. Booth peiggjaði við skot
vápninum eftir nakkanum á Lincoln og
skeyt. Forsetin sakk saman. Síðan leyp
Booth av balkongini niður á pallin og
segði: »Soleiðis gongst tyrannum!« So
hvarv hann.
John Wilkes Booth og tveir aðrir, sum
hann hevði fyrireikað drápið saman
við, vórðu seinni funnir. Booth varð
skotin, og hinir báðir vórðu hongdir.
Ætlan teirra hevði verið at myrða bæði
forsetan, uttanríkisráðharran og vara
forsetan, so landið skuldi enda í eini
stjórnarkreppu, tí grundlógin tók ikki
hædd fyri, at øll tann ovasta leiðslan
gjørdist óvirkin í senn. Tann ætlanin
miseydnaðist. Uttanríkisráðharrin
varð stungin við knívi, men yvirlivdi,
og varaforsetin, Andrew Johnson, varð
ongantíð álopin, tí hann, ið skuldi loypa
á, drakk seg fullan. Andrew Johnson tók
við forsetaembætinum 15. apríl í 1865,
tá Lincoln doyði av sínum løstum.
Amerikanarar vóru fullkomiliga
skelkaðir av morðinum, tí ongantíð
áður var eitt politiskt morð framt í
USA. Uttanríkisráðharrin í stjórnini hjá
Lincoln hevði stutt frammanundan sagt
á stjórnarfundi, at morð var ikki partur
av politisku siðvenjuni í USA, og nakað
sovorðið mátti heldur ongantíð gerast
vanligt í politiska lívinum. Nú sóu fleiri
hundraðtúsund amerikanarar kistuna
við forsetanum verða koyrda eftir
Pennsylvania Avenue í Washington við
svørtum hermonnum fremst í fylginum
og haðani við sertoki gjøgnum fleiri
statir og býir til Illinois. Kríggið var
vunnið, men forsetin var fallin.
Kanska tann størsti
Á ongan hátt stóð skrivað í sól og
mána, at drongurin, sum varð føddur í
træsmáttuni í Kentucky í 1809, skuldi
gerast forseti. Foreldrini vóru fátøk,
og Lincoln hevði stríðst og strevast fyri
at gerast sakførari. Hann royndi seg eis
ini sum handilsmann, men við lítlari
eydnu. Persónligu eginleikarnar hevði
hann tó góðar og mangar. Hann var
viljasterkur og úthaldin, sjálvt í ring
asta mótburði. Heiðurligur var hann
sum fáur. Meðan onnur flýddu undan
skuld, arbeiddi hann fyri at rinda sína
aftur. Hann bar ikki agg, hevði bein
raknan humor og dugdi at røða sum
fáur. Haraftrat las hann nógv, m.a.
Shakespeare, og fekk á tann hátt gott
tamarhald á enska málinum.
Spurnartekn er ongantíð í 150 ár sett
við týdningin, Abraham Lincoln hevði
fyri USA. Beinanvegin eftir morðið
gjørdist hann eitt stórmenni í ameri
kanskari støðu. Hann fekk æruna av
at hava savnað USA og loyst milliónir
av kúgaðum menniskjum úr leinkjum.
Søgufrøðingar og stjórnmálafrøðingar
útnevndu hann í 2004 at vera besta
forsetan av øllum í USA, meðan løg
frøðingar góvu honum annað plássið
eftir George Washington. Hann hevur
heiðurspláss á óteljandi støðum, m.a. í
Lincoln Memorial í Washington.
Føðingardagur hansara, 12. februar,
er eisini frídagur í 10 amerikonskum
statum.
Abraham Lincoln verður svorin í eið sum forseti á øðrum sinni 4. mars í 1865. Fimm vikur seinni varð hann myrdur