Sosialurinarkiv
Sosialurin 2011-02-21, síða 24
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

mánadagur 21. februar 2011síða 24

‹ fyrra síða allar 40 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

Mánadagur 21. februar 2011 · Nr. 22 24 Sosialurin Ítróttarblaðið Atlantic Airways Deildin Menn nr. Lið Dystir Vunnin mál Tapt mál Munur Stig 1 Neistin 18 638 490 148 35 2 KÍF 18 507 469 38 24 3 VÍF 18 501 464 37 19 4 Kyndil 18 467 465 2 19 5 H71 18 489 486 3 16 6 StÍF 18 461 477 -16 11 7 Team Klaksvík 18 430 642 -212 2 Uni Holm Johannesen KÍF nærkast nú finalupláss­ unum av álvara. Kollfirðingar hava snávað í lands­kappingini móti Kyndli og H71 seinastu vikurnar, og síðsta viku­skiftið taptu teir fyri Neistanum í steypafinaluni. KÍF skuldi vinna seg aftur á beint hesa­ ferð, serliga fyri at sleppa undan trýstinum frá VÍF og Kyndil, sum liva í vónini um at røkka finalunum. Fyribils er eing­in ivi um, at KÍF fer í finaluna. Uppi­bornið sigurin á StÍF í høllini í Kollafirði legði grundarlagið, og nú ræður um hjá teimum at halda fast. Eingi ivi KÍF vann við fimm málum, 29- 24. Spælið var ikki sannførandi, men tað leggja kollfirðingar ikki petti í. Nú ræður um at varðveita annað pláss­ið. Jan Ottesen, venjari, og hinir í KÍF eru fimm stig framman fyri VÍF og Kyndil, sum eru nummar trý og fýra. VÍF og Kyndil liva framvegis í vónini um at røkka finalunum um føroyameistaraheitið. Fimm stig eru á muni, og seks lands­kappingardystir resta í. Her er yvirlit yvir seinastu dyst­irnar. uni@sosialurin.fo 6. mars: VÍF – StÍF 6. mars: Kyndil – H71 6. mars: KÍF – Neistin 11. mars: Team Klaksvík – KÍF 13. mars: StÍF – Kyndil 13. mars: Neistin – VÍF 16. mars: H71 – StÍF 19. mars: Team Klaksvík – Kyndil 20. mars: Neistin – H71 20. mars: KÍF – VÍF 26. mars: H71 – Team Klaksvík 27. mars: StÍF – Neistin 27. mars: Kyndil – KÍF 1. apríl: Team Klaksvík – StÍF 3. apríl: VÍF – Kyndil 3. apríl: KÍF – H71 10. apríl: StÍF – KÍF 10. apríl: H71 – VÍF 10. apríl: Neistin – Team Klaksvík Uni Holm Johannesen Nú gleða spælararnir og venjararnir hjá Neistanum seg bara til final­ urnar. Liðið hevur vunnið steypa­ kappingina og sætið í finalunum um føroyameistaraheitið er tryggj­ að. Neistin hevur tískil einki at spæla fyri næstu vikurnar. Næstu dyst­irnir eru ikki petti meira enn venjingar­dystirnir hjá liðnum, sum hevur verið einaráðandi í før­ oyskum manshondbólti seinastu tvey kappingarárini. Neistin var á vitjan hjá Team Klaksvík leygardagin. Ein dystur, sum bara skuldi avgreiðast. Tað sermerkti eisini spælið hjá steypa­ vinn­arunum. Neistin var stundum lítið sannførandi í verjuspælinum, og tað gav heimaliðið lætt spæl. Team Klaksvík fekk heili 30 mál, men gestirnir fingu seks mál fleiri. Úrslitið varð 36-30 til Neistan. Fyrireika seg Ingi Olsen, sum er spælandi venjari hjá Neistanum, var burturstaddur hesaferð. Hann var tískil ikki við. Hansara uppgáva næstu vik­urnar verður fremst av øllum at fyrireika hópin til finalurnar. Tað er helst ein vansi, at liðið hevur einki at spæla fyri næstu seks lands­kapp­ ingardystirnar. Nú skal Ingi Olsen syrgja fyri, at spælararnir taka upp­gávurnar í ramasta álvara, og at leikararnir varðveita stórformin, sum liðið hevur verið í. Tað er ein torfør uppgáva, tá einki yvirhøvur stendur upp á spæl. uni@sosialurin.fo Uni Holm Johannesen 12 stig eru eftir at spæla um. KÍF er fimm stig frammanfyri. Koll­ firðingar skulu tapa minst tríggjar dystir, og VÍF skal vinna dystirnar, sum resta í. Tað eru krøvini, sum eru sett til vestmenningar, um teir skulu spæla móti Neistanum í finalunum um føroya­meistara­ heitið. VÍF hevur havt stór sveiggj í sínum avrikunum. Teir løgdu illa frá landi í lands­kappingini, og tað merkist ser­liga væl nú. Við sigrinum á H71 í gjár, eru vestmenningar farnir undir seinastu royndina at fáa KÍF aftur á stigatalvuni. Togaðust leingi Tað varð skjótt greitt, at H71 fór ikki at kappast um finalu­plássini í hesum kappingar­árinum. Neistin og KÍF struku avstað alt fyri eitt, og Kyndil og VÍF hava runnið aftaná. Hoy­víkingar vunnu greitt á koll­ firðingum fyri tveimum vik­um síðan, og tað birti undir eina vón, at H71 fór at fáa fult í Vestmanna í gjár. Tað eydn­aðist ikki. Liðini tog­aðust leingi um leiðsluna, men miðskeiðis í seinna hálvleiki fór heimaliðið fram um við tveimum málum. Tann leiðslan helt sær til sein­asta bríksl. VÍF vann 30-28. Byrja móti StÍF Tað er lítið, sum bendir á, at VÍF fer at leggja kollfirðingar aftur­um seg á stigatalvuni. Úrslitini og avrikini eru ov óstøðug, og tað er sjáldan, at KÍF missir stig. Hinvegin – so leingi tað ber til, noyðast vestmenningar at troyta møguleikan. Hóast, tað er lítið realistiskt. Fyrsta royndin verður um tvær vikur, tann 6. mars. Tá vitjar StÍF í Vestmanna, og KÍF spælir móti Neistanum á heimavølli. KÍF kom aftur á beint Hondbóltur Eftir tríggjar dystir upp í slag uttan sigur, komu kollfirðingar aftur á beint um vikuskiftið. KÍF vann greiðan sigur á StÍF Toppurin vann á botninum Hondbóltur Neistin tóktist ikki reiðiliga hava fingið armarnar niður eftir steypasigurin síðsta vikuskiftið. Í øllum førum vóru greipuvinnararnir ikki eins einaráðandi hesaferð sum onkutíð fyrr Seinastu dystirnir Treytirnar eru einfaldar Hondbóltur KÍF skal í øllum førum tapa tríggjar dystir, og VÍF skal vinna dystirnar, sum resta í. Tað eru krøvini til vestmenningar, sum liva í vónini um at røkka finalunum um føroyameistaraheitið Mynd: Álvur Haraldsen Mynd: Álvur Haraldsen Savnsmynd: Álvur Haraldsen