Sosialurinarkiv
Sosialurin 2011-02-23, síða 41
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

mikudagur 23. februar 2011síða 41

‹ fyrra síða allar 64 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

9 Mikudagur 23. februar 2011 · Nr. 23 Sosialurin Lestrarblaðið vit vilja hava, og hvat innihaldið í honum skal vera. Hetta eigur kjak­ið fyrst og fremst at snúgva seg um, heldur Páll Isholm. Hann hevur tí eisini fleiri ferðir sagt sína hugsan alment um skúlaskap og av­ bjóðingar í framtíðini. – Eg sakni kjak og meiningar á politiska pallinum um veruliga inni­ haldið í undirvísingini. Tað tykist vera nógv lættari at hava eina mein­ ing um alt annað, t.d. bygningar, skúla­garðar, foreldrasamstarv, tíma­ tal og leiðslubygnaðir, heldur enn at hava meiningar um innihaldið í tí, sum fer fram í skúlastovuni. Tá meiningar hendinga ferð eru frammi um innihaldið, snúgva tær seg um bátasmíð, kvøðing og kristni. Men vit tosa tá um at varð­ veita mentan og siðaarv og ikki um sovorðið, sum hevur við av­bjóð­ ingar í framtíðini at gera. Tað áttu vit at tosað nógv meira um, sigur Páll Isholm. Hann skrivaði herfyri eina kro­ nikk undir heitinum »Framtíðin í bíðistøðu,« har hann m.a. vísti á, at føroyingar vita væl, hvat er rætt at gera innan skúlaøkið, men megna ikki at gera tað. Vit gagnnýta ikki tær milliardaíløgur, sum eru gjørdar í samferðslukervið, og brúka ov nógvan pening upp á skipanir, sum tíðin langt síðan er farin frá. Vit effektivisera okkum ikki og verða tí ikki kappingarfør. »Vit halda fast í eini farnari og dýrari fortíð, sam­stundis sum vit vilja inn í eina effektiva og framskygda framtíð. Hetta er eitt paradoks, sum ikki letur seg gera, og sum kostar okkum dýrt hvønn einasta dag. Bæði í pen­ ingi og dygd,« skrivaði hann. Sama lærara í 10 ár Hann nevndi m.a., at í Eysturoynni og Norðoyggjum eru sjey fram­ haldsdeildir, sum hava eitt og sama endamál, nevniliga at útbúgva ung­ dómar í 8., 9. og 10. flokki. Mesta fjar­støðan millum hesar sjey fram­ halds­deildirnar er 35 kilometrar. Kortini verður hildið fast við hesa sundurbýting, og úrslitið er, at kanska á ongari framhaldsdeild er fakliga støðið nóg høgt og menn­andi. Hann skrivaði eisini, at summa­staðni verður enn hildið fast við, at flokkar skulu hava sama floks­lærara í samfull 10 ár, ja, helst helst eisini sama føroysktlærara og rokni­lærara. Einlærara­skip­ anin er sostatt framvegis í gildi, og neyvan samsvarar hon við ný­mót­ ans námsfrøðilig krøv, helt hann. »Ímynda tær felagsskapin av børnum, sum ikki fekst at rigga í barna­garðinum, sum so fekk ein vánaligan og kanska ótolnan floks­ lærara í 1. flokki, ið tey hingu uppá, líka til tey skuldu á miðnám. Hvussu hava hesi børnini tað, hvussu hevur skúlin og fyri tann skuld barna­ garð­urin megnað sína uppgávu? Hvussu nógv føroysk børn hava upp­livað nakað líknandi í sínum nær­umhvørvi, og hvussu nógv børn ynskja vit skulu uppliva hetta í fram­tíðini,« spurdi Páll Isholm í kronikkini. Hetta og mangt annað verður umrøtt á seminarinum, sum Rigmor Dam, Helgi Rasmussen og hann sjálvur skipa fyri á Føroya Fólka­skúla 10. mars. ua@sosialurin.fo FAKTA: Rigmor Dam, Helgi Rasmussen og Páll Isholm skipa 10. mars fyri reflektiónsseminari á Føroya Fólkaháskúla um fólkaskúlan Tey vilja hava kjakið at snúgva seg um annað enn tímatal, bygningar og stríðsmál millum áhugabólkar. Hvussu fæst skúlin at hóska til nútíðina, er høvuðsspurningurin PISA-kanningin í 2009 vísti, at føroyskir næmingar eru ringast fyri av teimum norðurlendsku. Føroyar vóru aftast bæði í lesing, støddfrøði og náttúruvísindum Í PISA-kanningini varð staðfest, at støðan var javnt góð ella vánalig í ymsu skúlunum. Tvær orsøkir til vantandi innlæring vóru ónøktandi undirvísingaramboð og órógv PISA-kappingin í 2009 vísti eina ávísa framgongd í lesing samanborið kanningina í 2006, sum skelkaði alt samfelagið. Men framgongdin var lítil Tilvildarlig mynd