Sosialurinarkiv
Sosialurin 2011-02-21, síða 34
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

mánadagur 21. februar 2011síða 34

‹ fyrra síða allar 40 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

Mánadagur 21. februar 2011 · Nr. 22 34 Sosialurin Guðrið Andorsdóttir nýggj­ur stjóri á Íleg­u­ savn­i­num ­L­and­s­stýr­is­mað­ur­ in í heilsumálum hevur av­gjørt at seta Guðrið And­or­sdóttir í starv sum nýggjur stjóri á Íleg­u­savn­i­num. Guðrið Andorsdóttir er 52 ára gomul og út­ búgvin cand. scient. frá Uni­vers­i­tet­i­num í Oslo. Guðrið hevur drúgv­ ar starvs­royndir sum leið­ari á góðsku­deildini hjá Faroe Sea­food og Fisk­a­virk­ing tey sein­ astu 17 árini. Hon hev­ ur har­um­framt 5 ára royndir frá gransk­ing­ ar­starvi í Noregi og Før­oyum. Somuleiðis hev­ur Guðrið sitið í Gransk­ing­ar­ráð­num í 10 ár og er stýrislimur í Vinnu­frama­grunn­ inum. Guðrið And­ors­dótt­ir byrjar í starv­i­num sum stjóri á Ílegu­savni­num tann 1. mars. ­Jan Müller Eitt av Føroya frægastu ítrótt­ar­fólk­um á altjóða palli, svimj­ar­in Pál Jo­en­sen úr Vági, hev­ur alt Før­oy­a fólk aft­an fyri seg, tá hann lut­tek­ur í al­tjóða kapp­ingum. Mill­um hans­ara við­halds­fólk tel­ist eis­ini ein ann­ar fræg­ur svimj­ ari, nevn­i­liga Før­oya løg­mað­ ur, Kaj Leo Jo­hann­es­sen. Og tað hend­ir seg meira enn so, at teir báðir hitt­ast í hyl­i­num, um ikki til dyst so til prát mill­um longu dist­ans­ur­nar hjá Páli. So var eis­ini henda sunnu­dagin, tá Pál fekk ein bana fyri seg í vanligu svimji­tíðini. Mong vórðu tey, sum eygleiddu henda fima svimj­ara, ið hevur sett Før­ oy­ar á landakortið eins væl og okk­ara fót­bólts­lands­lið hev­ur gjørt tað. Og løg­mað­ ur dyl­ur ikki fyri, við einum skálk­a­brosi, at eisini hann hev­ur nakað at læra av Páli at brúka í sínum politiska ar­ beiði til frama fyri Føroyar, nevn­i­liga at hava orkuna og vilj­an til at megna teir longu tein­ar­nar. – Eg eri Pál fan um ein háls var fyrsta viðmerkingin, sum Sosialurin, ið eisini hevði fólk í hylinum henda dag­in, fekk frá ongum minni enn sjálv­ um løgmanni. Kaj Leo Jo­ hann­esen vil ikki av­dúka, um hann royn­ir at læra kynstr­ið frá Páli at klára tær longu dist­ans­urnar, tein­ar­nar, nú tað stundar til løg­ting­s­ val eisini. Eitt val og ann­að og ein dystur og annar. Pál venur til fleiri spennandi kapp­ingar í summar, men venj­ing­in hevur serstakliga eina kapp­ing fyri eygað, og tað er HM í svimj­ing í Sjang­ kai í heyst. – Eg fari at gera mítt besta, og venj­ing­in skal ikki liggja eft­ir, sigur hesin smílandi og frynt­ligu vágbingurin. Eis­ini skal hann til at venja til OL í London næsta ár. So her er ov­mikið at venja til, og tá koma nøkur góð orð frá løg­ manni heldur ikki so illa við. – Eg havi sagt Páli, at eg havi so stóra virðing fyri honum bæði sum ítrótt­ar­ manni og ikki minst sum roll­ u­modell hjá teimum ungu. Hetta er nak­að, vit ikki mugu und­ir­meta, sigur løgmaður, sum als einki hevur ímóti at geva pláss fyri Føroya besta svimj­ara í høllini í Gunda­ dali ein sunnudag, tá eisini løg­mað­ur er úti í tí váta el­e­ ment­i­num. Um teir báðir eisini tosaðu um 50 metra svimjihylin, ið er dreym­a­ynsk­ið hjá vág­ bing­inum, sigur søgan einki um. jan@sosialurin.fo Kaj Leo er Pál-fan 30 nýggir Maersk risar Guðrið stjóri á ílegu­ sav­n­i­ Veðurlagið hóttir ferðavinnuna Svimjing Landins hægsti hitti landsins besta í svimjihylinum í Gundadali í Havn sunnudagin, tá Kaj Leo Johannessen, sum er í hylinum hvønn morgun, fekk eitt prát við føroyska svimjikongin, Pál Joensen framsýning AP Møller Mærsk hevur júst kunn­gjørt bí­legg­ing av upp til 30 ris­a­stór­ um bingj­u­skip­um fyri íalt 30 milliardir krónur frá Daewoo skipasmiðjuni í Suðurkorea Nýggju skipini minka CO2 útlátið við 50% í mun til tey verandi og verða tryggjað móti sjórænarum. Business-Line skrivar, at danska reiðaríið A P. Møl­l­er - Maersk hevði bílagt 10 ris­ a­stór bingju­skip frá skipa­ smiðj­u í Suð­ur­korea,  við møgu­l­eika fyri bygg­ing av 10 skip­um aftrat teimum fyrstu 10. Á tíðindafundi í London mán­adagin kom fram, at Maersk hevur tryggjað sær møg­u­leika fyri bygging  av 20 ris­a­skip­um aftrat teim­ um fyrstu 10 skipunum. Tey fyrstu 10 skipini skulu hand­ast Maersk í 2014. Nýggju skipini skulu hjálpa Maersk at minka um høgu ork­u­út­reiðsl­ur­nar. Tey verða nógv bíligari í olju­ rakstr­i og meira umhvørvis­ vin­ar­lig, enn verandi flotin hjá Maersk. Skip­ini verða út­gjørd við eini hita-end­u­rnýtslu­ skip­an, ið ger, at tey minka CO2 útlátið við 50%, í mun til  verandi skipini á rutuni mill­um Asia og Evropa, upp­ lýsir Suðurkoranska Skip­ a­smiðjan, ið skal  standa fyri byggingini av heimsins størstu bingjuskipum til eitt av heimsins størstu reið­a­ rí­um, danska  A. P. Møller Mærsk. Amerikanski staturin Alaska er eitt sera væl um­tókt ferð­amál. Á hvørjum ári koma fleiri túsund fremm­an­da­fólk hagar at hyggja at teimum høgu fjøllu­num við teimum stóru og vøktu jøklunum. Men náttúran er ikki, sum hon hevur verið. Veð­ur­lags­broyt­ing­arnar tey seinnu árini hava gjørt, at fleiri av teim­um gomlu ferðaleiðunum eru ruddar burt­ur við skrið­ u­lopum, og aðrar standa undir vatni. Lendi, sum fyrr var bert og oyðið, er nú runn­a­vaks­ ið, og har eru fleiri plant­ur, sum eingin hevur sæð áður. Djórini, sum plagdu at halda til uppi við jøklarnar, eru farin hað­ani. Hetta er ein partur av einari nýggj­ ari frá­greið­ing, sum amerikonsku um­ hvørv­is­myndug­leik­ar­nir hava skrivað um viðurskiftini í Alaska. Í nið­ur­støð­uni stendur millum annað, at veður­lags­broyt­ ing­ar­nar fara at hava vífevndar av­leið­ing­ ar fyri ferðavinnuna í Alaska og fyri statin sum heild. Landsins hægsti hitti landsins besta í svimjihylinum í Gundadali sunnudagin. Mynd Jan Müller