mikudagur 2. mars 2011síða 2
‹ fyrra síða allar 48 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
Mikudagur 2. mars 2011 · Nr. 26
mikudagsblaðið
Dagsins redaktørur: Eirikur Lindenskov
Stovnaður: 1927
Ábyrgdarblaðstjóri: Eirikur Lindenskov
eirikur@sosialurin.fo
Útgevari: Sp/f Sosialurin
Uppseting: Sosialurin
Prent: Prentmiðstøðin
Avgreiðsla: mán - frí
kl. 08.00 - 16.00
Marknaðardeild
lysing@sosialurin.fo
Tórshavn Tórsgøta 1, Postboks 76, 100 Tórshavn
tel. 341800, fax 341801, post@sosialurin.fo
Norðoyggjar Nólsoyar Pálsgøta 1, 700 Klaksvík
tel. 458686 fax 458687, klaksvik@sosialurin.fo
Suðuroy tel. 375364, fax 375464, tel. 228814,
aki@sosialurin.fo, dagfinn@sosialurin.fo
Haldarar, sum ikki hava fingið blaðið, kunnu ringja
tel. 341818 frá kl. 8.00 til 20.00 og boða frá.
Tel. 341800
www.sosialurin.fo
Oddagrein
– Tað er óhoyrt og óaksep
tabult, at vit skulu tvingast
til at gjalda 3.700 krónur um
árið fyri hasa skræpuna, sum
Kringvarpið sendir.
Hesi »vísu« orð eru søgd av
tingsins røðarapalli av harra
Bill Justinussen, løgtings
manni Miðfloksins. Hann
heldur, at serliga sendingar
nar hjá Jákup Magnussen eru
tann reina skræpa, tí støðið
er so lágt. Hansara sending
ar eru niður
brótandi
og
oyð
i l e g g j
a n d i ,
heldur
m i ð
f l o k s
t i n g
maðurin.
Tá Rás2 spurdi hann týs
dagin, um einki er gott, sum
Kringvarpið sendir, so var
tað tó tað.
– Tað er ikki BARA skræpa,
sum Kringvarpið sendir, men
serliga sendingar hjá Jákupi
Magnussen, Fólksins Rødd
og
ungdómssendingarnar,
segði hann.
Tingmaðurin heldur, at
har er so nógv lættisoppa
tilfar, fólk brúka so ljótan
munn, tikið verður ímóti
øllum tíðarráki uttanífrá,
sum er niðurbrótandi fyri
føroyska mentan og alt tað
góða, sum Kringvarpið ann
ars hevur bygt upp.
Bill Justinussen ber sam
an fíggjarætlanina hjá Kring
varpinum upp á 60 milliónir
og so ta lítlu upphæddina,
sum Rás2 verður rikin
fyri.
– Rás2 hevur bara
ein tíggjundapart av
tí, sum Kringvarp
ið hevur, men tann
munurin sæst ikki
aftur í tilfarinum,
ið sent verður,
heldur Bill Just
inussen.
Hetta
eru
hørð orð av ein
um tingmanni at
nýta um navngivin starvsfólk
í Kringvarpinum, at skíra alt
hansara avrik fyri skræpu!
»Skræpa« merkir sambært
orðabókini
»tunt
skarn«,
ella »leyst lív«. Tá heldur
hann ikki lítið um seg sjálv
an. Hetta má vera eitt mál,
ið fakfelagið, Føroysk Miðla
fólk, tekur upp.
Vit kunnu so bara
staðfesta, at gott
er, at øll ikki
eru sum Bill –
og fegnast um,
at fólk eisini eru
sum til dømis
Jákup Magn
ussen, tí tá fáa
vit eitt litfagrari
samfelag.
Spennandi verð
ur at hoyra »skræpu-
panelið«
(altso
sambært Bill)
hjá Jákupi
M a g n
u s s e n
fríggja
d a g i n
klokk
an 17...
Skræpan hjá Jákupi Magnussen
Tað vóru sera áhugaverd sjónarmið,
sum Frank Hansen, civilverkfrøð
ingur, bar fram í Sosialinum um
vikuskiftið. Hann mælir staðiliga frá
at fara undir verkætlanina við Skála
fjarðartunlinum, tí tað ber til at gera
eina væl bíligari og orkuavmarkandi
høvuðsfarleið millum Eysturoynna
og Streymoynna – eins og Norð
oyggjar og Vágar.
Og meira vit hugsa um tað, so er
tað sera løgið, at meginparturin av
løgtinginum fer upp á gartera, tá
nakrir einstaklingar koma við einum
góðum hugskoti um at gera tunnilin
undir Tangafirði av Nesi til Havnar.
Sjálvandi hevur ein slík verkætlan
nógv spennandi perspektiv í sær,
men alfa og omega fyri infrastruk
turin í Føroyum er ikki, hvussu skjótt
tað skal vera at koma av Toftum til
Havnar.
Og bara tað, at lokalir tingmenn
hálova púra ókritiskt eini slíkari verk
ætlan og garantera, at hetta er tað
besta, eigur at fáa tey, ið evsta vald
hava, at umhugsa hetta av nýggjum.
Húsagangurin hjá Eik Banka legði
fyribils fót fyri verkætlanini, og
hann verður helst eisini høvi til, at
løgtingið nú kann endavenda øllum
málinum.
Verkæltanin er kanska eitt úrslit
av sínari tíð, tá bankastjórar og advo
katar kundu lokka skipseigarar til
handlar í hundraðtalsmillióna klass
anum. Hví so ikki gera ein tunnil fyri
eina milliard? Og tá so nevndarlimir
nir fingu nakrar hundraðtúsnd krón
ur í partapeningi eisini, so áttu øll at
verið glað... ella hildu vit, at trøini
vuksu inn í himmalin?
Ting-
og
landsstýrisfólk
við
ábyrgd eiga nú at hugsa seg um av
nýggjum. Øll eiga sjálvandi at lesa
greinina hjá Frank Hansen, har hann
eitt nú vísir á, at við at gera eina aðra
høvuðsfarleið á meginøkinum, sum
styttir farleiðina úr Havn til Gøtu,
Fuglafjarðar, Leirvíkar og Norðoyggj
ar líka nógv sum Skálafjarðartunnil
in - og at tað fer at taka 35 minuttir
at koyra úr Havn til Klaksvíkar. At
farleiðin fer at ganga ígjøgnum seks
av teimum ætlaðu níggju komm
ununum. At íløgan kostar 675 mió
kr. At orkunýtslan verður minni, tí
tað verða færri brekkur, at raksturin
verður bíligari, og at øll ætlanin ikki
nýtist gerast í senn.
Landið eigur sjálvandi ikki at lata
privatum eina so stóra verkætlan
soleiðis upp á gjøt. Bara tað at málið
verður eitt stríðsmál millum norðoy
ingar og vágafólk móti hinum sigur,
at málið er als ikki búgvið. Sjálvandi
skulu vit øll vera felags um útreiðslur
nar av samferðslunetinum, og ein slík
verkætlan, sum Skálafjarðartunnilin,
skal sjálvandi verða partur av eini
skilagóðari landsætlan, so ein so stór
íløga kemur at gagna øllum landi
num.
At lokalir tingmenn hálova
verkætlanini skapar mistanka
Fíggjar og búskaparkreppan
sum rakti heimin fyri nøkr
um árum síðan, hevur havt
sína ávirkan á hugin hjá
føroyingum at keypa vørur
úr útlondum.
Síðan metárið 2007 er
innflutningurin, uttan skip,
flogfør og brennievni, mink
aður eina góða milliard
krónur, sigur Hagstovan í
síni nýggjastu uppgerð.
Í 2007 var hesin innflutn
ingur 4,2 milliardir, men í
2010 var hann lækkaður
niður í 3,1 milliard.
Hóast talan er um stóra
minking, skal havast í huga,
at tey tvey árini beint und
an fíggjarkreppuni, altso í
2006 og í 2007, vaks hesin
innflutningurin heili 40%,
úr 3 milliardum upp í 4,2
milliardir.
Fyribils sær út til at
innflutningsvirðið
rakti
botnin í 2009, tí í 2010 er
innflutningurin av øðrum
vørum
enn
skipum,
flogførum og brennievni,
vaksin 2 %.
Tað
er
eitt
sindur
ymiskt hvussu minkingin
hevur
rakt
ymisku
vørubólkarnar.
Inn
flutningsvirðið av akfør
um er minkað niður í ein
triðing av virðinum í 2007,
men keypið av maskinum,
amboðum og øðrum tilfari
til byggivinnuna, er minkað
niður í eina helvt.
Innflutningur av vørum
til beinleiðis húsarhalds
nýtslu minkaði 14%. Hóast
hetta ikki er eins nógv sum
í fleiri av hinum bólkunum,
so er tað fyrstu ferð síðan
kreppuna fyrst í 90’árunum
at hesin bólkurin er mink
aður.
Einasti vørubólkur har
innfluttningsvirðið er mun
andi økt, er rávøra til fisk
avirking, har varð meir enn
tvífalt so nógv innflutt í
2010 samanborið við 2007.
Ein milliard
Latið tunnilin bíða
Betur
er bøtandi
hond...
Jon hestyoy
kjak á síðu 13
Innast
inni er
Høgni
glaður...
Edmund Joensen
kjak á síðu 33
Eirikur Lindenskov
eirikur@sosialurin.fo