mikudagur 2. mars 2011síða 28
‹ fyrra síða allar 48 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
Mikudagur 2. mars 2011 · Nr. 26
28
Sosialurin
Oyggjablaðið
Vøran
skal út
óansæð
veður
Tekstur: Snorri Brend
Myndir: Jens Kristian Vang
Millum teir sløku 300 bilarnar sum
í miðal koyra eftir Oyndarfjarðar
vegnum, er stóri og guli lastbilurin
hjá PM Heilsøluni í Havn.
Tríggjar ferðir um vikuna
leggur Niels Jacob leiðina úr
Havn á hesa drúgvu farleiðina,
fullsettur við mjólkaúrdráttum,
frukt,
kølivørum
og
øðrum
heilsøluvørum. Aðrar dagar er
hann í Sandoynni í somu ørindum.
- Uppgávan hjá mær júst í
dag er stutt sagt at fáa alla hesa
vøruna til Sundalagið, vestara
armin á Skálafjørðinum og Oynd
arfjørð, greiðir hann frá.
- Nú eru tey so smátt farin at
fyrireika summarið á Gjáargarði
við Gjógv, so har havi eg eisini
verið í morgun. So tú skilir, at
hetta er ein rímiliga long ruta sum
skal koyrast, og tað í øllum veðri.
Millum teir mongu handlarnar
sum hann vitjar er eisini handilin
hjá Eivindi Petersen í Oyndarfirði,
sum verður umrøddur í aðrari
grein í blaðnum.
Hálvgum fimm
Hóast rutan hjá Niels Jacobi inn í
Eysturoynna er tann drúgvara, so
skal hann eisini regluliga við vøru
til Sandoynna tvær til tríggjar
ferðir um vikuna.
- Ja, eg eri í Sandoynni teir dag
arnar, sum eg ikki eri her í Eystur
oynni - tað vil siga týsdag og hós
dag, og annanhvønn leygardag.
Tá fari eg við Teistanum klokkan
hálvgum átta um morgunin og
farið yvir um aftur tríggjar tímar
seinni.
- Fyrimunurin við tí er, at tá be
høvist eg ikki at fara upp fyrrenn
klokkan hálvgum fimm, har eg
annars má upp fyrri enn tað. Tað
vil siga, at tá kann eg sova eitt
sindur meiri enn ein tíma longur.
Tað er tað reina luksus, sigur hann
brosandi.
Uppí hesa rutuna hoyrir barna
garðurin og Heilbrigdið á Velba
stað, Teistin sjálvur og aðrir kund
ar í Sandoynni.
Afturkomin til Havnar fer
hann beinleiðis niðan til MBM
eftir mjólk sum skal oman á lagrið,
so at teir har kunnu byrja at pakka
bilin sum skal til Suðuroyar.
Langur dagur
Tað er við Niels Jacobi sum hjá so
mongum øðrum, til dømis bakar
um, at teir fara til arbeiðis árla á
morgni og fáa tí tíðliga frí.
Hann plagar at royna at vera
aftur á arbeiðsplássi sínum um
middagsleitið, tá starvsfólkini fáa
sær ein bita saman. Men tað er
ikki altíð at hann røkkur tað.
- Tað kann henda, at eg skal
eftir meiri mjólk, ella eg skal til
Kollafjørð eftir frystigóðsi, ella
onkur annar akuttur ordri er
komin inn, ja, so blívur klokkan
sjálvandi meiri enn tað.
- Tá kunnu dagarnir blíva
langir, vísir hann á.
Eitt dømi um hetta var mána
dagin í farnu viku, tá var báturin
við fruktini og øllum bløðunum
seinkaður, orsakað av veðri. Tá var
ikki annað hjá Niels Jacobi og hin
um at gera enn fyrst at leggja leið
ina norðureftir aftur við einum
parti av vørunum, og seinni um
dagin á somu rutu við restini.
Henda dagin var hann ikki við
hús fyrrenn klokkan gekk til seks.
Tá vóru gingnir útivið 14 tímar,
síðani hann fór til arbeiðis.
- Eg skal bara heilsa og siga, at
tá var eg ótrúliga moyrur. Tá var
gott at koma til hús.
Vit koyra
Júst hetta við veðrinum hevur
eisini eina avgerandi ávirkan á
gerandisdag hansara sum bilførari
hjá PM.
Ein vakran summardag gongur
alt sum eitt spæl, men ein myrkan
og kaldan vetrardag krevur tað
munandi meiri at skula koyra mill
um bygdir við stórum lastbili.
- Um vit altíð fara avstað? Ja,
sjálvandi gera vit tað. Er tað koyr
andi og líkindini annars eru til
tað, so fara vit út við okkara vøru,
- eisini her til Oyndarfjarðar. Og
sum tú sjálvur hevur roynt tað,
so er tað OK í dag, men ein ringan
vetrardag er tað ikki bara sum at
siga tað.
- Í vetur hevur verið rættiliga
hált og keðiligt veður, og tá kann
rutan lættliga taka tríggjar ella
fýra tímar longur. Tá er ikki altíð
eins hugaligt, má eg siga, tá ein í
kulda, myrkri og regni skal út til
handlarnar við vørunum.
Tað kann tó ikki vika við tann
veruleika, at hann trívist undir
hesum umstøðum. Og hví skuldi
hann ikki eisini tað - á síðuni á bili
hansara stendur nettupp: Trívast
í kulda!
snorri@sosialurin.fo
ÚTKOYRING Ein treyt fyri at kunna arbeiða sum bilførari á heilsøluni hjá Poul Michelsen
er, at ein er morgunmaður. - Eg fari oftast upp klokkan 3:00 - altso um morgunin. Men skal
ein náa út við allari vøruni til øll støðini, má tað bara vera so, sigur Niels Jacob Heinesen,
ið er ein av fleiri bilførarum hjá PM. - Eg havi arbeitt her síðani í juni mánaði í fjør, og
hetta dámar mær sera væl. Serliga tá ein hittir so fitt fólk sum Eivind í Oyndarfirði