mánadagur 21. februar 2011síða 25
‹ fyrra síða allar 40 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
25
Mánadagur 21. februar 2011 · Nr. 22
Sosialurin
Ítróttarblaðið
Uni Holm Johannesen
Egil Steintórson var harmur,
tá Sosialurin tosaði við hann
eftir javnleikin móti Tjaldur í
Runavík tann 7. februar. Hann
noyddist at staðfesta, at leik
arahópurin hevur verið illa
darvaður av skaðum, og tað
hevur havt við sær, at VB eigur
ongan virknan leiklut í odda
stríðnum.
– Eg veit ikki, um tað er ein
fyrimunur, at vit hava lítið at
spæla fyri. Vit vilja sjálvandi
vera við í oddastríðnum, men
mugu bara ásanna, at tað er ov
seint, segði hann tá.
VB dragnaði tíðliga í stríð
num um at vinna seg í final
urnar um føroyameistaraheitið.
Kvinnurnar í Vági hava tískil
bara roynt seg í leiklutinum at
arga ovastu liðini. Tað hevur
eydnast serliga væl seinastu
vikurnar. Vágskvinnur hava
ikki tapt seinastu fimm lands
kappingardystirnar,
og
tað
hava millum annað vunnið á
Stjørnuni og spælt javnt móti
Tjaldri. Í gjár vann VB á botn
proppinum StÍF, sum vitjaði í
høllini í Vági. Úrslitið var 31-23.
Málverjin fekk reytt kort
Tað fekk ikki stórvegis ávirkan,
at málverjin hjá VB fekk reytt
kort í fyrra hálvleiki. Hon brúkti
neyðbremsuna og steðgaði ein
um mótstøðuleikara. Dómar
arnir sóu ikki annan møguleika
enn at vísa henni av vøllinum.
Eykamálverjin stóð seg væl. VB
var á odda allatíð, og StÍF rann
mest sum bara aftaná.
VB hevur skavað níggju stig
av 10 møguligum inn undir seg
seinastu fimm landskapping
ardystirnar. Vágskvinnur hava
seinastu vikurnar vunnið á
Stjørnuni, Kyndli, VÍF og StÍF,
og spælt javnt móti Tjaldri.
Uni Holm Johannesen
Sama søgan. Neistin stevndi móti
sigrinum, men misti bæði stigini
til kappingarneytarnar seinastu
løtuna. Tað kom fyri, tá Neistin
vitjaði Tjaldur fyri trimum vikum
síðan. Tað hendi aftur í gjár, tá
Neistin vitjaði Stjørnuna. Birgir
Hansen, venjari hjá Neistanum,
sigur við Kringvarpið, at vantandi
roynir í avgerandi dystum er eingin
undanførsla.
– Vit hava spælt fleiri slíkar dyst
ir í hesum kappingarárinum. Vit
hava spælt fleiri oddadystir og tvær
hálvfinalur í steypakappingini. Vit
vita, hvat krevst fyri at vinna hesar
avgerandi
dystirnar.
Vantandi
royndir er eingin undanførsla, sigur
Birgir Hansen, og leggur afturat, at
Neistin hevur ikki veittrað farvæl
til møguleikan at sleppa í finalurnar
um føroyameistaraheitið.
Neistin var á odda við trimum
málum, tá 10 minuttir restaðu í. So
gekk galið. Fjáltur kom á. Stjørnan,
sum hevði verið lítið sannførandi,
fór upp í ferð og fekk leiðsluna. Bára
Skaale Klakstein, Stjørnan, varð
útvíst í tveir minuttir, tá fýra min
uttir restaðu í. Tað gjørdi ikki petti.
Neistin gagnnýti ikki meiriluta
støðuna. Einki dirvi at svara aftur.
So fór Stjørnan avstað við báðum
stigunum.
Lítið hugflog
Barbara Brauer hevur verið stóra
stjørnan hjá Neistanum í hesum
kappingarárinum. Kanska tann
størsta stjørnan í føroysku lands
kappingini. Serbiski stórskjúttin
eigur ein virknan leiklut í, at Neistin
er við í stríðnum um finaluplássini.
Hennara royndir sum yrkisleikari
í Jugoslavia, Portugal, Spania og
Týsklandi, umframt 11 landsdystir
fyri Jugoslavia, koma sanniliga
yngru spælarunum til góðar. Hin
vegin hevur verið funnist at, at hon
spælir ein ov stóran leiklut í álops
spælinum. Mest sum einastu hótt
anirnar hjá Neistanum vóru skjót
álop og Barbara Brauer í gjár. Ikki tí,
tað eydnaðist væl. Trupulleikin var,
at øll væntaðu, at hon skuldi taka
ábyrgd, tá Stjørnan brádliga hótti
leiðsluna
seinastu
minuttirnar.
Eingin av hinum, uttan Jacklin
Durhuus, høvdu áræðið at taka
ábyrgd, meðan mest stóð á.
Spælið var undirhaldskent í gjár,
men sannførandi var tað als ikki.
Bæði liðini framdu óneyðuga nógv
mistøk, og serliga vóru kvinnurnar
úr Klaksvík lítið avgjørdar í løtum.
Sum heild gekk illa at fáa ferð á
spælið. Tað er ikki til at siga, hvør
hevði uppiborið sigurin. At Stjørnan
hevur fleiri royndir frá slíkum dyst
um, og dugir at handfara avgerandi
støður, var sjónligt.
Fótin frammanfyri
Stjørnan leggur lítið í, hvussu
sigurin kom til høldar í gjár. Bara
stigini komu í skjáttuna. Fýra stig
skilja nummar eitt og nummar trý.
Stjørnan hevur fótin framman fyri
í stríðnum at røkka finalunum og
tískil ein lítlan fyrimun, nú seinastu
seks landskappingardystirnir skulu
avgreiðast.
Oddaliðið
Stjørnan
hevur
fingið flest stig burtur úr
innanhýsis dystunum millum
liðini, sum stríðast um at røkka
finalunum um føroyameistara
heitið. Kvinnurnar úr Klaksvík
hava fingið átta stig í alt móti
Tjaldri og Neistanum í hesum
kappingarárinum. Ein orsøk
til, at Neistin er dragnaður
í finalustríðnum, er, at liðið
hevur bara fingið fýra stig
burtur úr oddadystunum.
uni@sosialurin.fo
Uni Holm Johannesen
Tjaldur vann uttan stórvegis hóva
sták í Vestmanna í gjár. Hóast
kvinnurnar
úr
Runavík,
sum
vunnu steypakappingina síðsta
vikuskiftið, ikki spældu við fullari
megi, so kláraði VÍF ongantíð at
hótta leiðsluna hjá gestunum.
Verandi steypavinnararnir vunnu
sær eina greiðslu leiðsluna beinan
vegin, og heimaliðið hevði einki at
svara aftur við. Tjaldur noyddist
ongantíð at kíta seg. Hóast kvinn
urnar úr Runavík framdu fleiri
óneyðug mistøk og misnýttu fleiri
upplagdar málmøguleikar, var sig
urin ongantíð vanda.
Eins og í steypafinaluni síðsta
vikuskiftið, gingu Adina Petrea
og Simona Petersen undan hjá
Tjaldri. Tær skutu eisini flest mál
fyri Tjaldur.
Liljan var uttanfyri
Liljan Djurhuus er eitt av stjørnu
skotunum í føroyskum kvinnu
hondbólti. Hon fekk sítt gjøgnum
brot í fjør, tá hon átti virknan leiklut
í álopsspælinum og verjuspælinum
hjá VÍF. Hon hevur somuleiðis
staðið seg væl í hesum kappingar
árinum. Tað merkist eisini væl, at
hon manglaði í álopsspælinum
í gjár. Tað var saknur í hennara
ágrýtni, hugflogi og skotstyrki. Hon
er komin illa til skaða í hondini og
spælir væntandi ikki næstu tvær
vikurnar.
Tóku av
Oddabrak var í Klaksvík í gjár. Tað
var tískil frammanundan greitt, at
anna av liðunum, sum kappast um
at sleppa í finalurnar um føroya
meistaraheitið,
snávaði
í
gjár.
Neistin tapti fyri Stjørnuni. Tjaldur
tók av møguleikanum og økti um
munin niður til blálittu havnar
kvinnurnar. Fýra stig skilja liðini í
løtuni, men Tjaldur hevur spælt ein
dyst meira.
Sunset Deildin Kvinnur
nr. Lið
Dystir
Vunnin mál
Tapt mál
Munur
Stig
1 Stjørnan
18
514
421
93
30
2 Tjaldur
18
513
426
87
28
3 Neistin
17
461
394
67
24
4 VB
18
455
441
14
20
5 Kyndil
18
417
434
-17
14
6 VÍF
18
406
497
-91
7
7 StÍF
17
329
482
-153
1
Ongar undanførslur
Hondbóltur Venjarin hjá Neistanum vil ikki hoyra
talan um, at hansara spælarar mangla royndir.
Neistakvinnurnar kunnu bara takka sær sjálvum fyri, at
liðið er dragnað í stríðnum um FM-heitið, heldur hann
Tjaldur tók av
Hondbóltur Spælararnir og venjararnir hjá Tjaldur vistu undan
dystinum, at annað hvørt Stjørnan ella Neistin mistu stig í gjár.
Tí ráddi um hjá teimum at fáa fult í Vestmanna. Tað eydnaðist
Tað var uttan stórvegis hóvasták, at Tjaldur vann í
Vestmanna í gjár. Steypavinnararnir øktu sostatt um
munin niður til Neistan, sum er nummar trý
Mynd: Álvur Haraldsen
9 stig av 10
møguligum
Hondbóltur VB hevur fingið
luft undir veingirnar. Vágskvinnur
hava ikki tapt seinastu fimm
landskappingardystirnar
26.09.2010: Stjørnan – Neistin 28-22
19.10.2010: Neistin – Tjaldur 30-24
31.10.2010: Stjørnan – Tjaldur 27-23
16.11.2010: Neistin – Stjørnan 30-28
21.11.2010: Tjaldur – Neistin 32-25
18.12.2010: Tjaldur – Stjørnan 28-24
23.01.2011: Tjaldur – Neistin 29-28
30.01.2011: Stjørnan – Tjaldur 30-23
20.02.2011: Stjørnan – Neistin 27-24
20.03.2011: Neistin – Tjaldur
27.03.2011: Tjaldur – Stjørnan
10.04.2011: Neistin – Stjørnan
1. Stjørnan . . . . . . . . . . . . . . . . . . 8 stig
2. Tjaldur . . . . . . . . . . . . . . . . . . . 6 stig
3. Neistin . . . . . . . . . . . . . . . . . . . 4 stig
Oddadystirnir í hesum kappingarárinum:
Stjørnan
staðið seg best