mikudagur 23. februar 2011síða 40
‹ fyrra síða allar 64 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
Mikudagur 23. februar 2011 · Nr. 23
8
Sosialurin
Lestrarblaðið
Uni Arge
Flestu foreldur í landinum mundu
sett døgurðan í hálsin, tá fjølmiðlar
nir í 2006 kunngjørdu úrslitið av eini
altjóða kanning, ið nevndist PISA-
kanningin. Almenningurin hevði
onki hoyrt um hesa kanning fyrr,
men úrslitið var nóg skelkandi fyri
tað. Føroysk skúlabørn vóru sera
illa fyri samanborið við skúlabørn
í øðrum londum. Føroyar lógu á
næstaftasta plássi í kanningini
framman fyri dumpikandidatin,
Meksiko, varð staðfest, og so fór
ein sjálvrannsakan í gongd, sum
ikki er endað enn. Lærarafelagið
vardi seg sum frægast, politikarar
skuldu greiða frá, hví so lítið fekst
burtur úr pengunum, og foreldrini,
sum mundu sett døgurðan í hálsin,
hugdu at sínum kæru børnum og
spurdu, um tey vóru sibbar.
PISA-kanningin í 2006 loypti
veruliga hvøkk á alt samfelagið og
skrykti lærarar, foreldur og polit
ikarar úr eini hugnaligari fatan um,
at alt gongur so sára væl í tryggu
Føroyum. Tí tað ger tað ikki. Tann
hugnaligi fólkaskúlin, ið kendist
so tryggur fyri mong, tí tey høvdu
sama flokslærara í 10 ár, ið ikki
kravdi stórvegis av næmingunum,
fekk brádliga av grovfílini fyri at
vera slappur og syrgiliga afturúr
sigldur í heimsins stóra meldri. So
rívandi galið mundi tað ikki vera
kortini, tí kanningin vísti eisini, at
summir skúlar vóru betri enn aðrir,
og summi børn stóðu seg væl. Men
at fólkaskúlin framvegis hevur eina
stóra avbjóðing, vísti eisini næsta
PISA-kanningin frá 2009.
Í teirri kanningini var ein ávís
framgongd at hóma, serliga í lesing,
men stór var hon ikki. Framvegis
lógu Føroyar í niðasta triðinginum
av londum, sum vit samanbóru
okkum við, og vit lógu trygt á aft
asta plássi í Norðurlondum. Í les
ing var Finnlandi nr. 1, Noreg nr.
2, Ísland nr. 3, Svøríki nr. 4 og Dan
mark nr. 5. Aftast vóru so Føroyar.
Í støddfrøði var Finnland nr. 1,
Ísland nr. 2 og Danmark nr. 3. Síðan
komu Noreg, Svøríki og Føroyar. Í
náttúruvísindum var Finnland á 1.
plássi, Noreg á 2. plássi, Danmark
á 3. plássi, Ísland á 4. plássi, Svøríki
á 5. plássi og so Føroyar á 6. plássi.
Føroyar vóru ikki bara aftan fyri
hini Norðurlondini, men langt
aftanfyri.
Eitt stig lægri
Hetta er tann beiski veruleikin,
sum lærarar, foreldur og politikarar
framvegis skulu taka støðu til, og í
kanningini frá 2009 varð so eisini
staðfest, at úrslitini í føroysku
skúlunum vóru sera lík. Tey vóru
javnt góð ella vánalig, sum tikið
verður til í kanningini. Eisini varð
staðfest, at føroyskir næmingar
sum heild liggja eitt førleikastig
lægri enn næmingar í hinum
Norðurlondunum, tó at Finnland
er í einum flokki fyri seg. Meira
enn triði hvør næmingur í 9. flokki
verður ikki roknaður at hava virkis
føran lesiførleika, sum krevst til
víðari útbúgving og at kunna røkja
mong vanlig størv. Og vantandi
undirvísingartilfar og órógv eru ein
forðing fyri innlæring í skúlunum.
Hava
lærararnir
skyldina?
Hava foreldrini skyldina, tí tey ikki
stimulera síni børn? Hava leiðslur
nar skyldina, tí tær krevja ov lítið
av sínum lærarum? Hevur lær
araskúlin skyldina, tí hann klekir
ov vánaligar lærarar? Ella hevur
bygnaðurin við smáum skúla
eindum, ið ikki skapa nakað muna
gott fakligt umhvørvi, kanska skyld
ina? Mong eru boðini, og herfyri
frættist so, at trý fólk, ið hava
verið frammi í almenna kjakinum,
Rigmor Dam, lærari og kunningar
ráðgevi, Páll Isholm, deildarstjóri á
Handilsskúlanum á Kambsdali, og
Helgi Rasmussen, sálarfrøðingur,
høvdu sett sær fyri at skipa fyri
reflektiónsseminari um fólkaskúlan
á Føroya Fólkaskúla.
Reflektiónsseminarið
verður
hósdagin 10. mars, og endamálið
við tí er rætt og slætt at varpa ljós á
innihaldið í skúlanum. Rigmor Dam
vísir á, at allastaðni kring okkum
verður skúlin lagdur undir luppin, tí
fólk spyrja, um hann fylgir við tíðini.
Tann gamli skúlin var lagaður til
gamla ídnaðarsamfelagið. Hongur
tann føroyski skúlin kanska fastur
í ídnaðarsamfelagnum og hóskar
ikki til vitanarsamfelagið, ið langt
síðan hevur tikið dik á seg, spyr
Rigmor Dam. Seminarið á Føroya
Fólkaháskúla varð upprunaliga
lýst at vera føstulávintsmánadag 7.
mars. Men nógv skúlafólk eru upp
tikin tá, og tí varð tað flutt til 10.
mars. Rigmor vónar tí, at nógv fara
at møta upp at siga sína hugsan um
skúlan.
–
Bulurin
í
fólkaskúlanum
er bygdur á tankar, sum spruttu
úr nationalu vekingarrørsluni í
1800-talinum, við skúlaflokkum,
tímatalvum, klokku, fimleikahallar
royndum, karakterum og lærarum,
sum standa á odda fyri einum hópi
av børnum í sama aldri og úr sama
grannalagi. Men í dag kunnu næm
ingarnir fara á netið eftir øllum
upplýsingum.
Teir
kunnu
fáa
íblástur og beinleiðis kopiera. Hetta
setir krøv til undirvísingina og alla
skúlaskipanina og eisini til lærarar
og næmingar at brúka amboðini
við skili. Tilfarið á netinum er ofta
óskipað og tilvildarligt, so hugtøk
sum keldukritikkur, margmiðla
nýtsla og kunningarførleiki mugu
uppraðfestast í framtíðini, vísir
Rigmor Dam á.
Upp úr skotgravunum
Páll Isholm vónar, at nakað muna
gott spyrst burtur úr átakinum á
Føroya Fólkaskúla. Hann leggur
dent á, at kjakið um fólkaskúlan má
fáast upp úr skotgravunum millum
Lærarafelagið og Mentamálaráðið
og so politikararnar um smáar og
stórar skúlar. Eisini heldur hann,
at PISA-kanningarnar hava fylt
ov nógv í kjakinum um skúlan, tí
orsakað av teimum hevur næstan
onki verður tosað um, hvønn skúla
Fólkaskúlin
undir luppin
eftir PISA-
skelkirnar
Føroyskir skúlanæmingar eru ringast fyri í Norðurlondum í
lesing, støddfrøði og náttúruvísindum, vísti PISA-kanningin
frá 2009. Skúlin má lyftast upp á hægri stig, halda tey flestu,
men kjakið endar ofta við togtogan millum Lærarafelagið
og Mentamálaráðið ella politikarar um stórar ella smáar
skúlar. Reflektiónsseminarið á Føroya Fólkaháskúla 10.
mars um fólkaskúlan fer at leggja dent á innihaldið í
skúlanum. Hvussu kann hann gerast betri, hvønn skúla vilja
vit hava, og hvønn skúla krevur nýggja tíðin, at vit fáa