Sosialurinarkiv
Sosialurin 2011-02-21, síða 35
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

mánadagur 21. februar 2011síða 35

‹ fyrra síða allar 40 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

35 Mánadagur 21. februar 2011 · Nr. 22 Sosialurin Árni Joensen Málið snýr seg um, at skotska oljufelagið Cairn Energy, sum leitar eftir olju við Vesturgrønland, hevbur í fleiri mánaðir roynt at selja síni oljurættindi í India. Avtala er gjørd við bretska felagið Vedanta Ressources, sum skal keypa, men indisku myndugleikarnir hava ikki viljað góðkent handilin, sum sambært álítandi keldum er upp á einar 50 milliardir krónur. Grønlendska kringvarpið segði um vikuskiftið, at eydn­ ast tað ikki Cairn Energy at selja sítt virksemi í India, kann tað leggja fót fyri tær ætl­anir, sum felagið hevur í Grøn­landi. Pengarnir, sum fel­ag­ið fær butur úr søluni í India, skulu fíggja komandi olju­leit­ing­ar í Grønlandi, segði KNR. Indisku myndugleikarnir krevja, at indiski ríkiskassin skal hava ein part av tí, sum kem­ur burtur úr handlinum mill­um ­Cairn Energy og Ved­ anta Resources, men tað vilja tey bæði feløgini ikki hoyra talan um. Málið hev­ur eftir øllum at døma stór­an týdning, tí sambært Fin­an­c­i­ al Times sendi bretski for­sæt­ is­ráð­harr­in, David Cameron, indiska for­sæt­i­s­ráð­harr­a­ num, Man­mo­han Singh, eitt bræv um tað í síðstu viku. Har biður Cameron starvs­ bróður sín bera so í bandi, at handilin kann avgreiðast sum skjótast. Seinasta freist at avgreiða handilin eftir ver­ andi avtalu er tann 15. apríl. Oljuvinna asdaUm doluptatie tie do delit lor irilisl ea faciduis atue magnim vero digniam aci blamcon sectem niamcon sendre feu feugait praeseq Mynd: Álvur Haraldsen Heilsurenning El-bilar, heilsu­ renn­ing og heilsu­kafé Ov stirvn­ar læk­na­ vátt­anir Fólkatalið stendur í stað Grýludansur á Hálsi India ávirkan á olju­ leiting í Grønlandi El-framleiðsla Hóast tað kann tykjast veru­ leika­fjarlt, kann ein avgerð hjá stjórnini í India fáa av­leiðingar fyri oljuvinnuna í Grønlandi torradagar Í sambandi við torra­ heilsu­renn­ing­ina og heilsukaféina, var av­tala gjørd við SEV um at sýna fram el-bilar í Klaksvík Landsfólkayvirlitið ger á hvørjum ári ein manntalslista, ið vísir, hvussu nógv fólk eru búsitandi í Føroyum. Landsfólkayvirlitið skrásetur og goymir grundleggjandi persónsupplýsingar um hvønn einstakan, ið hevur eitt persónstal og útfrá hesum upplýsingum verður m.a. ein sonevndur manntalslisti gjørdur árliga fyri Føroyar. Í høvuðsheitum kann sigast, at fólkatalið í Føroyum stendur í stað. Ítøkiliga vaks fólkatalið úr 48.541 til 48.554, tvs. við 13 fólkum. Í 2010 vórðu 627 føðingar og 349 andlát skrásett, tvs. eitt burðaravlop á 278. Í 2010 fluttu 1.398 fólk til Føroya, ímeðan 1.663 fólk fluttu úr Føroyum, tvs. ein netto fráflyting á 265 fólk. Leygarkvøldið 5. mars verður stórt til­tak í Høllini Á Hálsi, tí tá verð­ur grýludansur. Nógv spenn­andi verður á skránni. Toy­box kemur at undirhalda við nógvum 90’ara hittum. Dj Show verður eisini við Dj Andru, Finnur Jensen syng­ ur live, og besta grýlan hevur møg­u­leikan at vinna 1000 krónur. Tað verður 15 ára aldurs­ mark og tiltakið byrjar kl. 23.30 til kl. 04.00. Náttarbussar koyra av bygd. Læknaváttanir og sjúkra­meldingar eru ov stirvn­ar Før­oya Arbeiðs­gev­ ar­a­fel­ag hevur leingi ver­ið av tí fat­an, at skip­an­in við sjúk­r­a­ meld­ing­um og lækn­a­ vátt­a­num, soleiðis sum vit kenna hana í dag, er ov stirvin, sigur Vinn­u­ húsið. Skipanin hevur við sær, at hin sjúki verð­ur sjúkrameldaður fulla tíð og skal heim, með­an arbeiðsgevarin knapp­ liga stendur og mangl­ ar ein týdningarmiklan part av arbeiðsmegini. Ofta hava bæði starvs­fólk og ar­beiðs­ geva­ri áhuga í at finna liðili­g­ari loysnir, men í dag er í praksis sjálvdan nak­ar millumvegur. Í londunum kring okk­um er vanligt við meiri liðiligari skipan­ um, har arbeiðsgevarin kann krevja at fáa eina lækn­avát­t­an, sum ná­grein­i­liga sig­ ur, hvørjum slag av ar­beiði, starvs­fólk­ið er sjúkr­a­meldað frá. Arbeiðsgevarin kann í samráð við starvsfólkið á henda hátt finna eitt starvsøki, sum pass­ar til starvsfólkið, inntil tað er frískt aft­ur. Henda skipan er gagn­ lig bæði fyri ar­beiðs­ gevara og starvsfólk, tí tað er ein sannroynd, at tá starvsfólk fyrst eru farin heilt av ar­ beiðs­markn­að­inum, er trupult at koma inn aftur. Í einum samfelagið har tað sum frá líður fara at mangla fólk at lyfta byrðuna á ar­ beið­s­markn­að­i­num, er tað eisini av al­stór­um týdningi, at all­ar skip­ anir byggja uppundir, at til ber at vera á ar­ beiðs­markn­a­ði­num sum longst. Tí mælir Føroya Ar­beiðs­gev­ara­ fel­ag ­til, at politiski myndug­leikin tekur henda trupulleikan við sjúkr­a­meldingum í álv­ara, og fær sett í verk eina meira liðiliga skipan. Dávur Winther Hetta varð gjørt nið­an fyri Klaksvíkar Sjúkra­hús sam­ stund­is sum heilsurenn­ ingin og heilsu­kafé­in fóru av bakkastokki. Formaðurin í Heilsu- og Um­hvørvisnevnd býráðsins, Auð­unn Konráðsson, setti torr­a­heils­ur­enningina í gongd og takk­aði Treysti fyri ágrýtni teirra í eini ítrótt, sum øll kundu vera við. Og tað var eisini støðan henda dagin, heilt ung, ein hund­ur og heilt upp í 70-ára aldur vóru við. Hevur tú hamp­ u­ligar skógvar og ert í­lat­in eftir veðrinum, so er bara at vera við. Aftaná at rennarnir vóru farn­ir, var høvið at royna el- bil­ar­nar hjá SEV. Fyrstur at royn­a hesar friðarligu bilar var Auðunn Konráðsson, for­mað­ur í Heilsu- og Um­ hvørv­is­nevnd­ini. Tað vóru ym­isk vi­ð­ur­skifti at seta seg inn í men ógvuliga ljóðleyst fór bilurin strúkandi avstað. Onkur tók til, at tað var sum at koyra truck - eitt sind­ur av suði - og ser­liga tá ið bil­ur­in hekk í gear­i­num, hoyrdist ljóð. Tá løddi hann uppí battaríini. Enn eru bilarnir nakað dýr­ir at keypa og eitt av mál­ u­num eru, um til ber at gera batt­ar­í­ini so lítil, at til ber at skifta tey, sum við eini el- bor­i­maskinu, heldur enn at standa leingi og løða á einum staði. Hesir bilarnir eru tó eitt áhugavert alternativ til ben­sin­bil­ar­nar, sum kunnu rokn­ast við at gerast dýrari í brúki, sum frá líður - og dálk­ andi eru teir eisini. El-kostnaðurin ligg­ur um  kr. 25,- frá Tórs­havn til Klaksvíkar. Eftir at hava roynt bil­ar­ nar, varð farið niðan á Klaks­ víkar Sjúkrahús at máta blóð­trýst­ið og annars at fáa heilsugóðan mat og drekka. Í durunum stóð Aks­el V. Jo­ hannesen, lands­stýrismaður í heilsumálum og tók í móti og prátið gekk lystiliga.