mánadagur 21. februar 2011síða 18
‹ fyrra síða allar 40 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
Mánadagur 21. februar 2011 · Nr. 22
18
Sosialurin
Ítróttarblaðið
Mjølnir aftur
á tindinum
Hilmar Jan Hansen
Leygarkvøldið kundu tey skjóta
við fýrverki í Klaksvík. Ikki, tí tey
høvdu mist dagaskilið og hildu, at
tað var nýggjár, men kortini var
tað fyri at markera nakað nýtt.
Fyrstu ferð síðani 2005 hevði tað
eydnast flogbóltskvinnunum hjá
Mjølni at vinna steypakappingina,
so tað mundi kennast sum ein
stórur lætti hjá flogbóltsfólkunum
har norðuri, at okkurt aftur var at
skjóta fyri.
At steypagullið skuldi enda
í Klaksvík, var eisini tað, tey
flestu mundu rokna við undan
finaluni hjá kvinnum, tí Mjølnir
hevur síðstu tíðina verið tað
liðið, ið hevur koyrt best. Í lands
kappingini eru klakvíkskvinnur
á odda, og tað er teimum, bæði
Fleyr og SÍ renna aftaná.
Men hóast fleiri kanska høvdu
avskrivað SÍ-kvinnurnar, ið ikki
longur eru so væl mannaðar, sum
tær hava verið, gjørdist talan um
ein spennandi fimm settara, har
Mjølnir sannførandi vann fyrsta
og triðja sett, men SÍ svaraði aftur
í øðrum og fjórða setti.
Størri yvirskot
Undan
kvinnufinaluni
hevði
verið tosað um, at Mjølnir hevði
eitt meira heilstoypt lið, har allar
kundu avgera bóltarnar, og tað
skuldi eisini vísa seg at gerast
avgerandi munurin, tá samanum
kom. Eisini munaði væl, at Mjølnir
í venjingini undan hesum kapp
ingarárinum legði bragdliga út
við styrki- og kropsvenjing, tí tá
finalan skuldi avgerast, høvdu
klaksvíkskvinnur størri yvirskot
og megnaðu at gera tað, ið mong
høvdu væntað av teimum.
Í fimta og avgerandi settinum
fóru Mjølnir-kvinnur nokk so
skjótt framum og hildu síðani
leiðsluna allan vegin. SÍ, sum
hevði sæð gott út í fjórða setti,
royndi at berja seg innaftur, men
slapp ikki, tí Mjølnir helt fast,
nú steypið var komið so nær. Tí
gjørdist tað ikki SÍ, sum vann
steypið til ognar við sínum triðja
steypasigri á rað, men Mjølnir, ið
vann tað aftur fyri fyrstu ferð
síðani 2005.
Ein ivastøða var, tá Mjølnir var
frammanfyri 11-8, tí ein bóltur, ið
var uttanfyri, bleiv dømdur inni,
og so gjørdist tað 12-8 til Mjølnir,
heldur enn 11-9, ið kundi givið
dystinum ein uppaftur tættari
og meira spennandi enda. Kanska
var tað, sum tað so ofta verður
sagt, at í avgerandi løtuni fylgir
hepnið teimum góðu…
SÍ gjørdi enn eina roynd at
koma aftur, men kom ongantíð
nærri enn tveir bóltar, og so vann
Mjølnir til stóra frøi fyri upp
møttu klaksvíkingarnar í høllini
á Hálsi, ið høvdu havt uppaftur
størri trupulleikar við at fylgja
við sørvingunum uttan fyri vøll
in. Men á vøllinum var eingin ivi,
tá samanumkom, og tí kunnu
vit nú ynskja Mjølni tillukku við
steypagullinum!
Skiftust um settini
Dysturin byrjaði annars nervøst
hjá favorittunum, tí SÍ byrjaði bet
ur og fór framum 4-0. Men Mjølnir
fekk svarað aftur og javnað til 4-4,
og síðani gekk javnt á, til Lena í
Buð fór í gongd við eina langa
servurøð. Hon servaði Mjølnir
frá 13-12 til 23-12, og so var settið
í veruleikanum avgjørt, hóast SÍ
slapp inn ímillum ímóti endanum
við nøkrum servum.
Eisini í øðrum setti kom SÍ
betur frá byrjan, men hesa ferð
var kortini stórur munur á, tí
nú vóru servurnar betri og ikki
minst størri stríðstvilji at síggja.
Bóltarnir komu uppaftur og
blokkurin fekk oftari og oftari
fatur á teimum báðum størstu
hóttanunum hinu megin netið,
Birgit Guttesen og Sofíu Purkhús.
Ta einu løtuna var SÍ frammanfyri
10-3, men Mjølnir kom væl aftur
og fekk næstan fylgt SÍ heilt til
dyrnar í hesum settinum, men SÍ
tók settið.
Javna gongdin ímóti endanum
á øðrum setti helt fram í triðja,
og liðini fylgdust allan vegin
uppeftir, hóast Mjølnir hevði hug
til at fara framum alla tíðina. Tá
støðan var 21-19 til Mjølnir, fór
Birgit at serva, og hon helmaði
ikki í, fyrr enn settið var komið
til høldar.
Í fjórða setti fór SÍ væl framum
beinanvegin, bæði 7-3, 10-4 og 12-
9, áðrenn Mjølnir kom við aftur
ímóti endanum. Hetta settið vísti
Karin Mikkelsen seg veruliga
sum ta hóttan, hon plagar at vera
á SÍ-liðnum og vann fleiri avger
andi bóltar. Mjølnir var tó um
reppið at taka settið og sigurin,
tí klaksvíkskvinnur vóru enntá
á odda 22-20, áðrenn SÍ aftur tók
leiðsluna og vann 25-22, so dyst
urin aftur stóð púra opin undan
fimta settinum.
Sum nevnt, hevði Mjølnir
munin tá og vann, men samanum
tikið vísti steypafinalan hjá kvinn
unum, at enn er kanska ov tíðliga
at avskriva sørvágskvinnur sum
ein stóran avbjóðara, nú næstu
landskappingarumførini
skulu
gera av, hvussu FM-finalurnar
verða mannaðar.
hilmarjan@sosialurin.fo
Flogbóltur
Ikki síðani 2005,
hevur Mjølnir verið
steypavinnari hjá
kvinnum í flogbólti.
Ta ferðina vunnu
kvinnurnar úr
Klaksvík greipuna,
og tað kundi líkst
einari endurtøku
Myndir: Álvur Haraldsen
SÍ - Mjølnir 2-3
(15-25,25-22,19-25,25-22,12-15)