Sosialurinarkiv
Sosialurin 2011-02-21, síða 17
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

mánadagur 21. februar 2011síða 17

‹ fyrra síða allar 40 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

17 Mánadagur 21. februar 2011 · Nr. 22 Sosialurin Ítróttarblaðið Enn ein góður steypadagur Hilmar Jan Hansen Fyri viku síðani hevði hond­bólturin ein fantastiska væl eydnaðan steypadag fyri tey yngru, og í gjár hevði flog­bólturin ein sama slag dag í ítróttarhøllini á Hálsi í Havn, tá steypafinalurnar hjá gent­um og dreingjum 14 ár, gent­ um og dreingjum 16 ár, kvinnu- og mansunglingum vóru á skránni. Akkurát sum leygardagin, tá steypafinalurnar hjá teim­ um vaksnu vóru, hevði Flog­ bóltssambandið syrgt fyri best hugsandi karm­inum um finalurnar. Her var innmarsjur við sløkt­ari høll, men flakkandi ljós­kast­arum, dunandi rútmur í hátal­arunum og alt tað, sum hoyrir til. Gjøgnum dagin var nógv fólk í høllini, og kanska serliga til gentu- og dreingja­finalurnar var talan um trivaliga áskoðarafjøld. Tey vóru vitni til bæði spennandi og tættar finaludystir, ið dómarabólkurin tók sær av, so talan var um royndar dómarar í øllum dystunum, sum vóru spældir á al­tjóða teraflex- gólvinum. Somu­leiðis vóru skrivarar og bólt­gentur og -dreingir. Tá avtornaði, hilnaðist best hjá SÍ, ið vann báðar dreingjafinalurnar, bæði hjá teimum 14 og 16 ára gomlu, og Fleyr, KÍF, Mjølnir/ÍF og TB/ Fleyr A vunnu hvør sína finalu. Í finalunum ráddi um at vera best av trimum settum, og í trimum av dyst­unum var so javnt, at eitt triðja sett mátti til. Best mannaða felag var TB, sum hevði lið í fýra av teimum seks final­unum, umframt at hjá mans­ ung­lingum var talan um eina reina TB-finalu, har lið­ini bæði tó eisini høvdu onkr­ar spælarar frá Fleyr við, tí samstarv er millum fel­øg­ini. Flogbóltssambandið let­ur sera væl at degnum, tí alt gekk sum fótur í hosu, og hetta tiltakið er heilt vist komið fyri at verða ver­andi. Hóast talan var um seks finalur og eina rímiliga tætta dystarskrá, vóru seink­ingarnar einki at tosa um. Tann sætta og síðsta finalan var seinkað bara fimm minuttir, so væl gekst at halda tíðarætlanina. hilmarjan@sosialurin.fo Flogbóltur Eisini dagurin í gjár hjá flogbóltinum gekk væl, tá seks steypafinalur hjá yngru liðunum vóru á skránni. Nógv fólk var í høllini og karmarnir teir somu sum hjá teimum vaksnu Gentur 14 ár: Fleyr (vann 25-18, 27-29, 15-13 á Ternuni) Aftast frá vinstru: Beata Leifdóttir Johansen, Judit Tummasardóttir, Krista Meinhardsdóttir, Ása Maria Enni, Rannvá Mortenen. Mittast frá vinstru: Marjun undir Kletti, Sóley Eliasdóttir, Magnhild Jacobsen, Anna Falkenberg. Fremst frá vinstru: Rosa Jacobsen, Rakul Biskupstøð, Súsanna Ludvig, Maria Guldborg Nielsen, Barbara Jeppesen, Eva Nagata, Christian Nagata, hjálparvenjari. Mansunglingar: TB/Fleyr A (vann 25-17, 25-21 á TB/Fleyr B) Aftast frá vinstru: Suni Yong Petersen, venjari, Fróði Bærentsen, Arthur Poulsen, Magnar Vang, Otto Gram, venjari. Mittast frá vinstru: Rói Hentze, Patrik Johannesen, Kjartan Johansen, Hugin Albinus. Fremst frá vinstru: Hávar Albinus, Tóki Justinussen, Bartal Gram, Bárður Dimon, Niklas Olsen. Kvinnuunglingar: Mjølnir/ÍF (vann 25-18, 21-25, 15-9 á TB) Aftast frá vinstru: Urd Traðará, Sofía Purkhús, Hildur Magnadóttir, Marta Ákadóttir, Anna Maria Martinsdóttir, Jastrid Toftegaard, Kirstin Toftegaard. Fremst frá vinstru: Tóra Djurhuus, Jastrid Sivertsen, Poulina Øregaard, Svanna Jacobsen, Gudrun Vest. Dreingir 16: SÍ (vann 18-25, 25-22 og 15-13 á TB) Aftast frá vinstru: Niels Erik Andersen, Oskar Petersen, Ari Haraldssen, John O. Edvardson, Rajko Petrovic, venjari, Kaspar Lorentzen, Rúni Christiansen. Fremst frá vistru: Jákup Martin Weihe, Teitur Anderson, Brandur Leonson, Teitur Simonsen, Sjúrður Petersen. Gentur 16 ár: KÍF (vann 25-20, 25-23 á TB) Aftast frá vinstru: Kristina Jacobsen, Kirstin Andreasen, Maria Hammer Matras, Jenny S. Wardum, Jákup Fjallsbak, venjari. Mittast frá vinstru: Malan Midjord, Iris Kirke, Elisabet Olsen, Johnvør Svavarsdóttir. Fremst frá vinstru: Bára Johannesen, Brita Djurhuus, Eyðrið Egholm Hansen, Anja Ivarsdóttir Ellendersen. Dreingir 14 ár: SÍ (vann 25-21, 25-18 á Ternuni) Aftast: Rajko Petrovic, venjari. Mittast frá vinstru: Brandur Leonson, Oskar í Haraldstovu, Ari Garaldsen, Kaper Lorentzen, Rúni Christiansen. Fremst frá vinstru: Teitur Anderson, Jákup Martin Weihe, Teitur Simonsen, Sjúrði Petersen.