mánadagur 21. februar 2011síða 16
‹ fyrra síða allar 40 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
Mánadagur 21. februar 2011 · Nr. 22
16
Sosialurin
Ítróttarblaðið
Ítróttartoymið á Sosialinum:
Heri
Simonsen
heris@sosialurin.fo
Álvur
Haraldsen
alvur@sosialurin.fo
Hilmar Jan
Hansen
einslistir@email.fo
Uni Holm
Johannesen
uni@sosialurin.fo
Tróndur
Arge
trondur@sosialurin.fo
Uni Holm Johannesen
Anny
Maria
Davidsen
rakk
sjeynda
plássinum
í
heims
meistarakappingini í bólkinum
U23 í gjárkvøldið. Hon kom á mál
við tíðini 6:59.4. Føroyingar var
gott og væl 18 sekund aftan fyri
Kaisa Pajusalu úr Estland, sum
vann kappingina.
Anny Maria Davidsen er fyrsta
føroyska kvinnan, sum er komin
niður um sjey minuttir, og undan
kappingini varð væntað, at hon fór
at røkka 10. plássinum. Hon segði
við Sosialin fyri tveimum vikum
síðan, at HM var ein stór avbjóð
ing.
- Tað eru sjálvandi altíð nervar
upp á til eina slíka kapping, men
hinvegin er kappingin størri, og eg
verið tí meira pressa til eina HM-
kapping, vísti hon á.
Uni Holm Johannesen
Jan Herman Hansen, formaður í
Róðrarsambandinum, er ovurfegin.
- Hetta hevur ótrúliga nógv at
siga fyri føroyska rógving. Tað er
sera týdningarmikið at hava fyri
myndir, sum røkka tindunum, er
fyrsta viðmerkingin.
Sverri Sandberg Nielsen úr Mið
vági fór frá øllum undir heims
meistarakappingini
í
bólkinum
‘Junior Men’ í gjár. Undan kapping
ini hevði hann næstbestu tíðina í
heiminum. Við eftir einum flottan
endaspurt kom hann fyrstur á
málið og kundi lata seg heiðra sum
heimsmeistari.
- Tað eru slík úrslit sum kveikja
altjóða áhuga fyri føroyskari rógv
ing, vísir Jan Herman Hansen á.
Róð fyri Danmark
Róðrarsambandið hevur sent fleiri
rógvarar til kappingar uttanlands í
inniróðri seinastu árini. Tað ábyrgd
ina hava ovastarnir í føroyskari
rógving nú latið einstøku feløg
unum. Feløgini hava raðfest hetta
økið høgt í sínum fyrireikingum til
kappróðrarárið, sum stendur fyri
framman. Tí róð Sverri Sandberg
Nielsen fyri Team Danmark í gjár.
Spell,
heldur
formaðurin
í
Róðrarsambandinum. Tað hevði
sjálvsagt verið stuttligari um før
oyska Merkið veittraði undir liðini
á gullvinnaranum. Hóast tað, so er
tað eitt stórt úrslit fyri føroyska
rógving.
- Føroyingar eru væl egnaðir til
inniróður. Tað minnir nógv um at
rógva í føroysku kappróðrarbát
unum, og tað er ein greiður fyri
munur at hava royndir frá føroysku
bátunum. Føroyingar eru knáir í
inniróðri, og eg ivist í, at vit eiga ein
virknan leiklut í heimselituni í inni
róðri næstu nógvu árini, sigur Jan
Herman Hansen, sum leggur aftur
at, at fleiri føroyingar standa einki
aftan fyri onnur lond.
Uni Holm Johannesen
- Eg dugi ikki at siga, um vit høvdu
væntað tað. Vit vónaðu tað besta,
og vit eru heilt ótrúliga errin av
honum.
Tað sigur Jógvan Hans Hansen,
formaður í Miðvágs Róðrarfelag,
har nýggi heimsmeistarin hevur
fingið sína róðraruppaling. Lítla
róðrarfelagið í Vágum hevur skapt
karmarnar fyri venjingini, sum
miðvingurin hevur fingið.
Formaðurin í Miðvágs Róðrar
felag greiðir frá, at Sverri Sandberg
Nielsen fór at rógva fyri einum ári
síðan. Tað vísti seg beinanvegin, at
hann hevði neyðuga ágrýtni at gera
seg galdandi. Evnini vóru betri enn
hjá hinum, og hann hevur altíð
verið sera málrættaður í síni venj
ing.
- Tað er sjálvsagt týdningarmikið
fyri okkum, at vit eiga ein part av
hesum heimsmeistaraheitinum. Vit
hava lagt nógva orku í at fáa nøkt
andi venjingarumstøður til rógvar
nar í felagnum, og tað hevur givið
úrslit, sigur hann.
Formaðurin í Miðvágs Róðrar
felag brúkar lýsingarorðini ágrýtin,
málrættaður, treiskur og ómetaliga
raskur um nýggja heimsmeistaran.
Okkara lyndi
Jógvan Hans Hansen heldur, at
tað er innigrógvið í føroyingar at
stríðast. Hann vísir á uppleggið hjá
Sverra Sandberg Nielsen at byrja
róliga og rógva við fullari megi móti
endanum. Sinnislagið í føroyingum
er at kroysta seg heilt út á markið.
Nakað, sum er nærmast ókent fyri
rógvarar úr øðrum londum. Hinir
rógvararnir í gjár róðu við javnari
ferð allatíðina, meðan miðvingurin
fór til stroks seinastu metrarnar.
- Tað er eisini ein fyrimunur at
hava royndir frá føroysku kapp
róðrarbátunum. Føroyingar hava
sín egna hátt at rógva í tungu før
oysku kappróðrarbátunum, og tað
samsvarar væl við at rógva inniróð
ur, sigur Jógvan Hans Hansen.
Føroyingar egna seg væl til inniróður
Tað hevði sjálvandi verið stuttligari fyri føroyska rógving, um Sverri Sandberg Nielsen róð fyri Føroyar
og føroyska rógving, men heimsmeistaraheitið hjá miðvinginum staðfestir, at føroyingar fara at eiga
virkan leiklut í heimselituni í inniróðri næstu árini, heldur formaðurin í Róðrarsambandinum
Stórt úrslit fyri róðrarfelagið
Ágrýtin, málrættaður, treiskur og ómetaliga
raskur. Tað eru skoðsmálini, sum 17 ára
gamli Sverri Svendberg Nielsen fær frá
formanninum í Miðvágs Róðrarfelag
Anny Maria varð nummar sjey
Anny Maria Davidsen, sum eisini róð fyri Team
Danmark, var nummar sjey í bólkinum U23 í gjár
Teir fremstu
Heili 180 luttakarar kappaðust um heimsmeistaraheitið
í inniróðri í bólkinum ‘Junior Men’ í gjár.
1.
Sverri Sandberg Nielsen
Team Denmark
06:04.8
2.
Malte Johannes Walter Jakschik
Ruderverein Rauxel
06:08.8
3.
Ryan O’Rourke
Crossfit Lehigt Valley
06:13.8
4.
Joshua Weinstein
Salisbury Boat Club
06:16.0
5.
Liam Casey
Saratoga Rowing Association
06:17.9
6.
Buck Goggin
Choate Rosemary Hall
06:18.8
7.
Craig Slater
Navesink River Rowing Club
06:19.2
8.
Josh Fram
Lawrenceville School
06:22.0
9.
Alexander Dillon
St. Augustine Prep HS
06:22.1
10.
Kamin Vassilos
New Trier HS Rowing Club
06:23.5
178.
Kyle McKay
C. Ringde and Latin School
08:06.3
179.
Alex Coughlin
Mystic Valley Charter School
08:14.8
180.
Elliot Skorupski
Middletown Higt School
08:34.4
Mynd frá youtube.com. Myndin er
frá Danmarksmeistaraskapinum